Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. august 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tíðindablaðið SOSU Nr. 154 — 19. AUGUST 1998 Nú fær Uni møguleikan Fótbóltur: Landsliðið verður í nýggjari útgávu bæði fremst og aftast Allan Simonsen valdi at leggja síðstu fyrireikingarn- ar undan dystinum í kveld eitt sindur ødrvisi til rættis, enn hann annars plagar at gera. Tað var sum eftir bók- ini, at teir vandu eina ferð sunnukveldið og tvær ferðir mánadagin. Í staðin fyri at venja tvær ferðir í gjár, so vóru føroyingarnir fyrra- partin á bussferð og sóu syrgiligu leivdirnar frá vit- leysa borgarakrígnum. Í gjárkveldið klokkan 19.30 skuldu teir venja á Kosevo vellinum, har teir skulu spæla í kveld. Tað er rúm fyri fjøruti túsund á- skoðarum. Tá teir í síðstu venjingini venja deyðbóltsstøður plag- ar at síggjast, hvussu liðið verður mannað. Hetta var eftir, at blaðið var farið til prentingar, og tí ber ikki til hjá okkum at siga neyvt, hvussu venjarin hevur valt at seta liðið saman, men tað er greitt, at sammett við seinast — í Estlandi 4. juni — fara broytingar at verða gjørdar bæði frammarlaga og aftarlaga. Í staðin fyri Jens Martin Knudsen verð- ur Jákup Mikkelsen mál- verji, og í staðin fyri Jan Dam verður Oli Johannesen aftastur í verjuni. Arnbjørn Danielsen hevur verið nevndur sum ein møguleiki, men f Sarajevo rokna før- oyingarnir vid, at venjarin fer at halda seg til meiri roynda tvøråmannin, sum seinast var aftasti maður í útidystinum móti Kekkia 20. august í fjør Nógv bendir á, at hesa ferð verður tað luturin hjá Una Arge at vera fremsta álops- hóttanin, og at John Peter- sen fær leiklutin sum tann, ið skal stuðla. Uni Arge er ikki heilt 6- kendur við henda leiklutin, sum hann í fjør hevði í heimadystunum móti Mal- ta, tá hann skoraði til 1-0, og á útivelli móti Kekkia, men oftast hevur leikluturin hjá Una verið at verða skift- ur inn. Tað hevur hann roynt í níggju av teimum sekstan dystunum, sum hann hevur spælt, og tvær ferðir hevur tað eydnast honum at skora — á útivelli mót Kýpros flaggdagin í 1993, og á Svangaskarði móti Spania 4. september 1996. Væl fyri Tá landsliðið í summar var í Estlandi spældi Uni Arge tíggju minuttir, og hann helt ikki sjálvur, at hann var væl fyri. Hann var akkurát byrj- aður í Leifti og kendi seg ikki at vera í fullgóðari venjing, men avrikini hesa síðstu tíðina hava víst, at nú er venjingarstødan í lagi. — Vit venja mest sum hvønn dag, og vit hvíla nógv. Tað krevst eitt lítið sindur meiri at koma í- gjøgnum í Íslandi, enn tað krevst í Føroyum, og tað átti man at fingið ágóðan av. Ætlar tú tær at gera mál? — Nú veit eg ikki, hvussu liðið fer at síggja út, og um eg sleppi at spæla við. Men dreymurin hjá gllum, sum verða úttiknir, er at spæla, og um eg sleppi upp í part, so fari eg at gera mítt besta. Setningurin verður at reisa seg eftir eyðmýkjandi tapið í Estlandi, og vit kunnu í- mynda okkum, at tá tað skal gerast, so verður ikki størsti denturin lagdur á álopspart- in, so tað kann vera, at treyt- irnar hjá álopinum vera ikki tær bestu, men landsliðið plagar at fáa møguleikar hverja ferð, og so ræður um at gera nyttu burturúr teim- um, sigur Uni Arge. Liðið man annars fara at líkjast tí, sum vit høvdu í blaðnum í síðstu viku. jh ikki við í Sarajevo. Teir eru Jens Martin Knudsen, sum er leikbannaður, Todi Jóns- son, sum er skaddur, Jan Jan Allan Miller verður ikki vid í Bosnia í kveld. Tað verður Todi Jónsson heldur ikki, so Uni Arge nú er fyrstaval sum áleypari Bosnia-Hersegovina, so fóru vit í