Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LL . KE Se, Nr. 145 — 6. AUGUST 1998 Halt fram å hasi tíðindablaðið SOSTANMMN Frode Vid Høgna Hoydal við eg siga: "Halt fram á hesi kós, og hugsa alla tíðina um trygd og trivna hins einstaka í tí arbeiði tú tekst við, segði Jenis av Rana undir viðgerðini av élavsøkurødu Løgmans — Ikki eri eg bangin fyri, sum aðrir, at sam- gongan fer at halda andstød- una uttanfyri- til tad er uppgåvan ov tydningarmikil og stór, brúk verður fyri hvørj- um einasta løgt- ingslimi. Og ikki minst brúk verð- ur fyri øllum teimum veljarum, sum hin einstaki løgtingslimurin umboðar, tann dagin fólkaat- kvødurnar verða, segði Jenis av Rana, tá ið løgmansrødan var til viðgerðar. Løgmansrødan 1998- fyrsta hjá núverðandi løg- manni, hevur uppiborið heitið skilagóð. Tó stutt, so megnar hon at lýsa samfelagsstøduna, og hon leggur upp til eitt avgjørt neyðugt samstarv á Løgtingi” við eitt vegamót í framtidurstødu Føroya”, sum løgmadur målber seg. ...risatgk liggja fyri framman... neyðugt er við breiðari politiskari semju... umráðandi er at náa eina felags fatan hóast vit ikki eru samd um smálutir...- hesi vóru nøkur brot úr rød- uni. Vónandi verða hesi orð umsett til veruleika í tí poli- tikki, sum liggur fyri framman. Tó at meginparturin av broytingunum, ið ætlaðar eru í ríkisrættarligu støduni enn eru fjaldar, so boðar tað, ið fram kemur í røduni, frå, at menn ætla at gera eitt grundleggjandi fyrireiking- ararbeiði, áðrenn samráð- ingarnar verða, og avgerð- andi orðið fær føroya fólk við fólkaatkvgðunar. Orð sum... fíggjarlig og búskap- arlig uppgerð- skiftisskip- an-javnbjóðis partar- sam- starvssáttmáli- neyvt fyri- reikingararbeiði og ikki minst” framrøkningar um ein sjålvberdandi Føroysk- an búskap"...- alt hetta ber boð um, at borgarin kann kenna seg tryggan, her er ikki ætlanin at fara fram eft- ir fummum. Við landsstyr- ismannin í sjålvsstyrismål- um fari eg, vid loyvi for- mansins, at siga: "halt fram á hesi kós, og hugsa alla tíð- ina um trygd og trivna hins einstaka í tí arbeiði tú tekst við". Ikki eri eg bangin fyri, sum aðrir hava orðað seg - at samgongan fer at halda andstøduna uttanfyri- til tað er uppgávan ov týdningar- mikil og stór, brúk verður fyri hvørjum einasta løgt- ingslimi. Og ikki minst - brúk verður fyri øllum teim- um veljarum; sum hin ein- staki løgtingslimurin um- boðar, tann dagin fólkaat- kvødurnar verða. Loyv mær, áðrenn eg fari víðari, til umhugsunnar at nevna eitt dagsaktuelt mål, sum kanska vísir eina best hvussu veikir vit eru í nú- verðandi = rikisrættarligu stødu okkara. Je hugsi um málið um teir báðar før- oysku skipararnar, sum verða hildnir fangar av fransmennum. Í fimm mán- aðir hevur annar teirra, Sigmund Andreassen, sitið sum fangi, uttan at tað tykist sum nakar føroyskur mynd- ugleiki kann veita honum og avvarðandi hansara neyðugu hjálpina. Her er talan um einstakar føroy- ingar, sum ongin sigur seg at hava ábyrgdina av, og sum tískil tykjast hvørva í donskum pappírs- og em- bætismannaveldi. Slíkt er óverdugt, einki samfelag kann sleppa borg- arum sínum so upp á fjall, onkur má hava ábyrgd á hesum øki, um ikki, so vísir tað best, at broytingar eru bráneyðugar. Marknaðartrætan, markn- aðarviðurskifti, tey arbeiðs- leysu og uttanlandaskuldin- eru mål, ið sjålvsøgd verða vidgjørd í løgmansrøduni. Nevnt verður, at nú eru 20 ár síðani marknaðarmál- ið við bretar kom á skránna, at higartil úrslitaleysu sam- ráðingarnar við hesar byrj- aðu fyri 7 árum síðani, og at ongin fundur hevur verið síðani septembur 1997. Hendan er stødan nú vit standa á gáttini til hesa vinnu- av sonnum eitt úrslit, sum ikki tænir samráðing- arførleika okkara til rós. Her má brótast upp um armar og farast til verka, at tryggja okkum rættindi okkara. At sama samráðingar- kynstri førdi til núverðandi E.S sáttmálan man vera flestu Føroyingum kunnugt. Ein sáttmála, sum bant, bindur og forðar vinnulívi