hósdagur 6. august 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Múller | Dagny Joensen,
| Áki Bertholdsen,
| Blaðstjóri: | Emil L. Jacobsen
| k k | i :
| In t: „ScSlalurin.fo Eiríkur Lindenskov | A En aron
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Lýsingar og sola:
Jonhard Hammer
se uppseting og prent:
TI id
eee 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post Gsosialurin.fo
Ongin miðvísur
fiskivinnupolitikkur
Oddagrein
FISKIVINNAN er hovuðsvinna okkara,
og tí er umráðandi, at vit hava ein kons-
ensuspolitikk á fiskivinnuøkinum - ein
politikkur, sum er miðvísur fleiri år fram
og sum gongur yvir markið millum sam-
gongu og andstoðu!
Á hesum stað er ferð eftir ferð víst á,
hvussu týdningarmikið tað er at hava
ein miðvísan setning á hesum eki, men
higartil er rópt í tóman heim.
ORÐASKIFTIÐ seinastu dagarnar er
aftur eitt dømi um, at torført er at stinga
ein veruligan politikk út í kortið.
SOMULEIDIS hevur orðaskiftið avdúk-
að, at fiskimálaráðharrin hevur hvorki
undirtøku fyri sínum politikki viðvíkjandi
fiskidagatali í samgongu ella í andstoðu.
HVAT úrslitið verður er torført at spåa
um, men sannleikin um verandi skipan
er helst, at hon meiri ella minni ber í
sær, at allir skipabólkar fiska frítt. Og
tað var ikki ætlanin.
ORÐASKIFTIÐ er hvorki um uppskotið
hjá fiskivinnustarvsnevndini ella hjá fiski-
málaráðharranum, men ber meiri brá
av, at fiskidagaskipanin er eitt »nødven-
digt onde< sum bara skal leingjast.
VIT sakna eitt orðaskifti um, hvussu vit
veruliga skipa okkara fiskivinnu við tí
endamåli at fáa mest møguligt ikast til
føroyska samfelagið.
- HVUSSU skal flotin siggja ut, og
hvussu endurnyggja vit flotan?
- HVUSSU skal tilvirkingarmynstrið
veråa, hvat og hvar virka vit!
- HVUSSU skal flutningurin skipast og
hvussu skal marknaðarrektin vera?
- HVUSSU sleppa vit undan, at ein fjórð-
ingur av veiðini fer óvirkaður av landin-
um, og hvussu beta vit góðsku, hækka
góðskingarstigið og útflutningsvirðið?
HETTA eru nakrir grundleggjandi spurn-
ingar, sum tíverri onga umreðu fáa.
Ímeðan keglast vit um dagatal og býtið
millum ávísar bólkar, hóast hetta er
meira ella minni eitt kegl út í tóman
heim.
EINAFERÐ enn kann staðfestast á hes-
um stað, at vit fáa alt, alt ov lítið burturúr
okkara tilfeingi. Og tað sømir seg ikki
eini framkomnari vinnu og einum fram-
komnum samfelagi á høgum teknifroð-
iligum stigi.
Sosialurin
Viðmerking til viðmerking
Eg má viðganga, at hetta
hevur verið eitt skelkandi
vikuskifti. Eg eri blivin upp-
ringdur óteljandi ferðir av
illum sørvingum, sum hava
rópt um bæði eitt og annað,
og gud hjálpi tú mær, um
eg ikki eisini persónliga
verði úthongdur í blødun-
um, sum ein tilvildarligur
skemtari, av ongum minni
enn barnaverndini í Sør-
vági. Fyrst hugsaði eg, at
tað má vera synd, at fólk
ikki hava meiri at taka sær
til, enn at fáa sær ilt í reyv-
ma av slíkum, og tí ætlaði
eg mær kanska bara at lata
sum luft.
Men nú hevur henda for-
fylging tikið so ljótt skap,
at eg kenni meg noyddan at
taka til orða. Fyrst av øllum
vil eg sláa fast, at eg eri bert
tann eini av tveimum fyri-
reikarum. Hin er Petur Póls-
son Jensen, og hetta hevur
barnaverndin í Sørvågi eis-
ini fingið at vita, tá tey í gjár
ringdu og gjørdu seg inn á
mammu mína. At barna-
verndin hóast hetta setur
meg sum fyrireikaran, og
enntá setur bústaðin hjá for-
eldrum mínum alment í
blødini, kann tí bert tulkast
sum persónsforfylging.
