Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri tjóri: | Blaðfólk: Ljósmyndari: ; ri, uppseting og prent: 110 Tórshavn Jan Mu Dagny Joensen, Jens Kristian Vang So Sosialurin Telefon: 311820 i Bertholdsen, : Telefax. 314720 Blaðstjóri: Emil L. Jacobsen Lýsingar og sela: Bústaður: Eirikur Lindenskov Sveinur Tróndarson Jonhard Hammer Argjavegur 26, Argjum e-mail: — Turið Kjølbro Postadr: Postsmoga 76, post &sosialurin. fo Gongd å aftur marknamålid . Oddagrein NÓGV bendir á, at taðnú kemur gongd á aftur sam- ráðingarnar um markið millum Feroyar og Bretland. Ikki minst hava reddir frá bretskari síðu - seinast í Sosialinum í dag - lagt upp til, at málið verður loyst einaferð med alla. Í farnu viku legði bretski orku- málaráðharrin út við eini innbjóðing til nýggjar sam- ráðingar. Síðani bretar komu við einum útspæli í juni 1997 hava førovingar mestsum lagt málið á ís, og nú vóna bretar, við tað at bæði londini hava nýggjar stjórn- ir, at foroyingar koma við einum nýggjum útspæli. HÓAST tað er rætt at tiðna málið uppaftur, tí tað tænir ongum endamáli bara at standa og bíða, so ræður kortini um frá føroyskari síðu at halda hovið kalt. Her kann í veruleikanum verða talan um so stór virði, at hvert eitt stig må vidgerast og umhugsast neyvt. Eftir okkara tykki er málið í góðum hondum hjá verandi legmanni, hjá ótroyttiliga og dugnaliga samråding- arleiðara okkara og vónandi eisini hjá Uttanlands- nevndini. Vit hava varhugan av, at oll hesi vita, hvat tey gera og taka einki stigið, sum kann oyðileggja sok okkara. Hinvegin er tað eisini umráðandi, at hesi held- ur ikki drála og seinka málið - uttan at tað tænir nekr- um endamáli VIT vita ikki, hvat útspæl foroyingar fara at koma við. Tað er eisini eitt sindur óheppið, tá danski orkumála- ráðharrin letur leka út, at foroyingar eru tilreiðar at ganga vit til eitt kompromi. Hetta kann vera við til at skaða taktisku stoðu okkara. Hinvegin er orðið kom- promi sera breitt og liðiligt, so tað nýtist ikki at merkja, at førovingar við tí eru við at draga í land og bara ganga inn fyri bretskum krøvum. Langtífrá. HINVEGIN er greitt, at vilja vit eina samráðingarloysn, so må lorast onkunstaðni. Men sum blaðið hevur skilt, so eru bretsku krevini framvegis so víðgongd, at tað er ikki hugsingur um hjá foroyingum at steðga her og góðtaka eitt kompromi. Hóast tað er rætt sum bretski sendiharrin sigur við Sosialin í dag, at tað ikki beinleiðis er rætt at leggja samrådingarnar um fiskimarkið á sinni til grund fyri landgrunnsmarkinum, so er hetta kortini eitt og sama mál. ALTJÓÐA havrætturin gongur meira og meira tann vegin, at mark millum lond skulu vera logisk og prak- tisk. Og eitt bretskt landgrunnsmark, sum liggur langt innan fyri eitt foroyskt fiskimark er bæði ólogiskt og ópraktiskt fyri ikki at siga burturvið. Hvat gera bretskir okurmyndugleikar, tå foroyskir fiskivinnumyndugleik- ar ikki vilja góðtaka leiting i fiskirikum økjum inni á føroyska landgrunninum!!! Nakað annað er so at tosa um loysnir ella kompromiir, sum kunnu hugast at liggja innan fyri ymiskar uppfatanir av einum fiski- marki. Og vit gita - vid tí innliti vit gjøgnum tíðina hava fingið í hetta stóra mál - og tað er her svarið skal finnast. Og vit halda tað vera skeivt av føroyingum at