mikudagur 5. august 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ungi toftamaðurin,
Hans Hansen, hevur
í rúgvuvís av yrk-
ingum liggjandi á
goymslu. Hann hev-
ur umhugsað at
fingið yrkingarnar
givnar ut, men hann
kennir seg ikki nóg
búnan til tað, sigur
hann.
Tað eru ikki meira enn em
fimm ár síðani, at Hans fór
undir at skriva. Fyrstu tvey
árini var tað fyri tað mesta
hugleiðingar og stuttsøgur, 10
hann skrivaði, og ikki fyrr enn
fyri trimum árum síðan fór
hann undir at skriva yrkingar
Sjálvur sigur Hans, at hann
ikki hevur nakran bundnan
form, tá ið hann yrkir. Hann
dugir ikki at yrkja og sam-
stundis at halda seg innan fyri
nakrar ávísar rammur. Tað
fellur mær nógv lættari at
yrkja á óbundnum máli, sigur
hann
Skrivingin fekk meg at
skilja
Spurdur um, hvat tað var, ið
fekk hann at fara undir at
skriva, svarar Hans, at hann
fann út av, at hann við at
skriva skilti seg sjálvan nógv
betur. Við at seta orð á tað,
sum eg visti, fekk meg at
skilja tað, og hetta gjørdi, at
eg bleiv bitin av tí; Sigur ungi
toftamadurin:
Hans sigtår, at hann kennir ikki
nógý ung, sum fåast við at
skriva. Nekur eru tó, sum
skriva, men tey flestu hava
ongar ætlanir um at nakað av
tilfarinum skal almannakunn-
gerast. Tey flestu yrkja bert
fyri seg sjálvan.
Tá hann er í depurhuga, hjálp-
ir tað rættiliga væl at skriva,
sigur Hans. Hann sigur eisini,
at tað vísir seg, at hann er er-
ligari, tá hann skrivar og er í
dopurhuga.
Tekur staði í sær sjálvum
Allar yrkingarnar hjá Hans
taka stødi í honum sjálvum, tí
hann kann ikki annað, sigur
hann. Tað, sum eg skrivi um,
handlar ikki bara um meg,
sigur Hans, men tað speglar
onkursvegna tað, sum býr í
mær. Hann er rættiliga berg-
tikin av muninum millum
kærleika og hatur, millum sorg
og gleði, og hvat tað er, sum
ger, at vit elska ein dag og
biðja ilt um dagin eftir. Eg er
rættiliga hugtikin av menn-
iskjum, sum hava tað ringt,
bæði so og so, sigur hann.
Hans er fær eisini íblástur av
fólki, sum eru komin út eitt
skráplan av einari ella aðrari
orsek. Fjeldin stendur sum
oftast bert og ristur við høvd-
inum eftir slíkum fólki og sig-
ur seg ikki skilja.
Spurningurin er tó, um vit ikki
øll hava onkrar trupuleikar at
dragast við, og at vit tí kunnu
skilja viðkomandi.
Yngd nr. 16 - 5. aug. 1998
Nr. 144 — 5. AUGUST 1998
smílið grætur
men
gráturin er turrur
og hini
tey
tey
ið heilsa
girnast og hata
ei tey fata
at handan smílið er lív
Útgávuhugurin er
ósteðugur
Hans sigur, at tað er av og á,
so hevur hann hug til at geva
út, og til aðrar tíðir hevur
hann als ikki hug til at geva
út. Hann hevur ongar ætlanir
at gerast kendur sum ein stór-
ur yrkjari.
Hann leggur aftrat, aí tað er
ógvuliga avdúkandi at geva út.
Tá tú gevur út, so skal tilfarið
verða erligt, annars kann tað
ikki brúkast. Serliga her í
Feroyum kann tað verða
vandamikið at geva út, tí at so
kunnu fólk kanska fara inn og
kenna tað aftur, og tað er ikki
meiningin, sigur Hans.
Lesur nógv yrkingasøvn
Sum vera man, so lesur Hans
nógv yrkingasøvn. Hann sigur,
at honum serligani væl dámar
danan, Piet Hein, men at hon-
um eisini dámar føroyskar
yrkjarar. Nevnast kunnu Janus
Djurhuus, Jóanes Nielsen og
Rói Patursson. Hann heldur, at
steðið á yrkingum í Feroyum