hósdagur 10. september 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið S0S2lurir
ÍTRÓTTUR
Fótbóltur, U-16 EM-undankappingin: Føroyingarnir
taptu 4-0 móti Finnlandi
I altjóða fótbólti kostar tað
nógv at gera persónlig m.s-
tek. Tað hava føroyingar
aftur og aftur sæð, og tá
føroyska U-16 landsliðið í
fyrraddagin fyri fyrstu ferð
royndi seg á heimavelli í
undankapping, varð hesin
veruleikin enn eina ferð
staðfestur.
Finnland vann 4-0, og øll
málini stóðust av støðum,
har persånlig mistøk hjá
føroysku spælarunum vóru
orsøk til målmøguleikarnar.
Finnland kom å odda i
fyrstu minuttunum, tå verju-
spælari ikki lurtaði eftir
boðunum frá málverjanum,
og tá eitt korter var farið
økti Finnland, eftir at føroy-
ingarnir ikki vóru nóg av-
gjørdir í høgra verjuborði
Triðja málið kom, tá 52
minuttir vóru farnir. Finn-
ararnir spældu seg igjøgn-
um í vinstru, men føroying-
arnir tóktust hava tak á, men
so fluktaði ein á heimaliðn-
um, sum mundi kenna seg
meiri kroystan, enn hann
var, í føroyska málið, og í
yvirtíðini (U-16 liðini spæla
tvær ferðir 40 minuttir) sler-
du finnararnir sigurin fast-
an, tá teir á egnari hálvu
tóku bóltin av einum føroy-
ingi, sum hevði møguleikar
at avlevera, men valdi at
fara sjálvur. Verjan var tunn
tá, og málverjin var ov
skjótur ov langt frammi, og
so lyfti hvítklæddi maðurin
uppum og í netið.
Eingin ivi var um, at
Finnland hevði betra liðið,
og teir spældu seg eisini til
onkrar aðrar upplagdar
møguleikar, sum teir mis-
nýttu, men tað vóra altso
persónlig mistøk, sum vóru
upprunin til málini.
Eitt sindur
av var á
Tað var sum at fáa ein beint
frammaná hjá føroyingum,
at eitt mál fór igjøgnum
beinanvegin, men næstu
tíggju minuttirnar eftir mál-
ið vóru føroysku spælararn-
ir væl við, og høvdu teir
verið eitt sindur hepnir, so
høvdu teir javnað, men stút-
arin hjá Jóannes L. Jacob-
sen eftir hornaspark fór
dygst framvið málinum.
Síðsta hálva tíman av
fyrra umfarinum lótu før-
oyingarnar seg kroysta ov
langt aftur á egna hálvu, teir
tóktust darvaðir av nervum,
og alt ov ofta sparkaðu teir,
tá teir høvdu fingið tak á, í
staðin fyri at royna at spæla,
soleiðis sum teir høvdu
fingið boð um.
Í 2. hálvleiki gekk tað bet-
ri, og tá sást eina løtu meiri
til, at føroysku dreingirnir
hava arbeitt nógv við at
varðveita bóltin og spæla
ímillum sín, í staðin fyri at
sparka høgt og langt, tá teir
hava fingið tak á.
Jón Rói Jacobsen, sum
hevði verið framrættaður
miðvallari í høgru, varð
settur á fremsta plássið, og
tað gav stórri tyngd í álops-
partin. Ta einu ferðina
gjørdist hann leysur eitt
sindur til høgru í brotsteig-
inum, men royndin får beint
i krovid å målverjanum, tå
hesin kom út ímóti.
Breiddin er størri
Finnland hevur ein góðan
U-16 árgang, og teir eru
favorittar at vinna kapping-
ina. Men tað er eingin ivi í,
at tað fer at verða torført hjá
føroyingunum, sum í dag
skulu spæla móti Noregi.
Norge vann fyrradagin 3-0
á Wales, og tað eftir øllum
at dóma lagt upp til eina
Mistøkini vórðu sektaði
beinanvegin
spennandi finalu, tá Finn-
land og Noreg hittast leyg-
ardagin.
Royndirnar frá slíkum
kappingum hava áður víst,
at tað er torført hjá føroy-
ingunum at fylgja við, sum
kappingin líður, men hetta
liðið hevur vant so nógv og
arbeitt so nógv við venjing-
arstøduni, at tað er at vóna,
at teir fara at megna at vera
við, bæði í dag og leygar-
dagin.
Trupulleikin er sjálvandi,
at breiddin hjá føroyingum
er ikki tann sama, sum hon
er hjá tjóðum, ið hava nógv-
ar ferðir stórri úrvæl av
spælarum, enn vit hava í
Føroyum.