okkara enn í dag. Tí er pos- itivt at lesa um ætlanir landsstyrisins um broyting- ar- av ringum royndum vid politkkarum í ødrum lond- um (t.d. broyttu javnadar- menn i Svøriki, eina tilvild- arhga nátt, stødu frå at verða móti ES til at verða fremstu talsmenn fyri hend- an felagsskap), loyvi eg mær at biðja Løgmann og/ ella landsstyrismann í utt- anríkismálum, at vátta fyri Føroya fólki, at ongar ætl- anir eru um at føra Føroyar inn í ódemokratiska felags- skapin ES. Fyri góðum 2 árum síðani spurdi undirritaði, Mið- floksins vegna, táverðandi løgmann um ætlanir vóru um samstarv við onnur lond enn ES londini( sum jú bert umboða 6% av heimsins íbúgvum). Av svarði hans- ara framgekk, at so var ikki. Je vóni, og haldi meg eisini skilja, at núverðandi lands- stýri hevur víðari sjónarring á hesum týdningarmikla økinum- samstarv og sam- handil vid onnur lond. Arbeiðsloysið minkar, verður sagt í løgmansrød- uni. Ikki er langt síðani, eimafcrå tíðliga í vár, at ser- kønir á økinum, í útvarps- sending vístu á, at fór tú at kanna eftir, so var talið á teimum, sum ófrívilluga gingu uttan arbeiði, áleið tað sama sum í 1994. Hesi, mong teirra hava verið uttan arbeiði í mong år, tørva brá- neyðuga hjálp! Júst tí havi eg ilt við at skilja brotið í løgmansrøduni, sum vit lesa á síðu 33. Hetta brotið verð- ur nevnt “ ónýtt arbeiðs- megi". og har verður skriva, eftir øllum at dóma er tað landsstyriskvinnan í almann- og heilsumálum, ið eigur orðini, um ein “ fram- leiðslumiss, ið samfelagið hevur av teimum, hvørs- citat v. loyvi formansins- hvørs vinnuevni bert eru partvíst skerd”. Hvers vinnuevni bert eru partvíst skerd- tvs., at aftur eru av- lamispensionistar okra í skotmála- tað at hesir ikki eru 100% 6arbeidsførdir er vorðið ein trupulleiki fyri samfelagið. Soleiðis kann alt vendast á høvdid! Nei, harra formaður, ynskir landsstyriskvinnan at fáa 6arbeidsfør fólk til arbeiðis aftur, so kann hon hjálpa teimum 8, 10 ella 12% av føroya fólki, sum, uttan at ynskja tað ganga og leingj- ast eftir arbeiði hvønn dag. Júst í hesum brotinum- um almanna og heilsumál- eru orðingar annars, sum ørkymla meg. Eitt er, at lítið konkret verður ført fram, mest breiðar generellar vendingar, men har er ein ódámligur dámur yvir nógvum av tí framført verð- ur. Tosa verður um" endur- skoðan av valferðarhugtak- inum" uttan at neyvt verður sagt frá- og víst verður til stjórnir og fakbólkar aðra- staðir í vesturheiminum, sum eisini ætla hetta. Hvørj- ar eru hesar stjórnir, hvgrjir eru hesir fakbólkar? Tosað verður um nýggja lóggávu fyri almann- og heilsuverkið"- lagað til fíggjarorku landsins". “Lagað til fíggjarorku landsins”- lesur tú restina av løgmansrøduni, t.d. fyri mentannargkið, so eru orð- ingarnar aðrar- tá er talan um "at bóta um , varðveita, ýkja figgjarkarmar, stuðla"- og einki verður sagt um at laga hetta eftir nøkrum fíggjarkarmi. Tilvitað ella tilætlað? Um stórgkið heilsumál verður bert breitt rétt um betran av heilsutænastuni, og konkret bert hetta, at halda fram vid útbyggjanini av landssjúkrahúsinum( fyrr var verri). Og so eitt brot sum í besta føri má kallast láturligt og við góðum vilja óskiljandi. Við formansins loyvi lesi eg hetta brotið:" heilsuliga rokningin fyri lívsstíl rinda fólk vanliga ikki í einum valskeiði, men heldur tekur tað 4-5 val- skeið, áðrenn tann rokning- in kemur. Fyribyrgjandi ar- beiðið er sostatt ein lang- tidariløga”. Gott at eg ikki skal til pr6vtøku í slíkum teksti. So verður skrivað um teldu- og kunningartøkni m.a. í sb.v. røkt av sjúkl- ingum. Eini góð ráð til landsstýriskvinnuna- verð varðin!