hósdagur 13. august 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SGS
REN 05 Blur
14
tíðindablaðið SESjaluin
Poul Schliiter, fyrrv. forsætisráðharri:
— Føroyar klára
valutasamstarv
Í sambandi við 90 ára hátíðarhaldið, sum var í Klaksvík
um vikuskiftið, var fyrrverandi danski forsætisráðharrin,
Poul Schiiter, boðin til Klaksvíkar at halda fyrilestur um
ES og okkara samstarvsmøguleikar við ES
ORÐ SVEINUR TRÓNDARSON
MYNDIR: JAN MÚLLER
Øll segl vóru sett, nú Klaks-
víkin helt 90 ára dagin
Nógv og sera ymisk tiltøk
vóru á skránni um vikuskift-
ið og skráin minti ikki sørt
um Norðoyarstevnu
Men so var ikki
Millum tiltøkini, sum
vóru á skránni, vóru fyri-
lestrar
Og tað er synd at siga, at
Klaksvíkin gekk í >smáum
skóm<, tí fyrilestrarnir
snúðu seg um handilsmøgu-
leikar í Russlandi og um
samstarv føroyinga við ES
Fyrilestrahaldarnir vóru
sera kendir persónar. Ella
tað eru teir í øllum førum í
Danmark. Oluf C. Jacob-
sen, er stjóri í J. 5. Inter-
national, og hann reddi um
handilsmøguleikar í Russ-
andi
Hin fyrilesturin helt fyrr
erandi danski forsætisråd-
harrin Poul Schliiter
At hann veit hvat hann
talar um, er eingin ivi. Hann
er ES-politikari sjálvur og
situr m. a. sum næstformad-
ur í formansskapinum í ES-
tinginum
Tí er lítið at siga til, at
hann sær nógvar fyrimunir
við at vera í ES og tað
merkti eisini fyrilesturin
Vit hava hoyrt okkum fyri
hvat tað var hann reddi um
Feroyingar skulu
sjåvlir avgerda
samstarvshåttin
I fyrilestri sínum kom segði
Poul Sclhiter, at tað eru før-
yingar sjålvir, sum avgera
samstarvsháttin við ES
Møguleikarnir eru nógvir
Sera nógvir áhoyrarar vóru
Ein kann velja als einki
samstarv at hava, ein kann
velja at fara upp i ES-sam-
starvið, ella ein kann finna
eina skipan, sum liggur
onkustaðni í millum hesar
báðar møguleikarnar
Men Schliiter er vísur í,
at tað er neyðugt fyri Før-
oyar at hava greitt samstarv
við ES, eitt nú viðvíkjandi
gjaldoyranum
Í ES-samstarvinum er eitt
rættiliga vittfevnandi gjald-
oyrasamstarv, sum um
stutta tid endar vid, at meg-
inparturin av ES fær nytt
gjaldoyra, kallað ECU
Ongar kursbroytingar
Ein tann størsti fyrimunurin
við gjaldoyrasamstarvinum
er at tað verða ongar kurs-
broytingar, tí londini brúka
øll sama gjaldoyra. Hetta
merkir, at handilssamstarv
yvir landamark í ES, verður
einfaldari
Fær Føroyar eitt slíkt
gjaldoyrasamstarv við ES,
stendur føroyska vinnulívið
sera sterkt, metir Schlúter
Danmark, sum vit hava
»gjaldoyrasamstarv« við í
dag, er ikki við í europeiska
gjaldoyrasamstarvinum,
men har kjakast menn
dúgliga um hvat skal gerast
Nidurstødan hjá Poul
Schlúter viðvíkjandi gjald-
oyranum var í gllum førum,
at føroyingar klára seg ikki
uttan gjaldoyrasamstarv.
Men tað var nú ikki bara
gjaldoyrasamstarvið, sum
Schlúter metti hava tydning
Tað hava uttanríkismálini
eisini
I tí sambandinum nevndi
fyrrverandi danski forsæt-
til fyrilesturin hjá Poul Sclúter
isrådharrin, at hann metti
tað verða neyðugt, at Før-
oyar samstarva við ES eisini
á tí økinum.
ES hevur eitt stórt >app-
arat<, sum tekur sær av slík-
um, og tað kann gerast ein
stórur fyrimunur, fyri Før-
oyar at verða við í hesum
samstarvinum.
Schlúter er >europeari<
burturav og heitur talsmað-
ur fyri at eitt nú donsku fyri-
varnini verða tikin burtur og
tað tykist, at hann metir at
føroyingar skulu umhugsa
at gerast limir í ES.
Feroyar óáhugaverdar
sum sjålvstødug tjó
Í hesum sambandinum
spurdi ein áhoyrari, um Før-
oyar ikki skuldu gerast
sjålvstødugar áðrenn vit
fara upp í ES
Til hetta svaraði Schlúter
greitt nei.
- Eg vil ikki »anbefala«
at tit melda tykkum úr rik-
isfelagsskapinum við Dan-
mark og Grønland yvirhøv-
ur. Fyri ES er Føroyar eitt
lítið áhugavert land, um tær
eru sjålvstødugar.
Og so kann mann verða
samdur ella ósamdur við
honum í tí
Men tað er eingin ivi um,
at Schlúter er ein sera á-
hugaverdur maður, sum
hevur drúgvar royndir, bæði
sum vinnulívsmaður og
sum politikari.
Tað er tí sera áhugavert,
at Klaksvíkar kommuna
tekur stig til at fáa ein slíkan
>tungvektara< til Føroya, at
halda fyrilestur um eitt so
eymt mál, sum ES-spurn-
ingurin er í Føroyum.
seg ikki uttan
Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík og Poul Schliiter, fyrrverandi forsætis-
ráðharri í Danmark
Her heilsar Schliiter uppá fólk áðrenn fyrilesturin. Fremst á myndini sæst
Nr. 150 — 13. AUGUST 1998
løgmadur
bre
ER