hósdagur 20. august 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Múller agny Joensen,
Án Bertholdsen,
Internet: www.sosialurin.fo Er Lindenskov er Aaen
Hålvhjartad fullveldi
å pappirinum
TAÐ komandi árið verður rættiliga spenn-
andi politiskt. Serliga í spurninginum um
ríkisrættarligu stoðu okkara: - Hvussu fara
samráðingarnar at ganga, hvat verður
innihaldið og hvussu megnar landsstýrið
at fáa flest møguligar flokkar við.
TEY, sum kenna nýggju politisku søguna,
vita, at Fólkaflokkurin hevur verið ein svík-
ur í øllum sjálvstýrismálum - lika frå 1946
og til í åttatiårunum. Tað, at fólkaflokkurin
ikki vildi viðgera uppskotið hjá landsstýr-
inum í hesi vikuni, er helst aftur eitt domi
um, at Fólkaflokkurin tekur bara hálvhjart-
aður undir við ætlanini um føroyskt full-
veldi.
QLL, sum eru tilvitað um ríkisrættarligu
stoðuna, serliga við atliti til gongdina sein-
astu árini, ásanna, at neyðugt er við
grundleggjandi broytingum. Spurningur
um, hvat spjaldur verður sett á, skuldi ikki
verið so týdningarmikil. Nú stendur Tjóð-
veldisflokkurin fyri arbeiðnum, og tí er
natúrligt, at ætlanin fær heitið fullveldi.
Skipaði Javnaðarflokkurin fyri, hevði verk-
ætlanin helst havt heitið sjálvstýrislóg.
Men væntandi er, at júst hesin spurning-
urin kann gerast avgerandi, tí tjóðskapar-
spurningurin hevur altíð verið ein kenslu-
spurningur.
MEIRI grundleggjandi er spurningurin aft-
urímóti, hvussu innihaldið verður. Sam-
bært uppskotinum, so verða bara fá mál
yvirtikin í fyrstu atløgu. Afturímóti skal ein
nýggjur sáttmáli greitt siga, hvussu part-
amir skulu virka saman, hvussu fíggjarliga
býtið verður og hvussu eitt fullveldi - ella
einar sjålvstyrandi Føroyar - skal skipast.
SKULU vit menna okkum meiri sum ein
tjóð, so mugu føroyingar byggja upp eina
storri ábyrgdarkenslu. Tað kunnu tey flestu
helst semjast um uttan sambandssinnaðir
føroyingar. Ti er neyðugt - í stigum sjálv-
andi - at byggja Føroyar upp sum eina
búskaparliga eind, so vit í størri mun
kunnu klára okkum fíggjarliga.
HENDA setning kann ein meiriluti í ting-
inum helst taka undir við, og fyri hesum
er helst ein meiriluti í følkinum. Men eitt
má landsstýrissamgongan gera sær greitt,
og tað er, at meiriluti er hvorki fyri loysing
á løgtingi ella millum føroyskar veljarar.
Og tí er týðningarmikið, um vit skulu koma
víðari á sjálvstýrisleið, at flest møguligir
flokkar taka undir við týðandi politiska
arbeiðnum, sum er fyri stavn.
Sosialurin
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Lysingar og søla:
Jonhard Hammer
Viðmerking:
Kvinnur:
Útgevari, uppseting og prent:
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Eiga í felag at
menna kvinnur
Kvinna hvat fart tú frá samfelagnum? Fart tú tað tú
hevur tórv á fyri at eksistera, halda tær uppi og trívast?
Samfelagið er karmurin um
lívið hjá okkum menniskj-
um. Tað avger hvørji livikor
eitt menniskja hevur og skal
hava, fyri alla tíð. Eisini liv-
ikor hjå kvinnum og børn-
um. Tad er nevniliga upp til
samfelagid, um tad velur, at
nýta pening uppá at menna
og styrkja kvinnur via ar-
beiði 0.2., ella um tað velur
at nýta peningin til okkurt
annað „mandligt virksemi“,
sum hermannadyrvi, atom-
vápn o.s.v. til destruktión av
menniskjum. Pengar er tað
nokk av. Tað er bara ein
spurningur um hvussu
menniskjan velur at brúka
pengarnar.
