Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 159 — 26. AUGUST 1998 tíðindablaðið SOSlalurn 17 Telefon til Høgna Hoydal Høgni Hoydal: Allir flokkar mugu vera við — Er endamálið hjá Javnaðarflokkinum við eini sjálvstýrislóg at fáa fult sjálvstýri, so er ikki so langt ímillum ætl- anirnar hjá samgonguni og Javnaðarflokkinum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður m. a. EIRIKUR LINDENSKOV Eftir at Høgni Hoydal hevdi sitid f tveir timar vid tele- fonina å Sosialinum, so kunnu vit staðfesta, at tað kanska ikki var tann heilt stóri áhugin hjá fólki, at seta spurningar, ið viðvíkja tjóð- skaparmálinum - hóast hetta var tað málið, sum var mest frammi í valstríðnum. — Er orsøkin tann, at fólk ikki hava tann stóra áhugan fyri hesum máli longur? — Vit kunnu ikki síggja burtur frá, at nú var hetta høvudsevnid í valinum, og tað var ein stemningur, sum ikki verður verðandi, sigur Høgni Hoydal, og hann leggur afturat. — Tann gongdin, vit eru f ni, er at visa, at nakad ftøki- ligt var f hesum måli, og eg hugsi, at fólk bíða eftir at vita, hvat politikararnir fara at gera, um samgongan í veruleikanum meinar hetta og um Javnaðarflokkurin kann hugsast at koma við í arbeiðið, og um vit í felag kunnu finna eina loysn. Vóni fólk tosa um málið í kaffipausunum — Eg haldi eisini, at fólk bíða eftir einum meira itøk- iligum útspæli frá politik- arunum, áðrenn tey kunnu seta teir heilt stóru spurn- ingarnar. Hinvegin so vóni eg, at hetta er eitt mál, sum fólk tosa um úti í kaffipaus- unum, sigur Høgni Hoydal. — Er tað avgerandi fyri teg, at tú fært Javnaðar- flokkin við í arbeiðið - so tað ikki einans vera 18 ting- menn sum samtykkja málið? — Nú havi eg tosað við andstøduna um málið - eis- ini Javnaðarflokkin, og eg haldi at møguleikar eru fyri | eini loysn, sum eisini Javn- aðarflokkurin kann taka undir við. — Hvussu avgerandi er tað, at tú fært andstóðuna við? — Tað er heilt avgerandi. Tí tað er av alstórum týdn- ingi, at vit ikki enda aftur í 1946, har vit hava tveir blokkar. Tað er heldur eing- in meining í at hava eina folkaatkvødu, um alt verður knívskorið - og føroyska fólkið er tvíbýtt í spurning- inum. Tá ger ein fólkaat- kvøda meiri skaða enn gagn. Rokni við Javnaðarflokkinum Men tað sum er avgerandi, er tað fyrireikingararbeiðið kemur fram so at fólk síggja nakrar búskaparliga framrokningar, og hvussu vit hugsa okkum, at sam- starvið verður á teimum ymsu gkjunum - ikki fyrr enn tá kunnu fólk taka stóðu, heldur Høgni Hoy- dal. — Eg rokni við, at Javn- aðarflokkurin er við upp á at fáa tað arbeiði sett í gongd, so vit fáa gjørt alt tað stóra fyrireikingarar- beiði, sum skal til, fyri at vit kunna viðgera ríkisrætt- arligu støduna í álvara. Høgni Hoydal sigur, at endamálið við at leggja hetta uppskotið fram í ting- inum júst var at geva and- støduni møguleika at vera við í arbeiðinum frá byrjan av. — Andstødan sigur tó, at hetta skuldi verid gjørt å onkran annan hått, men eg dugi ikki at síggja, at tað var nakar annar máti at gera hetta upp á, tí formliga, so kundi landsstýrið bara fara í gongd við arbeiðið og at farið undir samráðingar við danir, men tað haldi eg hevði verið púra skeivt. Tí haldi eg, at tað er rætt nú at fáa eitt politiskt kjak í tingi- num, so verður málið við- gjørt í uttanlandsnevndini, og har kunnu vit so vóna tað, at vit finna eina loysn - eisini saman við Javnaðar- flokkinum um, hvussu vit fara víðari. Vil vita, hvat hann skal gera Høgni Hoydal heldur, at tå hetta arbeiðið er gjørt, hava vit eitt uppskot við kjøti á - og tá hugsi eg ikki, at tað er so langt ímillum tað, sum samgongan hevur gjørt, og tað sum Javnaðarflokkurin sigur seg vilja, sigur Høgni Hoydal. — Er endamálið hjá Javn- aðarflokkinum við eini sjálvstýrislóg at fáa fult sjålvstyri, so er tað ikki so stórur munur á. Vit hava sagt, at vit vilja hava fult sjálvstýri, og so seta vit gongd á prosessina, meðan Javnaðarflokkurin kanska vil hava eina gongd, sum fer ímóti tí, uttan at hava tikið greiða avgerð um, at teir vilja hava fult sjálvstýri. — Møguleikarnir eru nógvir, men tað sum eg haldi vera týdningarmikið er, at flokkarnir nú taka stóðu til, hvat tað er, teir vilja. Vit kunnu eisini sam- anbera tað við onnur mál, sum tó ikki hava verið so