leygardagur 1. august 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
GI
Nr. 142 — 1. AUGUST 1998
n
6 f
alu
tíðindablaðið 3082 19
———iiidii———————"8i8iIxVWin————winceeeddwedddaawwwawwwwwwwweaewweeeeeeeeeen ÍF
Minningarhald
fyri bretskum
hermonnum
Seinasta sunnudag var
minningarhald í kirkjugarð-
inum fyri falnum bretskum
hermonnum undir seinna
heimsbardaga. Bretsku ka-
dettarnir og umboð fyri
bretsku sjónverjuna vóru til
steðar, meðan Bjarni Bæk,
dómpróstur helt stutta guds-
tænastu. Eisini vórðu krans-
ar lagdir á grøvirnirar. Vit
prenta her prædikkuna hjá
Bjarna Bæk:
Hvør kann meiningin vera
við hesum minningarhaldi
í dag? Gevur tað yvirhøvur
meining at minnast tey
deyðu? Tí menniskjaligt
minni er ógvuliga stutt. Fyrr
ella seinni tekur deyðin
okkum. Hvussu leingi fara
tá tey, sum einaferð hildu
okkum vera týdningarmikil
í lívi teirra, at minnast okk-
um? Er yvirhgvur nakað at
minnast, tá ið vit eru deyð?
Tað stutta av tí langa er:
Er nøkur meining í at minn-
ast tey deyðu, um veruleik-
in er tann, at deyðin fær alt
og gll at forganga og hvørva
út í bláa luft? Um tað er
seinasti veruleikin í lívi og
tilveru okkara, so hevur
minningarhald okkara onga
meining.
Men tílíkir tankar og um-
hugsanir eru ikki allur sann-
leikin um lív og tilveru okk-
ara. Als ikki. Seinasti veru-
leikin um lív og tilveru okk-
ara er vónin, vónin um upp-
reisn á evsta degi. Vit kunnu
minnast tey deyðu við okk-
ara menniskjaliga minni, vit
kunnu gera minnisvarðar,
men minningarhald okkara
kunnu ikki geva okkum
okkara deyðu aftur. Nei!
Men tá ið vit minnast tey í
Jesu Kristi navni, so minn-
ast vit saman við Gudi. Og
tá deyðin tekur okkum, so
minnist Gud framvegis.
Spurningurin er tá: hvussu
minnist Gud okkum?
Í einum sálmi í gamla
testamenti stendur: Um
ævir hann minnist sátt-
mála sin, gjøgnum túsund
ættir tað orðið, hann gav.
Gud minnist um ævir, ja.
Men ikki sum harddiskurin
í eini himmalskari teldu. Tá
ið Gud minnist, minnist
hann til tess at halda lyfti
síni. Hann minnist sáttmála
sín, orðið hann gav
Tá ið vit nú minnast tey
deyðu, so gera vit tað, tí tey
eru í Guds hond inntil upp-
reisnardagin. Vit minnast
hesar menn fyri at æra
minni teirra og tænastu og
offur teirra fyri lív og frið
Kanska vóru teir ikki hetj-
ur. Kanska longdist teimum
teim og ynsktu bert at
sleppa burtur úr krígnum.
Kanska vóru teir deyða-
ræddir. Men teir blivu, har
teir vóru. Teir høvdu heldur
onki val, kundu ikki taka til
rýmingar, um teir vildu. Teir
máttu verða verandi, og tá
þ
so var — so gjørdu teir
skyldu sína. Tí æra vit
minni teirra
Men vit minnast teir eis-
ini jåst ti teir gjørdu
skyldu sina og av umstød-
unum vórðu noyddir at
gjalda prísin. Í hesm føri
minnast vit teir fyri okkara
egnu skuld, so at vit kunnu
umhugsa, um og hvussu
langt vit eru til reiðar at lata
teir vera fyridømi, tá ið vit
umhugsa skyldu okkara í
okkara umstødum við okk-
ara tilfeingi og møguleik-
um og evnum. Tann spurn-
ingur veksur so at siga fram
úr minningarhaldi okkara í
dag. Eitt møguligt svar er
okkara egna
Hvussu vit enn svara, so
er Gud hin sami, og hann
minnist framvegis á tann
hátt, at hann fremur lyfti
síni. Tað kann gera okkum
fræls til at gera skyldur okk-
ara. Tað er ikki til onga
nyttu
Um ævir hann minnist
sáttmála sin, gjøgnum tús-
und ættir tað orðið, hann
gav.
MYNDIR: JAN MULLER