Men um eitt menniskja
skal yvurvinna samfelags
reglarnar, hevur tað ofta
nógvar pengar, møguliga
við korruptión og lógloys-
isbrotsverk o.s.v., og kann
sostatt gera hvat tað vil. Eis-
ini stýra landinum.
Familjan er tað lítla sam-
felagið, sum eksistentielt er
ávirkað av tí stóra samfel-
agnum. Um tað stóra sam-
felagið útinnar líkasalu
millum manna, so er fam-
iljan í vanda. Her serliga
galdandi eksistensin hjá
kvinnum.
Men í eini familju, t.v.s. í
tí lítla samfelagnum, burdi
menniskjan fingið frið í sál-
ina fyri betri at virka, trívast
og mennast í tí stóra sam-
felagnum. Fyrr í Føroyum
fekk fólkið frið í sálina. Tað
var ein harmoni millum
kvinnu og mann, har tey
deildust um at taka sær av
børninum, men tó við hvør
sínari uppgávu. Tá var ein
maður alltíð klárur at verja
kvinnuna frá vanda. Og
hann kláraði uppgávuna til
fuldnar. Kvinnan kendi seg
trygga hjá honum.
Í dag hava nógvar kvinn-
ur ongan tryggleika í einum
manni. Tað er heldur eingin
harmoni millum kvinnuna
og mannin. Kvinnan er sum
oftast einsamøll um at halda
„menniskjans eksistens“
uppi, meðan maðurin bert
misbrúkar hana og livur sítt
lív „ISUS OG DUS". Eisini
kann maður lata aðrar menn
sleppa framat kvinnuni og
háða hana, særa hana, týna
hana, ja, entá eisini at drepa
hana. Hvar er maður í
manni blivin av?
Meguleikar í
samfelagnum
Hverjir møgileikar eru
týdningarmiklir í einum
samfelag, avhongur av eks-
istensgrundarlagnum hjá
menniskjunum. Um eksis-
tensurin er hóttur, so eru
møguleikarnir ov fáir.
Eksistensurin hjá kvinn-
um er óguliga hóttur um all-
an heimin, eisini í Føroyum.
Nógvar kvinnur hava vána-
ligt livigrundarlag, og noyð-
ast tí frívilligt at selja sín
kropp, fyri at geva sær
sjálvari og børnunum mat í
munnin. Men mennirnir
hava pengarnar. Eisini hava
nógvar kvinnur ikki møgu-
leika fyri, at vera sjálv-
bjargnar, men eru ístaðin
tvungnar til at verða av-
hengigar av teirra monnum
via samfelagsnormar, kultur
og eisini fíggjarliga. Eisini
sjálvt úm hann ger lívið hjá
henni súrt og vandamikið.
OÓtrúliga nógvar kvinnur
verða viðfarnar ómenn-
iskjasligt, beinleiðis uttan
virðing og respekt. Tað er
sum um maður bert vil eiga
og ráða yvir kvinnu. Júst
sum småbørn fara við kett-
um.
Tað ger at nógvar kvinnur
noyðast at fara frá mann-
inum, fyri sjálvar at kunna
liva og taka sær av børn-
inum. Tí er tað týdningar-
mikið, at kvinnur klára seg
á stødi við menn, soleiðis
at tær ikki bukka undur
„valdsmisnýtslu“ frá monn-
um. Í dag'er tað ikki lætt
hjá kvinnum, uttan hjálp frá
monnum, at klára seg á
stødi við menn, serliga ikki
tá ið tær hava fingið børn
og møguliga eisini skulu
verða einsamallar við børn-
inum. Tað er eitt stórt ar-
beiði hjá kvinnum, at fara
frá monnum og fáa sær bú-
stað, arbeiði, ansingarpláss
og pengar yvurhgvur.
Kvinnur eru ótrúliga illa
fyri, eisini í Føroyum.