víðgond, t. d. undir- grundarmálið. Tá samtykti løgtingid, at nú vilja vit yvirtaka undirgrundina, og so fór ein longri prosess í gongd. Men tað er av al stórum týdningi, at tú setir tær málið, hvat tað er tú vilt, tí annars havi eg einki at arbeiða fram ímóti. — Eg vil vita, um vit vilja hava fult sjálvstýri ella ikki. So finna vit ta praktisku loysnina. Alt málið skal aft- ur fyri løgtingid og síðan fyri eina f6lkaatkvødu, sig- ur Høgni Hoydal at enda. - Vit skerja ikki rættindini hjá a teimum, sum lesa í Danmark Men vit vilja eisini styrkja møguleikarnar fyri at lesa í óðrum londum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður Umframt tey, ið ringdu inn, vóru eisini ngkur, sum sendu okkum spurningar um faxið. Ein teirra var Ed- vard Nielsen í Tórsbyrgi í Havn. Hann spurdi, um tað ber til at bera saman ís- lendsku skipanina frá 1918 við Føroyar. — Tað er greitt, at ís- lendska samfelagið, sum tað var í 1918, als ikki kann berast saman við føroyska samfelagið í dag. Íslendska sambandið við Danmark var ikki tað sama, sum vit hava í dag, tí teir í veru- leikanum høvdu yvirtikid fleiri øki, enn vit hava, og teir høvdu ongan danskan statsstudul f skipanini. Men at vit kortini bera saman er fyri at vísa, at tað ber til at finna eina skilagóða loysn, har í hesum føri ísland fær fult sjálvstýri, men sam- stundis hevur eina avtalu við Danmark. Hvussu við útbúgvingum í Danmark? Tað er eingin ætlan at skerja rættin hjá føroying- um at lesa í Danmark. Sum longu nevnt halda vit tað er rætt at miða ímóti einum felags ríkisborgararætti hjá føroyingum og dønum, so føroyingar kunnu lesa í Danmark og danir í Føroy- um. Vit vilja eisini styrkja møguleikarnar at lesa í ðrum londum. Hann spyr síðani um væl- ferðina. — Tað stutta svarið er, at tað verður longdin ella dygdin á skiftistíðini, sum verður avgerandi fyri, um vælferðin verður skerd og møguleikin at útvega nýggj- ar inntøkur. Hann spyr eisini um sam- bandið við tað víðu verð. Her er at siga, at tað tekur ár at byggja upp eina uttan- ríkistænastu, og tí er tað neyðugt fyrst at fáa eina av- talu í lag við danir, hvussu vit kunnu nýta teirra uttan- ríkisverk. Høgni Hoydal vid telefon- ina á Sosialinum sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen Hjørleif Justesen spyr um okkara løgnu stødu, tå tað kemur til 5, har vit sum land standa uttanfyri, men sum einstaklingar kunnu fáa ES-koyrikort og ES- pass: — Eg havi sjálvur havt eina heldur harða stødu til hetta mál, har eg havi víst á, at ikki ber til at blæsa og hava mjgl í munninum. Ég skilji, at fólk vilja hava ES pass, sum kann útskriv- ast í Føroyum, tí tað loysir nakrar praktiskar trupul- leikar, og sakin er tann, at flytur tú niður at lesa kanst tú altíð fáa eitt ES-pass. — Trupulleikin við hesi dupultstødun: er, at ein partur av føroyingunum Tey vid føroyskum passi skulu ikki vera verri fyri hava valt føroyska passið - tad grøna passid. Tey hava tå verri rættindi enn hini. Hetta er ein trupul- leiki. Vit mugu fåa eina avtalu við ES, hvussu tað verður við okkara passvið- urskiftum. — Tað er ikki tí, at eg havi nakað ímóti, at vit fáa nøk- ur rættindi við at vera í rík- isfelagsskapi við danir, men vit mugu tryggja okk- um, at tað ikki er tilvildin, sum ræður, men at vit hava skipað viðurskifti, so at vit ikki missa hesi rættindi, um eitt nú Danmark broyt- ir síni viðurskifti við ES Fróði Magnussen, Havn: — Heyði tað ikki verið rættari at skipað føroysku umsitingina eftir onkrum ødrum leisti, enn ti danska - heyði tað ikki verið rættari at brúkt okkurt annað lítið oyggj- asamfelag sum fyrimynd, heldur enn stóra samfel- agið Danmark? — Jú, har eri eg púra samdur. Skulu føroyar ger- ast politiskt og búskapar- liga sjålvstødugar, so krev- ur tað eisini, at vit fara at byggja upp eina føroyska Oyggjasamfeløg sum fyrimynd umsiting og eitt føroyskt lógarverk, so verður meira einfalt. Hatta er ein avger- andi partur á vegnum móti sjálvstýri. Men greitt er, at hetta ikki hendir eftir einum degi, tað fara at ganga nógv ár, áðrenn vit hava klárað | at bygt upp eina nýggja | umsiting. Hetta er eisini ein spurningur um, hvat kommunurnar skulu kunna umsita. Tað verður eitt gott høvi at kjakast um hetta, tå kommunuålitid fyrsta dag- in kemur fram.