týsdagur 18. august 1998síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ítróttar S-
valley! Ir
Nr. 153 — 18. AUGUST 1998
Todi Jónsson verður ikki við á liðnum, sum í annaðkveld spælir landsdyst niðri
í Bosnia. Gamli lærskaðin argar framvegis, og Todi skal nú binda frið fram til
komandi vikuskiftið
Mynd: Alvur Haraldsen
Todi er ikki
við í Bosnia
Báðir klaksvíkingarnir í superliguni skoraðu sunnudagin,
men Todi kann ikki spæla aftur fyrrenn í vikuskiftinum
Í gjáramorgunin klokkan
níggju skuldu útisetarnir í
Noregi og Danmark metast
á flogvøllinum í Kastrup.
Talan var um teir tríggjar,
Toda Jónsson og Jákup
Mikkelsen, sum búgva í
Keypmannahavn, og Julian
Johnsson, sum skuldi koma
úr Kongsvinger í Noregi.
Men tað vóru bara Julian
og Jákup, sum fóru upp í
rutuflogfarið, sum góðar
tveir tímar seinni lendi í
Sarajevo í Bosnia.
Todi Jónsson var ikki við,
tí hann er so mikið skaddur,
at hann kann ikki spæla aft-
ur fyrrenn komandi viku-
skifti:
— Eg spældi allar 90 min-
uttirnar í Silkeborg sunnu-
dagin, men fram móti end-
anum á dystinum merkti eg
aftur til lærskaðan, sum eg
fekk næstsíðsta sunnudag.
Vit høvdu gjørt allar skift-
ingarnar tá, so eg var inni á
vellinum tað, sum eftir var
av dystinum, men aftaná
varð avrátt við læknan og
fysioterapeutin, at eg skal
ikki spæla aftur fyrrenn
komandi vikuskifti, og tað
er orsøkin til, at eg ikki eri
farin niður til Bosnia í
morgun, segði Todi Jóns-
son, tá vit høvdu hann í tele-
fonini úr Keypmannahavn
í gjáramorgunin.
Todi fekk henda lítla
skaðan, tá FCK spældi móti
Herfølge næstsíðsta sunnu-
dag, og hann kundi ikki vera
við í Europa Cup dystinum
í Parkini héskvøldid. Og nú
er tað sama skaðin, sum ger,
at hann er noyddur at halda
frí frá dystum til komandi
vikuskifti.
Vit skilja å Toda, at i sids-
tu viku luttók hann í venj-
ingini, um enn ikki f sama
mun, sum hinir gjørdu tað.
Umframt lætta venjing fekk
hann eisini viðgerð í FCK,
og hann roknar við, at tað
verður á sama hátt í hesi
vikuni.
Frá skrivstovuni hjá FSF
frættu vit í gjár, at eingin
annar spælari verður sendur
niður til Bosnia, og tað vil
siga, at teir vera seks og ikki
sjey á beinkinum í annað-
kveld.
Jákup seguligur
Julian Johnsson kom úr
Kongsvinger, har hansara
lið sunnukvøldid tapti 4-2.
Felagið skifti venjara fríggj-
adagin, og nýggi venjarin
lat Julian Johnsson, sum
hevur verið við hvørja ferð
higartil, sita á beinkinum
alla tíðina.
Báðir klaksvíkingarnir í
superliguni komu á mál-
skjúttaralistan sunnudagin.
Todi Jónsson skoraði til 1-
1, eftir at stútari frå David
Nielsen varð bjargaður á
strikuni. Urslitid gjørdist 3-
3.
Tað gekk akkurát so strilt-
ið hjá Herfølge at vinna
móti botnliðnum Aarhus
Fremad, sum Jákup Mikk-
elsen frammanundan hevði
roknað við.
Ein tími var farin, tá Her-
følge fekk brotsspark, og
hesa ferð var tað upplagt,
at Jákup Mikkelsen fór fram
og var tryggleikin sjálvur úr
ellivu metrum. Aarhus
Fremad javnaði, tá 86 min-
uttir vóru farnir, men tveir
minuttir seinni og í síðstu
løtu eydnaðist tað Herfølge
at skora, og nú eru teir klárt
á odda í superliguni.
Jákup Mikkelsen er við
tveimum málum næstbesti
málskjúttin hjá Herfølge, og
tað er neyvan komið fyri
áður, at málverjin hjá einum
liði í superliguni hevur
skorað tvey vikuskiftið upp
í slag og er millum bestu
málskjúttarnar.
Buldraligt
Landsliðsferðalagið kom
annars til Sarajevo sunnu-
dagin seinnapartin, og long-
u sama kveldið høvdu teir
fyrstu venjingina.
Í gjár vandu teir tvær
ferðir, og tað gera teir eisini
í dag. Seinna venjingin í dag
verður á vellinum, har teir í
annadkvøld skulu stríðast
móti Bosnia.
