Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. august 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Bók til byrjunar- undirvísing í týskum Feroya Skúlabóka- grunnur gav Skrivligt tyskt 1 efur André Nicl- asen út sum royndarein- tak í 1988. Seinni hevur André Niclasen á egn- um forlagi givið út Skriva týskt Í, sum í grundini er sama bókin, men í eitt sindur broytt- ari útgávu Skúlabókagrunnurin hevur nú keypt tey ein- tøkini av Skriva týskt 1 sum enn eru á goymslu, og er nú alt upplagið savnað á einum staðið, á Bókamiðsgeluni. Skriva týskt 1 er hósk- andi í byrjanarundirvís- ingini í týskum, fyrst og fremst í 8. flokkunum í fólkaskúlanum. Bókin er ætlað næmingum, sum ongan ella næstan ongan forkunnleika hava í týskum. Skriva týskt Í er 56 blaðsíður til støddar, og kostar í bókabúðunum 52,- kr. einstakið. Aglow-vitjan úr Suðurafrika Í døgunum 28.-30. august verður Aglow-stevna á Hotel Føroyum. Í hesum sambandi kemur Eliza beth Syre frá Cape Town at vitja. Hon talar runt um í Europa sum bibliulærari, »g hon er eisini profetisk Umframt at undirvísa hevur hon eisini skrivað bøkur Hetta er tann 8. stevn- an av sínum slag. Ein fitt- ur partur av luttakarunum byr å hotellinum, restin býr niðri i bynum. Luttak- arnir koma úr teim ymsu Aglow-deildunum í land- inum í Suðuroynni, Sandoynni, Tórshavn, Vágunum, Vestmanna, Skálafjørðinum og Klaks- vík. Eins og á undanfarnu stevnum er eisini góð lut- tøka til hesa stevnu - um- leið 200 Aglow er eitt net av kvinnum vid umsorgan å tvørkirkjuligum grundar- lag og er fyri allar kvinn- ur. - I dag er Aglow i 135 londum Ein Aglow-stevna er Samvera, bibliu-undirvis- ing, lovprisan, at fåa nyggjar vinir, at hjålpa hvørja aðra, at styðja hvørja aðra, at elska hverja aðra, at biðja sam- an og at fáa lut í vistónini um hvat Harrin vil fyri Føroyar Landsnevndarformadur i Føroyum er Elisabeth Hvitklett Joensen Stevnan byrjar sum nevnt 28. august, friggja- dagin, kl. 19.00 Tøkk Hjartans tøkk øll tit, sum å ymiskan hått hava vist okkum samkenslu f sorgini tå kæra kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara ANNA NYBO doyði og varð jarðað Takk til familju og kenningar, degn, prest, klokkara, sangarar, berarar og gravarar, og tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini. Takk fyri blómur, kransar og gávur, uppringingar og brøv Takk til heimahjálpina og heimasjúkrasystrar Familjunnar vegna Hans Nybo, Borgar, Ásfríð, Poul Arni, Erhard, Marita, Erild og Mari v/familjum Tøkk Øllum tykkum, sum við gåvum, blómum, fjarritum og á annan hátt gleddu meg á 80- ára degnum tann 4. august 98, takki eg hjartaliga. Elin Maria Jørgensen Miðvágur tíðindablaðið SLS2 UT Okkara kæri sonur og beiggi Hilbert Funn f. 4.2.62 - d. 2.4.98 Nú sita vit bara spyrjandi. Hví - hví aftur at missa okkara einasta elskaða son og beiggja. Hetta verður okkum tungt at koma igjøgnum, men minnini eru góð. Tey bestu minnini eru tey, at hava átt teg góði Hilbert í hesi 36 árini. Tú hevur verið okkum ein góður sonur og beiggi, altíð glaður og smílandi, eitt lætt sinni og hjálpsamur. Heimkærur sum fáur, tú gjørdi nógvar túrarnar at vitja, og altíð við lítla Rana sum tú elskaði høkt. Arbeiði var títt, ja, bæði úti og inni, hevði ongantíð tíð at slappa av, allar árstíðir hevði tína interressu, so sum kappróður, havhestarnir, heystfjallið, harurnar. Men títt størsta var at hava ein góðan tjans á skipi. Góði sonur, tað bleiv so endin á tínum lívi, og fekst eina váta grøv. Havið gevur, men havið tekur. Í hesum føri tók tað nógv. Góða Sigga og Hilbert, tað bleiv unt tykkum bara 5 mánaðir saman í hjúnabandi. Tómrúmið verður tungt ár eftir ár. Men myndirnar á vegg- inum hanga so livandi og penar og minna okk- um á títt og tykkara milda smíl sum tit hava, góði Hilbert og