leygardagur 29. august 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——
= = —
Blaðfólk: : Útgevari, uppseting og prent: | 110 Tórshavn
Dagny Joensen, ljóns Kisan ristian Vang Sosialurin Telefon: 311820
i Bertholdsen, Telefax. 314720
Emil L. Jacobsen Lysingar og søla: Bústaður: :
Sveinur Tróndarson Jonhard Hammer Argjavegur 26, Argjum e-mail: - |
Turið Kjølbro Postadr: Postsmoga 76, poste sosialurin.fo
Sjálvstýri í
felagsskapi
Oddagrein
Dagurin í gjár var ein søguligur dagur - tí
tå fór Foroya Løgting fyri fyrstu ferð undir
at viðgera framtíðarstoðu Foroya.
Higar til dags eru tað bara einstakir flokkar,
ið hava borið uppskot í tingið, sum hava
við framtíðarstoðu Foroya at gera. Hesa-
ferð er tað eitt samlað landsstýri - tí kunnu
vit loyva okkum at taka málið í storri álvara
- samd ella ósamd.
Í skrivandi stund er tingviðgerðin ikki kom-
in nóg langt áleiðis, at vit beinleiðis kunnu
draga eina niðurstoðu. Men sum væntað
setti Sambandsflokkurin seg uttanfyri,
meðan Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin
konstruktivt sogdu seg vilja arbeiða víðari.
Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum,
Høgni Hoydal fegnast um framsøgurød-
una hjá Jóannes Eidesgaard, formanni
Javnaðarfloksins, sum m. a. boðaði frá,
at Javnaðarflokkurin aftur fór at leggja
fram uppskotið um setan av stjórnmála-
nevnd - um enn í nakað broyttum líki.
Logmaður vísti í tinginum í gjár á, at hann
fegin vil hava eina so breiða útmelding
frá tinginum, sum yvir høvur gjørligt. Hetta
er sjálvandi at fegnast um, og bendir á, at
landsstýrið ikki ætlar sær í óðum verkum
til Keypmannahavnar at samráðast við
einum teprum meiriluta av tinginum aftan
fyri seg.
Hinvegin, so mugu bæði løgmadur og
landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum
gera sær greitt, at tað må vera legtingið,
sum stingur út í kortið - tað er íkki rætt, at
landsstýrið einsamalt fær heimild at fara
til Danmarkar at, hvat danir hava at bjóða!
Initiativið må koma úr Føroyum, og tað er
ikki meira enn nátúrligt, at tað er logtingið,
sum ger hesa kós av.
Formaður Sambandsfloksins, Edmund
Joensen mælti til eina fólkaatkovðu, til
tess at vita, hverja kós fólkið ætlar sær.
Við allari virðing fyri fólkaatkvoðum, so
tykist henda stoða Sambandsfloksins ikki
at vera annað, enn kávalótir.
Nógv áhugaverd sjónarmið koma uttan
iva fram, áðrenn 1. viðgerðin einaferð í
dag verður liðug. Men, sum vit á hesum
stað fleiri ferðir hava nevnt fyrr, so bendir
nógv á, at vit fáa ein nýggjan sáttmála
Danmarkar og Føroya millum. Úrslitið -
ella miðloysnin, kann verða hon, at hetta
verður innan fyri ríkisfelagsskapin - umenn
kanska í ødrum líki... Sosialurin
CTS
Fjalda rokning
samgongunar (2)
19 tíma arbeiðsdagur og skatturin fleirfaldaður
Hví ikki royna at fáa teim-
um arbeiðsleysu arbeiðs-
møguleikar?
Tað skulu nógv arbeiðs-
pláss afturat teimum núver-
andi, at kasta alla hesa upp-
hædd av sær. Og tað skulu
nógvar milliardir invester-
ast í privata sektorin, fyri at
fáa rentablu vinnurnar til
vega, ið skulu geva hesi ar-
beiðspláss.
Væntandi er, at politiski
instabiliteturin og mangl-
andi álit á politikki sam-
gongunar, fer at halda
mongum frå at gera fløgur,
ið annars vildu verið sann-
líkar um skilagóði politikk-
urin, ið førdur var seinastu
árini, helt fram.
