fríggjadagur 4. september 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 166 — 4. SEPTEMBER 1998
tíðindablaðið
Kekkia hevur
sostaludn
nyggjan oddamann
Fótbóltur: Men nógvir av spælarunum eru teir somu, sum spældu móti
Føroyum fyri einum ári síðani
Við flogfarinum hjá At-
lantsflog kemur seinnapart-
in í dag kekkiska fótbólts-
landsliðið við fylgi til Før»
oyar. Teir skulu halda til á
Hotel Føroyum, og aftaná
at landsdysturin verður lið-
ugur sunnudagin seinna-
partin, fer ferðalagið bein-
leiðis vestur í Vágar. Har
bíðar flogfarið hjá Atlants-
flog eftir teimum, og so
verður farið beinleiðis niður
til Prag.
Kekkarnir skulu venja á
ovara vølli í Gundadali
leygarmorgunin og sunnu-
morgunin. Seinnapartin í
morgin, kl. 16.00, fara
kekkarnir á Svangaskarð at
venja.
Gestirnir hesa ferð eru
ikki ókendir við føroyska
landsliðið, Føroyar og
Svangaskarð. Tað er bara
eitt ár síðani, at Kekkia tvær
ferðir vann 2-0 í HM undan-
kappingini móti Føroyum.
Fyrrá ferðin var í Teplice í
Kekkia mikudagin 20. aug-
ust og seinna ferðin var á
Svangaskarði leygardagin
6. september ella júst eitt ár
undan royndini nú sunnu-
dagin.
Nýggjur venjari
Dusan Uhrin stóð á odda
fyri kekkiska landsliðnum í
fjør. Hann er væl kendur
venjari og hæddarpunktið
hjá honum og kekkiskum
fótbólti var, tá teir komu í
finaluna í EM endaspælin-
um í Onglandi í 1996.
Men í HM undankapp-
ingini í fjør og í fyrraárið
gekk ikki so væl. Spania og
Jugoslavia vóru ov stórir
bitar fyri Kekkia, og tað var
serliga dyggur smeitur fyri
kekkar, at teir á heimavølli
taptu móti grannunum úr
Slovakia. Tað varð býtt um
hetta, tá teir vunnu í Brati-
slava, men sum heild var
undankappingin eitt vón-
brot, og nú hava teir skift
venjara.
Nýggi venjarin eitur Jo-
zef Chovanec. Hann er 38
ára gamal, og hann var í síni
tíð ein kendur fótbóltsspæl-
ari. Hann spældi t.d. í PSV
Eindoven í Hollandi, har
hann m.a. var liðfelagi hjá
Frank Arnesen. Hann var
sjálvskrivaður á landsliðn-
um hjá Kekkoslovakia, sum
tá var, og hann var við á
liðnum, sum í 1990 var við
í HM endaspælinum í Ítalia.
Trettan teir somu
Hóast Kekkia hevur skift
venjara, so er ikki talan um
kollveltandi broytingar, tá
tað snýr seg um spælarar.
Uppgávan hjá venjaranum
man vera at geva royndu
monnunum íblástur so teir
kunnu vinna seg í enda-
spælið, sum verður í Hol-
landi og í Belgia á sumri í
ár 2000.
Tá Kekkia var í Føroyum
seinast, var møguleikin fok-
in fyri luttøku í HM enda-
spælinum, og tað sást aftan
á, at onkrir spælarar, sum
annars høvdu verið sjálv-
skrivaðir á liðnum, ikki
vóru við. Tí gevur tað eitt
betri sammetingar grundar-
lag at hyggja at liðnum, sum
spældi ímóti Føroyum í Te-
plice.
Vit staðfesta, at níggju av
spælarunum, sum ta ferðina
vóru við frá byrjan ella
vórðu skiftir inn, eru við
hesa ferð, og fýra spælarar,
sum hesa ferðina sótu á
beinkinum, eru við aftur
hesa ferð, og sjálvandi
ynskja tá allir at fáa høvi at
spæla við, heldur enn at
hyggja at.
Teir, sum spældu við í Te-
plice, og sum eisini eru við
hesa ferðina eru Martin Ciz-
ek, Vladimir Smicer, Tomás
Smicer, Jan Suchoparek,
Karel Poborský, Jiri Ném-
ec, Pavel Nedvéd, Radslav
Låtal, Pavel Kuka og Radek
Bejbl. Á beinkinum sótu
alla tidina Tomås Repka,
Karel Rada, Ladislav Maier
og Vratislav Lokvenc. jh
Bitin er ivaleysa storur
Fótbóltur: Landsliðið hevur ikki fingið stig, síðani teir vunnu 2-1
á heimavelli móti Malta
Í gjårkvøldid klokkan 18
skuldu teir átjan, sum hava
fingið landsliðsboð, meta í
hølunum, sum Tryggingin
eigur í Runavík. Har skulu
teir halda til, meðan teir
fyrireika seg til fyrstu upp-
gávuna á heimavølli í triðju
EM undankappingini, sum
føroyingar hava tikið lut í,
síðani altjóða fótbólturin lat
hurðina upp fyri FSF.
