mikudagur 12. august 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 149 — 12. AUGUST 1998
velja at skriva saman hver
sær.
Í millum allar hesar síðurnar
eru eisini nakrar feroyskar.
Síðurnar eru soleiðis skipaðar,
at tað eru nøkur, sum standa
fyri síðunum.
Hesi verða kallað OP'arir,
ella operators. Tey skulu halda
skil á, at alt fer fram, sum tað
skal. Tað vil siga, at tey
hyggja eftir, um nakar nýtur
mál, sum er órógvandi, ella
um nøkur bara gera ónáðir
tey út, sum gera ónáðir.
OP arnir skulu eisini avgel
hvat høvudsevni síðan skal.
kenna teldumálið, De
verður.
Fishfactory
Tað eru serliga tvær feroyskar
síður, sum verða væl vitjaðar.
Tann eina “Faroese chat", er
helst tann mest vitjaða, og hin
eitur "Fishfactory”. Á Fish-
factory eru fleiri OP'ar, og
Yngd hevur tosa við nakrar av
teimum, millum annað tann
OP in, sum stovnadi Fish-
factory, Sóley Philbrow frå
Toftum. Hon stovnaði Fish-
factory síðsta heyst.
Sóley gekk á studentarskúla
tá, men arbeiddi á flakavirk-
inum á Toftum í summarfri-
tíðini. Eftir at hava verið til
arbeiðis, fór hon sum vant at
seta seg við telduna. Hon
chattar nógv, og helt tað vera
stuttligt at kanna, um tað nú
var ein síða, sum hevði navni
“Fishfactory". Tað var tað
ikki. Hon fekk so tað hugskot
at stovna eina síðu, sum skuldi
eita Fishfactory, og eftir at
hon hevði lært seg at skráseta
síðuna, komu fleiri og fleiri at
vitja.
-Tað eru umleið 10,-sum
regluliga eru inni á Fishfact-
ory, men 80 eru tað fleiri
onnur sum koma av og
Umleið 20-25 í alt?
men tað koma eisini onnur fr.
útlondum, sum tey á Fish-
factory kenna aðrastaðni frå.
So eru tað eisini nøkur, sum
koma inn at spyrja um fiskar!
Sóley hevur internet heima,
ella rættari pápi hennara
sum ikki dúga so væl, ella ikki
tíðindablaðið :
hevur, men hon nýtur tað eis-
ini, tá ið hann fer á netið, tí
tey hava fleiri teldur í húsi-
num, sum er knýttar saman, so
at tað ber til hjá teimum báð-
um at fara á netið í senn. Men
Sóley hevur ikki bara nýtt
netið heima, tá ið hon fer at
chatta. Tá ið hon gekk í
studentarskúla, fór hon ofta í
sínum friløtum ein túr á netið.
-Nekur hava internet heima,
men tey.flestu sita í skúlum
= ; ella á arbeidsplåssum og»
Hjá OP'um ber sotil at blaka ge
allatidina at sita vid telduna, tå
chatta. Tad er ikki neyðugt
tú chattar so um tå allíkavæl -
; so forført át nýta teldur, og at
vera á internetinum. Tað eru
so nógv ymiskt, sum ein skal
hava skil á, fyri at finna útav
hvussu alt tað ymiska virkar.
Men Sóley hevur lært seg alt
meira ella minni sjálv og
heldur ikki, at tað er so torført
at vera á internetinum. Tað er
bara ein spurningur um at
royna seg fram. Hon hevur til
dømis bara roynt alt møguligt
fyri at finna útav, hvussu Fish-
factory skuldi skrásetast, og til
síðst so eydnaðist tað eisini.
Flestu fyribrigdini, sum vera
nýtt innan teldumál, er Sóley
als ikki trygg við.
= Tad skal ikki so nógv til fyri
at duga at chatta, men tað eru
fleiri, sum duga sera væl,
haldi eg.-
Telduforritini, sum nýtt vera
til at chatta, við eru at fáa
allastaðni á netinum. Tey eita
sum oftast nakað sum t.d.
pIRC, mIRC, IRClIe osfr. Teir
týdningarmiklastu stavurnir í
hesum orðunum eru IRC, sum
merkja Internet Relay Chat.
Tað ber til at "downloada”
= - forritini, og síðani er tað sera
=. Jætt at seta tey í telduna.
Forritini gera tað 1 meira ella
= Fisbfactory hevur skapt
Tá ið Sóley fer á netið, plagar
hon at tosa um alt. Tað eru
sum óftast meira ella minni
tey somu, sum hon tosar við.
Tá ið hon er á Fishfactory,
tosar hon um alt tað vanliga,
Yngd nr. 17 - 12. aug. 1998
nr
SE ál JU UL
CHAT-telduforritini eru at fáa nærum alla staðni á
Netinum
sum vinir gera. Tey, sum eru á
Fishfactory eru nevnuliga
eisini vinir í "veruleikanum”,
um ein skal kalla tað so. Tey
flestu, sum eru á Fishfactory,
kennast, ella eru komin at
kennast, síðani tey eru komin
á Fishfactory og vitja hvønn
annan regluliga. Tað heldur
Sóley vera rættiliga stuttligt.
Sjálvt um ell eru frá hver
sínum horni í Føroyum, sum
til domis Klaksvík, Havn,
Seldafirði, Kollafirði, Vágun-
um, Sandoynni osfr., so eru
tey for fyri at metast og hava
tað stuttligt saman. Øll hava
ymisk áhugamál og eru í
nógvum ymiskum aldrum,
men av tí at tey longu hava
“tosað" saman um so mangt,
so kennist tað, sum tey kenna
hvenn annan. Tey fara í býin
saman, hyggja eftir videofilm-
{mynd: Alvur Haraldsen)
um, drekka kaffi, og alt annað
sum vinir gera.
Sóley sigur at enda, at øll eru
vælkomin inn at vitja á Fish-
factory, um tey hava hug til
tað ella eru før fyri at finna
útav tí. Fishfactory hevur
eisini eina heimasíðu á
netinum. Tað ber til at vitja
hana á:
http://members.tripod.com
-fishfactory.
Yngd - titt
umboð,
har tað
hendir...