fríggjadagur 14. august 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bankin og
landsins stýri
eg
Í bersøgnu og åhugaverdu grein síni við-
gongur fyri fyrstuferð ein leiðandi banka-
maður, at føroysku bankarnir eisini høvdu
sín stóra lut í skrædlinum fyrst í nitiårin-
um. Jørn Astrup sigur í greinini, at bank-
amir kundu havt verið nógv meiri atfinn-
ingarsamir og kundu havt steðgað ella
havt ávirkað >deyðadansin<. Men bank-
amir dansaðu bara til tónarnar.
HETTA ásannar bankastjórin, samstundis
sum hann førir fram, at landsstýrið gekk
á odda í berserkargongdini, sum eyðkendi
føroyska búskapin síðst í åttatiårunum. Í
hesum viðfangi vísir hann á tann stóra
stuðulin, sum fiskivinnan fekk, ta ovur-
fisking, sum for fram, og eisini vísir hann
einaferð aftur á ójavnan í rentuskattinum,
sum heimilaði ollum rentufrådråtti, sam-
stundis sum rentuinntøkur ikki vórðu skatt-
aðar.
HENDA áskoðanin er aftur ein undir vang-
an á gomlu bankaleiðslunum, sum hildu
fast um táverandi rentuskattaskipan, sam-
stundis sum henda áskoðanin aftur stað-
festir, at javnaðarflokkurin var á beinari
kós, tá hann vildi steðga rentuspekulati-
ónini, men sum hvergin av teimum stóru
borgarligu flokkunum vildu gera, fyrr enn
í 1990
Á hesum stað er ferð eftir ferð víst á, at
bankarnir og donsku figgingarfeløgini
hevdu sín stóra lut í at ovurupphita bú-
skapin, og í annars atfinningarsomu grein
fer Jorn Astrup Hansen lætt um ta vitleysu
húsafíggingina og ta vitleysu lánsveiting-
ina til privata nýtslu, sum ein og hvor fekk
uttan veruliga kredittvurdering.
LANDSSTÝRIÐ hevði sín stóra leikiut við
ikki at bremsa útlendsku låntøkunum, og
við ikki at tálma almennu iløgurnar, fyrr
enn tað var ov seint. Men vit eiga eisini at
hava í huga, at ílegurnar í skip vóru fyri
tað mesta í skip, sum skuldu verða eitt
alternativ til botnfiskaflotan - tað veri seg
frystilínuskip, svartkjaftaskip, skeljatrolarar
og rækjuskip - fyri at troyta óroyndar
stovnar og fyri at styrkja búskapin. Men
hesin politikkurin kiksaði.
SJÁLVANDI kundi danska stjórnin havt
avmarka ovurupphitingina við at avmarka
blokkstuðulin, sum bankastjórin - sum
tann fyrsti - vísir á, men danska stjórnin
gjørdi einki, fyrrenn fíggjareftirlitið kravdi
stóru burturleggingarnar, og tað sum síð-
ani er hendi, kenna øll. Greinin hjá Jørn
Astrup Hansen er gott íkast til samfelags-
kjakið, men sum vant tiga føroyskir polit-
ikkarar, tå stor mål veråa reist.
Sosialurin
Emil L. Jacobsen
Sveinur Tréndarson
Turið Kjølbro
Lýsingar og sela:
Jonhard Hammer
* kl 26, .
Postadr. Posismøga 76,
110 Tórshavn
Fótbóltslandsliðið aftur á ferð:
Føroyingar eiga at vera
betri fyri hesa ferð
Tveir spælarar hava givið avboð, men stuðulsspælararnir eru betri fyri nú,
enn teir vóru í juni
Julian Johnsson tykist verða nógv betri fyri nú, enn hann var tá landsliðið var í Estlandi (savnsmynd)
JOANNES HANSEN
Landsliðið fer av landinum
sunnudagin. Ferðin gongur
niður til Bosnia. Landsliðið
millumlendir í Keypmann-
ahavn, men Julian Johns-
son, Jákup Mikkelsen og
Todi Jónsson, vera ikki við
í flogfarinum, sum lættir úr
Kastrup sunnukvøldid. Teir
spæla allir í landskapping
sunnudagin. Julian Johns-
son og Kongsvinger skulu
klokkan 18 sunnukveldið
spæla á heimavelli ímóti
Moss. Talan er um týdning-
armikla uppgerð, tí hesi
bæði liðini eru rættuliga
jøvn ikki so langt omanfyri
niðurflytingarstrikuna.
Todi Jónsson og FCK,
sum í gjårkvøldid spældu á
heimavglli í europeisku
steypakappingini í Parkini
ímóti Karabakh Agdam úr
Aserbadjan, spæla sunnu-
dagin klokkan 15 í Silke-
borg, og Jákup Mikkelsen
og Herfglge skulu sunnu-
dagin klokkan 15 á heima-
velli verja oddastøduna í-
móti botnliðnum Aarhus
Fremad.
