fríggjadagur 28. august 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Skynsom viðgerð —
og svarta afturhaldið
Oddagrein
Í oddagrein í gjár viðger Dimmalætting
m. a. tiltakið hjá Sosialinum seinasta sunn-
udag, tå Høgni Hoydal sat á Sosialinum
og svaraði spurningum um telefonina.
Sum vera man speirekur Dimmalætting
hetta tiltak - og ikki minni landsstýrismann-
in og politikk hansara.
Men hvussu er og ikki, so fer Foroya Log-
ting í dag undir viðgerðina av fullveldis-
uppskotinum, og tá batar lítið hjá teimum
politikarum, sum eru ósamdir við lands-
stýrið at sita og bína, gera gjøldur og
flenna býtt. Sambandsmenn og málgagn
teirra eiga eisini at viðgera hetta mál í tí
álvara, tað krevur. Tað er hóast alt Foroya
framtíð, ið skal avgerast - seks fornerm-
aðir sambandsmenn, sum tvíhalda um
aldargamla afturhaldið, eru Føroyum so-
leiðis til lítlan sóma.
Men tað eru tíbetur bara sambandsmenn,
sum tykjast vilja varðveita gamla og tvor-
liga sambands/sjálvstýrisstríðið, ið síðan
1906 hevur hildið aftur neyðuga framburð-
inum.
Javnaðarflokkurin hevur síðani 1981 tos-
að um eina sjálvstýrislóg, ið hevur til enda-
máls at geva foroyingum fult vald á ollum
økjum, men ikki fyrr enn nu tykist ljóð
verða vunnið fyri hesum sjónarmiðum.
Tjóðveldisflokkurin hevur sannað, at vilja
teir fora praktiskan politikk, so varð flokk-
urin noyddur at >bloyta< loysingarpoli-
tikkin soleiðis, at hann kundi samstarva
við aðrar flokkar um eina felags kós.
Hvussu tingviðgerðin í dag endar, er ilt at
spåa um. Men staðfestast kann, at Høgni
Hoydal hevur kagað í uppskotið um setan
av stjórnmálanevnd hjá Javnaðarflokki-
num og viðmerkingum tess, tí viðmerk-
ingamar í fullveldisuppskotinum líkjast ikki
sert uppskoti Javnaðarfloksins.
Hinvegin kann hugsast, at Javnaðarflokk-
urin aftur fer at leggja fram uppkotið um
stjémmålanevnd, ti flokkurin hevur fleiri
ferðir borið fram, at hann vil hava røttu
kronologiina, sum at enda skal fora til fult
sjálvstýri á ollum økjum - tó innan fyri
ríkisfelagsskapin.
Loysingin sum so er ikki endamálið. Loys-
ingin kann verða eitt úrslit av sjálvstýri-
num.
Sosialurin
Hóp fráflyting væntandi, tá ið Ríkisveitingin heldur uppat
Um eitt meðal ársverk er
200.000 kr., skal sama árs-
verk, eftir at farið verður úr
Ríkisfelagsskapinum, vinna
472.000 um árið fyri at
gjalda tað, ið ríkisveitingin
rindar i dag. Tað svarar til,
at inntøkan hvønn mánaða
skal økjast frå 16.667 kr. til
39.333 kr. pr. månada.
H6ast øll arbeida 19 timar
dagliga, fer tað ikki at bera
til.
Samgongan fer ómetaliga
lætt um sannleikan, um hon
noktar, at livifóturin ikki
lækkar niður á nærum óliv-
iligt stødi. Margháttligt, at
samgongan roynir at fjala
veruleikan fyri fólki.
