Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 165 — 3. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið SOsalufn SVF keypt landsliðið | Fótbóltur: Sjónvarpið hevur gjørt avtalu við týsku fyri- tøkuni UFA, sum inniber, at SVF kann senda beinleiðis frá øllum dystunum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Avtalan merkir eisini, at SVF skal gera nakrar ávísar sendingar í sambandi við føroyskan fótbólt Sjónvarp Føroya og týska stórfyritgkan UFA Sports hava gjørt eina avtalu, sum m.a. fevnir um allar EM- undandystirnar hjá føroyska A-landsliðnum. Avtalan fevnir um heima- dystirnar móti Kekkia í ár og móti Skotlandi, Bosnia Herzegovina, Estlandi og Litavia næsta ár og um úti- dystirnar móti Litavia og Skotlandi í ár og Kekkia næsta ár umframt teir báðar útidystirnar, sum Føroyar longu hava spælt móti Est- landi og Bosnia Herzegov- ina. Størsta broytingin í nýggju avtaluni í mun til tær undanfarnu, er at SvF nú hevur keypt rættin at senda allar dystirnar hjá A-lands- liðnum - heima sum úti - beinleiðis. Sjónvarpið fær eisini fleiri rættindi í sam- bandi við føroyskan fótbólt yvirhøvur. Avtalan ber í sær, at Sjón- varp Føroya skal rinda tysku fyritøkuni eina størri peningaupphædd enn áður, og SYF bindur seg haraftur- at til at gera nakrar ávísar sendingar í sambandi við føroyskan fótbólt. Sjónvarp Føroya og Fótbóltssam- bandið eru farin at tosa um, hvussu hetta skal gerast. Sjónvarp Føroya sendir sostatt heimadystin móti Kekkia á Svangaskarði sunnudagin 6. september beinleiðis. Tróndur Djurhuus, stjóri í SvF hevur latið kassan upp. Sjónvarpið hevur keypt rættindini til dystirnar hjá føroyska landsliðnum og kunnu nú senda beinleiðis frá øllum dystunum 12. maðurin skipar fyri bussferð Fótbóltur: Í sambandi við fyrsta heimadyst í EM-undankappingini á hesum sinni, skipar felagið 12. maður fyri bussferð úr Havn og felagið vónar at nógv- ir áskoðarar fara at nýta høvi til at fara inn á Svangaskarð at stuðla fótbólts- landsliðnum, sum stóð seg so væl í Bosnia fyri stuttari tíð síðan Tá landsdysturin verður komandi leygardag millum Føroyar og Kekkia á Svang- askarði, ætlar áhugafelagið 12. Maður, at so nógvir 12. menn og kvinnur sum gjør- ligt fara at leita sær á Svang- askarð at stuðla føroysku fótbóltsleikarunum. Av somu orsgk verður skipað fyri bussferð úr Havnini. porre Farið verður av Far- stødini sunnudagin klokk- an 12.00. Bussurin koyrir beinleiðis niðan á vøllin á Toftun. Sagt verður í tíðindaskrivi, at íkki er % neyðugt at verða limur í 12. Manni fyri at sleppa við. Um tú hevur hug, so kanst tú tekna teg á Kunningar- stovuni í Havn. Todi Jónsson er sloppin av við skaðan, sum helt hann uttanfyri dystin móti Bosnia í Sarajevo og hann verður við tá landsliðið spælir móti Kekkia á Svangaskarði sunnudagin, klokkan trý (Mynd: Álvur Haraldsen ) Tíðindablaðið ÓKEYPIS i] = sosialurin = Box 76 110 Tórshavn Undirritaði teknar seg sum haldara av Tiðindablaðnum Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Restina av hesum ársfjórðingi fái eg Sosialin ókeypis! Navn í Bust Postnu., bygd/byur Ti Undirskr DD Háldarar i Føroyum: 240,-/årsfj. OD Haldarar í Danmark: 425 -/ársfj. [ Haldarar í Danmark, 5 blød í senn: 340,-/ársfj [] Onnur dond: Ymiskir prísir