Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. juli 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið < San nrfir SOSU Nr. 141 — 31. JUL! 1998 Samráðingaruppleggið við danir skal viðgerast í tinginum, og lógmaður vil hava breiða undir- tóku fyri tí Fyrstu stigini til at itøkilig- gera orðingarnar í sam- gonguskjalinum um før- oyskt fullveldi skulu takast í fyrra partinum av hesari tingsetuni Hesum boðaði Anfinn Kallsberg, løgmaður, frá í sinari fyrstu ólavsgskurgðu. Hann kallaði stigini á sjálv- stýrisleið fyri høvudssetn- ingin hjá landsstýrinum og vísti til, hvussu tað í sam- gonguskjalinum er orðað, at ætlanin skal fremjast: „Ein partur snýr seg um at fyrireika og samráðast við donsku stjórnina um ein samstarvssáttmála landanna millum, sum tvey sjålvstød- ug lond, eins og Ísland og Danmark í 1918. Herundir skal samráðast við stjórnina um eina búskaparliga og fíggjarliga skiftisskipan. Ein partur snýr seg um at gera eina grundlóg fyri Før- oyar. Og ein partur snýr seg um at gera føroyskar skipanir á øllum målsøkjum í føroyska samfelagnum, at meta um figgjarligan tørv, lóggávu- tørv og umsitingarligan tørv, og ikki minst at gera búskaparligar ætlanir og framrokningar fyri einum sjålvberandi føroyskum bú- skapi“. Hetta segði løgmaður í røduni, og í gðrum parti av framløguni, sum bara var skrivlig, verður lagt afturat, at „Beint eftir Glavsøku verður uppskot lagt fyri løg- tingið at skipa Føroyar sum fullveldi. Uppskotið skal reika fyri samráðingum við donsku stjórnina um ein sáttmála, ið skal staðfesta Føroyar sum fullveldi og áseta framtíðarsamstarvið við Danmark. Harafturat verður samráðst um eina fíggjarliga og búskaparliga uppgerð og skiftissskipan landanna millum“. Leikluturin hjá gum Tað tóktist løgmanni týdn- ingarmikið at undirstrika, at prosessin skal ganga fyri seg so alment, sum tað ber til: „Lyklaorðini í hesum ar- beiði eru fyrireiking, kunn- ing og demokratisk viðgerð. Føroya løgting viðger øll mål og ger av, hvørjar broytingar skulu gerast. Harafturat hevur samgong- an bundið seg til, at uppskot til nýggjan sáttmála við Danmark og uppskot til ein- a føroyska grundlóg verða send til følkaatkvødu í Før- oyum. Til tess at fyrireika hesi stóru stig eru sjålvstyrismål eitt nýtt målsøki í landsstyr- inum, og landsstýrismaður er settur til hetta mál burt- urav. Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og fyrsta uppskot- ið um framtiarstødu Føroya verður lagt fyri tinmgid eftir ólavsgku“, segði løgmaður í sjálvari røduni. Vítt samstarv Anfinn Kallsberg, løgmad- ur, sigur vid Sosialin, at tad er sera tydningarmikid, at talan verður um eina breiða semju, og tað vil siga, at landsstýrið fer at gera nógv fyri at fáa andstøduna at taka undir við uppskotinum: — Eg rokni við einum góðum orðaskifti, tá fyrsta uppskotið um heimildina at samráðast við danir kemur fyri tingið nú beinanvegin. Uppleggið til samráðing- arnar verður liðugt seinni í ár, og tað er ætlanin hjá okk- um, at løgtingid skal við- gera uppleggið í einum að- alorðaskifti, áðrenn vit fara at tosa við danir. Løgmadur undirstrikar tydningin av, at politiska semjan er so mikið breið, at tað kann roknast við, at fólkið tekur undir við mál- inum, tá tað fer til fólkaat- kvødu. Hann sigur seg væl vita, at andstødan fer at krevja sini merki sett å upp- skotið, um hon skal taka undir við tí, men hett skal roynast: Nú skal foroyska fullveldið vera annað enn orð — Hetta er politikkur, og slíkt arbeiðið er bæði torført og týdningarmikið. Hugsar tú um nakran serligan andstøduflokk, sum tå vilt hava at taka undir vid tykkum? — Tad skal standa øllum i boði. Javnaðarflokkurin eigur formannin í uttan- landsnevndini, og sjálvandi er tað eisini týdningarmikið, at fáa tann flokkin við í ar- beiðið, sigur Anfinn Kalls- berg, sum endaði røduna við at siga, at hann fór at bjóða løgtinginum — sam- gongu og andstødu — til eitt týdningarmikið og avger- andi samstarv við eitt vega- mót í framtidarstødu Før- oya. ; Finnbogi Ísakson, løg- tingsformaður, boðaði frá, at løgmansrødan kemur til umrødu á tingfundi týsdag- in 4. august klokkan 10. Tað verður roknað við, at