Ríkisveitingin er til
sjálvsteðugu tjóðirnar
í ríkiseindini
Ríkisveitingin er ein árlig
veiting, sum er sjålvsøgd í
Ríkisfelagsskapinum, har
grundlógin tryggjar øllum
borgarum í rikinum nøkur
rættindir, ið eru nevnd i
grundlógini. Hendan veit-
ing hevur onga meining utt-
an fyri ríkisfelagsskapin,
har onnur grundlóg er gald-
andi. Ríkisveitingin fellur tí
sjálvsakt burtur, tá loyst
verður. Hendan veiting er í
1998, íroknað Statens Ud-
dannelsesstøtta áleið 1360
milliónir krónur árliga. Tað
vil siga at vit koma at missa
hesa veiting - um fullveld-
isørskapurin eydnast.
Um ríkisveitingin skal
gjaldast um skattin, verður
talan um so ógvusliga
skattahækking, at tað snøkt
sakt ikki ber til at liva í Før-
oyum.
Hópfráflyting, négva
ferðir stórri enn tann, ið var
um at forkoma okkum sam-
felagið fyri góðum 5 árum
síðani, verður úrslitið.
Um vit siga, at 20.000
ársverk eru her á landi, skal
hvert ársverk gjalda 68.000
kr./ár eyka. Ella 5.667 krón-
ur eru meira at gjalda um
mánaðin hjá hvørjum års-
Lesarabrøv -
verki.
Tá skatturin er uml. 50%,
skal meðal inntgkan fyri
hvert ársverk, hvønn mån-
aða gkjast við 11.333 krón-
um um mánaðin ella
136.000 krónum árliga.
Allur lønarmassin skal
gkjast við 2.720.000.000
milliónum krónum (sløkum
3 milliardum krónum ár-
liga).
Um vit siga, at helvtin av
ársverkunum eru privat og
hin helvtin almenn, so skal
inntøkan koma frá tí privata
partinum. Tad vil siga, at
hvørt einstakt privat årsverk
skal gjalda 11.333 kr. meira
um månadin i skatti, ella
forvinna 22.666 kr. meira
um månadin, svarandi til
272.000 krénur um årid,
afturat nåverandi inntøku.
Eg skal her nevna, at eg i
dómi minum roknadi eina
meðal årsinntøku at vera
200.000 kr./ár.
T.v.s. at fullveldis-loys-
ingin vil krevja at tann pri-
CCTÉTTUE
Fjalda rokning
samgongunar (1)
vati, sum idag vinnur
200.000 kr. pr år., eftir suv-
erenitetin skal vinna
472.000 krónur, fyri at
gjalda rokningina fyri mistu
ríkisveitingina. Ella rokna
um í arbeiðstíð, skal arbeiða
19 tímar um døgnid, í mun
til 8 tímar ídag. At slíkt er
nidurbindan av føroyska
borgaranum og ikki frælsi,
munnu flestu vera samt um.
At hetta ikki bert er eitt
seinasta farvæl til vælferð-
ina, men somuleidis til
flestu føroyingar, ið ikki
kunnu liva undir slíkum
korum, er eyðsýnt.
Eg meti ikki at nevnda
dømi er svart - heldur real-
istiskt.
Men eg skal vidganga at
útlitini eru kolasvørt.
Nevnda dømi fær hugs-
anina um einar fólkatómar
Føroyar at vera realistiskan.
Marjus Dam,
løgtingslimur
sambandsfloksins
Forfylging
Enn einaferð eydnadist tað
Birgir Sondum at oyði-
leggja ein 1. deildar dyst,
hetta hendi sunnudagin í
Runavík. Sami dómari hev-
ur nú í trimum teimum
síðstu dystunum sent heili
fimm KI leikarar av vøllin-
um við reyda kortinum, har
hann hevur dømt im6ti Kl,
og ein hevur næstan ikki tal
å gulum kortum, sum hesin
sami dómari hevur givið
sama felag. Einasta ein
kann siga um hendan mann-
in er, at hann miðvíst for-
fylgir KÍ og átti hetta at
fingið fylgir fyri viðkom-
andi
Í Runavík var undirritaði
og hugði. Fyrsta kortið kom
longu tá ið 9 min. vóru
leiktir, bólturin kom í lærið
hjá Arnoldi Joensen og
dømdi Birgir Frispark til
NSí, Arnold sparkar bóltin
til NSI, men bleiv revsadur
við gula kortinum. Løtu
seinni gjørdi ein Klari eitt
grovt friospart, har hesin vid
knoppinum fremst rakti
beinið á einum NSlara, hes-
in bleiv liggjandi, men Kl-
arin bleiv ikki revsaður og
ikki ein gang bleiv fríspark
dømt (legið).
