Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

PNG NE NNE gu i Á Ányrgóarslaðstjórk Marknaðaríeiðari: Jan Miller Jonhard Hammer íggjarleiðari: rtholdsen, Sveinur Tréndarson Turið Kjølbro Kirkjan er Guds hus - ikki prestsins Oddagrein Tað eru so ymiskir hættir tú kanst nýta, til tess at gera vart við tíni sjónarmið. Hevur tú so eitt viågongt sjónarmið - og tú veitst, at meginparturin av fólkinum er ímóti tær - samstundis sum tin egni lítli viågondi skari er við tær, ja so kanst tú verða vísur í, at tú sum persónur fært umrødu. Fuglafjarðar prestur er eitt dømi um ein slíkan persón - ein persón, sum stridist ímóti ti, ið vanlig menniskju skilja sum vanligt fomuft, og sum stríðist ímóti sínum yvirmanni, Føroya biskuppi. Seinasta sunnudag prædikaði havnar- presturin Sonja Klein í Fuglafjarða kirkju. Sum vant var prestur ímóti at lata konu prædika í kirkjuni, og hann royndi at seta henni stólin fyri hurðina. Tað sama gjørdi hann, tá Marit Kjærbo, sum er prestur í Jútlandi og er barnvaksin í Fuglafirði, fyri nekrum árum síðani varð biðin um at prædika fyri bygdarfólki sínum. Men Hans Jacob Joensen, bispur tók prest av ræði, og soleiðis slapp Sonja Klein kortini at tala í Fuglafjarðar kirkju sunnudagin. Men Fuglafjarðar prestur góðtekur ikki, at bispur setir hann upp á pláss, og ti fór hann í blødini við sínum sjónarmiðum. Fyri kirkjufólkið er tað sera harmiligt og erkymlandi at síggja prestar keglast í fjøl- miðlunum, men bispur skal eiga tøkk fyri, at hann í gjár vísti aftur, at prestur við lógini í hondini kann nokta kvinnuligum starvsfelaga at prædika. Fyri føroyingin er tað eisini púra greitt, at kirkjan er Guds hús - tað er ikki gamalt í Føroyum, at prestur »eigur« kirkjuna. Í hesum tíðum, tá vit politiskt og í aðrar mátar royna at javnseta kvinnu og mann, er tað sera hugstoytt, at ein prestur skal taka eina heila meinigheit sum gísla - tí at hann hevur so víðgongd privat sjónarmið - sum samfelagið annars ikki góðtekur. Prestur hevur ikki til uppgávu at seta kílar í føroyska samfelgið. Hansara uppgáva er ikki at stríðast fyri ella ímóti javnstødu millum kvinnu og mann. Hansara uppgáva er at boða evangeliið, og tað ger hann best við at skipa kirkjuliga arbeiða so væl, at fólk tíma at koma í kirkju. Við at styggja fólkið frá kirkjuni mótarbeiðir hann sínum kalli. Sosialurin Niclas Johannesen Emil L. Jacobsen Myndamenn Jens Kristian Vang Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post sosialurin.fo Faroe Seafood Prime - Årsroknskapur 1997 Faroe Seafood Prime P/f og grannskoðari felagsins KPMG Þauli Ellefsen P/f hava tann 1. september 1998 móttikið soljóðandi bræv frá Skråseting Føroya: »Vidv. ársroknskapinum 1997 hjå P/f 2452, Faroe Seafood Prime P/f, 100 Tórshavn Samb. s. 7 í ársfrágreið- ingini fyri felagið er sølan av skrivstovubygninginum farin fram aftaná árslok - t.v.s. í 1998. Tá sølan av bygninginum ikki er farin fram fyrr enn í 1998 er tað tí, samb. $26, stk. 1, pkt. 3a í ARL ikki rætt at hava inntøkuna av søluni vid i roknskapinum fyri 1997. Hon skal tó nevn- ast í ársfrágreiðingini samb. $56, stk. 2 í ARL, sum eis- ini er gjørt. Vit fara ti at bidja tykkum rætta roknskapin aftur sam- bært omanfyristandandi og senda okkum rættada rokn- skapin aftur sum skjótast<. Leiðslan í Faroe Seafood Prime P/f og grannskoðari felagsins, KPMG Pauli Ell- efsen P/f, meta framvegis, at tann innsendi ársrokn- skapurin fyri 1997 vísir eina rættvísandi mynd av ogn, eginpeningi, avsetingum og skuld, tí fíggjarligu støduni og úrslitinum .Somuleidis meta vit, at tann innsendi årsroknskapurin fyri 1997 å ongan hátt fjalur útyvir, at viningurin frá sølu av bygn- inginum, sum er seldur i … 1998, er inntøkurførdur í rakstrarroknskapinum. Tvørturiméti er upplýst bædi i årsfrågreidingini og f notunum, at so er. Mett verdur eisini, at vinningurin frå sølu av bygninginum ikki ørkymlar tann seriøsa roknskaparles- aran, av ti at vinningurin er inntøkuførdur undir 6van- ligum inntøkum, sum rokn- skaparlesarin sjålvsagt ikki væntar koma aftur næsta år. Hetta merkir, at úrslitið áðrenn óvanligar inntøkur og útreiðslur framvegis vísir eitt hall uppá t. DKK 2.190 og at ársúrslitið fyri 1997 nú vísir eitt hall uppá . DKK 10.491. Eginognin er óbroytt uppá DKK 43.340 aftaná uppskriving av bygninginum. Broytingarn ir hava sostatt ongan týdn- ing fyri gjaldføri og fíggj- arligu styrki felagsins. Somuleidis merkir hetta, at úrslitið fyri fyrra hálvár 1998 nú vísir eitt avlop áðr- enn skatt uppá