Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 167 — 5. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið S0S'2 17 Kekkia kenna vit heilt væl Fótbóltur: Allan Simonsen ætlar sær ikki at gera tær stóru broytingarnar, og hann roknar ikki við, at kekkar- arnir fara at spæla so nógv ødrvisi, enn teir gjørdu í fjør Tað verður torført, men tað verður ikki so nógv torfør- ari, enn tað plagar at vera. Og hesa ferð er tað, sam- mett við so nógvar aðrar ferðir, ein fyrimunur, at vit kenna m6tstødulidid so væl. Tað staðfestir Allan Sim- onsen, tá vit samrøda um uppgávuna, sum stendur fyri framman hjá landsliðn- — um. Sama kvøld sum Før- oyar spældu í Bosnia-Hers- egovina, spældi Kekkia venjipgardyst móti Dan- mark. Allan Simonsen hev- ur hugt at tí dystinum, og sjálvt um hann veit, at Kekkia ikki fer at spæla á sama hátt móti Føroyum, sum teir spældu móti Dan- mark, so heldur hann, at av- rikið í venjingardystinum kann brúkast sum greið á- bending um, at føroyingar kunnu rokna við einum m6tstødulidid, sum fer at spæla ikki so nógv gðrvísi, enn tað gjørdi fyri einum ári síðani. Neyðu at umskipa Allan imonsen harmast Altjóða fotboltur verður í Gundadali Fótbóltur: EM undankappingin fyri U-16 landslið verður í komandi viku Tað er ikki á hvørjum degi, at altjóða fótbóltur er at síggja í hgvuðsstaðnum. Men í komandi viku er høvi hjá havnarfólki at fara í Gundadal at síggja eitt før- oyskt landslið stríðast móti útlendskum tjóðum. Og tað skal valdast vavi í altjóða fótbóltsútboðnum, sum verður í Gundadali Føroyska U-16 landsliðið skal í EM undankapping taka lut saman við trimum ødrum landsliðum. Hini eru Finnland, Noreg og Wales. Spælt verður týsdagin, hósdagin og leygardagin. Tað verða tveir dystir hvønn dagin, og alt skal ganga fyri seg á ovara vølli í Gunda- dali. Hvørt landið verður í kappingini umboðað av át!- an spælarum, sum eru fimt- an og sekstan ára gamlir. Hesir dreingirnir hava fing- ið frí frá skúla í komandi viku. Gestirnir koma til Før- oya månadagin. Allir 72 dreingirnir vid venjarum og hjálparfólkum skulu halda til á Hotel Føroyum. Umframt at spæla dystir, so skulu teir venja tvær ferðir um dagin teir dagarn- ar, tá teir ikki spæla, og teir dagarnar, tá teir skulu spæla seinnapartin, venja teir fyrr- apartin. So tað kann ikki sigast annað, enn at tað frá morgninum av og fram móti venjingartíð hjá teimum vaksnu í havnarfeløgunum verður lív í Gundadali. Umframt U-16 landslið- ini og hjálparfólkini, sum fylgja við teimum, koma tríggir dómarar og tveir um- boðsmenn fyri UEFA til Føroya í sambandi við hesa kappingina. Skráin Dystirnir verða spældir týs- dagin, hósdagin og leygar- dagin. Kl. 15 týsdagin spæla Noreg og Wales og kl. 17 spæla Føroyar og Finnland. Hósdagin kl. 15 spæla Finnland og Wales, og kl. 17 spæla Føroyar og Noreg. Leygardagin kl. 14 hittast Finnland og Noreg, og kl. 16 skulu føroyingarnir royna seg móti Wales. Út- lendsku gestirnir fara avstað aftur sunnumorgunin. Tey stóru eiga teir flestu Síðani føroyska U-16 lands- liðið kom aftur úr Íslandi, har teir fyrstu vikuna í aug- ust spældu í opnu NM kapp- ingini, hava teir fyrireikað seg til hesa stóru uppgáv- una. Tyskvøldid vóru teir í Gundadali og spældu móti unglingunum hjá B36, sum eru eitt og tvey ár eldri enn U-16 dreingirnir. Jákup á Borg og hansara menn í B36 vunnu 4-2 móti U-16 landsliðnum. Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U-16 dreingjun- um, og hann hevur tikið teir átjan spælararnar út, sum skulu umboða Føroyar. Tað verður ofta tikið til, og stød- utalvan ber eisini boð um tað, at í 1. deild gerst mun- urin millum tey bestu liðini og hini alt meiri sjónskur. Og skulu vit meta út frá út- tøkuni til U-16 landsliðið, so fer hetta rákið eisini at gera seg galdandi í framtíð- ini. Av teimum átjan spæl- arunum eru fýra úr KÍ, og B36, HB og NSÍ eiga tríggj- um, at Sámal Joensen ikki er við hesa ferð. Hann er vorðin fastur fúsur á mið- vøllinum, har hann hevur víst seg at vera týdningar- mikil saman við Julian Johnsson. — Í åitgangsstøduni ynski eg at gera so fáar og smáar broytingar, sum tað ber til, men aftur og aftur vísir tað seg, at tað er neyðugt at gera broytingar, tí menn eru skaddir ella av øðrum or- søkum ikki kunnu vera við. Soleiðis er tað eisini hesa ferð, og so mugu vit finna fram til bestu loysnina, utt- an at vit oyðileggja góðu rútmuna og skipingina av liðnum, sum vit sóu í Bosn- ia-Hersegovina. Tað er týdningarmikið, at vit taka stødi í tí avrikinum og ar- beiða víðari harífrá. Venjarin vil ikki koma nærri inn á, hvussu hann ætlar at umskipa, og tað ber ikki til hjá okkum at gera metingar út frá venjingini. Dysturin verður ikki spæld- Allan Simonsen roknar við, at kekkiska liðið fer at leypa á við stórari styrki, og so ræður um at hava verjupartin væl skipaðan, samstundis sum vit syrgja fyri at brúka okkara møguleikar, tá teir koma Mynd: Alvur Haraldsen ar i part. Hetta eru somu feløg, sum eru å fyra teim- um ovastu plássunum í 1. deild, og tað eru hesi fel- øgini, sum kappast um FM og heiðursmerkini í dreingj- adeildini, har U-16 dreing- irnir kappast móti hvgrjum ødrum. Føroysku spælararnir eru hesir: Niels Joensen, Poul Næs Joensen og Bárður Jo- hannesen úr B36, Martin Winther úr B71, Teitur Ell- ingsgaard, Jón Rói Jacob- sen og Vagnur M. Morten- sen úr HB, Hjalgrím Elttør, Jóannes L. Jacobsen, Karst- in Joensen og Símun Joen- sen úr KÍ, Jack Johansen úr MB, Atli Gregersen úr Neksø í Danmark, Høgni Højgaard, Fróði Joanesar- son og Brynjolvur Nielsen år NSI, Elfinn Ørvarodd ur SIF og Arnhold Berg av Skåla. Bill Jacobsen er hjålpar- venjari, Hedin Askham er lidleidari, og John Reid Skoralíð er fysioterapeutur. jh ur fyrrenn í morgin, og tað verður ikki fyrrenn undir venjingini í dag, at tað fer at síggjast á uppstillingun- um, tá teir fara at venja deyðbóltsstøður, hvør fer at spæla við. Men tá åtgangsstødi er, at fåar og småar broytingar skulu gerast, so er talan um tveir spurningar. Annar er, hvor skal í plássið hjá Sám- ali Joensen, og hin er, hvør skal víkja, nú Todi Jónsson, sum tóktist væl upplagdur og stríddist nógv undir fyrrapartsvenjingini í gjár, er tøkur aftur. Um eingin noyðist at sita uttanfyri, tí hann er skaddur, so verður verjan umleið tann sama, sum hon var, men tað kann vera, at Allan Mørkøre verður settur aftur á vongverjan, at Pól Thor- steinsson verður settur inn í midverjuna (sidst røkti hann seruppgåvu i høgra bordi), og at Jens Kristian Hansen verður fluttur fram á verjukenda miðvallara- plássi. Tað kann