Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 1998síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 148 — 11. AUGUST 1998 sum føroyingar eisini sjál- vir gera av, hvussu skal nýt- ast. — Eg kann ímyndað mær, hvat tað hevði ført til, um t.d. danska stjórnin hevði lagt nýtt uppskot fram um broytingar í lógini, sum gav donsku stjórnini mgguleikar at undirmeta avgerðir hjá føroysku myndugleikunum. Eg kann vissa teg um, at tað hevði ført til rættiligt stríð, sigur Poul Schliither, og te- kur samanum: — Sum vidur- skiftini eru sambært heima- stýrislógini, hava føroyin- gar einsamallir figgjarligu ábyrgdina av teimum sam- tyktum, sum teir vilja lata stuðul til. — Leikluturin hjå Ola — Tad hava verid røddir frammi, sum vilja vera við at tú einki gjørdi við stóðu- na i Føroyum, fyri at fáa atkvøduna hjá Ola Breck mann, ið er limir í tingból- kinum í tínum flokki — Nei, soleiðis var tað als ikki. Oli Breckmann var li- mur í tingbólkinum, og møtti eisini av og á, men talan var ikki um at ting- bólkurin var bundin av fø- roysku atkvøduni. — Óli Breckmann stuðla- di tínari stjórn, við m.a. at atkvøda fyri „kartolffelku- ren“, og var avgerandi at- kvødan tá? — Jú, rætt er tað, men tað var nógv ár áðrenn kreppan í Føroyum kom. Viðvíkjan- di at lata føroyingum rætt- indini til undirgrundini t6k eg sjálvur hesa avgerð, og eg eri sannførdur um, at tað var í réttum tíma. — Breckmann var sjálvan- di fegin um avgerðina, men eg tosaði ikki við hann, áð- renn eg tók avgerðina, men kunnaði hann um tað afta- nå. Tað var avgjørt ikki leikluturin hjå Oli Breck- mann ella hansara støda í tingbólkinum hjá Konser- vativu, sum førdi til at un- dirgrundin kom å føroyskar hendur, sigur Poul Schliith- er. Fólkið fingið dirvi og áræði aftur — Sjálvstýrislandsstýrið, sum nú situr krevur fullvel- di. Møgulig oljuvinna byrj- ar um nøkur år. Var tað so ein góður handil fyri danir at lata fóroyingum undir- grundina? — Tað haldi eg avgjørt. Stødan er fyri tad fyrsta nógv betur nú. Avtalan við donsku stjórnina um banka- málið, ger tað meira liviligt í Føroyum, eins og fólkið hevur fingið dirvið og áræð- ið aftur, fiskiveiðan er góð og prísirnir uttanland somu- leiðis. Hetta fær fólk at trúg- va uppá framtíðina, og tað skulu vit fegnast um. — Síðani er tað oljan. Vó- nandi er olja í føroysku un- dirgrundini, og allarbest um hon er í stórum mongdum, men hon skal finnast, áð- renn føroyingar gera sær vónir um nakað rikidønmi av hesum.Áðrenn tað, skal marknaðtrætan við bretar avgreiðast. Helst verður tað innan alt ov langa tíð, og vónandi til fyrimunar fyri Føroya land. Byggið ikki á vónir um komandi oljuríkidsmi — Alt hetta skal avgreiðast áðrenn føroyingar gera sær tankar um framtíðar vinn- ing av oljuni, men eg hug- si, at føroyingar eru so mi- kid at sær komnir, at teir ik- ki byggja samfelagið á for- væntað oljurikidømi, sigur Poul Schliither, sum held- ur, at føroyingar higartil ha- va verið ógvuliga skilagó- dir í samband við fyrirei- kingarnar til møguliga ol- juvinnuna. Tveir partar skulu vera um eina semju Um orðaskiftið viðvíkjandi loysing, sigur Poul Schlút- her, at hann altíð hevur havt ta fatan, at tveir partar sku- lu til at semjast um at varð- veita ríkisfet:y.skapin. Tá annar parturin ikki vil lon- gur, er tað ein sjålvfylgja, at sambandið verður kvett. — Eg eri fyri at varðveita ríkisfelagsskapin, undir eini nútíðar skipan. Føroyar ha- va tað eisini fyri neyðini, men tað hevur Danmark ikki - hvørki politiskt ella fíggjarliga, men vit vilja fe- gin varðveita sambandið. — Haida danir kanska at best hevdi verið at sloppið av vid Føroyar? sigur, at tað ongastaðni stendur, at Føroyar skulu Jógvan við Keldu, bý- ráðsformaður, bjóðaði Poul Schliither 11 Føroya at halda fyrilestur um ES við at liti til fóroysk við- urskifti, í ambandi við at Klaksvíkar Kommuna fylti 90 ár. Á myndini Jógvan við Keldu, Poul Schliither og ein annar danskur fyrilestrarhaldari, sum vitjaði í Klaksvík henda dagin tíðindablaðið SOSTaluFin verða sjålvstødug tjóð, men bert, at føroyingar vilja ha- va fullan suverenitet. Held- ur ikki stendur í skjalinum at ræíkisfelagsskapurin skal avtakast, og tað heldur hann verða á góðari leið. Ohugsandi at kroysta nakran til nakað — Tú ert ikki sannførdur um at fóroyingar fara at krevja loysing beinanvegin? — Tað er tykkara avgerð, Eg vil tó ráða føroyingum frá at fara úr ríkisfelags- skapinum, men heldur at broyta innihaldið soleiðis, at tað situr til nútíðar krøv Ynskja føroyingar kortini at landið verður sjålvstødug tjóð, so mugu danir góðtaka tað. — Tað, at danir vilja kroy- sta føroyingar at verða ve- randi í felagsskapinum mó- ti teirra vilja, er óhugsandi í dag, sigur Poul Schliither, sum leggur dent á at hann av sínum eintingum tók stig til at lata føroyingum un- dirgrundina. Hann tosaði síðani við sínar ráðharrar, og teir vóru samdir við forsætisráðharr- anum um, at hetta skuldi ge- rast á ein virðiligan hátt Eftir hetta kunnaði Poul Schlúther Fólkatingið um sína avgerð, og meirluti var fyri hesum, hóast ikki allir flokkar vóru eins fegnir um tað. ; — Í blødunum vóru held- ur ongar atfinningar. Tað var bert tíkið til eftirtektar, at málið varð avgreitt, sigur Poul Schliither 25 Poul Schliither, ES tinglimur og fyrrverandi forsætisråd- harri i Danmark: — Vist stovnaði eg fóroyabólkin. Slíkar bólkar stovnaðu vit eisini i Ørum fórum, har vit lótu teir mest vandu embætismenninar gera metingar