fjør at rokna Pól Thorsteinsson og Sámal Jo- ensen millum stuðulsspæl- Mynd: Alvur Haraldsen Hesa ferð barst honum frá at fara við. Í hansara stað er Skylv Hartvigsson, ið ann- ars er liðleiðari hjá 1. deild- Royndirnar eru nógv minkaðar Fótbóltur: Fimm veteranar við 171 landsdystum á baki eru ikki við Tað er ikki rætt at siga, at tað er eitt óroynt føroyskt landslið, sum fer á vøllin í Sarajevo í kveld. Av teim- um seytjan spælarunum, sum eru í ferðalagnum, eru tað triggir, sum ongantíð hava verið á landsliðnum áður — Sunvard Joensen, Jákup á Borg og Hans Fróði Hansen — og tað eru nógvir, sum hava spælt nógvar landsdystir. Flestu royndirnar hevur Allan Mørkøre, sum hevur spælt 37 landsdystir, og eis- ini Óli Johannesen (32) Magni Jarnskor (26), So: Kristian Hansen (22), Henning Jarnskor (21), Jul- ian Johnsson (19), Uni Arge (16) og John Petersen (15) vita, hvat tað snýr seg um. 171 eru burtur Men tað skerst kortini ikki burtur, at sammett við so nógvar aðrar ferðirnar, so er samantalda talið á lands- dystum hjá teimum, sum í kvøld skulu umboða Føroy- ar, væl lægri, enn tað hevur verið hesi síðstu árini. Fimm spælarar, sum hava drúgvar royndir og sum spældu við í Estlandi, eru Fyrsta álopsroyndin uttan Toda og Jan Allan Tá føroyska landsliðið í kveld klokkan 20.30 lokala tíð, ið er tað sama sum klokkan 19.30 føroyska tíð, fer inn á Kosevo leikvøllin í Sarajevo, verður tað fyrsta ferðin, at Allan Simonsen hevur ábyrgdina av lands- liðnum og Todi Jónsson ella Jan Allan Miller ikki eru við í álopinum. Teir sita báðir heima í Danmark — Jan Allan í Es- bjerg, har hann er eykamað- ur hjá liðnum, sum eftir tey fyrstu umførini liggur væl fyri í næstbestu deildini, og Todi Jónsson í Keypmanna- havn, har hann fær viðgerð og luttekur í lættari venjing í vónini um, at hann verður klárur, tá FCK sunnudagin skal spæla móti B93 á úti- velli. Allan Simonsen hevur havt ábyrgdina av landsliðn- um í 26 dystum — 21 undan- kappingardystum og fimm venjingardystum. Fyrsta ferðin, at Allan Simonsen heyði ábyrgdina, var 7. sept- ember 1994 móti Grikka- landi á Svangaskarði. Ta ferðina og hinar báðar dyst- irnar, sum vóru í EM und- ankappingini seinni sama heystið, spældu Todi Jóns- son og Jan Allan Miller saman í føroyska ålopinum. Allan Simonsen hevur eisini síðani tá havt teir báðar sum fyrsta val til álopsplássini, men tað hevur ikki altíð bor- ið til. Akkurát sum hesa ferð niðri í Bosnia-Hersegovina, so hevur tað fleiri ferðir áður borist teimum báðum und- an, men hetta er fyrsta ferð- in, at báðir eru burturi í senn. Í 1995 var Jan Allan Miill- er raktur av tryggingarskaða teir fyrstu triggjar dystirnar. Tá var Todi eina ferð einsa- mallur frammi, og tríggjar ferðir spældi hann saman við Jens Erik Rasmussen. Í tí triðja dystinum, sum var móti Skotlandi á Svanga- skarði, kom Jan Allan inn fyri Jens Erik. Todi Jónsson hevur ikki spælt við í teimum fimm venjingardystunum. Heyst- ið í 1995 spældu Jan Allan og Todi saman — burtursæð frá í Grikkalandi 15. novem- ber, tá Todi gav avboð, tí hann var skaddur. Tá hjálptu John Petersen og Kári Reyn- heim Jan Allani við tí sindr- inum av álopsspæli, sum føroyingar royndu at skapa (grikkar vunnu 5-0). Í 1996 stríddist Todi Jóns- son leingi við skaða. Tá landsliðið í apríl hetta árið tapti 3-1 í Jugoslavia, spældu Jan Allan og John har frammi, og tað gjørdu teir eisini, tå Føroyar 31. au- gust á Svangaskarði akkurát taptu 2-1. Hinar tríggjar dys- tirnar á heysti í 1996 spæl- du Jan Allan og Todi saman. Dam, sum er givin — fyribils í hvussu