ganga við til loysnir, sum víkja nógv frá teimum ymsu útleggingunum av fiskimarkinum. Tá avtornar má so finnast ein linja, sum liggur onkunstaðni millum ymsu versiónirnar av fiskimarkinum. Hetta vil vera logiskt og praktiskt og tá sleppa vit eisini undan at taka stoðu til tey fullkomiliga órímuligu bretsku krøvini um eitt mark, sum gongur langt inn á tann føroyska land- grunnin TAÐ skal vera vón okkara, at bretska stjórnin ikki fer at seta kílar í eina komandi foroyska útbjóðing. Minsta- krav okkara, sum bretar mugu viðurkenna - um tað ikki finst eina loysn nú - má vera, at teir ikki fara at gera krøv galdandi innan fyri okkara designering, eftir at vit hava bjóðað út. Tað vil vera ein dáragerð, og mugu okkara fólk tryggja seg, at bretar ikki leggja okkum hesa forðing í vegin, um loysn ikki finst í bræði. Vísið tykkum sum góðar grannar, tá fara bæði tit og vit at heysta fruktirnar av einum oljuútviklingi á ollum At- lantsmótinum. Spælið ikki við veddunum og tvingið føroyingar bara til at velja onnur lond og teirra fyritøkur sum okkara framtíðar samstarvspartnarar. Vit eru næstu granar, latið okkum eisini vísa tað í verki. Sosialurin Viðmerking: Samgongan skal tingast um eina vøru, sum 3/4 av fólkinum ikki vil hava Við løgtingsmåli nr. 5/1998 biður landsstýrismaðurin Høgni Hoydal vegna lands- stýrið um heimild at fara til Danmarkar at samráðast um ta skipaðu loysingina, sum hon nú verður nevnd. Hetta kemur rættiliga bak upp á okkum í Javnaðarflokkin- um, sum á landsfundi um 14 dagar m.a. skulu viðgera loysingina hjá samgonguni. Satt at siga so væntaði eg frið um hetta mál, til tað fráboðaða aðalorðaskiftið skuldi vera. Hóast vit ongan møguleika hava at viðgera málið innanfloks, t.v.s. í øll- um flokkinum, so veit eg, hvat mínir egnu veljarar vænta av mær. Eg eri ikki valdur at taka loysingina við tjóðveldinum, og út frá hes- um má eg arbeiða. Politikkur er at virka fyri tí, man heldur vera rætt og kempa ímóti ti, man heldur vera til skaða fyri samfel- agið. Í hesum føri biður lands- stýrið um óavmarkaðar heimildir at samráðast um lagnuna hjá øllum føroying- um og vit ána ikki, hvørjum úrsliti tað kemur heim aftur við. Javnaðarflokkurin hevur biðið um samstarv, men samgongan koyrir sitt solo- løb, ti verður tað eisini upp- gávan hjá samgonguni at sannføra fólkið um, at loys- ingin er tað rætta. Hetta verður ein trupul uppgáva, tá ið fólkaatkvgðan verður. Aðalmunurin = millum Javnaðarflokkin og Tjóð- veldisflokkin er tann, at meðan Tjóðveldisflokkurin setur tjóðskapin fremst, stríðist Javnaðarflokkurin fyri vælferð og trygd fyri allar borgarar. So tá ið Tjóð- veldisflokkurin ber flaggið so høgt, at beinini ikki røkka niður á jørðina, so eru vit ikki við longur. Sjálvstýrispolitikkurin hjá samgonguni er í stuttum tann, at landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast um yvirtøku av øllum málsgkj- um og fígging til fram-hald- andi rakstur av samfelagn- um. Heimafturkomnir verður fullveldid Føroyar proklam- erad. Ein hålvan tima seinni ella so verður heitt á dansk- ar myndugleikar um at um- sita somu målsøkir, sum teir vid tógvi strid hava tingid seg fram til at yvirtaka. Skil tad hvør id kann, eg skilji tað ikki. Annars helt eg, at tjóðskaparkensla hevði nakað við stoltleika