leygardagur 15. august 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðfólk:
Dagny Joensen,
Áki Bertholdsen
Emil L. Jacobsen
Sveinur Tróndarson
a uppseting og prent:
»/t Sosialurin
Argjavegur 26, Argj
avegur 26, Argjum
Postadr. Postsmøga 76,
Telefon: 311820
Eldrapolitikkur -
vælferðarpolitikkur
AT vælferðarsamfelagið er ikki fullkomið,
er ferð eftir ferð staðfest á hesum stað. At
vælferðarsamfelagið framvegis hevur síni
álvarsligu lýti, sóu vit, tá vit í blaðnum
lósu um ein mann, sum í 10 ár hevði búð
óhjálpin í einum kamari, sum var 10 fer-
metrar stórt.
Í sama blað varð upplýst, at eini 500 fólk
standa á bíðilista fyri at sleppa inn á ellis-
e'la røktarheim. Um hetta ikki er skomm,
so er hetta eitt álvarsamt varskó til okkara
politikkarar, tí hesa stoðu kunnu vit sum
framkomið samfelag ikki góðtaka.
SJÁLVANDI ber ikki til í eini handavending
at byggja fleiri ellis- og røktarheim. Tey
kosta ikki bara nógv at byggja, men tey
kosta sanniliga eisini at reka. Harafturat
sansar av álvara at í røktarskipanini, sum
heldur ikki fær fíggjarligu endarnar at
rokka saman í ár.
TAÐ er frálíkt at fáa kannað, hvat bagir
rektarskipanini - heimahjálpini - men vit
áttu eisni latið eina eldranevnd kannað
alla stoðuna til botns, eins og gjørt eitt álit
um, hvussu vit skipa okkara eldrapolitikk
í framtíðini, tí tað er greitt, at tað verða
lutfalsliga alsamt fleiri eldri fólk.
HETTA er ikki løtuverk, men eitt arbeiðið,
sum átti at verið sett í verk sum skjótast,
so vit vita, hvussu stødan verður um fimm
ár, 10 ár o.s.fr. Somuleiðis áttu vit at
umrett, hverjir altemativir møguleikar eru.
Nógvir eru teir, og fleiri verða longu royndir
kring stóran part av landinum.
EFTIR at brotasjógvarnir høvdu lagt seg
eftir skrædlið, kundu vit hóast alt stað-
festa, at okkara vælferðarsamfelag - í øll-
um føri grundvøllurin - ikki var farin av
lagi, men helt, hóast búskaparliga grunn-
brotið avdúkaði veikleikar í vælferðarsam-
felagnum, sum er bygt upp seinastu 40
árini.
JAVNAÐARFLOKKURIN setti út í kortið,
hvussu vit bygdu upp eitt betri samfelag,
sum hevði pláss fyri ollum, og sum gav
øllum møguleika at royna seg. Nógv av
teimum gomlu droymdu ikki um, at vit
komu so langt ávegis eftir so stuttari tíð,
sum vit gjørdu. Flokkurin, sum nú hátíð-
arheldur 70 ára dagin fyri politiska virkið
á tingi, og 100 ára fødidagin hjá einum av
slóðarunum, eigur ongatíð at sleppa hesi
kós, men alsamt rætt auppaftur, og vísa,
at hann eigur hugsjónimar og uppskotini
um, hvussu vit eisini skipa samfelagið fyri
tey eldru.
Sosialurin
Turið Kjølbro
110 Tórshavn
Norman vann á Eidesgaard
Soleiðis ljoðaði ein stór yvirskrift í Dimmalætting 6. august og bóru útvarp
og sjónvarp somu tíðindi ;
Tíðindini eru frá einari frá-
greiðing sum løgtingsfor-
maðurin eftir áheitan frá
landsstýrismánanevndini
hevði bidid ein kanningar-
stjóra um at gera.
Frágreiðingini er uppá
108 blaðsíður umframt út-
skriftir úr gerðabókum og
prévskjøl av ymiskum slagi.
Upplýst er at frágreiðingin
kostar føroyska skattaborg-
aranum 560.000 kr.
Nidurstødan í frágreið-
ingini vísir, at Norman vann
og Eidesgaard tapti. Vit eru
nógv sum kenna málið, og
vit undrast ikki yvir niður-
støðuna hjá kanningarstjór-
anum. Málið um bygnaðar-
broytingarnar er so væl dok-
umenterað, talan er eitt um-
sitingarligt handverk av
góðum slagi. Og so er tað
heldur ikki fyrstu ferð Nor-
man vinnur á Eidesgaard.
