týsdagur 11. august 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
y Joensen,
| Emil L. Jacobsen
|
Sveinur Tróndarson
Turid Kjølbro
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Lýsingar og sela:
Jonhard Hammer
Útgevari, uppseting og prent:
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
0)
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post &sosialurin.fo
Grenjandi javnaðarmenn -
ella stóru batarnir
Oddagrein
Í einum lesarabrævi í síðstu viku nam
Hans P. Joensen, í Nólsoy, við hetta at
klára seg væl á landi sum á sjógvi, og
samanbar tað við avrikini hjá japanarum.
Samstundis skoytti hann upp í, at teir eru
eisini slopnir undan >grenjandi javnaðar-
monnum«.
VIÐ ødrum. orðum heldur hesin nólsoy-
ingur, at stevna javnaðarmanna - og
stevnan hjá arbeidararørsluni sum heild -
um størri rættvisi er >grenj<, og at hesin
politikkur hevur tikið kappingarhuga og
áræði frá foroyingum. Aður hava vit mang-
an hoyrt frá fólkafloksmonnum, at javn-
aðarstevnan byggir á øvundsjuku!!
MEN Hans P. Joensen hevur annaðhvort
misskilt okkurt, ella kennir hann ikki søg-
una nóg væl. Fakfeløgini og javnaðar-
flokkurin løgdu til brots við ti aðalmáli at
skapa sosialt rættvísi. | politikki merkti
hetta m.a. at fáa arbeiðandi fólkini á sjógvi
og landi eina innteku, sum samstarvaði
við tað arbeiðið, sum tey gjørdu.
HARAFTURAT virkaði arbeidararørslan
fyri oðrum rættindum: løn til tíðina, trygd
á arbeiðsplássum, betri undirvísingar- og
skulavidurskiftum, fólkaeftirlon, minstuløn
og so framvegis. Alt batar fyri vanliga fólk-
ið.
MEN javnaðarpolitikkur hevur líka frá byrj-
an miðjað eftir at skapa betri vinnulig við-
urskifti. Javnadarmenn, sum hava sitið við
leidslu, hava skapa fyritreytir fyri, at ungir
og virkisfusir menn eru slopnir at royna
seg - bæði á sjógvi og á landi. Javnað-
armenn hava sanniliga eggja monnum og
kvinnum at royna seg og royna nakað
nýskapandi.
KORTIN! hevur javnaðarflokkurin ongatíð
vilja gingið við til at seta rættir:c'ni hjá
arbeiðarum, fiskimonnum og ødrum løn-
arbeidarum til viks fyri onkran vinnuligan
letuvinning. Er hetta »grenj hjá javnaðar-
monnum« eftir áskoðan Hans P. Joens-
ens, so er talan um vælmeint grenj, um
vit so kunnu siga.
JAVNAÐARFLOKKURIN fer um vikuskift-
ið at halda 70-åra ráðstevnu. Stevnan fer
at umreða floksins avrik, dagsins politikk
og framtíð Føroya fólks. Men eitt skal
longu staðfestast her, at eingin annar
flokkur eigur so stóran lut í at uppbyggja
foroyska samfelagið - úr einum tilafturs-
komnum samfelagi til eitt nútímans væl-
ferðarsamfelag, har rúm er fyri ollum og
har eli sleppa at virka eftir førleika - sum
javnaðarflokkurin.
Sosialurin
CT
Skeiðstilboð til
fiskaidnaðin
Ingeborg Vinther, formaður
í Føroya Arbeiðarafelag,
hevur seinastu árini javnan
gramt seg um, at tørvur er á
styttri útbúgvingartilboðum
til arbeiðsfólk, sum starvast
í føroyska fiskaidnadinum.
Og rætt er tað. Í síðstu viku
var hon aftur frammi við
hesum evninum í Utvarpin-
um.
