Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 167 — 5. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið 9 Barnagarðurin við Velbastaðvegin 25 ár Í hesum mánaðinum eru liðin 25 ár síðani at barnagarðurin og vøggustovan við Velbastaðvegin lótu dyrnar upp á fyrsta sinni. Og tað verður hildið við einum stórum tiltakið á stovninum í dag millum klokkan 10 og 12 SVEINUR TRÓNDARSON ALVUR HARALDSEN Í dag er ball á Velbastað- vegnum. Ja, ball er kanska so nógv sagt, men tað er í hvussu er 25 ára fødingar- dagur við Velbastaðvegin í dag. Í hesum mánaðinum eru liðin 25 ár síðan barnagarð- urin og vøggustovan við Velbastaðvegin varð latin upp á fyrsta sinnið. Og á stovninum hava tey avgjørt, at hesin dagurin skal í hvussu er ikki fara aftur við borðinum uttan at okkurt sermerkt verður gjørt burturúr honum - og tað gera tey so. Í dag klokkan tíggju hev- ur stonvsleiðslan boðið øll- um foreldrum og systkjum hjá børnunum, sum ganga á stovninum, til eitt sam- komu. Eisini hevur stovnurin boðið umboðum fyri Tórs- havnar Býráð, Almanna- stovuni og ødrum, sum tey samstarva við til samkom- una, so sigast má, at tað verða nógv fólk á Velba- staðvegnum í morgin Tey vaksnu fáa kaffi og køkur, meðan tey yngru fáa okkurt annað og meira lesk- iligt at drekka. Sjónleikur og sangur Leiðslar. á stovninum hevur syrgt fyri at seta eina fjølbroytta skrá saman og úr Mona R. Mohr er leiðari á stovninun við Velbastaðvegin henni kunnu vit nevna at systrarnar Ria og Súsanna Tórgarð fara at spæla ein sjónleik, sum gjørdur er til løtuna. Eisini verdur sangur å skrånni. Stovnurin er so væl fyri at hava ein so royndan sang- ara, sum Maluna Thomsen f arbeidi og hon hevur sam- an við børnunum vant eina skrá til dagin. Og blaðmaðurin kann siga foreldrunum, at tey hava gott í væntu. Tí tá vit báðir, Alvur, vóru á stovn- inum í gjár, vandu tey av hjartans lyst og tað ljóðaði øgiliga væl! Harafturat verður skipað fyri andlitsmáling, posa- renning, togtogan og onkr- um gðrum eisini. Og frá leiðsluni á stovn- inum skulu vit siga, at tey vóna at síggja nógvar gestir í dag og at tað er púra líka- mikið um tað regnar, tí til- takið verður so allíkavæl. Starvast í 25 ár Nú stovnurin hevur 25 ára fødingardag, so er tað ikki einasti merkisdagurin við Velbastaðvegin. Tað er nevniliga so, at tað eru fleiri starvsfólk, sum hava starvast í húsinum í øll hesi 25 árini. Tey eru Suni Hansen, sum er husvørdur, Sólgerð á Rógvu Olsen, sum er leið- ari í Vøggustovuni, Mary Malan Thomsen og lítli hjálpari h væl. Tað ljóðaði heilt gott hjá teimum smáu SR 5 SR ennara við venjingina í gjár og tað skal sigast, at tað eydnaðist teimum báðum Húsavórðurin, Suni Hansen, við trillubøruni og eini rúgvu av teimum smáu, sum eru so øgiliga góð vid hann Jensen, sum er reingerð- ingskvinna og Poulina Ol- sen, sum nú er reingerðings- kvinna á stovninum, men sum eisini hevur starvast sum hjálparfólk á stovnin- um. Hjá teimum er dagurin heilt serligur, tí tað er ikki so ofta, at so nógv fólk hava starvast í 25 ár á sama stað. Tey koma afturíaftur Og tað sær út til at leiðslan á stovninum er nøgd við tað úrslitið, sum er komið burt- ur úr teirra arbeiði, tí nú er onkur komin at arbeiða á stovninum, sum var í fyrsta bólkinum á stovninum, sum byrjaði fyri 25 árum síðan! Sigfríður Clementsen, sum er kendur frá fótbólt- inum starvast nú sum hjálp- arfólk á stovninum og tá hann kom á stovnin at ar- beiða var Suni Hansen, tann fyrsti hann spurdi eftir, sigur Mona R. Mohr. Tað ganga í løtuni 100 børn á stovninum við Vel- bastaðvegin og tey eru býtt soleiðis at 40 ganga í vøgg- ustovuni meðan 60 ganga í barnagarðinum. Sosialurin ynskir starvs- fólkunum, børnunum og foreldrum teirra tillukku við degnum og vit vóna at tit fáa ein hugnaligan dag. Veðurmaður okkara sigur í hvussu er at møguleikarnir eru til staðar. Gott at sleppa at nana eina ltu .....