At hesir triggir skulu i
eldin um somu tid, sum hin-
ir í landslidsferdalagnum
fara i luftina å veg nidur til
Bosnia, ger, at teir ikki fara
nidur til Bosnia fyrrenn vid
rutuflogfarinum — måna-
morgunin.
Tvey avbod
Tveir av teimum åtjan, sum
upprunaliga vórðu úttiknir
til hesa ferðina, verða ikki
við. Teir eru Jan Allan Miill-
er og Øssur Hansen, sum
tað orsaka av privatum or-
søkum ikki ber til at fara
avstað.
Í teirra stað hevur lands-
liðsvenjarin úttikið Jens Er-
ik Rasmussen og Símun El-
iasen. Tað kom óvart á fleir-
i, at Jens Erik, sum annars
hevur verið fastur fúsur í
hópinum — og ofta á beink-
inum — var vrakaður í fyrstu
atløgu, tí hann hevur hesar
síðstu vikurnar staðið sterk-
ur í myndini hjá HB. Símun
Eliasen er, eftir summarfrí í
Føroyum og venjing og
tveir dystir við ÍF, farin nið-
ur aftur til Aarhus Fremad,
har hann framvegis stríðist
fyri at vinna sær pláss mill-
um sekstan teir bestu.
Motstødan
At føroyingarnir fáa nógv
at síggja til mikukvøldid í
Sarajevo er eingin ivi um.
Bosnia telist millum tær
nógvu nýggju tjóðirnar í
Europa, og aftur og aftur
hevur verið staðfest, at
nýggju tjóðirnar síggja fót-
bóltin og landslidini sum
gylt høvi at markera seg í.
Besta dómið um hetta er
Croatia, sum bæði í EM
endaspælinum í Onglandi
fyri tveimum árum síðani
og aftur í HM endaspælin-
um í summar stóð seg so
sera væl.
Bosnia hevur heldur ikki
smæðst burtur, hvat hesum
viðvíkir. Tað hevur m.a.
Danmark kent sviðan av.
Danir vóru fyrsta m6tstødu-
landið hjá Bosnia, eftir at
landið hevði fingið sjálv-
støðuga umboðan í FIFA og
UEFA, og danir kendu svið-
an av, at Bosnia, sum á
heimavølli vann 3-0, bæði
spældi vid hjartanum og
høvdinum.
At føroyingar fåa eina
måtstødu, sum verður
nógvar ferðir størri, enn hon
var, tá landsliðið 4. juni tapti
5-0 í Talinn í Estlandi. Vit
hava áður sagt, at úrslitið ta
ferðina var størsta vónbrot-
ið, sum føroyskur landsliðs-
fótbóltur hevur verið úti
fyri, síðani fyrsta UEFA
landsdystin í 1988, og tað
halda vit framvegis.
Spurningurin er so, um
Allan Simonsen og hansara
menn fara at megna at reisa
seg, og spurningurin er eis-
ini, hvat vit kunnu rokna
við.
Landsliðið hevur tvær
ferðir spælt niðri á Balkan.,
og báðu ferðirnar var mót-
stødulidid Jugoslavia, og
báðu ferðirnar varð spælt í
Beograd. Fyrra ferðin var í
1991, tå føroyingar taptu 7-
O ímóti ti stóra Jugoslavia,
sum Bosnia eisini var partur
av. I 1995 taptu Føroyar 3-
I ímóti nýggja Jugoslavia.
Allan Simonsen plagar at
siga, at tað ber ikki til at
siga nakað um, hvussu úr-
slitið verður, fyrrenn tú
sært, hvussu dysturin
myndast. T.d. vóru føroy-
ingar undirmannaðir stórra
partin av tíðini í Estlandi,
lyklaspælarar kunnu verða
skaddir, hinir kunnu skora
tvey mál beinanvegin og so
nógv annað kann eisini
henda.
Men hóast Bosnia er eitt
gott lið, so sigur altjóða
styrkislistin okkum, at tað
Jugoslavia, sum Føroyar
seinni 8-1 ímóti á Svanga-
skarði) er væl hægri styrk-
ismett enn Bosnia.
Vóru ikki væl
Eitt er mótstóðuliðið. Nak-
að annað er føroyska liðið.
Venjarin plagar at siga, at
tað eru ellivu ímóti ellivu,
og sjálvsagt er avrikid hjá
føroyingum rættuliga av-
gerandi fyri, hvussu tað fer
at laga seg, og hvussu úr-
slitið verður.
Tá vit síggja avrikið í Est-
landi í bakkspeglinum, so
greinin heldur fram á síðu 13 ..
NAS
ERE NE
}
i
Er