Tá Ingeborg ber hetta upp
á mål í fjølmidlunum, so
tykist tað sum um, at ongin
hevur rætt hond frá síðu fyri
at skipa styttri skeið til
teirra, sum starvast í fiski-
vinnuni á landi. Hetta er tó
ikki so
Longu í 1991 beyð fiski-
vinnuskúlin sær til at fara
undir slíkt skeiðsvirksemi,
og uppskot um fyribils
skeiðsskipan varð løgd fyri
útbúgvingarráðið á skúlan-
um (vinnufeløgini) sama
árið. Tá uppskotið varð lagt
fram, fingu vit greitt at vita
frá Ingeborg Vinther, at
hetta var ein spurningur,
sum partarnir á arbeiðs-
marknaðinum skuldu taka
sær av. Síðan hendi ikki
meira tá
Men longu árið eftir hava
onkrar ætlanir verið frammi,
tí í róðu mini til lidnu næm-
ingarnar á Fiskivinnuskúl-
anum á sumri í 1992, segði
eg m.a.: >...tí er tað gleðil-
igt, at partarnir á arbeiðs-
marknaðinum ætla at skipa
skeið fyri fólk í flakavinn-
uni, og at ætlanin er at fáa
gongd á longu aftaná summ-
arfrítíðina<. Hóast hetta eru
ongi skeið skipað seks ár
seinni
Fiskivinnuskúin hevur
ongantíð slept ætlanunum
um at skipa fyri slíkum
skeiðum, men tann brenn-
andi spurningurin hevur
verið, hvør skal gjalda fyri
skeiðini og møguliga løn til
arbeiðsfólkini, meðan tey
eru á skeiði. Seinastu árini
hevur skúlin einar tvær
ferðir boðið virkjunum at
skipa fyri slíkum skeiðum.
Nøkur virki hava víst áhuga
at senda fólk á slík skeið,
en av tí at tey ikki hava sæð
seg føran fyri at gjalda
kostnaðin, er ikki meira
komið burturúr.
Fiskivinnuskúlin hevur tó
ikki slept hesum endanum,
og tíðliga á sumri í 1996
gjørdu vit uppskot til
»Karmar um skeið i fiska-
idnadi«, sum umfatadi 5
styttri skeidseindir i fiska-
ídnaði. Uppskotið varð gjørt
í samráð við umboð fyri
vinnuna, og tann fyrsta
skeiðseindin varð roynd í
verki saman við Arbeiðs-
loysisskipanini stutt efur
Spurningurin um, hvør
skal gjalda fyri útbúgving-
artilboð til teirra, sum starv-
ast í fiskaidnadinum á landi,
hevur tí í fleiri ár verið ein
asta forðing fyri, at slik til-
boð kunnu setast í verk. I *
fjør kom ein lóg í gildi, sum
neimildar landsstýrismann-
inum í fiskivinnumálum at
veita stuðul til m.a. menn-
ing av góðskuleiðarum og
til innanhýsis skeið, upplær-
ing o.l. Lógin heimilar tó
ikki, at stuðul verður veittur
til lønir ella aðrar samsýn-
ingar í tíðini fyri skeiðslut-
tóku, upplæring o.l.
Tá uppskotið til fíggjar-
lóg fyri 1998 var til umrødu
í tinginum síðsta heyst, var
spurningurin um útbúgv-
ingartilboð til teirra, sum
starvast í fiskaídnaðinum á
landi, enn einaferð havdur
á lofti.
Tá nevndi John Petersen,
landsstýrismaður, at møg-
uliga áttu broytingar at ver-
ið gjørdar í fyrr nevndu lóg,
soleiðis at endurgjald fyri
lønir eisini vórðu umfataðar
av lógini
Vit her á Fiskivinnuskúl-
anum tóku landsstýris-
mannin upp á orðið, og í
skrivi 20. oktober í fjør, sum
m.a. varð sent til John Pet-
ersen og Eilif Samuelsen,
táverandi landsstýrismann í
undirvísingarmálum, boð-
aðu vit frå, at vit vóru til
reiðar at far aundir at skipa
skeið fyri arbeiðsfólk í
fiskivinnuni á landi, um tað
figgjarliga grundarlagið
varð fingið upp á pláss. Síð-
an hava vit onki hoyrt aftur
hesum viðvíkjandi.
Fiskivinnuskúlin bjóðar í
løtuni tvey og trý ára út-
búgvingar til teirra, sum
ætla sær eitt framtíðar starv
í tí føroyska fiskaidnadinum
ella í alivinnuni. Fjøldin av
teimum, sum starvast í
vinnuni, hava húsalán og
aðrar fíggjarligar skyldur at
røkja, og kunnu tí neyvan
nýta so langa tíð til útbúgv-
ing. Tí eru vit samd við for-
mannin í Føroya Arbeiðara-
felag, Ingeborg Vinther, í tí,
at tørvur er á styttri skeiðs-
tilboðum fyri at bøta um
fakliga førleikan hjá teim-
um, sum virka okkara út-
flutningsvøru.
