Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 168 — 8. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið SUSIE Aftur eldur i bankamålinum Kritikkurin frå búskaparfróðingum og andsstødupolitikarum av avtaluni millum donsku stjórnina og landsstýrið sendir eisini ristingar í Tinganes. Lógmaður langar eftir formanninum í donsku Ráðgevandi Nevndini. Høgni Hoydal vísir aftur donsku útleggingunum og sigur, at seinasti orðadrátturin enn einaferð ber boð um ógreiða ábyrgdarbýtið millum Fóroyar og Danmark Anfinn Kallsberg finst at formanninum í donsku Ráðgev- andi Nevndini, Arne Larsen NICLAS JOHANNESEN Føroyska bankamálið livir enn i donskum politikki. I kjalarvørrinum á útsógnum frå donskum búskaparfrað- ingum um, at skuldarsaner- ing var á ongan hátt við- komandi, tá danska stjórnin valdið at rinda føroyingum 1,5 milliard krónur, krevur politiska andstødan í Dan- mark nú tøl á borðið frá danska fíggjarmálaráð- harranum Mogens Lykke- toft. Andstødan vil hava at vita við vissu, hvussu stórur partur var endurgjald fyri Føroya Banka, og hvussu stórur partur fór til skuldar- sanering, tá avtalan var gjørd við føroyingar 10. juni í ár um endurgjald upp á 1,5 milliardir krónur. Og andstødan hevur fingið vind í seglini, nú fleiri danskir búskaparírgð- ingar siga, at skuldarsaner- ing var slettis ikki upp á tal, tå avtalan varð gjørd. Eitt nú vísir nationaløkonomur- in Peter J. Petedrsen á, at yvirskot er á føroyska gjaldsjavnanum upp á eina milliard krónur, og tí kallar hann skuldarsaneringar „for noget særpræget”. Hø eni Hoydal: Málið ber in einaferð bod um Øe gre iða RNS mill Løgmadur ónedur I Føroyum hevur Anfinn Kallsberg løgmadur gjørt vart við sina misnøgd nú eisini formaðurin í Ráðgev- andi Nevndini — Arne Lar sen — við síni frágreiðing til donsku stjórnina, í ver- uleikanum undirgravar før- oysku strembanina eftir, at fáa ein sunnan búskap at virka. Løgmaður kallaði i út- varpinum sunnukvøldid út- sagnirnar hjå Arna Larsen um, at „tað gongur so ótrú- liga gott í Føroyum" fyri beinleiðis skaðiligar, og vísti á, at landsstýrið roynir at bóta um kappingarførid, umframt at reka ein varnan og skilagóðan búskaparpol- itkk. »Statsstøtte til stenrige færinger" var eisini ein av yvirskriftunum i Berlingske Tidende månadagin 7. sep- tember, har vinkulin er, at føroyingar fingu meira enn neydugt var hjå donsku stjórnini at rinda, tå avtalan var gjørd fyrr f summar. Ogreida åbyrgdar- bytid spøkir Høgni Hoydal heldur, at toganin millum donsku stjórnina og andstøduna er enn eitt dømi um, hvussu ógreiða åbyrgdarbytid mill- um báðar rikispartarnar setir sín óhepna dám á orð- askiftið. Høgni Hoydal leggur enn einaferð dent á, at avtalan frá 10. juni ikki bara er gjørd út frá handilsligum tólum um eitt partabræva- býtið. Avtalan var eisini pol- itiskt og tók stødid í ti ógv- usliga fallið, sum rakti før- oyska búskapin og føroyska fólkið frá 1992 og frameftir. Tað var ikki bara ein banki, ið bleiv raktur av donsku inntrivunum í føroysku kreppuna — men alt sam- felagid. Og hetta var partur av føroyska samrådingar- upplegginum. — Ut frá tí er tað burtur- vid at pråta um, um føroy- ingar fingu ov nógv ella ov lítið í avtaluni við danir 10. juni, sigur Høgni Hoydal. I Danmark er eitt av høv- uðskritikkpunktunum hjá andstøduni, at danska stjórnin helst seldi seg so biliga til føroyingar, ti stjórnin hevði brúk fyri at fáa sokallaða hvítusunnu- pakkan samtyktan. Pakkin varð samtyktur — við hjálp frá tveimum passivum før- oyskum fólkatingslimum. Høgni Hoydal sigur, at tað var ongantíð partur av føroyska samráðingarupp- legginum at bjóða fólka- tingsatkvødur fyri eina góða avtalu. Hann vísir sostatt til, at hetta er eitt innanríkis- Arne Larsen er formaður í ráðgevandi nevnd forsætisráðharrans politiskt mál, sum danir sjálvir mugu greiða. Høgni Hoydal leggur eis- ini dent á, at ein høvuds- táttur hjá verandi landsstýri er at leggja lunnar undir ein sjálvbjargnan búskap. Hann vísir eisini á, at í avtaluni frá 10. juni er staðfest, at føroyingar hava fulla á- byrgd av føroyska búskapi- num. Vandin fyri at avtalan um milliard-endurgjaldið verð- ur annullerað er ongin. Av- talan er bindandi, og sum so uppfatar landsstýrið eisini málið at vera avgreitt. Kortini fer landssstýrið at reisa málið danski forsætis- málaráðharrin Poul Nyrup Ramsussen kemur á vitjan hósdagin. Eykatúrar til Keypmannahavnar og aftur Umframt vanligu túrarnar hjá Atlantic Airways úr Føroyum hvønn dag kl. 11.00 og úr Keypmannahavn kl. 15.15 verða nú eykatúrar gjørdir hverja viku Úr Feroyum Eykatúrar hósdag og sunnudag Eyka túrar 03. sept-22 okt Mánadag = Týsdag | Mikudag Úr Keypmannahavn | (03. sept-23 okt. Mánadag - Ú 84 | Hósdag Eykatúrar irar månadag og friggjadag | Friggjadag Leygardag „Sunnudag | 0845 Atlantic Airways +—ør-333900—-Fax 393 380—-— — |