Vánaligur tapari
Ein løgin nidurstøda, sigur
vánaligi taparin Jóannes
Eidesgaard í viðtalu við
Sosialin. Eidesgaard sigur
eisini, at tað í frágreiðinigni
frá Dánjal Magnussen er
komið fram, at bygnaðar-
broytingarnar vóru orsøk til
at Javnaðarflokkurin fór úr
samgonguni.
Hesum mótmælir Eides-
gaard eisini. Hetta er ein
partur av orsøkini, men ikki
øll orsøkin. Sannleikin er,
sigur Eidesgaard, at javnad-
arflokkurin for år samgong-
uni, tí nógv av málunum,
sum fóru úr Tinganesi,
manglaðu politiska viðgerð.
Tað vildu vit ikki lata okk-
um lynda og tí fóru vit. Eid-
esgaard sigur at málini
vórðu skundað igjøgnum
við meirilutasamtyktum har
javnaðarflokkurin sat eins-
amallur í minniluta.
Nýtt tap í hendi
Hesin pástandur hevði hild-
ið eins illa yvir fyri einum
kanningarstjóra, sum pás-
tandirnir um Norman. Tá
javnaðarflokkurin var farin
úr samgonguni, og Eides-
gaard bar hendan pástandin
fram, bað eg Hjalgrim Hil-
duberg, stjóra, gera upp
hvussu ofta kollegiala
landsstýrið tók avgerð við
atkvødugreidslu. Uppgerð-
in vísir at bert tríggjar at-
kvgðugreiðslur eru farnar
fram í øllum tíðarskeiðinum
frá 1994 til og við 29. maí
1996, ongin í 1996. Orsøkin
til hesar atkvgðugreiðslur
var, at tað snúði seg um per-
sónar/starvssetanir. Aftur
Til húsið...
ÚTHURÐAR
%
Ein góð úthurð skal lúka nógv krøv
Hon skal halda kulda og óbodnum gestum uti, og
samstundis vera innbjóðandi. Vit hava hana
Vit hava úthurðar í nógvum ymiskum sniðum
-tá talan er um tað allar besta
king ella kom inn á gólvið og fá eitt prát við okkum um ún tørv
Vit eru altid til reiðar at geva tær eitt gott tilboð
Feroya Gluggi pf.
Postboks 13 + FO-370 Miðvágur + Tlf. 33 21 77 + Fax. 33 31 66
E-mail: vs-fgØh-window.fo * Homepage: http://www.h-window.fo
eitt dómi um, at formaður
javnaðarfloksins fer sera
lætt um sannleikan, og at
hann eina ferð enn hevdi
tapt var málið kannað av
kanningarstjóra.
Hvat siga
?
Innanflokka fær málið als
ongar avleiðingar fyri Jó-
annes Eidesgaard, tí hann
hevur allan flokkin aftan
fyri seg, veit Sosialurin at
skoyta uppí. Kann hetta
vera rætt? Tað sær út til at
vera próvfast at grundgev-
ingarnar fyri at Jóannes Eid-
esgaard kastaði javnaðar-
flokkin úr samgongu út í
andstødumyrkur byggja á
blonk ósannindir. Ein sak-
køn frågreiding uppá 108
síður, umframt skjølini,
staðfestur at Jóannes segði
samgonguna upp orsakað
av pástandum um bygnað-
arbroytingarnar, pástandum
sum eru ósannir. Eidesgaard
viðgongur at hetta er ein
partur av grundgevingun-
um, men nevnir aðrar
grundgevingar, sum ein
uppgerð frá fyrrverandi
stjóranum í Tinganesi vísur
ósannar at vera.
Eg havi ilt við at trúgva,
at allir javnaðarmenn, ser-
liga aftaná sjónleikin á Fól-
katingi í sambandi við
bankamålid, eru fegnir um,
at teirra flokkur er uttan fyri
alla ávirkan orsakað av
skeivum avgerðum, tiknar
á ósonnum grundarlagi. Tað
sum verri er, javnaðarflokk-
urin er ikki nakað alternativ
til verandi loysingarflokkar.
Hann vil eisini loysa, men
sleppur ikki uppí part. Ein-
asta alternativið er Sam-
bandsflokkurin. Munnu
javnaðarmenn ikki nú av
álvara fara at seta floksfor-
manninum nakrar kontantar
spurningar?
Edmund Joensen