mikudagur 12. august 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AR
fe
Nr. 149 — 12. AUGUST 1998
tíðindablaðið :
B36 styrkti um
sina stóðu
Fótbóltur: Kvinnurnar hjá B36 eru bert eitt stig aftanfyri
HB og hava spælt ein dyst færri enn oddaliðið, sum
hevur mist nógvar lyklaspælarar
HB er framvegis á odda í 1.
deild hjá kvinnum, men í
løtuni bendir nógv á, at HB-
kvinnurnar fara at missa
oddasessin til B36 ein av
døgunum.
Stødan í løtuni er tann, at
HB er ovast vid 20 stigum
fyri åtta dystir, medan B36
hevur nítjan stig, men fyri
sjey dystir.
: nudagin var HB inni
í Rænavik og spældi móti
, sum fram til tá bert
hevði fingið trý stig burtur
úr sjey dystum. Vit hava
fleiri ferðir nevnt, at NSÍ-
liðið hevur evni og tilfar til
meira, og tað var ikki óuppi-
borið, at tær megnaðu at fáa
eitt stig burtur úr dystinum
móti HB.
Sigast skal, at tað var
nógvur vindur í Runavík, og
at tað ávirkaði spælið í stór-
an mun. Hvørki av liðunum
orkaði serliga væl at spæla
ímóti vindinum, og tí áttu
liðini eisini hvgr sín hálv-
leik.
Í fyrra hálvleiki var tað
NSÍ, sum leyp á, meðan HB
ikki hevði ein tann einasta
målmøguleika, og í seinna
hálvleiki var tað so HB,
sum hevði alt trýstið. Kort-
ini hevði NSÍ sín størsta
møguleika í seinna hålv-
leiki. HB hevði eisini onkr-
ar møguleikar í seinna hålv-
leiki, men alt í alt var javn-
leikur rætta úrslitið.
Branddystur
í Gundadali
Tvey av teimum bestu lið-
unum í kvinnudeildini, B36
og KÍ, hittust í Gundadali,
og tey, sum vóru og hugdu,
fingu ein branddyst burtur-
úr.
B36 vann dystin 4-3, eftir
at KÍ hevði strítt seg frá 1-3
upp á 3-3, og sigursmálið
hjá heimaliðnum kom í
evstu løtu. Hjá KÍ gjørdi
Rannvå Andreasen vart vid
seg við at gera øll trý málini
hjá klaksvíkskvinnunum!
Fyrri hálvleikur var rætti-
liga javnur, men B36 vann
hann 3-1, ikki minst orsak-
að av tveimum reinum mál-
mansfadesum.
SE Á | (| nn fn
JN
17
Tå HB fyrr i år spældi móti NSÍ i Gundadali, vunnu tær uttan stórvegin
hóvasták. Síðani tá hevur HB mist fleiri | lyklaspælarar, m.a. Teresu Johnsson, og
sunnudagin endadi dysturin millum NSÍ og HB í Runavík vid javnleiki 0-0
Anja Rein legði B36 á
odda 1-0, og Sólva Joensen
økti til 2-0, áðrenn Rannvá
svaraði aftur fyrstu ferð.
Men Sólva fekk eitt mál aft-
urat áðrenn hálvleik.
Í seinna hálvleiki var KÍ
við yvirlutan. Kravið til KÍ
var ein sigur, um tær skulu
fylgja við HB og B36, og
tað eydnaðist eisini at koma
upp á 3-3, men so datt alt á
gólvið aftur, tá Anja Weihe
í seinastu sekundunum fekk
sigursmálið fyri B36.
EB vann á Skála
Triði dysturin hetta viku-
skiftið var á Skála, har EB
var á vitjan. Eins og hinu-
megin Skålafjørdin var
veðrið á Skála ringt henda
dagin, og tað bleiv ongantíð
nakar líkinda fótbóltsdystur
burturúr. Um nakar vinnari
skuldi finnast, skuldi tað
vera EB, sum eisini vann
dystin 2-1.
Lydia Vesturtún setti hol
á longu í sætta minutti, og
tjågu minuttir seinni økti
Óluva Ellingsgaard til 2-0.
Ann Olsen minkadi sjev
minuttir fyri hålvleik, men
fleiri mål komu ikki i dyst-
inum.
Nidurflytingin hjå skåla-
kvinnum tykist nú vis, með-
an EB kom upp á liðina av
LÍF, sum ikki spældi hetta
vikuskiftið.
