hósdagur 10. september 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
| Jan Mø Jonhard Hammer
| nan denskov Dagny Joensen,
| Fíggjarleiðari: Aki Bertholdsen,
Sveinur Tróndarson Turið Kjølbro
Vælkomin — Poul
Nyrup Rasmussen
Oddagrein
Í dag kemur Poul Nyrup Rasmussen, for-
sætisráðharri til Foroyar. Hetta er aðru ferð,
at forsætisráðharrin vitjar í ár, og ber tað
boð um, at Føroyar hava størri áhuga í for-
sætismálaráðnum nú enn fyrr.
Spentu viðurskiftini millum Danmark og Før-
oyar tykjast nú at hava lagt seg aftur, og
hesaferð hava tjóðveldismenn og fólka-
floksmenn einki ímóti at hitta forsætismála-
ráðharran.
Men tað er Javnaðarflokkin, Poul Nyrup
Rasmussen fyrst og fremst er komin higar
at vitja. Viðurskiftini millum danska og før-
oyska Javnaðarflokkin hava ikki verið av
teimum bestu seinastu árini, og hevur hetta
eisini merkt danskan politikk við tað, at Jó-
annes Eidesgaard, fólkatingsmaður ikki
hevur limað seg inn í tingbólkin hjá danska
Javnaðarflokkinum.
Hóast vit kanska kunnu lasta danska Javn-
aðarflokkin fyri vánaliga samstarvið flokk-
anna millum, so eiga vit kortini nú at líta
frameftir - og ikki erta upp undir gamalt,
farið agg. Tí eiga vit at heilsa Poul Nyrup
Rasmussen vælkomnum til Feroyar, og í
samstarvi við hann og ríkisstjórnina finna
besta karmin fyri framtíðar samstarvi land-
anna millum.
Tað er einki at ivast í, at rikisrættarliga stoða
øroya fer at standa ovaliga á dagsskrånni,
tá forsætisráðharrin fer at hitta foroyskar
olitikarar, men eyðsæð er, at tað er íkki
anska stjórnin, sum er mótpartur foroyinga
fullveldis- ella sjálvstýrisstríðnum - hetta
mál er okkara søk.
Tn
*
Tað er skylda myndugleikanna at finna eina
so breiða semju, sum til ber fyri framtíðar-
stoðu okkara - og tað er ikki nóg mikið, at
landsstýrisflokkarnir standa aftan fyri hesa
avgerð.
Ti kunnu vit nú harmast um, at tað ikki
eydnaðist at skipa eina breiða samgongu -
eina samgongu, har eisini Javnaðarflokk-
urin var við, tí tá fingu vit eina breiða semju
í legtinginum. Nú kann tað henda, at tað
bara verða landsstýrisflokkarnir, sum fara
at atkvoða eitt slíkt mál igjøgnum - og tað
er sera óheppið, tí tá endurtaka vit bara
støduna frá 1946.
Í gjár hevði uttanlandsnevnd løgtingsins sín
fyrsta fund um fullveldismálið hjá lands-
stýrinum. Vit mugu so bert vóna, at tað
eydnast at samasjóða sjónarmiðini hjá
Javnaðarflokkinum við sjónarmið landsstýr-
issins.
Poul Nyrup Rasmussen og føroyski Javn-
aðarflokkurin eiga nu at taka uppaftur gamla
samstarvslagið, tí sum javnaðarflokkar er
tað ein skylda at samstarva tvørtur um land-
amørk - fullveldi, ella ikki fullveldi. Ein javn-
aðarrersla er ein international rørsla, sum
ikki kann hyljast handan tjóðskaparligt
trongskygni. Sosialurin
gg
Postadr:
Agnes 28 um,
Postsmoga 76.
110 Tórshavn
= Telefon: 311820
Telefax. 314720
post &sosialurin.fo
Børn og sorg
Fyri nøkrum døgum síðani
var eg å einum skeidi, har
evnid var »Børn og sorg«.