at gera, men hetta er tað øvugta, tað er eyðmýkjandi. Og hvat fara danskir mynd- ugleikar at siga til, at ein so smøl samgonga kemur nið- ur at tingast um eina »vøru«, sum einans 25% ynskja sær, og heili 75% av fólkinum eru ímóti. Verða teir tiknir fyri fult? eg yvist. Lurtar tú eftir teimum almennu fjølmidlunum, so fært tú ta fatan, at fullveldið Føroyar longu er veruleiki. Størsta ålvarsmål í útvarp- inum á ólavsgku var at leggja tann nýggja tjóðar- Tøkk Hjartaliga takk fyri synda samkenslu, tå kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara RAGNHILD JUSTESEN Tórshavn doyði og varð jarðað. Ein serstøk tøkk til tykkum á Lágargarði, sum vóru um hana. Takk fyri bønarhald á Lágargarði, tékk til prest, sangarar, kirkjutænarar, berarar og gravarar. Takk tit sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðar- ferðina. Takk fyri kransar og blómur, takk til tykkum øll sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Nancy, Asbjørn, Martin, Elin og Jórun dagin í kalendararn, og fjøl- miðlarnir vilja verða við, at orsøkin til, at norðmenn vístu løgmanni blíðskap, er tann, at fullveldi er á trapp- uni. Hetta uppskotið gongur bara 4. ella 5. hvørjum før- oyngi á møti, og et heiti ti staðiliga á løgtingid um at fella tað, tá tíðin kemur. Eitt annað er, at fólkið ynskir broytingar í ta ríkis- rættarligu støðuna, men har- frá til loysing er eitt langt lop. Javnaðarflokkurin ynskir eina sjálvstýrislóg, sum ger øll mál Føroyar- Danmark ímillum til mål, ið kunnu yvirtakast, tá fólkið ynskir tað, og tá ið búskap- arligar umstødur loyva tí. Javnaðarflokkurin ynskir | búskaparligt frælsi fyrst og síðan politiskt frælsi. Sam- gongan gongur bara eftir tí politiska frælsinum, og hetta ger málið veruleika- fjart. At trúgva tí, at vinnu- lívið skal geva eina milliard meira í inntøku til lands- kassan, bert tí vit loysa, er tað reina utopi. Virðiligari er at seta sær búskaparlig mál, tá kemur frælsið av sær sjálvum. Hesa setuna eru 5 mál løgd fyri tingið. Tvey av teimum snúgva seg um loysingina. Heimahjálpin hevur rópt neyðarróp alt summar uttan at fáa hjálp. Heta er ein greið prioriter- ing av einari borgarligari sjálvstýrissamgongu, og eitt dømi um hvat tey gomlu og veiku kunnu vænta sær, tá ið almannaverkið verður skorið eftir føroyskum leisti, sum sagt verður. Annars skuldi rívan verið at trivi í hjá samgangun!: Eitt nidurslitid sjúkrahús, endurnýgging av skipaflot- anum, marknatrætan við Ongland, pensiónir, sum eru afturútsigldar, arbeiðsloysi stórt í pørtum av landinum, reallønin lækkar, komm- unuskuldin og samráðingar við ES fyri at nevna nøkur hissini mál. Líkindir skuldu verið at gjørt munandi sosialar åbøt- ur. Fiskaprisirnir eru tvi- faldaðir eftir stutta tíð, og hetta má geva met yvirskot á fíggjarlógina í ár. Samanumtikið eru mong átrokandi álvarsmál at loysa, sum hava nógv stórri týdning enn hetta málið, og fær tað tí ikki mína undir- tóku. Dan Reinert Petersen t Kunngjørt verður hervið ætt og vinum, at okkara kæri maður, abbi og pápi INGVALD HANSEN f. 9.12.1928 i Tórshavn, búsitandi í Keypmannahavn andaðist á Herlev sjúkrahúsi hósdagin 27. august 69. ára gamal. Jarðarferðin verður úr Gladsaxe Kirke týsdagin 1.9. kl. 11.00. Fyri tey avvardandi Ingvald, Beiggjan og Vivi ki