Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A AAAA—— Nr. 159 — 26. AUGUST 1998 tíðindablaðið SOS Folkekirkens pæda- gogiske Institut Í komandi viku koma fólk frá Folkekirkens pædago- giske Institut til Føroya at halda skeid fyri prestum, lærarum, læraraskúla- og pedagog næmingum, kirkju- ráðslimum, kirkjutænarum og almenninginum. Folkekirkens Pædago- giske Institut er ein eftirút- búgvingar-stovnur hjá Fólkakirkjuni við tí enda- máli at stuðla prestum og ðrum, sum hava ábyrgd av kristnifrålæru. Føstu lærar- arnir å stovninum og gesta- lærarar halda alt årid skeid á stovninum í Løgumkloster og úti um landið. Hetta er fyrstu ferð, Folkekirkens Pædagogiske Institut heldur skeið í Før- oyum, og tað eru rektarin Eberhard Harbsmeier og Birgitte Thyssen, lektari, sum koma hesaferð. Týsdagin 01. september hava tey skeid vid prestu- num í Norðurlandahúsinum. Tyskvøldid kl. 19.30 skipar Felagid Fyri Kirkju- rådslimir fyri almennum fundi í Norðurlandahúsi- num, har evnið verður >Me- nighedens pædagogiske an- svar< Mikudagin 02. sep- tember hava tey skeið við læraraskúla- og pedagog- næmingum á Føroya Lær- araskúla og hósdagin 03. september eru tey á Lands- midstødini fyri Undirvising- aramboð. Evnini fyri fyri- lestrunum annars eru m.a. >Samarbeiðið millum skúla og kirkju«, >Hvussu ung uppfata Gud< og >Hví eru ung so upptikin av óndskapi í fjølmidlunum?« Annars fer rektarin Eber- hard Harbsmeier at prædika vid gudstænastuna sunnu- dagin 30. august kl. 11.00 i Dómkirkjuni, og Birgitte Thyssen, lektari fer at prædika í Haldarsvíkar kirkju kl. 11.00 = Folkekirkens Pædagogiske Institut í Løgumkloster ” — — Í Eberhard Herbsmeier, rekt- ari á FPI, hevur m.a. verið prestur og lektari á Kóben- havns Universitet, áðrenn hann gjórdist rektari á FPI 21 Birgitte Thyssen hevur m.a verið sóknarprestur og stu- dentaprestur í Arhus, áðr enn hon gjørdist lektari á FPI Undirvisingarhøli á FPI i Løgumkloster Hvat var av lyftunum til Heimarøktina Fyrst f hesum månadi hevdi formaðurin í Trivnadar- nevndini áhugaverda grein í blødunum, ið hann nevndi >Tín heimargkt skal varð- veitast. Hvat er síðani bliv- ið av lyftunum? Í juli var undirritaða á fundi í Landsstýrinum, har umboð fyri Heimargktina, Fráboðan Sjúkrasystrafelagið hjá okk- um og landsstýriskvinnan í almenna- og heilsumálum vóru til staðar. Til viðgerðar á fundinum vóru tær ógvus- ligu sparingar Heimargktin hevði fráboðað. Sum vit skiltu á hesum fundi, skuldu hesar sparingar ikki setast í verk, men skuldi ein loysn Við hesum ska! verða sagt frá, at í samband við, at Eyðfinnur Jacobsen, advokatur tann 1. september 1998 fer í nýtt starv, hevur Annfinn V. Hansen, advokatur, 100 Tórshavn vvirtikid avgreiðsluna av målum hansara. Annfinn V. Hansen kemur í samråd við Eyðfinnur Jacobsen og hansara klientar at standa fyri vidari avgreiðsluni av verandi målum. Målini verda framyvir avgreidd å skrivstovuni hjå Annfinni V. Hansen á bústaðnum: Annfinnur V. Hansen Advokatfirma Gongin P.O. Box 106 FO 100 Tórshavn Tlf. 319595 - fax 315499 svarar alt samdøg Mikudaga geving og serligir s Eyðkvæmislinjan rið á tif, 18820. r kl. 19.00-21.00 fæst persónlig ráð- purningar verða svaraðir. 