mikudagur 26. august 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið OKEYPIS
= * R
sosialurin =.
Box 76 |
110 Tórshavn
Undirritadi teknar seg sum haldara av
Tíðindablaðnum Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
Eg gjaldi bert fyri blødini, sum eru eftir
av ársfjórðinginum...
Birgir Sondum ein fóltbóltskandala:
Nr. 159 — 26. AUGUST 1998
Ein innarlig áheitan á Birgir:
Legg floytuna frá tær
Jú hørd orð, men tíðanverri
eftir mínari metan tiltrongd.
Aftur í ár hevur tú brotið so
nógv niður innanfyri FM-
kappingina í 1. deild í fót-
bólti, at tað var betri at før-
oyskur fótbóltur manglaði
ein dómara, enn at hava teg
sum dómara í 1. deild menn.
Fyri tveimum árum síðani
var tað eisini tú persónurin,
Birgir Sondum, sum hevði
ein rættuliga stóran fingur
við í spælinum, hvar FM-
heitið skuldi enda ella rætt-
ari; ikki skuldi enda.
Íkki fari eg at koma her
við detaljum um, hvat eg
meini við, tí tað vita flest
øll fótbóltáhugað, men at tú
hevur ålvrsligar trupulleikar
við at dóma rættvíst, tá ann-
að liðið eitur KÍ, er sjón fyri
søgn. Og tað var dysturin
sunnudagin millum NSÍ og
KÍ aftur eitt talandi dómi
um, møgulig var tað reint
tilfeldi, men fakta var, at so
sjótt sum klaksvíksdómarin,
sum dømdi í Gøtu millum
Gi og HB, dømdi straffi til
Gi, so tad bleiv 1-1 f Gøtu,
so gekk tå berserkaragongd
í Runavík og veitraði vilt
við reyðum og gulum kort-
um, bert ein Kí-ari nam við
ein NSI-ara so at sjálvt NSI-
viðhaldsfólk runt vøllin
ristu við høvdinum og hildu
lítið um tína dóming.
Áhugavert verður at vita,
hvussu reellur tú klárar at
verða í tínari raportering til
FSF um dystin og tínari,
longu fráboðari innrapport-
ering, av »6høviskum atburi
av Kí-viðhaldsfólkið<
Sjálvur var eg staddur bert
Í metur frå tær, tá ein
Klaksvíksingur rætti annan
armin inn millum manna-
múgvuna, har tú var stadd-
ur, og segði nøkur >borgar-
lig orð< við teg, hann ikki
so frætt sum næm við teg.
Tá tú longu sama hvøld
boðar frá via útvarpið at tú
ætlar at »melda« klaksviks-
ingin fyri 6høviskan atburð,
so eri eg sera áhugaður eftir
at vita, um tú klárar at vera
so reellur at tú samstundis
eisini boðar frá, at tað var
formaðurin í felagnum KÍ“
saman við ødrum KÍ-við-
haldsfólki sum skúgvaðu
mannin burtur, so hann ong-
antíð nam við teg, og at tað
vóru klaksvíksingar, á úti-
vglli, sum vardi teg móti
eventuellum óhgviskum
sum man kann vænta at ein
dómari fær yvir sín kropp,
eftir at hava veri so skanda-
leysur í sínari dóming sum
næstan bert tú Birgir klárar
at vera og sum tú aftur
hendan sunnudag var.
Legði til merkis at út-
varpsmaðurin, sum eg og
fleiri onnur, at hettar var ein
spakur dystur. Men at tú
Birgir kláraði at geva klaks-
víksingum 10-11 kort í ein-
um tomum dysti, og tað
nærum gll eftur at GI hevði
javnað í Gøtu móti tínum
liði-HB, tað loyvur mær at
seta spurnartekin við tíni
evni at dóma dystir, har KÍ
er annað av liðunum.
Tá ein lesur hesar skørpu
reglur so kundi ein trú, at
hettar var ein óður og fan-
atiskur Kl-ari, men so er
ikki, eg havi bæði beinini
væl plantað á jørdinini og
eri ikki meira fanatiskur enn
so, at eg gleðist eisini yvir
at síggja eitt vakurt spælt
álop við einum vøkrum
málskotið - eisni á KI-måli.
Eg kundi skriva nógv aft-
urat fyri at undirbygt mítt
úttalisi, og um at eg mein,i
at stødid hjá nøkrum av
dómarunum í 1. deild menn
er á einum so lágum stødi,
at tað í sær sjálvum er ein
av teim størstu foringunum
fyri at føroyskur toppfót-
bóltur kann menna seg, tí
tað eru longu fleiri ár síðani
at føroyskur fótbóltur fór
uppum tað stødid, sum
nakrir av okkara dómarum
eru í dag, men lat tað vera
nok skrivað hesaferð.
Bert vil eg enda við einari
áheitan á teg Birgir: Legg
floytuna ella melda teg
sjúkan, tá tú verður settur
at dóma, tá KÍ er annað
liðið.
Skuldi kanska enda við at
siga, at hettar er míni per-
sónligu útalisi, og at eg,
sum so onki havi við KÍ at
gera.
Eri bert ein vanligur á-
skoðari og eiti.
Anskar Hansen