Vildi ikki verið meira
rímiligt, at fingið so mikið
av arbeiðsplássum til vega,
at tey, sum ídag ganga ar-
beiðsleys, fingu møguleik-
an at fáa eitt arbeiði? Somu-
leiðis at tey sum vórðu
noydd at flyta, fingu møgu-
leika at koma aftur til Før-
oya at arbeiða og liva - ikki
trælka, tí so flyta tey aftur
av landinum saman við
mongum gðrum.
Mangur føroyingur er
óttafullur um fullveldisætl-
anina - og tad er væl skilj-
andi Føroyingar ynskja full-
veldi har pipari grør.
Undan valinum var velj-
arakanning, ið sýndi at uml.
75% av føroyingum vildu
vera innan rikisfelagsskap-
in. Samgongan ger tí heilt
greitt ímóti fólkaviljanum
við sími ætlan. Føroyingar
ynskja at vera innan Ríkis-
felagsskapin - tó við meira
sjálvstýri innan hendan.
At ætlan Landsstýrisins
fær mangan føroying at rista
við høvdinum, er ikki at
undrast á. Talan er um dik-
tatoriskan máta at fremja
hesa ætlan. Eg ivist ikki
eina løtu í, at hesaferð - um
kósin ikki verður broytt -
megna teir at oyðileggja
Føroyar heilt. Og tað má
ikki henda.
Neyðugt er, at Føroyar á
øllum økjum eru minst
sama stødi sum grannalond
okkara. Tað verður tað ikki
við toppskatti, hopuppsøgn-
um og hópfráflyting.
Sambandsflokkurin vil
broytingar
Í Sambandsflokkinum eru
vit ikki ímóti at broytingar
verða gjørdar innan Ríkis-
felagsskapin. Men einhver
broyting skal vera til bata.
Hví eru broytingar ikki
longu gjørdar?
Seinastu árini hevur hetta
ikki verið gjørligt, orsaka av
at Føroyar eru vanstyrdar,
fóru fallit og bankakanning-
in skuldi afturum.
Sambandsflokkurin
ynskti ikki at manningin
skuldi mála mastrar, tå ið
skipið var við at søkka. Vit
vóru noydd at nýta alla
orku, saman við føroying-
um gllum, fyri at bjarga
skútuni - og tað eydnaðist
væl.
Men eingin broyting skal
gerast, bert tí tað stendur í
eini stevnuskrå, at Føroyar
skulu gerast Tjóðveldi. Ella
tí at íslendingar syngja ein
sang.
Tað gevur okkum ikki
livimøguleikar idag, men
kann sum nevnt omanfyri,
oyðileggja alt tað, ið er bygt
upp í gldir.
Í Sambandsflokkinum
ynskja vit at hava eina før-
oyska loysn, nevniliga Rík-
isfelagsskapin saman við
Danmark og Grønlandi.
Hesa loysn meta nógvar
aðrar tjóðir so skilagóða, at
tær ynskja at nýta líknandi
skipan, sum vit hava ídag.
Vit mugu ongantíð
gloyma okkara søgu, hvorki
hana fyri 1000, 100 ella 10
árum síðani. Vit liva í nú-
tíðini, men eiga at líta fram-
eftir við áræði og beta og
broyta, har tað er neyðugt.
Ongantíð gera sama skaða
aftur, sum gjørdur var av
nøkrum fyri uml. 10 árum
síðani. Tað skuldi søgan
lært okkum.
Broytingar skulu gerast,
um vit heilt greitt kunna
ávísa, at tað er til gagn fyri
hvønn einstakan føroying.
Tað er okkara krav -
hvørki meira ella minni.
Sambandsflokkurin
megnar væl at styra hesum
landi innan Rikisfelags-
skapin - vid lækkandi skatti,
hækkandi pensiónum,
hækkaðum útbúgvingar-
stuðli, betri heilsurgkt, betri
vinnumøguleikum og lækk-
aðum arbeiðsloysi.
Oneydugt er at spilla
milliónir til eina, fyri Før-
oyar, skaðiliga fullveldis
ætlan. Latið heldur hesar
milliónir fåra til heilsu-
røktina, har fólk í dag ikki,
orsaka av sparingum, vera
ansa á sømiligan hátt.
