Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. august 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tíðindablaðið SESjalurin Nr. 152 — 15. AUGUST 1998 Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum: — Eginognin var vorðin nakað lítil til tað virksemið, sum felagið hevur, og tí valdu vit at hækka partapeningin, sigur Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum. Tá nýtekningin er liðug verður eginognin hjá felagnum uml. 11 mi6. krónur Sveinur Tróndarson Kappingin um farmin harðnar í hverjum Í nógv harrans ár kapp- aðist Skipafelagið Føroyar við Star Line um farmin, sum varð fluttur til og úr Føroyum, og tann kapping- in enddi við, at Star Line >breyt hálsin<. Skipafelagið yvirtók enntá okkurt skip frá Star Men hóast Star var burtur, so fekk Skipafelagið ikki loyvið til at verða einsamalt á marknaðinum so leingi. Íslendska reiðaríið, Eimskip tók kappingina upp um farmin á Føroyaleidini og tann kappingin koyrir enn. Hver fer at vinna ta kapp- ingina, ella um nakar vinn- ari verður yvirhøvur, er ilt at siga, men tað er greitt frammanundan, at Eimskip endar ikki sínar dagar á sama hátt sum Star. Til tað eru teir fíggjarliga ov sterk- ir. Spurningurin er so hin- vegin, um Skipafelagið er tað Tað er ikki alt, sum bendir á tað Fyri nøkrum mánaðum síðan lýsti Skipafelagið við at møguleiki var at tekna nýggjan partapening. Parta- peningurin skal hækkast úr 710 túsund krónum upp í 7,71 mió. krónur. Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum sigur, at meginparturin av útbodna partapeninginum er teknað- ur. — Tað var avrátt framm- anundan. Verandi eigarar hava fortekningsrætt, og teir høvdu bundið seg til at tekna ein rimuligan part, sigur hann. Nytekningin av partapen- inginum i Skipafelagnum kom, um sama mundið sum tað gjørdist greitt, at árið 1997 var serstakliga vána- ligt. Roknskapurin vísti eitt hall uppá uml. 5 mió. krón- ur og tað tyktist tí, at tað var fyri at dekka henda miss innaftur, at avgjørt var at hækkað partapeningin. Vit spurdu Arna Joensen, um tað veruliga var so — Tað kanst tú gott siga. Eginognin var vorðin nakað lítil, orsakað av vánaliga úrslitinum í fjør, og fyri at økja um hana, valdu vit at hækkað partapeningin. Tá nýtekningin av parta- peninginum er liðug, er eg- inognin hjá felagnum uml. 11 mió. krónur. Pasadena-rutan gav stórt hall Sum nevnt var“ ársúrslitið hjá Skipafelagnum fyri 1997 einki at reypa av. Eitt hall uppá uml. 5 mió. krónur, sum serliga komst av siglingini vid Pasadena. Ti valdi Skipafelagið at siga upp leigusáttmálan. Tað var dyggur smeitur fyri útflytararnar, at Pasa- dena gavst at sigla, men fyri Skipafelagið merkir tað, at úrslitið fyri 1998 verður munandi betri enn tað var í 1997. Árni Joensen sigur, at hécst hålvårsroknskapurin ikki er lidugur enn, so eru greidar åbendingar um, at roknskapurin fyri fyrra hálvár fer at vísa yvirskot. Eingin vekstur í farmaflutninginum Tey seinastu tvey-trý árini er gongd komin á aftur før- oyska samfelagið. Lønargjaldingarnar økjast år um år, og tad merkir, at meiri peningur er til nytslu. Hetta merkti m.a. Skipafel- — Vit hildu tað verða rættast at hækkað partapeningin fyri at styrkja figgjarliga grund- arlagið undir felagnum. Tá nytekningin er liðug, er eginognin umle. 11 mió. krónur og tá er felagið rættuliga væl fyri, sigur Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum Føroyar agið eisini. Farmaflutningurin til Før- oya øktist nógv í 1996 og 1997, men í ár hevur vøkst- urin ikki verði nær til so stórur. Utflutningurin er vaksin í virðið, men ikki í nøgd, meðan innflutningurin er vaksin eitt lítið sindur, men ikki í nær námind av øk- ingini, sum var í 1997. Ikki tørv á fleiri skipum Tað sigur seg sjálvt, at leiðslan á Skipafelagnum verður noydd til at laga rut- urnar eftir ynski brúkar- anna. Størsta útflutningsvera okkara er fiskur, og tað er eisini grundarlagið hjá Skipafelagnum. Skipini hjá Skipafelagnum hava ong- antíð flutt serliza nógv av rundum fiski. Hann hava skipini siglt sjálvi á markn- aðin, ella er hann fluttur á annan hátt. Tað er heldur tann virkaði fiskurin, sum verður fluttur við Skipafelagnum. Men tann kappingin fer at harðna nú Norrgna fer at sigla um veturin eisini. — Men tað tekur Arni Joen- sen ikki so tungt. — Vit hava tikið tað til eftirtektar, at Norrøna fer at sigla við farmi um veturin. Tað hevur verið frammi, at Skipafelagið skuldi út- vega sær eitt skip afturat til farmaflutning, men hesum afturvísur Arni Joensen. — Tá heystið kemur, verð- ur meiri laksur útfluttur, men tað merkir ikki, at vit skulu hava eitt skip afturat. Vit gera nakrar umlegging- ar, soleiðis at vit kunnu nøkta tørvin við tí kapasiteti sum er, sigur hann. Meir enn bara flutningur Sum stødan er í løtuni, so er yvirkapastitetur á leiðini úr Føroyum. Nøgdin í tons- um, sum fer úr Føroyum fyllir ikki skipini og tí royn- ir Skipafelagið at útvega sær farm á annan hátt. Ein máti at gera hetta uppá er, at fáa útlendsk skip at koma til Føroya at um- skipa veiðina. Á henda hátt fær Skipa- felagið útvega sær farm, samstundis sum samfelagið annars fær inntgkur av fremmandu skipunum. — Vit hava umleið 300 skip um árið og tað er eitt gott íkast til raksturin, sigur Arni Joensen. — Størsti parturin av hes- um skipum eru fiskiskip, sum koma inn at leggja veidina upp, samstundis sum teir proviantera, keypa olju og annað líknandi. So tað er givið, at tað hevur samfelagsligan týdning, at tey brúka Føroyar sum um- skipingarstað. Árni Joensen sigur, at skipini leggja nógvan pen- „ing eftir seg, hvørja ferð tey eru her. Hvussu nógv vil hann tó ikki meta um. Stórt virkið - nógv fólk Tað skulu nokk so nógv fólk til at halda eina fyritøku, sum Skipafelagið er, gang- andi. Skipafelagið hevur tvey skip í løtuni, og sambært ti, sum stendur omanfyri, so er ikki væntandi, at teir fara at útvega sær fleiri. Árni Joensen sigur, at alt í alt eru eini 200 fólk í starvi hjá Skipafelagnum. — Vit eru uml. 30 fólk her á høvudsskrivstovuni í Havn, meðan restin starvast umborð á skipunum, úti á bygdunum og uttanlands.