Vit hava i Føroyum øll
handa slag av útbúgvingum,
sum tað almenna rindar
kostnaðin av. Tí skuldi tað
verið sjálvsagt, at tað alm-
enna eisini tekur um endan,
tá talan er um at menna
kunnleikastóðið hjá teim-
um, sum virka í útflutnings-
vinnuni. Sjálvur eri eg onga
ltu í iva um, at ein tilik
fløga fer at bøta um trivn-
adin og nøgdsemid hjå
teimum, sum starvast i
vinnuni, og í longdini fer
hon eisini at økja um
útflutningsvirðið.
Vit á Fiskivinnuskúlanum
eru tilreiðar at fara undir
slíkt skeiðsvirksemi, um
prátið seinsatu árini verður
avloyst av praktiskum
loysnum.
Vestmanna 8.8.98.
Jåkup Andreasen
skúlastjóri
á Fiskivinnuskúlanum
Eg havi ikki verið ímóti fuglfirðingum
Í einum lesarabrævið í Sosi-
alinum mikudagin, leggur
ein Jóan Heri Joensen meg
undir at vilja seta fót fyri
vinnuvirksemi í Fuglafirði.
Hetta kann eg yvirhøvur
ikki góðtaka, tí tað er ikki
rætt.
Men tá ið Sosialurin spyr
meg, hvgrja stóðu eg havi
til ynski hjá Havsbrún um
at idnadarveidan undir Før-
oyum verður tikin uppaftur,
so vil eg fegin, sum pol-
itikari, hava eg hava loyvi
at hava eina stóðu, uttan at
vera lagdur undir at vilja
eini heilar: bygd til livs.
Tað var løgtingid, sum á
sinni steðgaði ídnaðarveið-
ini undir Føroyum við lóg.
Og bátarnir fingu haraft-
urat endurgjald fyri at
gevast við hesi veiði.
So kann eg ikki, sum for-
Heini O. Heinesen vil ikki
góðtaka, at hann vil vinnu-
lívinum í Fuglafirði til lívs
maður í vinnunevnd lýg-
tingsini siga, at veiðan skal
takast uppaftur, tí so skulu
skipini eisini rinda lands-
kassanum endurgjaldið aft-
ur.
Tey hava fingið pening
fyri at gevast, so kunnu tey
ikki uttan víðari taka fiski-
skapin uppaftur.
Eg haldi framvegis, at tað
er rætt fyri fiskivinnuna
sum heild, at ídaðarveiðian
undir Føroyum varð steðg-
að, tí eg ivist ikki í, at alt í
alt fáa vit meiri burturúr.
Tað hevur gagnað før-
oysku fiskivinnuni
Tá ið Jóhan Heri Joensen
kastar mær fyri, at eg havi
ikki tosað við rgttu fólkini,
kann eg bara vísa á. at tað
eru enntá fuglfirðingar sum
siga, at til tíðir er tað mesta
av „ídnaðarveiðini“ hýsu-
murtur.
Eg skal eisini leggja aft-
urat at tað var tjóðveldis-
maðurin, Signar á Brúnni,
sum legði uppskot fyri ting-
ið um at taka ídnaðarveiðina
uppaftur.
Men tá vóru tað tingmenn
úr gðrum flokkum, t.d. bæði
Fólkaflokkinum og Javnað-
arflokkinum, sum beindu
fyri tí uppskotinum.
Og tá ið hann skjýtur mær
í skógvarnar, at eg vil heldur
lata føroysk skip súgva
danskan ES sjógvy, enn lata
tey fiska undir Føroyum, er
bara tað at svara, at vit hava
goldið kvotuna av ídnaðar-
fiski í ES sjógvi vit hava
goldið við botnfiski undir
Føroyum.
Men nú vit ikki fiska alla
ES kvotuna av ídnaðarfiski,
er tað ein spurningur um
hetta ikki er at blaka dýran
botnfisk í Føroyum burtur.
Heini O. Heinesen