Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juli 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tidindabladid SV: Nr. 140 — 28. JULI 1998 Summarlegur i Nesvik: Stuttligt å summarlegu - Tað hevur gingið ótrúliga væl hjá okkum á leguni. At veðrið hevur verið so gott, hevur eisini gjórt stóran mun, sigur Frits Thomsen av Skála, sum var høvudsleidari fyri tí seinastu av teimum sjey summarlegunum fyri børn í Leguhúsinum í Nesvík í ár Frits Thomsen, høvudsleidari á summarleguni í Nesvík, på mdr »i/t um enda ar T * * ' 8 r t1 Lagt síðurnar ti tara Nem g siga loreidrunum n nýggju NN VvInunumm ymsastaðni um landið, tey høvdu fingið Samstundis fóru eisini leið- arir, kokkar og hjálpararfólk - umleið 40 í tali - heim, eftir at tey høvdu ruddað upp eftir seg vn - Vit hava havt sera nógv ymiskt virksemi í gongd, og eg haldi børnini hava dámt sera væl, sigur Frits Í rættis: Frants Jensen hevur verið á skránni, at til dømis tann annars fasta fótbóltskapp- llum teir ymisku bí tíkin av skránni fyri at fáa pláss fyri øllum ødrum virksemi. Ikki soleiðis, børnini hava fingið loyvið at spælt fleiri fótbóltsdystir í friløtunum, men tað hevur ikki beinleið- is verið við í nakrari fyri- skipaðari kapping Virksemi av ødrum slag hevur verið nógv. Tað hevur verið brotssparkskapping, súkklukapping, postakapp- ingar og onnur sløg av kappingum. Børmni hava varð verið býtt upp í 10 bólkar. Ístaðin fyri at geva bólkun- um bíbilsk nøvn, varð hesu- ferð valt at geva bólkunum nøvn á fjøllum í Føroyum. Tey hægstu fjøllini á nýggju oyggjum. Gráfelli, sum næsthægsta fjall í Føroyum slapp eisini við, og vóru tað sostatt tvey fjøll í Eysturoy Sigldu við »Dvørgarmoy« Øll børnini hava eisini riðið hest - nakað sum teimum hevur dámað sera væl. Í ítrivinum hava tey ymsar lutir. Millum annað hava børnini brent í ein træstubba orðini »Jesus tendradi mitt ljós< og eina mynd av ein- um staka við einum ljósi á Onkur túrur var eisini á skránni eins og eitt kveld grillaðu tey pylsur uttanfyri Leguhúsið Sum nakað eyka á hesi leguni sluppu børnini eisini at sigla ein túr við nýggja føroysktbygda bátinum »Dvørgarmoy« Båturin sigldi ut frå Hvalvik, og vid bjargingarvestum å sluppu børnini saman við vaksnum fólki umborð ein túr uppá 45 minuttir. Tey royndu bæði at rógva og at sigla við segli. - Børnini dåmdu ótrúliga væl at sigla, og tað var eisini við til at gera leguna so væl- eydnaða, sigur Frits. Hetta var nýtt og eitt tað mest spennandi á allari leguni. Á —— Sera spennandi var at sigla við fóroyskt bygda bátinum »Dvørgarmoy« Fimm fóru heim Men hóast legan eydnaðist væl fyri tey allarflestu børn- ini, so vóru tað kortini ngk- ur børn sum longdust. - Nøkur børn longdust longu fyrsta dagin, og tað endaði við at tey fóru heim. Eisini gjørdist onkur børn sjúk, og fóru heim. lalt fóru fimm børn av leguni. Møguleikarnir eru góðir at spæla uttanum Leguhúsið í friløtunum. Eisini nógv skipað frítíðarvirksemi er á skránni Stórur aldursmunur Aldursmunurin á børnunum er rættiliga stórur. Tey ynsktu eru í 2. flokki og tey elstu í 7. flokki. Ikki er altíð so lætt í øllum at gera tað sama við gllum hesum børnunum, men leiðararnir halda kortini, at tað hevur gingið hampuliga væl. Tá ið bíbliutímarnir hava verið, hava tey býtt børnini í tvey, soleiðis at yngru børnini hava verið fyri seg og tey eldru fyri seg. Hetta ger tað nógv lættari at hava bíbliu- tímarnar, og tímarnir eru á ein slíkan hátt, at teir hóska seg betri til tann ávísa aldursbólkin. Tað var ikki bara stórur aldursmunur á børnunum á leguni. Geografiskt vóru tey eisini væl spjadd um alt Før- oyar. Av tí sama var heldur ikki eitt hugnakvøld fyri foreldrunum, ti rættiliga nógv høvdu ikki møguleika at koma. Istadin var eitt hugnakvøld bara fyri luttak- arunum. Dåmar væl at koma aftur Sum ein royndur leguleiðari heldur Frits, at legan hevur gingið væl - Onkur órólig børn hava verið uppí, sum vit hava havt eitt sindur av trupul- leikum av, men annars hev- ur alt gingið sera væl í hond Frits veit, hvat hann tosar um. Tær flestu ferðirnar, Mynd: Asbjørn Mikkelsen hann hevur verið leiðari, hevur nevnliga verið á Kambsdali. Hesi seinnu árini hevur hann verið í Nesvik, men eisini í Nólsoy og Dali. Flestu av hjálpar- fólkunum hjá Frits eru Skálafólk, men eisini fólk aðrastaðni frá eru við. - Legurnar her í Nesvík eru nógv stórri, og tí ber heldur ikki til at fáa sama nærsambandið við børnini sum á legum aðrastaðni. Leiðararnir fyri hvørt kamar fáa tó rættiliga gott sam- band við børnini á hvørjum einstøkum kamari. - Annars haldi eg, at her í Nesvík eru nógv fleiri møguleikar at gera meir burturúr legunum, sum ikki ber til, tá ið ein bara er á einum skúla. Eg haldi eisini, at børnini eru nakað róligari á legunum í Nesvík, sjálvt um tey eru nógv fleiri. Hóast Frits hevur verið leiðari á nógvum summar- legum, er hann ikki troyttur av ti enn. - Tá ið okkara børn vóru yngri, vóru tey altíð við á legu. Mær hevur eisini dám- að væl at verið á summ- arlegu, og eg kenni eisini eina ábyrgd fyri legunum. Hetta er eitt so týðandi arbeiði og so góður møgu- leiki at læra børnini um Jesus, sigur Frits.