550 EÐ = FL BS 0 finnast, ið ikki kom at raka brúkaran ov meint. Sum skilst, so eru hesar sparingar settar í verk í flest øllum økjum í landinum, og merkir hetta, at øll reingerð er'skorin burtur, eisini hjá teimum, ið ongan ávarðandi havz óansæð aldur. Sjálv hjálpin til røkt er skorin nið- ur á eitt so lágt stødi, at ein ikki longur kann kalla hetta vanlig arbeidsvidurskiftir hjå heimahjålparum longur. Teirra arbeiði er blivið til eitt regulert akkord arbeiði. Ongin heimahjálpari klárar í dag at arbeiða 40 tímars viku, orsakað av tí øktu ar- beiðsbyrðu, so mín niður- stóða er, antin vita teir økis- leiðarar, ið gera slíkt ikki hvat arbeiði gongur út uppá, ella eisini er ein líka glaður. Tá vit hugsa um tíðina síðan Heimahjálpara, heima- og heilsusjúkra- systraskipanin vóru saman- lagdar, so má ein sanna, at tað hevur bara gingið niður á bakka. Frammanundan vóru tað eftirlitskvinnur, ið sótu runt í landinum og løgdu arbeiði til rættis, men hetta metti politiski myndugleik- in skuldi broytast, og í stað- in skuldu kvalifiserad fólk setast sum gkisleiðarar, tí motto var, at hendan tæn- asta skuldi gerast bíligari og betri. Somuleiðis skuldu hesir bólkar ikki longur yv- irlappa hvgnnannan, men í staðin arbeiða saman. Tað er sera harmuligt at síggja eina so væl skipaða skipan sum Heimahjálpara- skipanin var áðrenn saman- leggingina sindrast á hend- an hátt. Høvuds æruna fyri, at skipanin virkaði so væl, eiga allar tær eftirlitskvinn- ur, ið í dag eru meir ella minni blivnar burtur í hesi nýggju skipan, ið ongantíð hevur virkað. Heimahjálparafelag Før- oya hevur sett spurningin fram bæði yvirfyri lands stýrinum og Heimarøktini um meiningin er at taka heimahjálparaskipanina av, ella hvat tað er ein ætlar, men ongastaðni fáa vitsvar. Eg ivist ikki í, at tankin hevur verið góður av fyrstan tíð, men spurningurin er, hvat er tað vit vilja bjóða okkara brúkarum? Tá trupulleikin er so mik- ið stórur, at tey fólk ið veru- liga hava brúk fyri hjálp ikki fáa hana, so er okkurt galið. Eisini er stødan í onkrum øki tann, at har tvær heima- hjálpir hava verið um ein tungan røktarkrevjandi brúkara, hevur ein spart við at taka aðra heimahjálpina burtur, og kann ein bert síggja hvussu åbyrgdarloys- ið er, bæði fyri starvsfólk og brúkara. Eisini hoyrir ein í dag, at nú skal ongin leiðari vera í Heimargktini, men skal hon skipast í ókum, møguliga ein nýggj roynd fyri at fáa tingini at koyra. Men hava vit råd ul fleiri óroyndar royndir, tá vit vita, at gísl- arnir eru tey gomlu, veiku og óhjálpnu? Eftir at hendan samanlegging hevur virkað í tvey ár, má ein sanna, at stóðið í Heimarøktini ong- antíð hevur verið so lágt sum nú. Heldur ikki veit nakar um, at samstarvið millum bólkarnar hevur verið so vánaligt sum nú. Ongantíð hava tað verið so nógv fólk, ið sita einsa- møll og óhjálpin runt í hes- um landi, og er tað mín nið- urstøda, at tað er ikki lætt at gerast gamal og óhjálpin í hesum landi, tí tann hjá ið einaferð var, er meir ella minni burtur. Eg veit væl, at ein vísir ofta á, at tørvurin á røktar- heimsplássum, sparingar innan heilsuverkið o.s.fr. eru ein orsøk til óskilið i Heimargktini. Men tey gomlu eru ikki vaksin í tali hesi seinastu tvey árini. Heldur ikki eru tey nógv verri fyri í dag, enn fyri tveimum árum síðani. Eis- ini eru nógv av teimum, ið rýmdu av landinum undan kreppuni fyrst í 90unum komin heimaftur. Somu- leiðis er búskapurin góður í dag, tí er tað ikki til at skilja, at tað eru hesi bæði seinastu árini alt er gingið galið. At enda vilja vit enn eina- ferð heita á landsstýrið um, at fáa svar uppá, hvat tað er ein ætlar við hesi skipan Tórshavn hin 24.08.1998 Vegna Heimahjálpara- felag Føroya Asa Djurhuus