Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið Leivur Hansen, býráðsformaður: Eitt framstig at loyvismálið verður tikið upp — Hóast seks nýggj skeinkiloyvi nú verða latin, og tey neyvan nøkta tørvin sum er, so havi eg virðing fyri landsstýrismanninum, at hann - í mun til fyrr- verandi landsstýrismannin - tekur málið upp, sigur býráðsformaðurin DAGNY JOENSEN Býráðið er fyri at veita so nógv skeinkiloyvi,sum brúk er fyri. Hetta er ein vinna eins og aðrar, sum sjálv skal hava møguleika at skipa seg, heldur Leivur Hansen. — Tá tað er sagt, so haldi eg at tað er stórt framstig, at Finnbogi Arge, landsstýr- ismaður, yvirhøvur hevur tikið málið upp, sigur Leiv- ur Hansen Fyrrverandi landsstýris- maðurin gekk ímóti ulmæli- num hjá Vinnumálastýrin- um, sum tá mælti til at lata fleiri skeingiloyvi Byráðsformaðurin er eis- ini nøgdur við, at landsstýr- ismaðurin gekk tilmælinum hjá býráðnum á meti, og ikki gjørdi eftir ynskinum hjå Rusdrekkaog Narkoti- karáðnum, um ikki at lata fleiri loyvi — Tíverri eru seks - átta skeinkiloyvi, sum nú eru 1 % MARKO” | SØLUSTEVNAN Verður i itrottarhøllini á Hálsi 24.-27. sept. http://marko.olivant.fo ag & . = | i 98 (Ikki sum ådur lyst 10.-13. sept.) Luttakarar: All-inter Baby- og barnaútgerð Reyni Service Skótabúðin HM-ferðir Skanditalia Sólútleiga og småsølan Siri Gullhornið Enn ber til at bíleggja pláss. Marko Skrivstovan. Hvannasundsgeta |. FO-100 Torshavn. Farce íslands Tel 4298 31 08 1 7. Fax +298 44 42 85. e-mail. markoGpost olivant io Leivur Hansen, býráðs- formaður: — Tíverri eru seks loyvir aftrat alt ov lítið. Eg veit um fleiri fyritókur, sum bert bíða eftir at fáa skeinkiloyvi, áðrenn farið verðurundir slíkt virksemi tók, alt ov lítið. Eg veit um fleiri fyritøkur, sum bert bíða eftir at fáa skeinki- loyvi, áðrenn farið verður undir matstovu o.a. virk- semi av sama slag í Havn, sigur Leivur Hansen. Meguleiki at skja um talið av loyvum — Eftir hvat skilst - eg havi ikki formliga fingið brævið frá landsstýrismann- inum enn, so ber til at tosa um at økja talið av loyvum, so hvørt sum brik er fyri ti. Tad eri eg nøgdur vid, sig- ur Leivur Hansen. Finnbogi Arge, landsstyr- ismaður, sigur við Sosialin, at Vinnumålastyrid hevur gjørt kanningar av tørvinum á keinkiloyvum. — Nidurstødan var, at eini seks loyvi vóru hóskandi, umframt at tvey loyvi eru tók, sum ikki verða brúkt í løtuni, sigur Finnbogi Arge. Taka hædd fyri at vinnan kann bera seg — Tað hevur verið ført fram, at matstovuvinnan er frí vinna, og tí sjálv skal gera av, hvør tørvur er á hesum øki. Hvi júst geva seks loyvir? — Gaman í, men grundar- lag skal eisini verða fyri teimum, sum eru í vinnuni. Um tú letur ov nógv loyvi, er vandi fyri at tú tekur tað grundarlagið undan vinnu- ni. — Hetta skal vera eitt posi- tivt íkast í vinnuna, men eis- Nr. 163 — 1. SEPTEMBER 1995 — Tað eru bert sjey ár síðan vit fingu fría råsdrekkasølu, og fólk hava dugað so væl at umsita hana, at nýtslan er minkað. Júst tí hava vit hækkað talið av skeinkiloyvum, sigur Finnbogi Arge ini er neyðugt at umhugsa, at ikki ov nógv útskeink- ingarstød verða, við tí av- leiðing at vinnan ikki kann bera seg, sigur Finnbogi Ar- ge. — Tordi tú ikki, tá saman- um kom, ikki at lata Bý- ráðnum tilmæltu 40 skeinki- loyvini? — Tað er ikki ein spurn- ingur um at tora. Eg skuldi taka stóðu út frá tveimum tilmælum, tað hjá býráðn- um í Havn, sum ásetti 40 loyvi, og tað frá Rúsdrekka og Narkotikaráðnum, sum mælti til ikki at hækka talið av skeinkiloyvum. — Eg valdi at lata seks loyvi aftrat, av tí at brúk er ikki fyri so nógvum loyv- um, sum býráðið mælti til. — Vit hava mett eftir .ørv- inum í dag, og halda, at tað er skeivt at skunda undir stórri virksemið av hesum slag. Fólk duga væl at umsita nýggju lógina — Tað eru bert sjey ár síðan vit fingu fria råsdrekkasølu, og fólk hava dugað væl at umsita nýggju lógina, men eg haldi ikki at tað er rætt at lata 40 loyvi, tá vit ikki hava brúk fyri tí, sigur Finn- bogi Arge. Hann heldur, at tað hevur gingið avbera væl at fáa fólk at verja seg við nýggju skipanina, so mikið væl, at nýtslan er minkað. — Júst tí hava vit mælt til at geva hesi loyvi aftrat, sig- ur Finnbogi Arge — Nú er tað bert Tórs- havnar Kommuna, sum fær fleiri loyvir. Merkir tað,at tit eisini fara at lata fleiri skeinkiloyvir king landið? — Nei, vit fara ikki at økja um loyvini kring landið, um kommunur ikki søkja um tað, men bert síggja til, at tey loyvini sum eru tók, verða brúkt, sigur Finnbogi Arge og leggur aftrat, at hann bert ásetur talið, men at tað frameftir er loyvis- nevndin, sum ger av, hvgrj- ar umsóknir um skeiniloyvi verða gingnar á møti. Fundir um ríkisrættarligu støðuna Eitt tað týdningarmesta málið fyri framtíð Føroya er nú til viðgerðar í Løgtinginum Innan stutta tíð, skal Løg- tingið taka stóðu til. um far- ast skal undir at fyrireika eina nýggja og tryggari stýr- isskipan og um Føroyar eiga at gera ein nýggjan sáttmála millum Føroyar og Danmark. Ein samstarvs- sáttmála millum tvey javn- sett lond. Sjálvstýrisflokkurin hev- ur kravt, at eingin avgerð verður tikin, fyrr enn fólkið, við einari fOlkaatkvødu, hevur atkvøtt um nýggju skipanina, og Sjálvstýris- flokkurin leggur dent á, at fáa í lag eitt breitt orðaskifti millum allar føroyingar um, hvat krevst til tess at menna Føroyar sum eitt sjålvstød- ugt, vælskipað og trygt samfelag fyri øll. Tí fer Sjálvstýrisflokk- urin nú undir at skipa fyri fundum kring landið um ríkisrættarligu stóðu Før- oya. Øll áhugað eru væl- komin. Landsstýrismenn og tingmenn floksins vera við á fundunum og greiða itøki- liga frá øllum lutum í mál- inum. Høvi verður eisini hjá fundarfólkinum at siga sína hugsan. Fyrsti fundur verður mikudagin 2. september kl. 19.30 á Landsbókasavnin- um í Havn. Á hesum fundi leggja Helena Dam á Neys- tabø og Jákup Sverri Kass fyri.