Fyrsta venjingin skuldi
longu vera klokkan 19 í
gjårkvøldid, og í dag verður
vant tvær ferðir. Fyrra venj-
ingin skal sambært skránni
vera klokkan 11.00, og hin
seinna klokkan 18.45. I
morgin verður bara vant
klokkan 11.00. Seinnapartin
er eingin venjing ásett at
vera, men tað kann vera, at
tað verður vant kortini. Um
eingin venjing verður, so
gera teir ivaleyst, sum teir
plaga at gera, og tað er at
fara ein túr onkrastaðni.
Føroyingarnir hava iva-
leyst nógv at tosa um. Teir
koma úr norsku, donsku, ís-
lendsku og føroysku kapp-
ingini, so tað er nógv at tosa
um. Síðsta royndin undan
landsdystinum gekk væl hjá
teimum flestu spælarunum,
hóast ikki allir vunnu. Vit
skrivaðu týsdagin um brots-
sparkið hjá Jákupi Mikkel-
sen, men tá vistu vit ikki, at
stutt frammanundan, at
hann misnýtti úr ellivu
metrum, hevði hann havt
tríggjar framúr bjargingar.
Slíkt er hugaligt at frætta, tí
tað er hóast alt fyrst og
fremst sum verji, at mál-
maðurin skal gera nyttu!
Stórur biti Ø
Men uttan mun til, hvgnn
venjarin velur at seta á aft-
astu verjuuppgávuna, so
kann roknast við, at mál-
verjin fær nógv at takast
við. Kekkia verður fram-
vegis mett at vera millum
seks tær bestu fótbóltstjóð-
irnar í heiminum. At teir
vita, hvat tað snýr seg um,
19
|
Hóparnir til dystin
sunnudagin |
Føroyar |
Jens Martin Knudsen Leiftur |
Jákup Mikkelsen Herfølge BK |
Hans Fróði Hansen HB |
Óli Johannesen TB |
Jens Kristian Hansen B36 |
Pól Thorsteinsson B36 |
Arnbjørn Danielsen B36 |
Jákup Eli Olsen B68 |
Henning Jarnskor GÍ |
Allan Mørkøre HB
Símun Eliasen Aarhus Fremad
Magni Jarnskor GÍ
John Hansen KÍ
Julian Johnsson Kongsvinger IL
Todi Jónsson FCK
Uni Arge Leiftur
Jakup á Borg B36
John Petersen B36
Venjari er Allan Simonsen
Kekkia
Tomås Repka Fiorentina
Martin Cizek Sparta Prag |
Viadimir Smicer RC Lens }
Tomás Votava Sparta Prag |
Roman Vomasek KSC Lokeren |
Jan Suchopárek Strasbourg
Radek Sloncík Baník Ostrava
Karel Raða Trabzonspor
Tomås Postulka Sparta Prag
Karel Poborsky SL Benfica
Siri Nemec Schalke 04
Pavel Nedved Lazio Roma
Ladislav Maier Rapid Wien
Radoslav Låtal Schalke 04
Vratislay Lokvenc Sparta Prag
Pavel Kuka Kaiserslautern
Michal Hornåk Sparta Prag
Radek Bejbl Atletico Madrid
Venjari er Jozef Chovanec
var síðsti 1-0 sigurin á ferdvariBosnia-Hersegov-
heimavølli móti Danmark
fyri tveimum vikum síðani
staðfesting av.
Føroyska liðið hevur ikki
vunnið í ár. Í fjør vann liðið
tríggjar ferðir, og tað er
besta úrslitið hesi tíggju ár-
ini, Føroyar hava verið við
í altjóða fótbólti. Umframt
sigrarnar á Malta á ávikavist
útivelli og á heimavølli, so
vunnu føroyingar 6. august
2-0 i Estlandi. Ta ferdina var
dysturin sidsta royndin und-
an útidystinum móti Kekk-
ia, sum var 20. august.
Tann síðsta royndin gekk
væl. Síðsta royndin hesa
ina, og tá gekk eisini hamp-
"liga væl. Spurningurin er
. ""Mm tað fer at ganga eins
y . ella helst betri, enn tað
gjørdi móti Kekkia í fjør, tå
Føroyar aftur fara at royna
seg í ovurmorgin.