Pengar
Tað er ótrúligt við pengum.
Eitt deytt ting, men kortini
so livandi. Pengar kunnu
fáa eitt menniskja til at gera
tað mest ótrúliga móti
hvørjum øðrum, bert fyri at
fáa meira pengar. Men eis-
ini fyri at liggja á ella fara
út um lógarinnar mark, og
tjena pengar har, serliga
galdandi niðurbrótan av
teimum minni sterku menn-
iskjunum. Og har koma
kvinnur og gentur inn i
myndina.
Kvinnur og gentur, sum
ikki hava pengar og arbeids-
møguleikar å stødi vid
menn, eru tey stóru og løttu
ofrini í samfelagnum. Og
entá á ólógligan hátt. Tær
verða tiknar, seldar, tvungn-
ar og fongslaðar uttan grund
inn í sex/týni og porno/film
verðina kombinerð við eina
rúgvu av nakinkvinnu-
myndum, bert tí kvinna er
hon kyn.
Fyrr var handilsskipan av
arbeiðarum, men í dag er
skipanin broytt til handil av
kvinnum og gentum uttan
at nakar ger nakað alvorligt
við tað. Hesin handil ér so
útpregaður, at lívið hjá
kvinnum og gentum/barna-
lív er í stórum vanda. Nógv-
ar kvinnur tora heldur ikki
at føda børn av bangilsi fyri
at hennara børn skulu fella
í deyðshendurnar hjá monn-
um.
Hvar eru dómstólar og
mannarættindaskipanir?
Hava teir ikki latið aftur fyri
sansum og fornufti, men
liva sum óhemmað djór ,,in-
stinktivt i ondskabens
tjeneste”. „Fy den skom" av
manni ikki at gera nakad
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post Gsosialurin.fo
fyri at hjålpa kvinnum og
gentum/børnum, sjålvt um
tær so eru deyðar.
Kvinnumord sleppur
maður gott frá í dag, eisini í
Føroyum. Gævi djevulsins
andar eta sålina upp hjå ti-
likum manni lika til hann
sær seg sjálvan deyðan og
doyr. Eyga fyri eyga. Hetta
er motto hjá kvinnu.
Hjálp
Kvinnur noyðast at fáa
hjálp, soleiðis at tær klára
seg, men eisini soleiðis at
menn verða steðgaðir í at
oyðileggja kvinnur. Kvinn-
ur eru simpelten ikki rust-
aðar til at hamla upp móti
øllum tær verða útsettar
fyri, heldur ikki tað hinar
kvinnurnar verða útsettar
fyri. Tað mødir eina kvinnu
í eina djúpa kenslu av magt-
asloysi, at hoyra, síggja og
føla hvussu illa kvinnur
verða viðfarnar um allan
heimin. Kvinnur orka ikki,
at berjast móti allari hesari
óreinheit.
Tí er tað týdningarmikið,
at vit í felag menna kvinnur
og okkara børn, men sjálv-
sagt eisini menn. Tað skuldi
ikki verið serliga dýrt fyri
Føroyar við gott 45.000 í-
búgvum at givið fólkið gott
arbeiði og nógvar mennandi
møguleikar. Føroyar hava
svansad i pengum til alt
annad enn til menniskju.
Men hvar er gledin, hon er
horvin. PIST VÆK.
Ann Daneilsen
(Ann Rós)
Tøkk
Hjartans tøkk øll tit, sum å ymiskan hått hava vist
okkum samkenslu f sorgini tå kæra kona, mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
ANNA NYBO
doyði og varð jarðað.
Takk til familju og kenningar, degn, prest, klokkara,
sangarar, berarar og gravarar, og tykkum gll, sum á
ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini.
Takk fyri blómur, kransar og gávur, uppringingar
og brøv.
Takk til heimahjålpina og heimasjúkrasystrar.
Familjunnar vegna
Hans Nybo, Borgar, Ásfríð, Poul Arni,
Erhard, Marita, Erik og Mary v/familjum
—