góðar 15 mió. kr. aftaná vinning frá sølu av bygninginum, ímóti fyrr kunngjørt uppá góðar DKK 4 mió. Við hesum vóna vit, at øsingin, serliga í ávísum fjølmiðlum, er at enda kom- in, og at vit saman kunnu fegnast um, at raksturin hjå Faroe Seafood Prime P/f nå gevur avlop. Onki ósamsvar Skrivingin seinastu vikurn- ar um Koda-gjald til før- oyskar tónleikarar er vorðin heldur fløkt. Tað byrjaði vid einum kravi um, at útvarpið skal gjalda meira í Koda-av- gjaldi. Síðan var yvirskrift- in at »UF spælir treyðugt føroyskan ténleik«, og i Sosialinum fríggjadagin skrivar Niclas Johannesen, at útvarpið ongan tónleika- politikk hevur. Eg skal royna at greiða hesa fløkju. ÚF hevur skyldu til at geva Koda upplýsingar um hvert einasta lag, sum verð- ur spælt, so Koda kann av- rokna gjaldið. Hesar upplýs- ingar verða í dag avgreidd- ar við teldu, og tí er lætt hjá okkum at telja, hvussu nógv av tí spælda er føroyskt. Tað er onki ósamsvar millum upplýsingarnar, sum Sosialurin hevur fingið frá Koda og ÚF, men Sosialur- in blandar hesi tølini saman. Tað ber ikki til at siga, at tá 17 prosent av Koda-peng- unum koma aftur til Føroya, so mugu 17 prosent av ti, sum ÚF spælir, vera før- oyskur tónleikur. Tá Føroya Symfoniork- estur spælir eitt útlendskt verk, rokna vit tad sum før- oyskan tónleik. Men Koda- avrokningin hjá tónasmið- inum kemur ikki til Føroyar. Avrokningin til føroyingar, sum búgva uttanlands, kem- ur heldur ikki aftur til Før- oya. Og so eru eisini nøkur verk, id eru føroysk, men ikki longur eru vard, og sum onki ti verdur avroknad fyri. Ti er onki ósamsvar ímill- um at 17 prosent av Koda- pengunum koma aftur, hó- ast 24 prosent av spælda tón- leikinum er føroyskur. Vidvikjandi Koda-rapp- orteringini er at siga, at UF hevur i dag eina sera neyva rapportering. Um okkurt dømi er um, at okkurt ein- stakt verk, sum er rapporter- að, ikki verður avroknað, so nýtist onki løgi at vera í ti. Meira enn 27.000 løg skulu avroknast, og tad kann t.d. vera, at í onkrum føri er 6gjørligt at fia móttakaran. Vit hjálpa javnan Koda við at finna fram til persónar, sum teir leita eftir. Víðari sigur Niclas Joh- annesen, at útvarpið hevur ongan tónleikapolitikk. Tað er heldur ikki rætt, men út- varpið hevur kanska ikki tann tónleikapolitikkin, sum Niclas Johannesen heldur vera tann rætta. Útvarpið hevur ikki ásett, at ein heilt ávísur prosent- partur skal vera føroyskur ella norskur tónleikur, og brúkar ikki orkuna til at ansa eftir at tílíkar kvotur verða hildnar. Sum Puclic Service stød skal útvarpið spæla øll slóg av ténieiki, eisini tey sløgini, sum minni lurtara- bólkar serlig? vilja hoyra. Aðrar útvarpsstýðir, eitt nú tær, sum verða riknar á handilsligum grundarlagi, hava eitt heilt annað tón- leikaval. Í sendiskránni hjá okkum hava tey ymsu sløgini av tónleiki sítt pláss, og lut- fallið millum tey ymsu sløg- ini av tónleiki er ásett initt ávíst mark, tá skráin verður løgd til rættis. Føroyskur tónleikur er ein partur í at kalla ollum hesum sending- um. Tey seinnu árini hava út- varpsstødir fingið nýggjar framleidsluskipanir, sum gera tað møguligt neyvt at stýra tónleikanýtsluni. Fyri hvørt einstakt lag verður skrásett í telduskipanum, hvussu ofta eitt lag kann spælast, hvussu harður tón- leikurin er, hvgrja tíðir á degnum tað ávísa lagið má spælast o.s.fr. Ein tónleika- skrá verður sidan løgd inn á teldur, sum stýra tónleikin- um, ið skal spælast. Serliga útvarpsstgðir, ið verða riknar á handilsligum grundarlagið - og sum vanliga hava ein sera smalan tónleikaprofil - hava gingið undan við at taka tilikar skipanir í brúk. ÚF byggir eina nýggja framleiðsluskipan, og Vit fara at hava møguleika fyri at stýra tónleikavalinum á hendan hátt, um vit ynskja tað. Eitt ivamál kann vera, at tónleikavalið á henda hátt verður so nógv automatis- erað, at tann listarligi part- urin kann hava lyndi til at hvørva. Utvarp Føroya Jógvan Jespersen ——————".Þ""e t Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaði maður og pápi HELGI DÁNJAL KLEIN F. 21.11.1944 ættaður frá Gjógv og búsitandi í Hoyvík, andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 2. september, 53 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahús-kapellinum leygar- dagin kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju sunnudagin kl. 14.00. Sungið verður úr sálmabókini Fyri tey avvarðandi Birgerð, Símun og Brynhild Tey, ið vilja minnast Helga, kunnu lata eina peningagávu til Í Gjáar kirkju, konto í Føroya Sparikassa