leygardagur 22. august 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 157 — 22. AUGUST 1998
Stór gos-
pelkonsert
tíðindablaðið
í Runavík
Leygarkvøldid 22. august kl. 21.00 verður skipað fyri
einari stórari gospel konsert í itråttarhøllini í Runavík.
Hetta er eitt vælgerandi tiltak og peningurin, sum kemur
inn fer til tiltakið Manila 98
JONHARD HAMMER
Hvat er Manila98?
Regin Guttesen er ein av
fyriskiparunum av hesum
tiltaki. Hann sigur, at tað
byrjaði við, at Siri og An-
gela, sum ganga á pedag-
ogskúla tosaðu um at gera
okkurt fyri gøtubørnini á
Manila á Filipsoyggjunum.
Tær hildu, at tað var so synd
í hesum neyðars børnum, at
okkurt mátti gerast fyri at
bøta um støduna hjá teimun.
Tær hildu, at tey skuldu fáa
fleiri fólk við, og heittu síð-
ani á Regin Guttesen, Olav
Jøkladal, Sunnevu Eysturoy
og Paula Olsen, um at verða
við. Tey játtaðu øll, og fóru
undir at fyrireika tiltakið
Manila 98.
Tað fyrsta tiltakið tey
høvdu fyri at fáa pening til
Manila 98, var í SMS. Har
var nógv ymiskt á skránni
m.a køkutombola, klovnar,
Mr. Univers frá 95, og tón-
leikur.
Fólk tóku sera væl undir
við hesum tiltaki, og tað
komu nógvir pengar inn.
Til Manila í oktober
Tað verður farið til Manila
í oktober, og tey verða har í
14 dagar. Har fara tey at
gera ymiskar uppgávur. A
Manila er tað soleiðis, at har
ganga børnini úti um nåttina
og leita sær eftir onkrum at
eta. Her fara føroyingarnir
at koyra runt í bussum og
geva hesum neyðars børn-
um okkurt at eta. Serliga úti
á ruskdungunum, har ser-
liga nógv heimleys børn
búgva. Tey búgva har, tí har
er møguleikin størstur fyri
at fáa nakað at eta.
Eisini verður farið at vitja
eitt barnaheim, og royna at
hjálpa børnunum har.
Peningurin, sum kemur
inn, verður eisini brúktur til
at hjálpa gentum, sum eru
kynsliga misbrúktar. Hetta
er ein stórur trupuleiki niðri
á Manila, gentur verða
noyddar at selja sín kropp
fyri at fáa mat í munnin. Tað
eru heim fyri misbrúktar
gentur, og føroyska ferða-
lagið fer eisini at vitja har.
Genturnar, sum verða mis-
brúktar, eru heilt niður í 8
ára gamlar.
Greiða frá ferðini
runt í Føroyum
Tá ið ferðalagið kemur
heimafur er ætlanin at fara
út á skúlar og samkomur í
Føroyum, og greiða frá,
hvat tey hava gjørt á Man-
ila.
Tey fara at taka ljós-
myndir av ferðini, so tað
verður spennandi at síggja,
hvat tey hava upplivað niðri
á Manila.
Stór Gospelkonsert
Nú leygarkvøldid verður
skipað fyri einari stórari
gospelkonsert í itréttarhøll-
ini í Runavík. Bólkarnir,
sum fara at luttaka, eru
Heini Liitzen, Regin Gutte-
sen og Torkil Mørkøre.
Heini Liitzen er tann gos-
pelsangarin, sum savnar
mest áhoyrarar í Føroyum.
Hetta er ikki uttan grund,
hann hevur eina sera góða
Heini Liitzen - best umtókti gospelsangarin í Føroyum
rødd. Tá ið hann syngur á
konsertum, er hann altíð
væl fyrireikaður, so fram-
førdslan verður altíð góð.
Ein kann væl siga, at Heini
er ein sangari í heimsklassa.
Hetta prógvaði hann, tá
hann sang á konsertini, sum
Andrew Craugh hevði í Før-
oyum. Teir báðir sungu
saman við kórinum United
Voices, og har stóð Heini í
hvussu so er ikki aftanfyri
Andrew
Tónleikararnir, sum
spæla við Heina Lútzen eru
Jákup Zachariassen guitar,
Jan Zachriassen bass, Jón-
svein Heinesen tangen:ar,
John Eli Andreassen
trummur
Regin Guttesen er eisini
eitt stórt navn innanfyri før
oyskan tónleik. Frá at hava
spælt saman við M. C. Rest
orff, hevur hann stovnað sín
egna bólk. Regin hevur giv-
ið eina fløgu út, hana hevur
ein hoyrt nógv ul. Regin
verður kanska tann fyrsti
føroyski tónleikarin, sum
fær eitt veruligt gjøgnum
brot yviri i USA. Tað eru í
løtuni samráðingar við okk
urt plátufelag, men einki
úrslit er komið burturúr enn
Men vónandi fer hetta at
eydnast fyri Regin, og før
oyskan tónleik
Fónleikurin, sum hann fer
sum fær ev
ER Gt GN
á
21
at spæla á konsertini, verður
fyri tað mesta av fløguni hjá
sær. Men okkurt annað
verður eisini at hoyra, okk-
urt kopilag og onkur sálmur,
sum Regin hevur gjørt eitt
sindur um
Regin Guttesen spælir
saman við hesum tónleik-
arunum leygarkvøldid: Jåk
up Zachariassen guitar, Nic-
las Johannessen guitar, Jan
Zachariassen bass, Mikkja
Hvannastein, guitar g
Sámal Joensen trummur
Torkil Mørkøre er ikki s
vælkendur, sum hinir báðir
Hann hevur spælt i nóg
men fyri tað mesta í Kla
vík. Hann ger nógv løg og
spælir og : I
Hann ætlar
tónleikin
kanska ver
fer at og
IT alt £
hann
ut
Tónleikararnir, sum eru við
li, eru m.a Sáma
ummur og Mikkja
Hvannastei tar
Fyri ljóð og ljósi fer ADJ
sound at standa fyri. Fy
reikararnir eru sera giaðu
fyri, at fyritøkan vil lata ð
og ljósútgerð ókeypis. Og
lir teknikararnir á k
NÝ
KIA