leygardagur 13. desember 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 238 - 13. desember 2003
Nr. 238 - 13. desember 2003
19
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dania og Kaj í
Bartalsstovu
gullbrúdleyp
Týsdagin 16. desember
hava hjúnini Dania og Kaj í
Bartalsstovu í Syðrugøtu
verið gift í 50 ár.
Dania er ættað úr Por-
keri, f. 2. august 1931,
dóttir Kristionnu og Hans
Sørensen. Mamman doyði
av
havhestasjúkuni
tá
Dania var seks ára gomul,
so hon vaks upp hjá Jastrid
og Thormann Sørensen í
Hvalba. Thormann
var
pápabeiggi hennara.
Hon kom til Havnar sum
15 ára gomul, har hon m.a.
arbeiddi sum støðgenta í
Taxa og hevði húspláss.
Kaj er úr Syðrugøtu, f.
26. september 1924, sonur
Lenu og Hans í Bartals-
stovu.
Dania og Kaj møttust í
Havn, meðan Kaj gekk á
stýrimansskúla. Tey giftust
16. desember 1953 og
búsettust í Syðrugøtu og
fingu fýra børn, tey eru:
Kristianna,
Hans
Leo,
Torry og Jógvan Páll, sum
øll búgva í Syðrugøtu.
Eisini vaks Hjørdis, systir-
dóttir Daniu, dóttir Elisa-
beth og Janus Petersen í
Kollafirði, upp hjá teimum.
Hon kom til teirra sum seks
ára gomul, tá mamman
doyði.
Kaj hevur m.a. siglt við
trolarunum, Jóannes Pat-
ursson, Leivur Øssursson
og rækjutrolarunum Hvíta-
nesi og Logos. Hann var
ein av eigarunum av Logos.
Seinasta skipið hann sigldi
við var rækjutrolarin Arctic
Viking.
Síðan Kaj bleiv pension-
eraður, hevur hann havt
betri tíð til síni frítíðar-
áhugamál,
hann
hevur
seyð, hønur, dunnur.
Dania hjálpir vanliga til í
familjufyritøkuni, klædna-
handlinum,
Rokoko,
í
Norðagøtu.
Dagurin verður hildin í
bygdahúsinum í Leirvík
sunnudagin 14. desember.
Kaj Petersen
heilsølumaður
sjeyti
Mánadagin 15. desember
verður Kaj Petersen, heil-
sølumaður
í
Tórshavn
sjeyti. Kaj er dani og ætt-
aður úr Viborg. Foreldur
hansara vóru Ida og Anders
Petersen, sum eisini vóru
handilsfólk, og áttu og róku
A/S
Anders
Petersens
Farvehandel. Hesin handil
er enn í familjuni og verður
rikin av bróðursyni Kaj.
Undir krígnum noyddist
Kaj sum lítil smádrongur at
flýggja til Svøríkis saman
við foreldrum og systkjum
sínum undan týska her-
valdinum. Har búleikaðust
tey í nøkur ár til kríggið var
liðugt, og komu síðani aftur
til Viborg, har tey tóku
virksemi teirra uppaftur.
Í 1964 giftist Kaj við
Eyðbjørg, f. Mortensen,
dóttur Jenny og Peter
Mortensen av Hvítanesi á
Tvøroyri, og fingu døturnar
Annie og Berit. Áðrenn
hetta var Kaj útbúgvin
innan el-vinnuna og varð
av AEG í Danmark sendur
til Føroya at umboða teir.
Stutta tíð eftir at vera
komin til Føroya, stovnaðu
hann og konan egna fyri-
tøku, P/F Kaj Petersens
Heilsøla. Seinni høvdu tey
gávuhandilin Sóljuna, sum
lat aftur fyri nøkrum árum
síðani.
Kaj hevur duga væl at
sett ferðina niður sam-
stundis sum hann eldist, og
í dag starvast bert hann og
kona hansara í heilsøluni. Í
áttatiárunum vóru 7 fólk í
starvi hjá teimum. Hóast
Kaj gjørdist føroyingur,
varðveitti hann sítt egna
móðirmál. Helt tað vera
betri at tosa væl dankst enn
illa føroyskt.
Á ferðum uttanlands er
Kaj altíð hin fyrsti at
ynskja seg heim aftur til
Havnar til teldur og tøl.
