Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 ítróttar Nr. 148 — 11. AUGUST 1998 Jákup var dagsins maður í superliguni Føroyski landsliðsmálmaðurin verður sammettur við José Luis Chilavert úr Paraguay Fyri fyrstu ferð í søgu fel- agsins er Herfølge á odda í donskum fótbólti. Odda- sessurin ger altíð, at pressan vísir tær serligan ans, og soleiðis var tað eisini hjá Herfølge sunnudagin Tá 3-0 sigurin á FCK var veruleiki runnu Herfølge spælararnir yvir ímóti tí partinum av åskodarafjøld- ini — har vóru 9.000, og tað er væl meiri, enn tað plaga at hyggja at, tá Herfølge spælir í Parkini — og takk- aðu teimum fyri stuðulin Og í umklæðingarrúminum var stúgvandi fult av tíð- indafólkum — Teir vóru sum flugur rundanum okkum, sigur lít- illætni Jákup Mikkelsen, sum í gjár aftur møtti á lær- araskúlanum, har hann er komin í helvt við lestrinum Og í donsku bløðunum varð smurt tjúkt uppá í gjár Tað er ikki á hverjum degi, at tú kanst siga søguna um ein málverja, sum bæði skorar upp á brotsspark og bjargar einum brotssparki, og tå søgan endiliga er har, so skal hon brúkast í ríkt mát. Jákup greiðir tolin frá, at í Klaksvík plagdi hann at skjóta brotsspark, og tí var hetta einki nýtt fyri hann. “Paraguay har José Luis Chilavert — Herfølge en fær- ing ved navn Jákup Mikk- elsen. To landsholdsmál- mænd fra hver sin verdens- del med i hvert fald et lig- hedspunkt: De kan også selv score mál“. Tað er sal- utturin, sum Jyllandspostur- in gevur Jåkupi, og Politik- en tosar um føroyska mål- verjan, sum „med sit kølige, velovervejede straffe- sparksmål efter 19 minutt- er“ setti hol á málskjóting- ma Landsbyens drillepinde, umponerede og effektive mod et sløvt FCK" stad- festir eitt av blødunum, og Jákup Mikkelsen verður settur á ugens hold í blød- unum og fær so nógvar rós- ur omanyvir seg, sum hann neyvan hevur fingið áður. Altíð klárur Tað er í slíkum løtum, at tað ræður um at halda beinini á jørdini, og tað fyrsta klaks- víkingurin iðrar seg um, tá vit hava hann í telefonini, er, at KÍ misti javnleikin, sum teir høvdu strítt seg til í Gundadali. Men var tað avrátt frammanundan, at tú skuldi skjóta brotsspark? — Nei, men Ole Mørch spyr undan hvgrjum dysti, hver er klárur at skjóta. Eg havi bjóðað meg fram hvør- ja ferð, men vit fáa sjáldan brotsspark, og higartil høvdu boð ikki verið eftir mær. Eg hugdi út á beinkin beinanvegin, tá dómarin bríkslaði, og Ole Mørch gav tekin um, at eg skuldi fara fram at skjóta. I Politiken verður sagt, at Jákup „var kold som is í sommarvarmen og lod koll- ega Michael Stensgaard sprælle lidt inde på linien, inden han overlegent sendte bolden i mál“. Og tú vart púra kaldur? — Eg royndi í hvussu so er at halda høvdid kalt, men eg skal ásanna, at tá eg rann fram ímóti bóltinum kitlaði tað ay álvara í búkinum. Eg steðgaði eitt sindur á, beint áðrenn eg náddi bóltinum, og tá sá eg, at Michael Stensgaard var rættuliga 6- fridarligur á strikuni og var å veg til høgru fyri seg sjålvan, og so var lætt hjå mær vid einum bleytum innarusíðu sparki at leggja bóltin inn við stólpanum í hinum borðinum. Lítið at gera Tá Jákup skoraði vóru 19 minuttir farnir, og hóast FCK varð roknað sum upp- lagður vinnari, so megnaðu teir ongantíð at seta Her- følge undir trýst. — Vit