eisini hugs- ast, at Pól Thorstseinsson verður settur í hetta plássið. Síðst var Uni Arge frems- ti maður, meðan John Pet- ersen var aftanfyri hann Báðir arbeiddu sum úlvar John Petersen verður heilt víst á liðnum, og tað er ikki sannlíkt, at Uni Arge verður settur uttanfyri. John Peter- sen verður tí settur í sama leiklutin, sum hann ofta hevur havt, tá bæði Jan All- an Miller og Todi Jónsson hava verið við. Tí kann tað vera, at hesir verða úti á vellinum: Allan Mørkøre, Hans Fróði Han- sen, Oli Johannesen, Pól Thorsteinsson, Henning Jarnskor — Julian Johnsson, Jens Kristian Hansen, John Petersen — Uni Arge, Todi Jónsson Betri enn Bosnia A altjóða styrkislistanum er Kekkia nógv pláss omanfyri Bosnia-Hersegovina, og Allan Simonsen undirstrik- ar, at tað er einki at ivast i, at métstødulid1d í morgin er væl betri, enn tad, sum Før- oyar 19. august taptu 1-0 ímóti. — Tað er framvegis harm- uligt, at vit taptu ta ferðina. Vit høvdu fingið teir at spæla akkurát soleiðis, sum vit vildu hava teir at spæla, og vóru vit eitt sindur hepn- ir, so vunnu vit, ella fingu vit í hvussu so er javnleik, tí tað líka sum lá í luftini tá, at her fór einki mál at koma Venjarin roknar við, at Kekkia fer at leypa á við stórari styrki, og so ræður um at hava verjupartin væl skipaðan, samstundis sum tað verður syrgt fyri, at úr- tóka fæst burturúr mótá- lopsmøguleikunum, sum heilt vist fara at koma. jh Gøtumenn minnast væl til dómaran Fótbóltur: Juhu Hirviniemi hevur dømt GÍ fyrr Teir fýra menninir, sum í morgin skulu syrgja fyri, at alt gongur rætt fyri seg inni á vellinum og tá tað ræður um tíðina, útskift- ingar og annað, koma úr Finnlandi. Démarin eitur Juhu Hirviniemi, linjuverjarnir eita Tapio Yli-Karro og Markku Siivonen, og fjórði dómarin eitur Mika Peltola. Finskt mål og finsk nøvn eru ikki tad, sum føroyingar i flestu førum kenna sum viðkomandi, men um tað skuldi verið onkur, sum helt seg kenn- ast við, at dómarin við hesum navninum áður hevur verið í holtur við føroyskan fótbólt, so er tað púra rætt. Tá GÍ fyri fyrstu ferð spældi í Europa Cup í 1994, var mótstýðuliðið Trelleborg úr Svøriki. Fyrri dysturin varð spældur á Svangaskarði, og hín seinni í Trelleborg. Svenska líðið vann 1-0 á Toftum, og á heimavgtli vunnu teir 3-2, eftir at teir stutt eftir hálvleik vóru frammanfyri 3-0. At GÍ tvær ferðir í 2. hálvleiki minkaði um munin, og hevði meguleikar at javna, komst ikki minst av, at dómarin, sum júst var hesin Juhu Hirvini- emi, hevði rikið tveir svi- ar av vøllinum. Svenska pressan var so fortørnad av åtvisingun- um, at teir í fråsøgnum sinum mettu Magna Jarn- skor — saman vid Janusi Rasmussen fekk hann gult kort ta ferðina — sum ein av heimsins størstu sjónleikarum. Teir i Trelleborg vóru so ónggdir við útvísing- arnar, at teir kærðu av- gerðirnar hjá dómaranum tíl UEFA. Tað sígst, at finski démarin noyddist niður til høvudsskrivstov- una hjá UEFA, sum er í Sveits, at greiða frå, hví hann hevði ríkið sviarnar av vellinum, men tað vita vit íkki fyri vist. Vist er- tað, at UEFA hevur góð- tikið frágreiðingina hjá dómaranum og harvið víst kæruni hjá Trelleborg frá sær. Høvdu teir ikki havt gjørt tað, so heyði Juhu Hirviniemi úr Finn- landi neyvan verið settur at halda skil á í morgin! jh