Hann er ein friðarligur og
siðiligur maður, og tað er
ikki hann, sum stendur í
fremstu røð og ger vart við
seg. Hóast hetta, munna
nógv handilsfólk og onnur í
Havn og kring alt landið
bera kenslu á dámliga
mannin við sínum stilla
lyndi.
Stjórin á Smyril Line,
Óli Hammer, er kosin
"Årets Akvamanile-
borger 2003". Hetta er
16. árið at hendan
heiðurslønin verður
latin. Í fjør var tað,
Hendes Majestæt
Dronningen, sum
fekk heiðurslønina
fyri 2002
Stýrið
fyri
Hanstholm
Turistforening hevur í ár
tikið avgerð um at heiðurs-
lønin í ár skal fara til
stjóran í Smyril Line, Óla
Hammer, og til fyrrverandi
leiðaran í "Rutelaget Askøj
– Bergen A/S, Torvald
Lahn - Johannessen.
Almenna móttøkan varð
hósdagin 11. desember kl.
16.00 í býráðssalinum á
Ráðhúsinum í Hantsholm,
har formaðurin fyri Hanst-
holm
Turistforening,
Gunda Odgaard, handaði
teimum
akvamanile-me-
daljuna og heiðursbrævið.
Eisini helt Ejner Frøkjær,
borgarstjóri í Hanstholm,
røðu, har hann m.a. grund-
gav fyri, hví Óli Hammer
fekk hesa heiðurslønina.
Hann segði m.a.
"Oli Hammer har gen-
nem sit årelange forhold til
Hanstholm vist den samme
vilje til at planlægge lang-
sigtet, tage de seje træk og
satse.
Det gjorde han allerede i
1981 da han som kaptajn en
gammel Mols-færge de-
monstrerede, at den godt
kunne sejle på Nordatlant-
en, bare navnet var "Smyr-
il" og den rigtige besætning
var ombord.
Det der i første omgang
var en satsning fra det
færøske landsstyre blev
siden til rederiet "Smyril
Line" som med færgen M/F
"Norröna"
cementerede
forbindelsen
mellem
Hanstholm, Færøerne,
Shetlandsøerne og Is-
land. Først på sommer-
basis, og senest hele året,
men altid med Oli Hammer
som solid ankermand for
den stadig større forret-
ning, som i april i år satte
den nye Norröna, nord-
atlantens cruisefærge, i rute
som et synligt bevis på
troen på forbindelsen".
Óli Hammer, stjóri á Smyril Line:
Årets Akvamanileborger 2003
Triðja sunnudag í advent
14. desember 2003 fyllir
Kvívíkar kirkja 100 ár.
Hátíðarhaldið
byrjar
fríggjakvøld 12. desember
við at musikkskúlin og
skúlin hava framførslur í
kirkjuni kl.19.00.
Hátíðardagin verður sum
vant guðstænasta við altar-
gongd, har Bjarni Bæk,
dómpróstur,
prædikar.
Skriftarmál er kl.11.40.
Seinnapartin sama dag
kl.16.30 verður fjølbroytt
konsert við advents- og
jólatónleiki. M.a. syngur
barnakór í Kvívík. Vest-
manna Sangkór syngur
saman við sangarum úr
Kvívík, og afturvið nøkrum
av løgunum spæla tón-
leikarar úr Musikkskúlan-
um á floytu, klarinett og
fagott.
Urguleikari
er
Heðin Kambsdal.
Kvívíkar kirkja 100 ár
Borgarstjórin í Hantsholm, Ejner Frøkjær og stjórin í Smyril Line, Óli Hammer
Mynd: Jens Kristian Vang
UTTAN ÚR HEIMI
Krevja framvegis revsitoll
ES hevur avgjørt, at revsitollur skal framvegis leggjast
á síl úr Noregi. Revsitollurin, sum kom í gildi í septem-
ber, er 21,4 prosent. Frammanundan var tann vanligi
tollurin bara 3,6 prosent.
Upprunin til avgerðina at leggja revsitoll á norsk síl
var ein kæra frá finskum sílaalarum, sum vildu vera
við, at norskir alarar høvdu selt síl fyri undirprís á ES-
marknaðinum bæði í 2001 og í 2002. Norðmenn hava
roynt at vísa hesum aftur, og umboð fyri norsku alarar-
nar hava verið í Bruxelles og greitt frá viðurskiftunum.