so er — og Øssur Hansen og Jan Allan Mill- er, sum hava givið avboð av gðrum orsøkum. Tilsam- an hava hesir spælt 171 landsdystir, og tá vit hava í huga, at landsliðsvenjarin so ofta hevur tíkið til, at í altjóða fótbólti hava roynd- irnar nógv at siga, so átti tað at merkst, at hesir eru burtur, og tað fer tað kanska eisini at gera. Men tíbetur eru tað so við og við fleiri spælarar, ið hava nógvar royndir og aðr- ir, sum hava víst seg at vera ålitisfullar, uttan at teir hava tær nógvu landsliðsroynd- irnar. Umframt teir oman- fyri nevndu, sum eru við í Í fjór spældi landsliðið fimm ferðir í HM undan- kappingini. Niðri á Malta hevði Todi John afturat sær har frammi, og á Svanga- skarði móti Malta var Úni Arge saman við Toda. Í teimum báðu dystunum móti Kekkia spældi Jan Allan Miiller — á útivelli saman við Una og á heimavglli saman við Toda. Niðri í Spania hjálpti John Petersen Jan Allani Miller. Tá Føroyar taptu 5-0 í Est- landi 4. juni í ár, vóru Jan Allan Miiller og Todi Jóns- son aftur saman f ålopinum. Men tað vóru teir bara fram móti stedginum. So varð Jens Martin Knudsen rikin av vølli. Jákup Mikkelsen kom í málið, og Jan Allan Miiller varð tíkin av vøllin- um. jh ararnar á landsliðnum, og dyggu royndimar hjá Jákupi Mikkelsen í superliguni eiga at hava við sær, at tað ikki fer at kennast sum at liðið er viknað av, at tað er hann og ikki Jens Martin Knudsen, ið hevur ótakk- somu uppgávuna og stóru avbjóðingina at verja før- oyska málið móti stóra á- ganginum, okkara menn ivaleyst vera úti fyri í kvold. Nýggir hjálparmenn Petur Elias Petersen hevur verið fastur fúsur at taka sær av klæðunum og ødrum praktiskum viðurskiftum øll árini, meðan Allan Simon- sen hevur verið venjari. arliðnum hjá HB, ið tekur sær av klædnakassunum, sum í síðstu viku vórðu pakkaðir í kjallaranum hjá Jákupi Simonsen. Tey seinnu árini hava annadhvørt Jákup Midjord ella Jens Pauli Marstein ver- ið lækni, tå landsliðið hevur verið saman. Hesa ferð bar tað hvørgum teirra til at fara avstað, og læknin í ferða- lagnum hesa ferð er Tor- bjørn Viderg. Hann hevur ikki spælt á landsliðnum, men hann veit, hvat fótbólt- ur snýr seg um. Áðrenn hann miðskeiðis í sjeytiár- unum fór niður at lesa var hann fastur fúsur á 2. deild- arliðnum hjá Royn. jh „Kenningur úr Póllandi Tað vera pólverjar, sum skulu og Føroya: í nógvum hita og í nógvum kunst- igum ljósi skulu spæla á turra og tiskil harða gras- vøllinum í Sarajevo. Démarin eitur Tomasz Mikulski, og hetta er ikki fyrsta ferðir at hann hitt- ir føroyskar fótbólts- spælarar, sum stríðast suðurí í Europa. Tá Før- oyar 11. oktober í fjør gæld í Gijón móti vóru svgrt- menninir úr Pól- landi, og tá var hesin Tomasz Mikulski linju- verji. Bara se Ryst heilt fáum vikum síðani var um reppid, at pól- efs ið varð v. burturúr øllum altjóða samstarvi, Orsøkin var tann, at pol- skil á í kveld, tá Bosnia-Hersegovina | skil á itisku m yndugleikarnir í Póllandi høvdu sett leiðsluna í p6lverska fót- bóltssambandinum frá og f staðin høvdu teir sett eina nýggja leiðslu. UFFA og FIFA funnu seg ikki í SUM, Og Settu eina ávísa freist at fáa gomlu leiðsluna aftur í sínar sessir. Politiska leiðslan boygnaði, og nú verður pótverskur fótbóltur aftur styrdur av fótbóltsmonn- um og luttekur tiskil f al- tjóða samstarvi, og tað fara føroyingarnir at merkja í kveld. Einasta = sambandið, sum føroyskur fóhóltur higartil hevur han við Bosnia-Hersegovina, var 1996 tapti 3-0 á utivølli móti Slovakia. Ta ferðina var dómarakvartettin úr Bosnia-Hersegovina. Démario f Bratislava æt