- slá kalt vatn í blóð- ið, læt teg ikki taka av fót- um av “ smádreingjum", sum spæla við teldur. Lat ikki tøknina koma inn mill- um sjúklingin og røktar/ viðgerðarfólk- tað kemur okkum skjótt aftur um brekku. Tosað verður um netto- skuld Føroya. Lat meg slåa fast, at fyri einstaka Føroy- ingin, sum er um at hokna undan skuldarbyrðuni, sum åbyrgdarleysir vinnulivs- menn stovnadu i 80'unum, lættir tad einki um at vita, at ognin, sum tey fåu vinnu- lívsfólkini, bankanir, trygg- ingar v.m. eiga í úlondum, at hendan ognin er stórri enn tann landskassaskuld, sum tey dagliga noyðast at strevast at gjalda. Hjá teim- um er tað dagligi dagurin, ið telur, ikkki fiktiv tel. Loyv mær í hesum sam- bandi at spyrja- haldi meg ikki hava sæð nakað um tað í røduni- um ætlanir eru um broytingar í ognarviður- skiftum bankans. Sum er eiga vit hann øll- og tað er náttúrligt, hetta, at øll tey, sum bjargaðu honum, eiga hesa ogn landskassans. Vónandi eru ikki ætlanir um at ognartaka hann og geva hann út til tey fáu! Spurningurin hevur verið frammi um at seta aftur gr. 18 nevndina- fari at spyrja um ætlanir eru um at finna offrini fyri 80 ini og beta sár teirra. Miðflokkurin spurdi táverðandi fíggjar- málaráðharran, men spurn- ingurin varð, vegna valgið, ikki svaraður, hvørjar ætl- anir vóru um at rætta teim- um hond, sum mistu hús sini i kreppuårunum, men hóast tað sita eftir vid stórari skuld. Hvørjar ætlanir hevur Landsstýrið, nú bankarnir aftur ríka seg upp, at hjálpa hesum? Eitt tað fyrsta málið Mið- flokkurin legði fyri løgting- ið tá okur fingu umboðan fyri 4 árum síðani var spurningurin um útflutning av óvirkaðum fiski. Leingi gekk, men loksins varð skipan gjørd, sum vidførdi minkan í hesum útflutningi. Men enn er hetta talið alt 17 ov stórt- 5.100 tons av óvirkaðum toski og hysu fyrsta kvartalið. Arbeiði at minka um hendan útflutn- ing má halda fram Tað kann, eftir Miðfloks- ins tykki, aldrin góðtakast, at ogn allra Føroyinga, fiskirikdømid í havinum, verður flutt út til aðrar at virka, meðan Føroyingar ganga arbeiðsloysir ár eftir ar Fiskirikdømi er ogn okra allra, tí fer Miðflokkurin at mæla frå at samtykkja stórri umsetiligheit í fiskirættind- unum. Tosað hevur verið um privatisering, m.a. av tele- fon- og postverkinum. Lat meg minna á, at tað, at leggja almennar stovnar í almenn partafeløg, tað er ikki privatisering. Men tað ger, at politikkararnir bert fåa minni og minni åvirkan å hvussu almennu stovnarn- ir verða riknir Skiftandi landsstýri hava arbeitt við nyggjari komm- unuskipan, herundir at tvinga kommunur at leggja saman. Hví ikki heldur veita hjálp ul kommunalt sam- starv, sum vit kenna tað úr Vágum, í Sandoynni og nógva aðrastaðir Millum uppskotini, ið fara at verða løgd fram, nevnir Landsstyrið broyt- ingar í lóg um félkanøvn Vónandi verður møguligt aftur at geva børnum vanlig føroysk nøvn, og ikki bert útdeyð nøvn úr norður- lendsku sokallaðu gudalær- uni. At enda fari eg at nema vid tydningarmesta målid av øllum, eitt mål, sum ikki verdur nevnt i røduni, og sum ikki sæst verda millum tey mål, ætlan er at leggja fyri tingið í hesari tingsetuni - tað er málið um fosturtøk- urnar, ið framdar verða Tað er við stórri dirvi enn áður eg nevni hetta, eftir at hava sæð hagtølini, sum aft- ur vísa eina minking í 1997 sammett við 96. Hetta er framhaldandi minking, har vit nú hava nátt einum tali, sum er 1/3 av tí fosturtøkutali, sum var fyri fáum árum síðani Eina tøkk skulu teir og tey hava - felagsskapurin pro Vita, fyrrverðandi løg- tingslimir fyri KrF, Mið- flokkin og einstaklingar úr ðrum flokkum, sum tordu at tosa søk teirra verjuleysu, í einari tíð, tá tað ikki var nakað, ein tosaði um. Fátgk er tann tjóðin og í vanda stødd, sum sleppur neydstøddu sínum, kvinn- um, hjúnum, fostrum upp á fjall, og bjóðar fosturtøku sum loysn á sosialum og ødrum trupulleikum! Vid formansins loyvi fari eg at siga vid figgjarmåla- rådharran:” góðtak ikki at peningur skattaborgarans verður brúktur at týna sak- leys fostur við- inndrag hesa játtan og brúka hana til at bjarga lívum". Mál okkar eigur at verða at byggja eitt lánd, har ein- asta uppgáva sjúkrahús- verksins verður at bjarga lívum - frá gitna til ellisår Tað fer at bera Signing Harrans til tjóð okkara í rík- iligt mát.