Men higartil hevur ES ikki viljað broytt avgerðina,
og mikudagin boðaði Bruxelles frá, at avgerðin verður
ikki endurskoðað fyrr enn í mars. Samstundis gjørdi
ES-nevndin greitt, at hennara kanningar hava víst, at
finsku sílaalararnir høvdu rætt. Tí stendur revsitollurin
við.
Fáa onga ísbjørn
Djóragarðurin í Keypmannahavn ætlar sær at fáa sær
eina ísbjørn afturat. Leiðslan vendi sær tí herfyri til
grønlendsku myndugleikarnar og bað um loyvi at
fanga eina ísbjørn har og at flyta hana til Keypmanna-
havnar, men landsstýrið í Nuuk segði nei.
Stjórin í grønlendsku veiði- og fiskivinnuumsitingini,
Amalie Jensen, sigur við Politiken, at fara grønlend-
ingar at útflyta livandi villdjór, er vandi fyri, at altjóða
samfelagið fer at seta seg upp ímóti tí. Hon sigur, at
tann ísbjørnin er ikki eitt hótt djóraslag, men at nóg
mikið verður veitt av teimum grønlendsku stovnunum.
Veiðimenninir hava kvotu, og fara vit at útflyta bjarnir,
vænti eg, at tað fer at fáa øði í fólk, sigur Amalie Jensen.
Djóragarðurin í Keypmannahavn hevur tvær ísbjarn-
ir. Tær eru 32 og 33 ára gamlar og eru millum tær elstu,
sum finnast í djóragørðum. Tey seinastu árini er heilsa
teirra farin at bila, og tí ætlaði djóragarðurin at fáa sær
aðrar úr Grønlandi ístaðin fyri. Men tað gongur ikki.
Vánalig útgerð móti
oljudálking
Kemur eitt oljutangaskip í havsneyð í Barentshavinum,
og neyðugt verður at pumpa oljuna úr tí, eru norsku til-
búgvingarmyndugleikarnir illa fyrireikaðir. Tað heldur
deildarleiðarin fyri tilbúgvingini í Norðurnoregi.
Hetta er annars beint tað øvugta av tí, sum Svein
Ludvigsen, fiskimálaráðharri, segði fyri stuttum. Hann
vísti á, at tilbúgvingin í Norðurnoregi hevði fingið eitt
hjálparskip afturat, so nú vóru viðurskiftini í lagi. Men
sambært deildarleiðaranum, Johan Marius Ly, er tann
nýggja útgerðin bara egnað til at pumpa viðgjørda rá-
olju og ikki ráolju úr einum av teimum stóru tangaskip-
unum, sum regluliga sigla fram við norðurnorsku
strondini.
Umleið 60 prosent av oljuni, sum verður flutt hend-
anvegin, er ráolja, og tí er tilbúgvingin á ongan hátt
nøktandi, sigur Johan Marius Ly við norska útvarpið.
Kemur eitt tangaskip við ráolju í havsneyð, og oljan
skal pumpast úr tí, er neyðugt at fáa egnaða útgerð úr
Bodø, og tað tekur alt ov langa tíð, sigur hann.
Pensjonistur smuglaði
Norska løgreglan tók hósnáttina ein 70 ára gamlan
mann, sum hevði næstan eitt kilo av kokaini uppi á sær.
Maðurin er ættaður úr Sveits. Hann var farin haðani
til Svøríkis og var á veg við bussi um norska markið, tá
hann bleiv tikin. Tað vísti seg, at hann hevði fjalt næst-
an eitt kiilo av kokaini í skónum og ymsastaðni á
kroppinum. Tveir aðrir menn, sum fylgdust við tí 70
ára gamla, vórðu eisini tiknir.
Ein talskvinna hjá norska tollvaldinum rósti í gjár
tollarunum, sum komu fram á kokainið. Í fyrra lagi er
tað ikki vanligt, at 70 ára gomul fólk verða tikin fyri at
smugla rúsevni, og í øðrum lagi hevði maðurin fjalt tað
væl.
Í Danmark høvdu
Sosialdemokratarnir
vunnið stórsigur, var
fólkatingsval nú, og í
Noregi hevur
Arbeiðaraflokkurin
stóra framgongd.