Og uttan mun til, um
landsliðsvenjarin fer at hava
størst álit á Jákupi Mikkel-
sen ella Jens Martini Knud-
sen, so verður talan um
stóra uppgávu í málinum.
jh
Kyndil og VÍF seta hol á hondbóltin
Hondbóltur: Í morgin skipar Kyndil fyri venjingar-
dystum móti VÍF hjá bæði kvinnum og monnum
EMiL L. JACOBSEN
Hondbóltskappingin stend-
ur í durinum, og tey flestu
liðini eru langt síðani farin
undir fyrireikingarnar til
kappingina, sum byrjar í
næsta mánaði.
Seinasta kappingarár
vann VÍF 1. deild hjá monn-
um, meðan Kyndil vann
kvinnudeildina. Og í morg-
in, leygardagin, verður høvi
hjá hondbóltsáhugaðum at
síggja bæði mansliðið hjá
vestmenningum og kvinnu-
tiðið hjá Kyndli á vøllinum
kísróttartarlleni á Hs.»
Kvinnurnar hjá Kyndli
fara um eina viku til Dan-
markar á venjingarlegu, og
í hesum sambandi skipar
felagið fyri vinardystum
millum Kyndil og VIF hjá
bæði kvinnum og monnum.
Kvinnurnar hjá Kyndli og
VÍF spæla klokkan 17.00,
og beint aftaná, klokkan
18.30, spæla so manslidini
hjá somu feløgum.
Øll hesi fýra liðini munnu
teljast millum tey mest
spennandi í kappingini í ár.
Hjá monnunum varð VÍF
sum nevnt føroyameistari í
1997/98. Síðani tå hava
vestmenningar mist Inga
Olsen, sum er farin til Dan-
markar at spæla hondbólt,
men hinvegin hevur VÍF
fingið ein nýggjan rum-
enskan venjara, sum eisini
spælir við sjálvur. Kyndla-
menn hava eisini styrkt seg
eftir misjavna kappingarár-
ið í fjør. Teir hava eisini
fingið sær spælandi venjara,
og við sær úr Íslandi hevur
nýggi venjarin fingið ein
málverja.
eg styrkt kvinnulid
Hjå kvinnunum vann Kynd-
il føroyamcjstaraheitid í fjør
eftir eina sera javna og
spennandi kapping, har av-
gerðin ikki fall fyrr enn á
seinasta leikdegi, tá Kyndil
vann á StÍF á Skála. Síðani
tá hevur Kyndil mist Jack-
lyn Djurhuus, sum er farin
aftur til VÍF at spæla, men í
staðin hevur havnarlidid
fingið strikuspælaran Rúnu
Hansen úr Stjørnuni og fyrr-
verandi Neista-málverjan
Maritu Hermansen á liðið,
sum aftur í ár fer at líta á
Lotte Sørensen og Ann
Hansen i ålopsspælinum.
Tað verður eisini spenn-
andi at síggja, hvat VIF hev-
ur at bjóða uppá. Í fyrraárið
fluttu tær niður í 2. deild,
men uppflytingin varð
tryggjað rímiliga lætt sein-
asta kappingarár, og nú hev-
ur VÍF so aftur eitt lið við í
bestu kvinnudeildini.
Fyrmevnda Jacklyn Djur-
huus, sum spældi við Kynd-
li í fjør, er farin heim aftur
til VIF, sum hon spældi við
í 1996/97, og VIF-kvinnur-
nar hava eisini fingid spæl-
andi venjara år Rumenia.
Tad er kona venjaran hjå
monnunum, og eftir hvat
skilst, er hetta ein sera góð-
ur styrkur hjá VÍF, sum í ár
skal royna at fáa eitt betri
úrslit enn seinast, liðið var
í 1. deild.
Venjingarlegan hjá Kynd-
lakvinnunum verður í døg-
unum 12. til 20. september.
Hildið verður til á Keyp-
mannahavnarleiðini, har
Kyndil hevur fingið loyvi
til at læna høllina hjá fel-
agnum Amager HK, sum
spælir í triðbestu donsku
deildini. Á túrinum skal
Kyndil spæla tveir dystir
móti Amager HK umframt
onkrar aðrar dystir.
Eftir hvat frættist, ætlar
Kyndil at gera eitt sindur
burturúr til dystirnar ley gar-
dagin. Í gðrum londum er
tað vorðið sera væl umtókt
at hava frásggufólk undir
dystinum, og eitt tílíkt verð-
ur eisini í høllini á Hálsi í
morgin, eins og tónleikur
verður at hoyra, tá steðgir
eru í dystunum, so góða lag-
ið hjá áskoðarunum kann
halda sær.