Í seinna hálvleiki, beint tá
ið GI hevði javnad í Gøtu,
og áskoðarnir róptu út á
vøllin í Runavík at nú var
1-1 í Gøtu, bleiv Zoran út-
vístur, hetta hendi á miðjum
velli, bólturin sprakk upp í
hondina hjá Zoran og bólt-
urin endaði hjá einum NSI-
ara, men Birgir Sondum gav
Zoran reyða kortið, heilt
ófatuligt. Løtu seinni segði
liðformaðurin Harley
Bertholdsen við dómaran,
at linjuverjin hevði flaggið
uppi, og at nú m;tti hann
fáa tamarhald á dystinum,
men tað skuldi hann ikki
sagt, tí hann bleiv revsadur
beinanvegin við gula kort-
inum. Nú gingu 10 min. og
Harley fór í eina takling í
vinstru síðu, har ein NSÍari
ætlaði sær ígjógnum, bólt-
urin lá ímillum og NSlarin
var um at fara um koll, men
hendingin førdi við sær, at
Harley fekk reyða kortið og
mátti út. Nú vóru Klarnir
bara níggju mans og dyst-
urin var oyðilagdur av ein-
um dómara, sum als ikki er
sína uppgávu vaksin. Sera
spell, at ein dómari skal
kunna vera so partískur og
ferð aftaná ferð oyðileggja
dystir, har hann miðvíst
leggur eftir KÍ. Teir Kl-arar,
ið hava fingið reyða kortið
frá honum í teimum trimum
dystunum eru: Símun Høg-
nesen, Jan Joensen, Kurt
Mørkøre, Zoran og Harley
Bertholdsen. Onki løgid er
f ti, at åskodarar og leikarar
eru í ødini inn á dómaran,
men mín áheitan til áskoð-
arnar og leikarar er, at ikki
geva Birgir Sondum møgu-
leika at gera skaðan enn
stórri, tí tað er tað hann er
úti eftir. KÍ skuldi sent kæru
inn til Fótbóltssambandið,
tí tað kann ikki vera rætt, at
ein dómari skal við mið-
vísari viðferð leggja eftir KÍ
dyst aftaná dyst.
Símun á Høvdanum
P. S. Annars hevði Birgir
Sondum úttalað seg til Kl-
leikarnar næstseinasta
sunnudag, tá ið KÍ leikti
ímóti TB, at vit síggjast um
eina viku og »tå skulu tit
fáa at síggja<. Hetta játtaðu
Kl-leikarnir eftir dystin, tá
ið undrritaði tosaði við teir
umborð á Dúgvuni. Hvat er
meiningin, er tað so galið,
at ein dómari skal hótta
leikarnar áðrenn dystir, ella
hvat vil Birgir Sondum við
hasum orðunum? tí sjón er
fyri søgn, at hann fekk tveir
Kl-leikarar útvístar í Runa-
vík og gav hann KI fleiri
gul kort afturat. Heilt ófatu-
ligt, tí eftir mínari meining,
átti Birgir Sondum ikki at
sloppið at dømt dystir hjá
Kl í framtíðini, tí hann er
partískur. Tað kann ikki
vera rætt, at fimm ymiskir
Kl-leikarar skulu rekast av
velli í trimum teimum
síðstu dystunum, sum Birgir
Sondum hevur dømt ímóti
KÍ, men rætt skal vera rætt,
av teimum fimm kortunum
var eitt reytt komið í ordan,
men gll hini kortini hava
ikki verið rgtt.