Sjálvur havi eg breiðan"
rygg, men kundu tit ikki
vinarligast latið foreldur
míni fáa frið. Tey hava onki
gjørt tykkum.
Eg noyðist at spyrja, hví
tit seta staðið, eg eri staddur
í blødini. Eg dugi ikki at
síggja, at nakar kann fáa
nakra gleði burtur úr hesum,
uttan so at onkur vil sleppa
at gera seg inn á meg. Men
eg vil, fyri ein ordans skuld
siga, at mín bústaður er:
Dalslandsgade 8, K-204,
2300 Keypmannahavn S.
Har kunnu tit finna meg, og
lata foreldur míni fáa frið.
Harafturat vil eg siga, at
fjølmiðlarnir einki galið
hava gjørt. Eingin hevur
sagt, at svøltandi børn eru í
Sørvågi. Tað einasta, sum
varð sagt var, at peningurin
fór at verða savnaður inn,
og um tað vóru svong børn
í Sørvågi, fór peningurin til
hesi. Hetta átti barnaverndin
at sæð sum nakað gott og
positivt, og rætt í teirra
anda, so at kritikkurin er í
besta falli skeivur, og tykist
næstan láturverdur.
At kalla meg tilvildarlig-
an skemtara er beinleiðis
frekt, og eg vænti mær eina
umbering frá barnaverndini.
Eg eri yrkjari og tónleikari
(eins og Petur), og sjálvur
haldi eg meg ikki vera til-
vildarligan. Umberingin
kundi passandi verið í somu
miðlum, sum tilsvínanin
varð prentað.
Eg kann hartil siga, at
peningurin (slakar 250
krónur) er á veg til Sørvågs,
og tit kunnu gera við hann
sum tit sjálv vilja. Kanska
hann kundi verið nýttur til
at gjalda fyri telefonálopini
á mín persón (og á mammuL
mina). Eg eri keddur av, at
hetta varð tikið so illa upp,
tí at tað varð gjørt í allar-
bestu meining. Tað var ong-
antíð ætlanin at sára ella
fornerma nakran, og enn
skilji eg ikki, hví nakar kann
øsa seg soleiðis um slíkt
harmloysi. Var eg ikki á veg
av landinum aftur, høvdu
Petur og eg komið til Sør-
vágs at lisið upp, ti Sørvåg-
ur er jú ein deilig bygd.
Niels Uni Dam
Dalslandsgade 8, K-204
2300 KBH. S
Skeiðætlan fyri 2. hálvár 1998
Skeiðnavn se
Dagskeið
ARPA
GOC ( (generelt certifikat sum radiooperatorur) =
GMDSS- -endurnýggjan
sp 15 dg.
5 dg.
prisur
[Dato od skeiðbyrjan:
+
| aug.| | sept. | okt. nov.
7.000,00 | 24. |
hat 5
9.700, 00 |
1
|
i
+
åg
5.500, 00 | 17.
Spec. skeið f. olju- gas- og kem.
tangaskip 1. partur
5 dg.
4.200,00 | 31.
Flutningur av vandamiklum evnum
Arbeiðsumhvo rvi
4 dg.
3.200,00 | 24.
+
3 dg.
ISM- -fyrireikingarskeið
4.000,00 |
3 dg. 4.000,00 |
EDV- skeið fyri navigatørar 1. partur
5 dg. 3.500,00|
EDV-skeið fyri navigatorar 2. partur
|
fee ——
Kvoldskeið
Veður- 8 Streymlæra
Tól- 8 Siglingarlæra
MHF-skeið
4dg.
2.800,00
+ kv.
—— +
6kv. 1.200,00
6 kv.
1.200,00
1.800,00 | 10.
Skúlin hevur møguleika at fyriskipa onnur skeið.
Tilmelding: Tlf. 311749, fax 318122, e-mail: sgefarnav.fo
Føroya
Sjómansskúli
Postboks 104, FO-110 Tórshavn
Tlf. 4298 311749, fax 4298 318122
Minnist til haldara