Hetta var eitt sera åhuga-
vert skeið, har ein fekk nógv
at vita, sum ein ikki visti
frammanundan, og eri eg
takksom fyri, at eg fekk
høvi at vera við. Hesir báðir
danirnir, sum høvdu skeid-
ið, komu við fleiri dómum
frá veruleikanum, har børn
gjøgnum stílar og yrkingar
fingu úttrykt sínar kenslur
og sína sorg á ein grípandi
hátt.
Tað, sum greip meg mest
var teknifilmurin, sum vit
sóu at enda har børn, sum
lógu at doyggja, og onnur
børn, ið høvdu deyðan tætt
inn at sær, komu til orðanna.
Tey greiddu frá, hvussu tey
fyristilla sær tað man vera
at doyggja, og lívið eftir
deyðan.
Nú er hetta eitt sera álv-
arsligt evni, sum ikki kann
annað enn ávirka okkum so
ella so. Men tað sum sló
meg var, at JESUS varð ikki
nevndur við einum orði, tå
ið tey vidgjørdu hetta álv-
arsliga evni, tað at fara til
Himmals, tá ein doyr. Nú
skal ein hava í huga, at hetta
eru børn, sum tosa vid børn.
Kortini verði eg meira og
meira skelkað, jú meira eg
hugsi um hetta. Tí eg havi
varhugan av, at tað, tíverri,
er vanlig hugsan millum
fólk, bæði í Danmark og í
Føroyum, at tå ein doyr, so
kemur ein til Himmals, 6an-
sæd um ein hevur tikid
ímóti Jesusi sum persónliga
frelsara sinum, ella ikki.
Nógv menniskju halda at
tey kunnu leypa Jesus um,
og kortini koma til Himm-
als tá tey doyggja. Jesus
sigur sjálvur í Jóhs. ev. 14,6:
»Eg eri vegurin, sannleikin
og lívið; eingin kemur til
Faðirin uttan við mær<.
Tað eina barnið nevndi,
at tað eisini fanst eitt annað
stað, har tað ikki var gott at
vera, og har eldur var. Men,
legði barnið afturat, har fara
bara tey, sum hava verið
ordiliga ónd. Eg ivist ikki í,
at tað eru mong, bæði børn
og vaksin, sum trúgva at so
er. Hyggja vit í bíbliuna, so
síggja vit at øll menniskju
eru ónd. Esaias profetur
sigur í kap. 53, har hann
tosar um hin líðandi Messi-
as: Vit viltust ØLL av leið
sum seyður, vit vendu okk-
um hver sín veg; men Harr-
in læt falla á Hann skyldina,
ið lá á okkum ØLLUM.
Hesin sami profetur sigur
víðari í kap. 64: Vit vóru
sum hin óreini øll somul, og
øll rættvísi okkara varð sum
dálkað plagg.
Tað, sum okkum gllum
tørvar er, at gera okkum til
reiðar at møta Gudi meðan
vit liva. Gud er heilagur, og
Hann hevur sagt, at um ikki
blóð verður úthelt, fæst ikki
fyrigeving fyri synd. Synd
okkara forðar okkum í at
nærkast tí heilaga Gudi.
Enntá øll rættvísi okkara er
sum dálkað plagg fyri Hon-
um. T.v.s. at vit eru øll á
veg til hatta pínustaðið, um
vit ikki á ein ella annan hátt
kunnu sleppa okkum av við
syndina, sum skilir okkum
frá Gudi. Hvussu kunnu vit
so gera okkum til reiðar at
mýta Gudi? — Jú, JESUS,
hann sum Gud setti fram
sum náðistól, lamb Guds
sum dripið varð, hann er
sjálvur vegurin til Himm-
als. Vit mugu koma til
krossin, boyggja okkum
fyri honum, játta syndir
okkara, og lata hjørtu okk-
ara upp fyri Honum. Tá
vilja vit uppliva, at synda-
byrði okkara fellur av, og
verður sekt í hitt djúpasta
hav, og Gud vil aldri minn-
ast hana aftur, tí blóð
Jesusar reinsar okkum frá
allari synd.