VELJARAKANNINGAR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sosialdemokratarnir í Dan-
mark við Mogens Lykke-
toft á odda hava rættiliga
fingið vind í seglini, og eitt
val nú hevði uttan iva sett
Mogens Lykketoft í forsæt-
isráðharrastólin.
Sambært einari veljara-
kanning í BT í gjár høvdu
Sosialdemokratarnir fingið
33,7 prosent, var val til
Fólkatingið nú. Tað hevði
givið flokkinum 61 ting-
limir ella fimm fleiri enn
eftir einari kanning í okto-
ber.
Samstundis hevur Vinstri
hjá Anders Fogh Rasmus-
sen, forsætisráðharra, støð-
uga
afturgongd.
Eftir
nýggju kanningini hevði
flokkurin fingið 47 ting-
limir. Sostatt høvdu Sosial-
demokratarnir fingið 14
tinglimir fleiri enn Vinstri,
var fólkatingsval nú. Haraft-
urat vísir kanningin hjá BT,
at Mogens Lykketoft hevði
kunnað skipa stjórn saman
við Radikala flokkinum,
Sosialistiska
Fólkaflokk-
inum og Eindarlistanum.
Teir fýra flokkarnir høvdu
fingið 95 tinglimir, meðan
verandi stjórnarflokkar og
Danski Fólkaflokkurin bert
høvdu fingið 80.
Mogens Lykketoft sigur
við BT, at gongdin ivaleyst
kemst av, at fólk hava ikki
álit á, at stjórnin kann loysa
arbeiðsloysistrupulleikan.
Harafturat hevur stjórnin
trupulleikar við trúvirðinum
á fleiri økjum, sigur hann.
Gongdin í Noregi er tann
sama sum í Danmark. Har
fær
Arbeiðaraflokkurin
sambært einari nýggjari
kanning 29,3 prosent, og so
stóra undirtøku hevur flokk-
urin ikki havt síðani stór-
tingsvalið í 1997. Kann-
ingin vísir, ar Arbeiðara-
flokkurin hevði fingið væl
fleiri atkvøður enn allir
stjórnarflokkarnir tilsam-
ans, var val til Stórtingið nú.
Javnaðarflokkar framgongd
Meiri enn 65 millión-
ir gentur um allan
heimin fáa onga
skúlagongd, og teirra
framtíðarútlit eru
døpur. Tær fara helst
at doyggja í barsils-
song ella at liva í stór-
um fátækradømi.
121 milliónir børn um allan
heimin ganga als ikki í
skúla, 65 milliónir gentur
og 56 milliónir dreingir.
Tað er ein partur av niður-
støðuni, sum barnahjálpar-
grunnurin hjá ST, UNICEF,
skrivar
í
síni
nýggju
ársfrágreiðing.
– Vit sleppa ikki av við
fátækradømið og barna-
deyða, eyðkvæmi og aðrar
sjúkur ímillum børn, fáa vit
ikki undirtøku fyri, at øll
børn hava rætt til útbúgv-
ing, sigur leiðarin í UNI-
CEF, Carol Bellamy.
Í ársfrágreiðingini verður
endurtikið, at útbúgving er
ein mannarættur, sum um-
fatar øll. Tað sama stóð í
túsundárafrágreiðingini hjá
ST, har øll limalondini
bundu seg til at geva sínum
børnum og ungu útbúgv-
ing, og at hesi viðurskiftini
skulu koma í rættlag í
seinasta lagi í 2015. Eftir-
kanningar hjá UNICEF
hava víst, at summi lond
leggja størri dent á at út-
vega dreingjunum skúla-
gongd enn gentunum. Hetta
er serliga galdandi í afrik-
onsku londunum sunnan
fyri Sahara. Har fingu 24
milliónir
gentur
onga
skúlagongd í fjør.
Í einstøkum arabiskum
londum stendur heldur ikki
ov væl til. Eitt nú ganga
bara 58 prosent av gentun-
um í Saudiarabia í skúla.
121 milliónir børn fáa
onga skúlagongd
Hevði fólkatingsval verið í
Danmark nú, hevði Mogens
Lykketoft komið í
forsætisráðharrasessin
C
M
Y
K
19
18