Fleiri enn fimm mál í miðal
Tað kann ikki annað sigast,
enn at tey, sum hanga eftir
og eisini fáa 3. deildardyst-
irnar við, eftir at 1. deild
hevur spælt, síggja nógv
mál. Hesa ferð vórðu 33
mál gjørd í fimm dystum,
og hóast tólv komu í einum
- B36 vann 10-2 ímóti
KÍ í Gundadali — so vórðu
nógv mál skotin í hinum
dystunum. Trý komu í odd-
auppgerðini í Fuglafirði og
ímillum tey niðaru staddu
FSV og VB, sum spældu í
Sørvågi, sjey komu á Sandi,
og seks mál komu í eystur-
oyaruppgerðini, sum var í
Sarpisgerði í Gøtu.
Stødutalvan sigur okkum,
at nú er Skála uppaftur
nærri 2. deild, enn teir vóru
fyri einari viku síðani. Mun-
se er øktur til tiggju stig,
får færri at fáa oddaliðið
aftur í. Nú skal eingin kanna
sær bitan, áðrenn hann er
svølgdur, men verður
gongdin tann, sum hon hev-
ur verið higartil, so er tað
nógv, sum bendir á, at Skála
flytir upp í 2. deild, áðrenn
august verður liðugur ella í
seinasta lagið sunnudagin 6.
september, tá 15. umfar er
leikt, og Skála hevur havt
vitjan av botnliðnum úr
Klaksvík, sum higartil er
einasta liðið, ið hevur vunn-
ið á oddaliðnum. Men nú
fáa vit at síggja
GÍ-B68 3-3 (3-1)
Toftamenn løgdu ågangandi
fyri, og teir vóru fleiri ferðir
tætt við at fáa mál fyrsta
korterið. Men teir fingu sum
vátan vott, tá GI skoraði í
sínum fyrsta álopi, og so
fingu liðini eitt stig í part —
akkurát sum tey fingu í 1.
deild.
Tólv minuttir vóru farnir,
tá Kim Petersen úr 30 metr-
um sendi dygst undir sam-
ankomingina. Fýra minuttir
seinni javnaði Jan Joensen,
tá hann stútaði hornasparks-
innlegg úr høgru í kassan.
Fyri hálvleik sá út til, at
John Petersen eftir lítlari
løtu avgjørdi. 38 og 44 min-
uttir vóru farnir, tá hann mitt
fyri skoraði. Í seinna førin-
um stóðu tríggir verjuspæl-
arar og hugdu at.
Stødan helt sær til eitt
korter restaði. Jan Joensen
stendur skrásettur fyri fyrra
málið, men gøtumenn vilja
halda, at teir áttu nógv í tí.
Síðsta málið stútaði Aksel
Højgaard eftir innlegg úr
høgru. Tá vóru átta minuttir
eftir.
IF-Skåla 1-2 (1-1)
Fuglfirdingar høvdu ætlanir
um at hava øll stigini eftir,
tå oddalidid for aftur um
varmakeldueid, men tad
miseydnaðist, og tað iðra
teir í Fuglafirði seg um, tí
teir høvdu nógvar møgu-
leikar — serliga síðsta hálva
tíman.
Tað vóru ikki farnir tveir
minuttir, tá Hergeir Eldevig
setti hol á fyri heimaliðið.
Skála fekk ikki bóltin burtur
eftir fyrsta álopið, Jákup
Baldvinsson fekk hann út í
vinstra borð og legði inn-
fyri, og so var mál.
Skála javnaði, tá 25 min-
uttir vóru farnir. Pauli Høj-
gaard, málverjin hjá Skála,
skoraði — í besta Jákup
Mikkelsen stíli! — „uppá
brotsspark.
Seinna umfarið var bara
tríggjar minuttir gamalt, tá
Bent Djurhuus, sum er
komin á liðið, nú Alexander
Johansen er farin til skips,
skoraði sigursmálið. Verjan
hjá ÍF var skjøtisleys við
temjingini, og so var skála-
maðurin leysu”
Og so var tað, at heima-
liðið trýsti, men Pauli Høj-
gaard var sera tryggur sum
aftasti skansi.
B36-KI 10-2 (1-2)
Tá talan er um tridji besta
100 hjá báðum feløgunum
er tað ofta eitt sindur til-
vildarligt, hvgr mannar lið-
ið. Klaksvíkingar tykjast
hava givið skarvin yvir, og
skal nakar spenningur knýt-
ast at teirra avrikum, so má
tað vera, hvussu skjótt mál-
ini, ið eru farin fgjøgnum
hjá teimum, fara upp um tey
hundrað!
Spælararnir hjá hinum
liðunum brúka ofta dystir-
nar ímóti KÍ at gera eitt ord-
uligt lop móti máltindinum
i.