Men tridupultur skattur
og 19 tima arbeidsdagur:
NEI TAKK. Tað er óneyð-
ugt.
Marjus Dam,
lýgtingsmaður
Sambandsfloksins
Nú er ovboðið
Nei, nú er ovboðið, hetta
ber ikki til; hvat er tað, sum
ikki ber til. Jú, tað er heima-
hjálpin í Føroyum.
Vit fingu at vita, at tá
heimahjálp og heimasjúkra-
systrar vóru lagdar saman í
ein bólk, so fór alt er vera
betur, men ak og ve, tað
hevur bara gingið gvugtan
veg. Vit, sum heimahjålpir,
eru bara skerdar og skerdar,
hóast vit altíð hava klárað
okkum við tað játtan, okk-
um varð latin.
Her í Eysturoynni er
hvørki stuttligt ella gott at
blíva gamal, tí næstan eing-
in heimahjálp er eftir. Vit
eru vitandi um fólk, sum eru
frå 83-85 til 94-95 ára gom-
ul, ið íkki fáa hjálp, vit
spyrja, hvat hetta endar við.
Ein annar spurningur er,
hvat er røkt og hvat ikki.
Tað hevur verið trútta í okk-
um, at reingerð er ikki neyð-
ug. Álvaratos, tit sum stíla
fyri, hugsi tykkum um.
Høvdu tit sjålvi viljað sitid
dag eftir dag, viku eftir
viku, månad eftir månad og
eingin gjørdi reint. Vit
hugsa ikki tit høvdu verið
glad. Nógv eru einsamøll,
onnur eru brekað, tey fáa
ikki gjørt reint. Tað var ein
Óbótagerð at leggja saman,
tí tað er ongantíð gott, at
bara lærd fólk skulu stýra,
tí tey flúgva alt ov høgt og
síggja bara tað, sum stendur
á einum pappíri og ikki
menniskja aftanfyri.
I útvarpinum hoyrdist nú
um dagarnar, at løgtings-
menn skuldu hava meira
løn, ja ikki minni enn einar
30.000 kr. um mánaðin. Ein
heimahjálp fær sjálvdan
meira enn einar 8.000-
10.000 um mánaðin. Teir
sum búgva langt frá Havn-
ini fáa umframt einar
90.000 kr. um árið skatta-
frítt.
Vit eru nógvar, sum ikki
tjena so mikið um árið, álv-
aratos hugsi tykkum og far-
ið fram við varsemi.
Tá ein arbeiðir sum
heimahjálp og hevur gjørt
tað í fleiri ár, og í arbeiðnum
hevur fingið at vita, alt tað
ein skal hjálpa teimum
gomlu, einsamøllu og sjúku
við (undantikið nøkur få
ting, sum vit ikki máttu) tá
hevur ein sum oftast verið
nøgd við arbeiðið, tí at tú
hevði gjørt tað, sum tú
kundi.
Nú er vend komin í, síðan
samanleggingina og navna-
broyting til heimargkt, so
versnar fyri hvønn mánað,
sum gongur. Fleiri hava
mist alla reingerð, og tíðin
hjá brúkaranuer í mongum
fórum settniðu rí ein 1/2
tíma. Langt er millum hús-
ini, tú verður hóttur við, at
tú skalt yvirhalda tíðina, ert
tú ikki liðugur, so skalt tú
fara avstað atlíkavæl.
Tit, sum eru sett at stýra
okkum, eiga at skilja, at tað
eru ússalig, óhjálpin fólk vit
arbeiða hjá, tað er ikki sum
at arbeiða fisk ella annað.
Tey gomlu eru bangin og
ótrygg og fáa ikki tað hjálp,
teimum tørvar.
Vælsignaðu fólk, sum ráa
fyri borgum, latið vera við
at seta toppar oman á iopp-
ar, húsið koppar av tí.
Gevið teimum í Eystur-
oynni, sum mist hava sína
heimahjálp hana aftur, so
tey eru líka fyri sum fólk
aðrastaðni í landinum.
Vit vita, at tað er bara ber,
tað er skert so nógv.
Vegna heimahjálpirnar
Signa Skoradal