Tað eina barnið helt, at tá
man kemur undir moldina,
so livnar man uppaftur, og
fer inn í elevator, sum síð-
ani førir ein til Himmals.
Hvar er JESUS? — Hetta
barnið hevur kanska ongan-
tíð hoyrt um Hann. Børn eru
erlig, tey vilja fegin hava
skil og greiðu á hesum ting-
um, og tey hava uppiborið
eitt erligt svar.
Góðu foreldur, um tit ikki
sjálv eru før fyri at greiða
børnum tykkara frá hesum
álvarsligu spurningum, so
gerið teimum tann beina, at
tit senda tey í sunnudags-
skúla, har tey kunnu fáa at
hoyra um JESUS, hann sum
elskar tey og gav seg
sjálvan í deyðan fyri tey.
Fríðgerð Mortensen
Nú fara vit vit skjó ótt aftur at dansa
Vetrarskráin er fjølbroytt
sum vanligt við dansifrá-
læru, hugnakvøldum við
dansi, vikuskiftisskeidum,
og ikki at gloyma jóla-
hugnaløtuna við børnunum.
Og hvat er so Dansifrøi?
Jú, Dansifrgi er eitt dansi-
felag, hvørs endamál er at
nøra og varðveita áhugan
fyri gomlu dansunum.
Dansifrøi er eitt áhugafelag,
og eitt er heilt vist, at gomlu
dansunum hevði neyvan
verið lív lagað her á landi,
um ikki feløg og einstak-
lingar høvdu víst hesum
dansunum serligan dans, og
við hesum í huga fer Dansi-
frøi undir eitt nýtt skeið í
vetur. Dansirnir eru ymisk-
ir: pardansir, kvadrillu-
dansir, raðdansir, ringdans-
ir o.s.fr. Vit dansa fyri at
stuttleika okkum og fyri — í
hvussu so er eina løtu — at
sleppa frá tí vanliga gerand-
issjabbinum.
Dansileiðararnir í ár eru
Tom, Matilda, Carita og
Charon og harafturat eru
fleiri hjálparfólk.
Men Dansifrgi er eisini
annað enn dansur. Sosiala
samveran er ein týðandi
partur av felagsskapinum.
Umleið eina ferð um mån-
aðin verður skipað fyri
hugnakvøldi við dansi.
Annaðhvort ár verður skip-
að fyri dansistevnu á skift-
andi plássum kring landið,
og hevur Dansifrøi eisini sín
leiklut í hesum tiltaki. Á
skeið og ikki at gloyma jølahugnaløtuna við børnunum
hvgrjum ári verður skipað
fyri útferð til okkurt pláss í
Føroyum. Fleiri uttanlands-
ferðir hava verið, og hava
dansarar aðrastaðni frá eis-
ini verið á vitjan. Sí annars
lýsing í blaðnum í dag um
vikuskiftisskeið við Ønnu
Kirstin og lýsing um vetrar-
skeið.
I vetrarskránni hjá Dansifrøi er dansifrålæra, hugnakvøld við dansi, dansivikuskiftis-
Navn undir lesarabrøvunum
Herfyri gjørdu vit á Sosialinum av, at vit ikki longur
taka upp dulneynd lesarabrøv. Øll lesarabrøv, sjónar-
mid, viðmerkingar o. 1. skulu hava fult navn undir,
skulu tey verða tíkin við í blaðið. Umframt navn krevur
blaðleiðslan eisini at vita bústað og telefonnummar,
fyri at tilfarid skal verða tikið við í blaðið.
Fólk, ið skriva til okkara, eru vælkomin at lata
okkum tilfarið á teldudiskli - og taka vit ímóti øllum
vanligum formatum. Eisini ber til at senda úlfar sum
e-post, og er adressa okkara: post Øsosialurin.fo.
Fax okkara er annars 314720. blaðstjórin