Tá tað var hålvleikt bendi
einki á, at B36 skuldi vinna
stórt. Teir fingu hol á, tá 17
minuttir vóru farnir, men KÍ
svaraði aftur eftir 18 og 20
minuttir, og so kom einki
mál aftur fyrrenn eftir 51 og
62 minuttir, tá B36 legði seg
framum. Men so gekk
skjótt, og heimaliðið skor-
aði eftir 78, 79, 85, 86, 87
og 88 minuttir.
Tað vóru Jón Brekku og
Tórarin Hentze, sum vóru
málslúkirnir hesa ferð og
lupu um bukk um nógvar
aðrar á málskjúttaralistan-
um.
B71-VB 5-2 (1-2)
B36 skuldi dóma, men teir
møttu ikki. At dómarin ikki
møtir frætta vit er ikki 6van-
ligt í 3. deild. Sandoyingar
siga, at tå teir vóru í Gunda-
dali og skuldu spæla ímóti
HB møtti dómarin heldur
ikki. Tá var tað eisini B36,
sum skuldi dóma.
Hesa ferð samdust liðini
um, at Valdemar Nowisci
skuldi dóma, og tað gekk
upp á stás. Serliga hjá HB —
í hvussu so er fyrstu løtuna,
tá teir í handavending komu
á odda 2-0, men so dovnaðu
teir. Evnunum bilar ikki,
men venjingarstødan og
fyrireikingarnar til dystin
mundu vera so sum so.
Beiggi til dómaran, hann
eitur Darek Dabek, minkaði
um munin stutt fyri hålv-
leik, tå hann fór igjøgnum í
høgru.
Arant Løkja javnadi bein
anvegin í 2. hálvleiki, og so
var tað bara ein spurningur,
hvussu stórur heimasigurin
fór at vera. Eftir 50 minuttir
sneiddi Petur Petersen mál-
verjan av, áðrenn hann skor-
aði, Róin Clementsen stút-
aði hornasparksinnlegg til
4-2, og Eirkur Poulsen stað-
festi við brotssparksmáli eitt
korter fyri leiklok.
FS Vågar-VB 1-2 (0-J)
Vågbingar komu til Sørvågs
vid tiggju monnum. Teir
vórðu kroystir mesta partin
av tíðini, men alíkavæl
vunnu teir. Og tað var ein-
um manni, sum eitur Egil
Steintórsson, fyri at takka.
Hann var einsamallur á
toppinum, og tað eru fram-
vegis mál í honum. Eftir
einmansavrik skoraði hann
til 1-0, tá átta minuttir vóru
farnir, og fimm minuttir fyri
leiklok, tá heimaliðið leingi
hevði trýst fyri at fáa sig-
ursmálið, slerdi hann til aft-
ur.
53 minuttir vóru farnir, tá
miðvallarin Jónfinn Thoma-
sen javnaði til 1-1
3. deild
11. umfar
GI-B68 -3 (3-1)
1-0: Kim Petersen
1-1: Jan Joensen
2-1: John Petersen
3-1: John Petersen
3-2: Jan Joensen
3-3: Aksel Højgaard
IF-Skåla 1-2 (1-1)
1-0: Hergeir Eldevig
1-1: Pauli Højgaard br
1-2: Bent Djurhuus
B36-KI 10-2 (1-2)
1-0: Jén Brekku
1-1: Finn Johannesen
: Hans M. Christiansen
: Bårdur Olsen
: Bjørn Thorsteinsson
: Jón Brekku
: Bárður Olsen
: Tórarin Hentze
: Johnny Durhuus
: Tórarin Hentze
: Jón Brekku
)-2: Tórarin Hentze
N —
TN KK NO NO KS KS NO hr
hy
SPCROLK!
71-HB 5-2 (1-2)
: Jákup Danielsen
: Eyðun Mylnan
: Darek Dabek
: Arant Løkjå
: Petur Petersen
: Róin Clementsen
: Eiríkur Poulsen br
KJ DA KJ KJ Þa NO =
FS Vágar-VB 1-2 (0-1)
0-1: Egil Steintórsson
1-1: Jónfinn Thomasen
1-2: Egil Steintórsson
Stødan
Skála 11 1001 41-14 30
GÍ 11 623 43-36 20
ÍF I! 524 38-2917
VB 11 524 23-2017
B36 li 43435-27 I5
B68 11 43430-22 15
B71 li! 43420-25 15
FSV 1! 41636-32 13
HB HI 32639-35 1
Ki 11 101025-693
Tiverri var ikki plåss fyri mål-
skjúttunum, men teir koma aft-
ur í næstu viku