Umstødurnar á gistingar-
húsinum eru hampuliga
góðar, men býurin er merkt-
ur av einum gðrum stríði,
enn ti, føroyska landsliðið
skal vera partur av í morgin.
Sárini eftir borgarakríggið
eru stór, og tað er sjálvsagt,
at føroyingarnar eru kløkkir
av at vera eygnavitni til
leivdirnar eftir slikan rædu-
leika.
Vøllurin, sum føroying-
arnir hava vant á, verður
sagdur at vera hampuligur.
Í blaðnum í morgin frætta
vit meiri frá landsliðnum.
jh
KÍ svam í møguleik
Fótbóltur: Tvgrámenn tóktust hugsa
meiri um komandi vikuskiftini enn
um at standa seg væl í Klaksvík
Ofta fílast áskoðararnir í
Klaksvík á, at tað gongst so
striltið hjá teirra monnum
at fáa mál, tá KÍ spælir á
heimavelli
Tað kundu teir ikki gera
leygardagin, tå TB, sum KÍ
so ofta hevur havt stórar
trupulleikar av at fáa bilbukt
við, vitjadi
Kl svam í målmøguleik-
um, og fyrrapartin av fyrra
umfarinum kundu teir væl
havt fingið fýra ella fimm
mál í staðin fyri bara eitt
Hugsanirnar
vóru ikki við
Rolf Christiansen gjørdi
tað, sum hann kundi í mál-
inum, og í 1. hálveiki kundi
hann ikki dadlast fyri nakað
av málunum. Í 2. hálvleiki
tóktist hann vera áhaldsin,
tå KI fekk fyrsta málið, men
annars gjørdi hann tað, sum
tú kanst rokna við, at ein
målverji ger.
Burtursæð frá málverjan-
um kann eingin annar av
spælarunum hjá TB vera
nøgdur við avrikið hesa
ferð, men so skal eisini
skoytast uppí, at treytirnar
hjá teimum vóru ikki tær
bestu, tí teir restaðu fýra av
stuðulsspælarunum, og eftir
22 minuttir noyddist ein at
taka seg út úr stríðnum, tí
hann var skaddur. Teir, sum
ikki, vóru Oli Johannesen,
sum hevði leikbann, og Pól
F. Joensen, Jan Albinus og
Sasha, sum vóru skaddir, og
tað var Tórður Mortensen,
sum noyddist at fara av
vellinum.
Serliga í 2. hálvleiki kun-
du klaksvíkingar gera
akkurát sum teimum lysti.
TB menninir ansaðu ikki
sínum monnum, og tá teir
endiliga komu í nærdystir,
so vóru teir ikki sannfør-
andi. Tað tóktist næstan sum
um teir ikki høvdu sinnið
við í hesum dystinum, men
heldur hugsaðu um tey bæði
komandi vikuskiftini, tá teir
skulu spæla móti Sumba og
IF.
Tað er langt frá avrikinum
í Klaksvík leygardagin og
til góða liðið, sum teir høv-
du í sjeyti og áttati árunum.
Tá vunnu teir FM, í 1976,
1977 og aftur í 1980, og
onnur ár vóru teir um reppið
at vinna.
TB vann eisini FM í
1987, men síðani hevur ikki
gingið væl. Nú er setning-
urin at varðveita plássið í
bestu deildini, men tað
verður ikki gjørt, um av-
rikið verður, sum tað var í
Klaksvík, har talan avgjørt
ikki var um 1. deildarstødi.
Alopskendir
Klaksvíkingar vóru í út-
gangsstødu sera ålopskend-
ir. Arnold Joensen var å
plåssinum i høgru, sum
Harley Bertholdsen plagar
at røkja, og Kurt Mørkøre
var i ålopinum vid siduna
av Hedini å Lakjuni, medan
Rógvi Jacobsen var á mið-
vellinum, har tað fyri fyrstu
ferð í langa tíð eisini var
pláss fyri Soran Manic.
KI var omaná í øllum og
alla tíðina. Teir fingu hol á,
tá eitt korter var farið. TB
www.sosialurin.fo
verjan fekk bóltin tvær ferð-
ir út frá eftir innkast í vinst-
ru hjá KÍ, og so var tað, at
Marek langaði til úr 18
metrum.
42 minuttir vóru farnir, tá
næsta málið kom, men so
gekk skjótt. KI skoraði eftir
88 og 90 minuttir.
Kurt Mørkøre var stóri
málslúkurin, men tað er sera
merkisvert, at tað eydnaðist
honum at fáa reyða kortið í
síðstu løtu. Tað hevur við
sær, at nann kann ikki hjål-
pa til, tá KÍ sunnudagin skal
spæla torføran dyst i Runa-
vík. jh