spældu fullkomuliga eftir ti, sum Ole Mørch hevði avrått vid okkum. Vit sótu í teimum, og tað var sjáldan, at teir komu til møguleikar, greiðir Jákup Mikkelsen frá. Komandi sunnudag skal hann á heimavelli spæla í- móti Aarhus Fremad, og við allari virðing fyri métstødu- liðnum, so eigur Herfølge at vera upplagður favorittur ímóti teimum. — Bæði í fjør og í ár hevur málið hjá okkum verið at enda í minsta lagi á einum 6. plássi. Í fjør eydnaðist tað ikki, tí tá endaðu vit sum nummar níggju, men í ár ætla vit at røkka hægri, sig- ur Jákup Mikkelsen. Seinni trumfurin I 2. hálvleiki økti Herfølge bædi til 2-0 og 3-0. FCK royndi at trysta, men tað var vid litlum hugflogi, og av ti at spælið varð trýst inn á mótstóðuhálvuna var tað ofta tætt, og Todi Jónsson fekk ongan rennibólt. Ta einu ferðina fekk hann eitt gott innlegg, men seks metrar úr málinum mis- eydnaðist tað hjá honum at seta krúllin undir bóltin. Fram ímóti dystarenda fekk FCK størsta møguleik- an, sum kann fåast í fótbólti. Peter Nielsen, sum var upp á tal til HM hópin í summar, og er liðformaður hjá FCK, varð settur at skjóta: — Eg hevði gjørt av við meg sjálvan, at eg skuldi fara til høgru. Skotið hjá honum var veikt — eg haldi, at hann rakti niður í vellin — hann sendi tann vegin, sum eg fór, og tað var lætt at bjarga, er mátin, sum Ják- up Mikklesen tulkar seinnu av teimum stødunum, ið høvdu við sær, at hann í fyrrakvgldið og í gjár var mest umrøddi fótbóltsspæl- | arin í Danmark! I stríðnum millum teir báðar klaksvíkingarnar í superliguni stendur nú 2-1 til Jákup. Todi og Lyngby vunnu 2-0, tá Jákup fyri fyrstu ferð spældi í lands- kapping á besta liðnum hjá Herfølge. Ta ferðina kom Jákup eisini á ugens hold. Undan summarsteðginum vísti Sjónvarp Føroya dyst- in, tá Herfølge vann 1-0, og nú vóru teir aftur omanå. Og í málskjótingini er Jákup eisini fremri. Enn hevur Todi Jónsson ikki skorað ímóti Jákupi Mikk- elsen í superliguni, men Jákup hevur skorað eina ferð ímóti liðnum hjá Toda! Hart arbeiði og hvíld Ole Mørch, venjarin hjá Herfølge, er ovurfegin um avrikið í Parkini. Fjølmiðl- arnir vilja vit, hvør upp- skriftin er til, at hansara lið, sum í mun til so nógv onnur lið, ikki er samansett av spælarum, ið eru fulltíðar yvkisspælarar, roynist so væl: — Talan er um hart arbeiði, staðfestir venjarin. — Vit høvdu frí frá venjing bæði fríggjardagin og leyg- ardagin, so kanska var tað tí, at vit vóru so væl hvíldir, at tað gekk so væl, sigur Jákup Mikkelsen, sum klokkan eitt í gjár skuldi meta til venjing. Og einki er at ivast í, at fleiri tíðinda- fólk vóru og fylgdu við úti á bygd á Sælandi, sum teir plaga at taka til. jh " I I I I I I I I I I I I I I I I Í I i fidindabiadid Box 76, 110 Torshavn Onnur lond: Navn: .. Bústaður sosialurin ) Haldarar i Føroyum Haldarar i Danmark: Haldarar i Danmark 5 blød i senn rir postgjaldid 64 Ymiskir prisir OKEYPIS S0Sialurin Indar Undirritaði teknar seg sum haldara av Tíðindablaðnum Sosialinum, og fái blað- ið 5 ferðir um vikuna 240,-/ársfj. 425, -/ársfj 340, -/ársfj. Tað ber altíð til at gerast haldari og goldið verður bert fyri blødini, ið eftir eru av ársfjórðinginum Få 8 | men un Un UD UI UR AE SER UL VR GR VR VR VR GR HR MR GR EO UN RE ONE SR | Vit eru har nakað hendir %