um- rødan fer at taka í hvussu so er tveir dagar. Umframt umrøduna av røduni hjá løgmanni er til viðgerðar val av tveimum limum og tveimum eyka- limum í Norðurlandaráðið. Jógvan við Keldu og Dan R.Petersen hava síðani valið umboðað Føroyar í ráðnum. Framløga er eisini á skránni. jh Tað letur til, at løgmaður og formaðurin í løgtinginum eru samdir í, at tingið skal hava nóg mikið at takast við alla tingsetuna. Finnbogi Ísakson segði í blaðnum í síðstu viku, at hann fór at biðja løgmann um at syrgja fyri, at í hvussu so er helmingurin av mál- unum, sum landsstýrið ætl- aði at leggja fyri tingið í hesari tingsetuni, skuldi koma á tingborð í hesum árinum, og í 6lavsøku- røduni yvirtrumfaði løg- maður. Løgmansrødan var skift sundir f triggjar partar — eina framløgu, ein part har måls- økini vórðu útgreinað, og ein part, sum verður ber heitið løglisti. Í hesum síðs- ta partinum er eitt yvirlit ella katalog, sum tað ofta verður kallað, yvir tey mál, sum landsstýrið ætlar at leggja fyri tingid í hesari tingsetuni — lógaruppskot, uppskot til samtyktar og uppskot til ríkislógartilmæl- i. Tilsaman telja upskotini 120, og tey eru skift í tveir partar, ein sum verður lagd- ur fyri tingið í ár, og ein, sum verður lagdur fyri ting- ið komandi ár, og tað vil siga frá á nýggjárinum og fram til 5. mars, sum er síðs- ti framløgudagur í tingset- uni. — Ætlan okkara er, at 80 mál skulu leggjast fram í ár, Tá útvarpið um ólavsgkuna endursendi tiggju ára gomlu sendingina um, tå poltikarar og prestar vóru í kirkju og tá tingið varð sett í 1948, varð hildið fyri, at tingsal- urin var ikki fullur. Orsgkin var, at ein stórur partur av tingmannigini var burturi til skips. At tíðirnar eru broyttar, og at talið á teimum, sum beinleiðis hava sína inntøku av tí, sum verður drigið úr havinum ella á annan hátt sýkja sjógvin, var skrúð- gongan og tá tingið varð sett gott dómi um. Allir tingmenninir og allir landsstýrismenninir vóru í kirkju og til staðar, tá tingið varð sett — uttan ein. Tað var Torbjørn Jacob- sen, tjóðveldismaðurin á Glyvrum, sum kom á ting, tá Signar á Brúnni gjørdist landsstýrismaður og sess- urin í tinginum fór til næsta mann á tjóðveldislistanum Tingið skal arbeiða nógv í hesum árinum Tveir triðingar av uppskotunum hjá lands- stýrinum verða lgd fram fyri ársskiftið og 40 skulu leggjast fram eftir nýggjár, segði løgmad- ur. Fleiri ganga aftur At landsstýrið megnar at koma við so nógvum mál- um longu í heyst kemst millum annað av, at fleiri mál av teimum umleið eitt hundrað, ið lógu í tinginum, tá Edmund Joensen 18. mars skrivaði út nýval, verða løgd framaftur og tað helst í óbroyttum líki. Millum uppskotini til løg- tingslógir, sum landsstýrið ætlar at leggja fyri tingið eftir nýggjár, eru løgtings- lóg um kommunusaman- legging, løgtingslég um grunn i samband vid fast samband um Vestmanna- sund og løgtingslég um øki og treytir fyri fyrsta útbjóð- ingarumfar í kolvetnisvirk- semi. Umframt vanligu upp- skotini um eykafíggjarlóg, fíggjarlóg og so uppskotini um broytingar í viðurskift- unum millum Føroyar og Danmark, ætlar landsstýrið í heyst millum annað eisini at leggja uppskot fyri tingið um løgtingslég um stuðul til útoyggjar, løgtingslóg um sosialar pensiónir, løg- tingslóg um kommunu- læknar og løgtingslég um almanna— og heilsuútbúgv- ingar. jh Ein stolur stod tomur Torbjørn Jacobsen var einasti tingmaður, sum ikki gekk i skrúðgongu ólasgkudag í Eysturoy. Torbjørn Jacobsen hevur í mong ár siglt við farma- skipi í Grønlandi, og tað er í hesum sínum borgarliga starvi, at hann er staddur í løtuni. Torbjørn er å veg upp til Thule. Ísurin er nógv mini nú, enn hann er aðrar tíðir av árinum. Tað eru bara nakrir fáir mánaðir um árið, at tað ber til at sigla so langt norður vestanfyri Grønland, og nå f mong år hevur Tor- bjørn Jacobsen havt åbyrgd- ina av at syrgja fyri flutn- inginum. Hans Tausen Olsen f Run- avík er triðji maðurin á list- anum hjá tjóðveldisflokk- inum í Eysturoy. Vit hava einki hoyrt um, hvgr vítt hann skal meta í tinginum fyri Torbjørn Jacobsen ella ikki. Skiparin av Glyvrum verður aftur í Føroyum eina ferð seint í summar. jh