Halla, sum ikki eru ímillum okkum meira, og sum vit nú hyggja eftir við táravátum eygum. Vit hava mist nógv, men vit eiga nógv eftir, sum vit siga takk fyri. Gud styrki okkum øll, sum mistu okkara kæru við Sjóborgini. Ærað verður minnið um manningina. Takk til Una Næs, prest, fyri minningar- haldið í kirkjuni yvir Hilbert her í Vestmanna. Takk til Jónfinn og Fríðgerð, fyri tann góða døgurdåa til okkum øll aftaná. Takk til Heina, fyri tey penu minningarorð tú gav Hilbert og Hallu. Tøkk fyri samkenslu - øll sum komu inn - uppringing, brøv, øll sum góvu okkum so góð- an stuðul í stóru sorg okkara, tøkk øll somul. Góða Sigga, Jóhan og Rani Tankarnir eru hjá tykkum altíð, góðu tit trý, tit hava mist ein góðan mann, pápa og for- syrgjara. Men Gud styrkir okkum við hesum orðum: Lívið gevur stóra gleði og kann geva stóra sorg Gud hann gevur okkum megi til at liva her á fold. Hvíl í friði góði Hilbert. Mamma, babba og systir Nr. 154 — 19. AUGUST 1998 Minningarorð um Lenu Danielsen f. 28. aug. 1926 - d. 15. apríl 1998 Eg vildi fegin skrivað nøkur orð um okkara kæru systur, Lenu, en tað er ikki so lætt, tí orð eru so fátæk, tá ið tað geldur Lenu og lív hennara. Eg minnist, tå ið hon var fødd, og havi tí kunnað fylgt við henni alla tíðina. At koma inn til Lenu, ja, tað mátti upplivast. Tað var ein slíkur friður um hana; hon sat ikki og gramdi seg ella tosaði um seg sjálva, men var altíð áhugað at spyrja um hini og taka lut í teirra gleði og sorg. Og tó eru tað få, sum hava havt stórri grund at gremja seg, enn Lena hevði. Hon fekk 3 børn og aðra dóttrina misti hon av sjúku, bert seks ára gamla - hon var bara sjúk einar tveir mánaðir. Og fyri fáum árum síðan misti hon bráddliga sín raska son, ið einans var 27 ára gamal. Men Lena og Edvin tóku alt av Harrans hond og bóru tað í tolni. Å Lena hevði so góðar gávur til mangt, og t.d. hevði hon sera stóran áhuga fyri plantum. Spurdi tú hana um navnið á eini plantu, so visti hon ikki bert tað vanliga navnið, men eisini tað latínska. Hon dugdi eisini so væl at yrkja, og hon hevur yrkt mangt bæði til samans og álvara. Pápi sigur í eini av sínum talum, sum eru út- komnar í bók, at tá ið hann savnaði tilfar til »Guds Fólk Songbók<, hana, sum kom út í 1952, segði hann ein dagin við Lenu: >Finn tú onkran góðan sálm, sum eg kann umseta<. »A, eg veit ikki«, segði hon, »Is your life a shower of blessing? - hann er góður!< (á føroyskum byrjar hann: »Er títt lív ein signingarkelda?<) Og hetta kann standa sum yvirskrift yvir alt lívið hjá Lenu, tað var ein sonn signingarkelda. Hon prædikaði ikki, men við síni umsorgan og sínum kærleika gjørdi hon lívið ljósari fyri okkum øll, sum stóðu henni nær. Um onkur segði okkurt niðursetandi um onkran, so tagdi Lena - hjá henni var ikki rúm fyri slatri, nei, hon var altíð við tí góða orðinum. Mamma okkara bleiv jú so ógvuliga gomul og hjálparleys, so vit skiftust at vera um hana, og tað var hon sera takksom fyri, men eg haldi, at tað kendist serliga lívgandi fyri hana, tá ið Lena við síni mildu rødd og ljósa smíli kom at vera hjá henni. Heldur ikki ta síðstu tíðina, nú Lena var sjúk og heyði nógva pínu, var nøkur gremja at hoyra; framvegis var umhugsanin fyri ødrum fyrst hjá henni. Í 1. Tim. 6,6 stendur: »Saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur vinningur<, og hetta kann av sonnum sigast um Lenu, hon óttaðist Harran og var altíð nøgd. Góði Edvin, Lis og tit ommubørn hennara, sum hon var so ómetaliga góð við, tit hava mist so nógv, og eftir er eitt stórt tómrúm, sum eingin kann fylla. Vit fata ikki, hví hetta skuldi henda, men eg veit, at tit duga at taka alt av Harrans hond. Lena var eitt lýsandi fyridømi fyri tykkum, sum stóðu henni næst, og fyri okkum øll. Ærað verði minnið um okkara elskaðu Lenu. Mia