fríggjadagur 31. juli 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 141 — 31. JULI 1998
tíðindablaðið
( | STAK
NAS
17
Junkarin fyrsta sigurin á Olavsøku i 23 ár
S-mannafør dreingir: Bátarnir komu
á mål í somu rød, sum teir endaðu í
FM kappingini
Eins og á hinum fimm
stevnunum vóru tað aftur
hesa ferð kvívíksdreingir
umborð á Junkaranum, ið
komu fyrstir á mál. Harvið
staðfestu teir so dyggiliga
FM heitið, sum teir tryggj
aðu sær longu í Miðvági.
Hetta var triðja ferðin, at
Junkarin vann FM. Men teir
sum mannaðu bátin í ár, minn
ast einki til tey bæði fyrru
meistaraheitini. Tey vórðu
vunnin í 1975 og í 1976, og
tá vóru teir, sum rógva nú, ikki
fødddir! Junkarin vid
dreingjamanning hevur bara
eima ferð áður vunnið á
ólavsgk. Tað var í 1975.
Blikur bragdligur
Argjadreingir umborð á
Bliki tóktust ólavsgkuaftan
at ætla sær fyrsta sigurin í
ár. Í hvussu so er løgdu teir
bragdliga fyri, og tað hevdi
við sær, at teir ongantíð vór
u hóttir av ngkrum øðrum
enn sannførandi FM vinn-
aranum, og tiskil hildu teir
tørn um silvurplåssid i
samladu kappingini.
Men teir megnadu altso
ikki at halda kvívíksdreingir
aftanfyri seg. Junkarin var
alla tíðina við í fremstu rød,
og tá teir fyrstu 200 metr-
arnir vóru lagdir afturum,
var hann fremstur, og tá
helmingurin av teinum var
farin, var hann tríggjar
fjórðingar av einari báts
longd frammanfyri Blik
Onkra løtuna høvdu argj-
adreingir hug at tak seg eitt
lítið vet inn á Junkaran, men
so svaraðu kvívíksdreingir
aftur, og teir vóru sum so
ongantíð hóttir. Munurin
var onkuntíð ein hálv báts-
longd, og tá bátarnir komu
á mál, var munurin ímillum
eina hálva og tríggjar fjórð-
ingar av einari bátslongd
ella tann sami, sum hann
heyði verið seinna partin av
róðrinum.
Ikki kann sigast annað,
enn at dreingjabátarnir hil-
du væl pláss, tí teir komu á
mál í somu rgð, sum teir
endaðu í FM kappingini, og
hóast kappingin ikki var so
spennandi, sum hon onkun-
tíð hevur verið millum
dreingjamanningarnar, so
var munurin ikki stórri enn,
at tað slitnaði ikki sundur
millum Junkaran á fremsta
plássi og aftur til Báruna á
S-mannfarið Junkarin, FM-vinnari 1998
fimta plássi.
Sum á fleiri ødrum stevn-
um, so løgdu skáladreingir
umborð á Svani heilt væl
fyri, men tað gekk bara ein
lítil løta, so vóru teir dotnir
afturav og máttu finna seg í
at vera fremstir millum teir
E
—
/
við í Kappingini. 1€ir sum KiCYVAarsK
Kollur bestur fyrstu ferð á Olavsøku
S-mannafór gentur: Eins og í fyrsta
Ørnini, eisini í síðsta róðrinum
Ørnin úr Sandavági er FM
vinnari í kappingini millum
S-mannafør, mannað við
gentum. Men tær stóðu ikki
ovast á pallinum ólavsgku-
aftan. Nett sum á norðoya-
stevnu, so megnaðu tær ikki
at vinna. Ørnin hevur ann-
ars vunnið allar hinar fýra
FM róðrarnar í summar.
A norðoyastevnu endaðu
tær heilt afturi á fimta pláss-
inum, men so galið gekk
ikki á ólavsgku.
Kollur var millum teir
fremstu alla tíðina. Fyrstu
løtuna hevði hann stóra
kapping av Svani og Junk-
aranum, meðan Ørnin var
ein lítlan skut aftanfyri
Tá bátarnir nærkaðust
Molanum var Ørnin einsa-
møll beint í hølinum á Kolli,
men tað eydnaðist ongantíð
FM vinnaranum rættuliga at
hótta genturnar úr Kolla-
firði
Kollur var leysur eina løt-
u. Í endaspurtinum vann
Ørnin nakað inn á bátin í
oddinum, og tær fingu um
rongina á Kolli, men tær
komu ikki longri fram, og á
málinum var munurin ein
bátslongd.
Tað var akkurát so, at
Ørnin kneykaði Junkaran-
um, mannaður vid vest-
mannagentum. Hesar ungu
genturnar hava verið sera
stødugar í ár, og eisini hesa
ferð vóru tær við í kapp-
ingini millum tær fremstu
alla tíðina. Halda tær fram,
so er einki at ivast í, at tær
fara at standa seg væl í
kappingini komandi ár.
Merkisvert var annars, at
Royndin Fríða, nýggi“bát-
urin hjá vágbingum, sum
vann á nordoyastevnu, men
sum síðani tá bara hevur
fingið eitt stig, ikki var við
á ólavsgku.
Hetta var fimta ferðin, at
Ørnin við gentumanning
vardi kappróðurin í Vágum
við at vinna FM heitið. Hin-
ar ferðirnar vóru í 1988,
1990, 1991, 1997 og so aft-
ur í 1998.
Báran og Sílið hava vunn-
ið ávikavíst trý og tvey FM
heiti í nftiårunum, men í år
hevur gingið illa hjá báðum
hesum bátunum.
jh
5-mannafarid Ørnin,
FM-vinnari 1998
>x
róðrinum, so snávaðu genturnar umborð á FM vinnaranun