Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. august 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 142 — 1. AUGUST 1998 Jeg vover en rejse... tíðindablaðið SLSlalurfn Dansifegin og harmoniku- fjepparar um bylgjuna bláu Aldurnar dansa væntandi lættari enn vanligt, tá Norrøna 24. august stevnir út av Havnini á veg til Noregs. Onkur treður kanska >Dans pá brygga...<, men eingin ivi um, at helst vildi viðkomandi verið við umborð, tá tann tiltikni harmonikutúrurin er á skránni og tónarnir ljóma á dekkinum DAGFINN OLSEN 24. august stevnir Norrøna út av Havnini, sum hon so ofta hevur gjørt tað í summ- ar. Men væntandi dansa ald- urnar lættari á vágni, enn vanligt er, tí rættuligur sjó- manstónleikur ljómar óivað um land og hav, tå Norrøna leggur frá landi og har- monikumenn, sum vant, spæla á dekkinum. Skipið er henda túrin nevniliga mannað við dugnaligum harmoniku- snillingum. Tann tiltikni harmonikutúrurin er á skránni, og hann hava nærum øll hoyrt um. Tað sigst, at ferðafólk, sum hava verið við einaferð, kunnu ikki lata vera við at fara aftur. Ferdaløg hava gjørt tað til árliga hending, at fara við júst henda túr og tað eru bæði bindiklubbar, dansi- fegin fólk og harmoniku- fjepparar. Tað eru Fimmboði Lis- berg og Pauli Jacobsen, ið skipa fyri. Báðir eru teir kendir tónleikarar og teir hava verið við, síðani skip- Í að varð fyri harmonikutúri fyrstu ferð fyri eini 5 - 6 árum síðani. Gestur úr Íslandi Tey somu afturvendandi til- tøkini vera á skránni. Eisini hesaferð verður gestatón- leikari við. Ofta hava tón- leikarar úr Noregi verið við, men nú verður gesturin úr Íslandi. Ørvar Kristianson kenna fleiri, ið hava áhuga fyri slíkum tónleiki. Ørvar hevur eisini búð í Føroyum eitt skifti og nógvir føroy- ingar kenna hann. Pauli Jacobsen og Fimm- boði Lisberg skipa fyri ferðini Tá Norrøna leggur frá landi, spæla har- monikumenn sum vant á dekkinum Frá harmoniku-trreffinum í Nólsoy 1996 Hann hevur tónleikin sum livibreyð og er hvørt år ein part av årinum i sudurlond- um, har hann spælir, og so er hann í Íslandi restina av árinum. Veðrið av tí besta Veðrið hevur verið gott hini árini, sigur Fimmboði Lisberg, fyrireikari og lut- takari. - Sum vanligt, so verður undirhald, har einstøku bólkarnir spæla. Eisini er felagssangur á skránni og hann gongur vanliga ómeta- liga væl, sigur Fimmbodi - Í mun til undanfarin ár, so er gestatónleikarin í ár við á gllum túrinum. Bæði aftur og fram. Hini árini, tá gestirnir hava verið úr Noreg, hava teir bert verið við heimaftur úr Noregi, sigur Fimmboði Lisberg Kvøldini fara við góðum harmonikutónleiki og dansi, har bólkarnir skiftast at spæla. Bassur, trummur og sangur verða eisini at hoyra, umframt harmonikuljómin »Tveyradarin« - Tónleikararnir eru ofta teir somu, men nýggir leggjast eisini afturat. I Føroyum spælir næstan eingin uppá sokalladan »tveyradara«, men eg havi hoyrt, at onkur nú er komin undan kavi, so tað verður spennandi, sigur Fimmboði, ið annars heldur at tilgongdin til júst hetta slag av tónleiki ikki er so góð, sum ynskiligt hevði verið, helst tí ov fá menn andi og birtandi tiltøk eru - Avbjóðingarnar eru ikki tær stóru. Tvíburðarnir í Nólsoy eru teir einastu ungu, ið spæla harmoniku, sigur Fimmboði, ið heldur, at túrurin er Oført høvi hjá harmonikuspælarum, fjepp- arum og dansihugaðum at koma saman Túrurin í ár er nakað seint á árinum. Farið verður 24 august og komið verður aft- ur 26. august. Í fjør var túr- urin fyrri á árinum - Tað vísir seg, at áhugin fyri ferðunum til Noregs aftur er vaksandi, so vit vóru noyddir at bíða, til eftir tíðina, tá fólk vanliga hava summarfrí, men vónandi setist eingin aftur, sigur Fimmboði Lisberg, ið fegn- ast um, at nógv eisini leggja sær ferðirnar til rætis, so tey kanska sleppa heimaftur við, tá harmonikutúrurin er I fjør vóru eini 800 fólk við, og fólk eru øgiliga upp sett uppá at fáa tað at ganga væl. Til felagssangin t.d. er ringt at fáa pláss, tí øll eru so spent og kappast um at koma framat, sigur Fimm boði, ið eisini ferðandi túrarnir eydnast so væl Eini 25 tónleikarar er sett sum hægsta luttakaratal men um tað passar so gevur teim heiðurin fyri, at at tað verða 27 ella 28, so go ið eisini. Harmonika berandi Í V av ødrun óðfa g san Størst tydn ' tó góði hyrurin ið harmonikuferdamar tað so er tón ferðafólk