Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 167 — 5. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið SOS „Landsstýrið gevur aliloyvi uttan neyðug tilmæli: Jógvan Mørkøre, formaður í Umhvørvisnevndini fyri Sundalagið, finst harð- liga at landsstýrinum fyri at bróta rætta mannagongd, tá aliloyvi verða út- skrivað. Hann finnur seg ikki í, at landsstýrið biður um umhvørvistilmælid aftaná, at Tinganes hevur givið aliloyvið í Sundalagnum. Mótmælisskriv er sent landsstýrinum NICLAS JOHANNESEN Mannagongdin skuldi sam- bært formannin í Umhvørv- isnevndini fyri Sundalagið, Jógvan Mørkøre, verið beint øvugt av tí sum higar- til er hent. Uttan tilmælid frå hvørki umhvørvis- neyndini í Sundalagnum ella Heilsufrødiligu Starvs- stovuni hevur Vinnumåla- styrid nyliga givid aliloyvi i Sundaglagnum. Jógvan Mørkøre sigur, at hesi mannagongd vil hann ikki finna seg í. Hann vísir til umhvervislógina, har dentur verður lagdur á, at tilmæli frå kommunalu um- hvørvismyndugleikunum i økinum skal vera givið, áðr- enn landsstýrið gevur enda- ligt aliloyvi Hann vísir eisini á, at tað sambært lóg er kommunala umhvørviseftirlitid, sum stendur vid åbyrgdini, um umhvørvisløgin verður brotin á staðnum. Sostatt gevur landsstýrið loyvi, samstundi sum tað turkar alla ábyrgd yvir á komm- unurnar Svikstartar — Landsstýrið tjóvstartar í heilum. Fyri mær er hetta 80 “ni umaftur. Noðrur gjógnum Sundalagið sum Jógvan Mørkøre sigur at landsstýrið gevur aliloyvi uttan neyðug tilmæli eru fingin til vega. Og hetta er brot á umhvervislógina Finnbogi Arge fær sendandi mótmælisskriv Eyðun Eltér fær sendandi mótmælisskriv heild uppliva vit, at aliringar verða lagdir, og ongin her veit hvat ella hvussu. Fólk halda helst, at eg sum for- maður fyri Umhvørvis- nevndina her havi givið loyvið. Men tað er tað ikki talan um, sigur Jógvan Mørkøre. Hann leggur samstundis dent á, at tað er ikki ti, at tey í Sundalagnum ikki vilja hava alifeløg í kommuni. - Tvørturim6ti eru vit fegin um tað virksemi, sum slíkar fyritøkur skapa. Vit vilja ikki leggja fótonglar fyri nakran. Og vilja fegin samstarva konstruktivt við tey feløg, sum arbeiða í okkara øki. Men ongin sleppur inn á øki at svansa við umhvervinum, sigur Jógvan Mørkøre. Tað er eisini av somu or- søk, at umhvørvisverndar- lógin er gjørd. Sambært lóg- ina er |. kærumyndugleiki eisini kommunalu um- hvørvisnevndirnar, meðan Heilsufrødiliga Starvsstov- an er 2. kærumyndugleikin, og landsstyrid er 3. kæru- myndugleikin. Finst at embætisfolkum Jógvan Mørkøre leggur so- statt dent å, at politiska rad- fylgjan er røtt. Røtt manna- gongd er fyrsta stigið at sleppa burtur frá 80'unum, heldur hann. Samstundis hevur for- maðurin í Umhvervis- nevndini fyri Sundalagið hug at fýlast á embætisfólk- ini í Tinganesi, sum umsita eitt nú alingina. — Eg veit ikki, hvor er pápi at hesum. Landsstýris- menn koma og fara, men embætisfólkini, sum ar- beiða við hesum, áttu at kent til lógina, og tey áttu harvið eisini at vitað, at tann hátturin, sum landsstýrið nú gevur loyvi upp á, er full- komiliga á skeivari kós Sum nú er heldur Jógvan Mørkøre rætt og slætt, at bæði kommunalar um- hvørvisnevndir og Heilsu- frødiliga Starvsstovan vera drigin eftir hårinum, ti landsstýrið praktiserar skeiva mannagongd. Jógvan Mørkøre hevur sent mótmælisskriv til bæði landsstýrismannin við Um- hvørvismålum Eyðun Eltør og landsstýrismanninum við Vinnumálum Finnboga Arge. til Tiðindablaðið Sosialin sølu- og Internetdeildina Vit sóknast eftir einum fólki at taka sær av dag- liga arbeiðinum við sølu, lýsingum og Interneti umframt at menna og umsita Internetdeildina. Tú: - ert ágrýtin - dugir og dámar væl at tosa í telefon - hevur lætt við at tosa við fólk - hevur áhuga fyri telduarbeiði og Internetinum - ert forur fyri at arbeiða undir tíðartrýsti - hevur hugflog og dugir at festa tað á pappír - kanst byrja skjótast gjerligt Vit kunnu bjóða: - Eitt spennandi og mennandi starv - Møguleikar at ferðast kring landið - Samskifti uttanlands við viðskiftafólk okkara - Menning innan Internetsamskifti Umsóknarfreistin er 14. sept. 1998. Løn samb. avtalu. Umsóknin skal saman við viðkomandi skjølum sendast til: Sosialurin P.O. Box 76 110 Tórshavn Att.: Jonhard Hammer Tu ert vælkomin at ringja tlf. 311820 at hoyra meira um starvið. Spyr eftir Jonhard ella send e-mail til: jonhardsosialurin fo Tíðindablaðið SOSIALURIN www.Sosialurin.fo P.O. Box 76 - 110 Tórshavn Tif. 3118 20 - Fax 31 47 20 Sosialurin er eitt livandi og spennandi arbeiðspláss. Her starvast í dag uml. 25 fólk. Uppgåvurnar eru bæði áhugaverðar og fjølbroyttar. Blaðið kemur út 5 ferðir um vikuna Á prentsmiðjuni, sum er partur av fyritøkuni, verða umframt Sosialin eisini prentað onnur blød. Sosialurin umsetti i fjør fyri stivliga 8 mill. kr.