Í fyrradagin vóru ikki ser-
liga nógvir áskoðarar í
Gundadali, og tað var so
sum so við studlinum til før-
oysku dreingirnar. Tokan lá
tjúkk yvir Gundadali, og
vidhvørt regnaði illa, men
skýlini eru góð, og tað var
stilli og hampuliga lýtt.
Tað hevði komið væl við,
um fleiri tóku á við dreingj-
unum í dag, nú teir endiliga
eru á heimavelli.
Øll liðini venja í Gunda-
dali fyrrapartin í dag. og í
morgin venja tey bæði fyrr-
apartin og seinnapartin. jh
| Finnland-Wales kl. 15
|
| Skråin i dag: |
|
| Feroyar-Noreg kl. 17 |
Lesið eisini
Nr. 170 — 10. SEPTEMBER 1998
=
ítróttin á
Internetinum
www. sosialurin.fo J
Í
I
| M.D. Lewis, David Harrison, Alexander K. Gall, Maurice J.
Hagtøl |
Føroyar Finnland 0-4 (0-2)
0-1: Jussi Kosala (3.)
0-2: Daniel Sjølund (16.)
0-3: Jack Johansen, sjålvmål (52.)
0-4: Daniel Sjølund (80.)
Føroyar: Karstin Joensen, KÍ - Jóannes L. Jacobsen, KÍ
(Amd Berg, Skála, 25.), Bárður Johannesen, B36, Teitur
Ellingsg liðformaður, HB, Atli Gregersen, Neksø, Elfinn
Ørvarodd, SIF - Jón Rói Jacobsen, HB, - Bom vur Nielsen,
NSÍ. Niels Joensen, B36, Símun Joensen, KÍ (Jack Johansen,
MB, 64.) - Vagnur Mohr Mortensen, HB
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Poul Næs Joensen,
B36, Kristian Poulsen, Bó8, Gisli Dånjalson, Royn, Høgni
Højgaard, NSÍ og Hjalgrím Elttør, KÍ
Venjari: Jógvan Martin Olsen
Finnland: Ari K „ Ossi Martikailen, Antti Okkonen,
Robin Blomqvist (Jukka Sauso, 64.), Heikki Haara, Juha
Paulamåki, Jussi Kujala, Jani Lyyski, Jussi Peteri (Lassi
Metsavori, 58.), Toni Hahto (Matti Lampi, 72.), NR
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: ni Nemi, Markus
Sinisalo, Matti Vatanen, Aki Kohonen
Gult kort: Ossi Martikainen (18.)
Venjarar: Kari Ukkonen og Timo Liekoski
Dómari: Saso Lazarevski úr Makedonia
þinkeverjar: Kundrotas Voldgmaras og Nikola Bogogvski úr
Læti
3-0 (1-0)
1-0: Ole Talberg (27.)
2-0: Trond F. Ludvigsen (43.)
3-0: Kurt Heggestad (62.)
Norge: Håkon Opdal, Per Magnus Hagen, Ruben Hansen,
Trond F. Ludvigsen, Vidar Fagerheim, Kurt Heggestad (Kris-
tian Tanem, 69.), Steven Larsen, Andreas Skjønsberg, Fredrik
Strømstad (Morten Giæver, 60.), Stig Gøran Brenne, Ole
Talberg (Vidar Hoseth, 75.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Thomas Indrearne,
Helge Haugen, Erik Evjen, Morten Andersen
Gult kort: Trond F. Ludvigsen (56.)
Venjari: Morten Larsen
Wales: Michael Whitfield, John L. Hill, David M. Price,
David R. Valentine, David P. Ellis, Philip K. Dimond, John
Emster (Anthony L. Fowler, 69.), Paul R. Michael (Michael
L. Woodyatt, 69.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn; Rhys Day, Lyndon
Gregson, Philip A. Kendrick, John A. Davies Eric R. Hidle
Gult kørt: David M. Price (50.)
Venjari: Osian Roberts
Dómari: louri Baskakov úr Russlandi
Linjuverjar: Tummas P. Olsen og Petur Olsen úr Førøyum
j
John Petersen
roynir seg i Noregi
Fótbóltur: Men landslidsspælarin fer at spæla við B36 tað, sum er eftir av hes-
um kappingarárinum
Føroysku spælararnir, sum
royna seg í útlendskum fót-
bólti fjølgast. I landsliðs-
hópinum, sum var savnaður
í síðstu viku, vóru seks
spælarar, sum fáa pengar
fyri at spæla fótbólt uttan-
landa (umframt Símun Elia-
sen, sum er amatørur í Aar-
hus Fremad), og tað ljóðar
frá, at fleiri skulu avstað tá
landskappingin verður liðug
um nakrar vikur.
HB arbeiðir við at finna
eitt pláss til Hans Fróða
Hansen, sum sk1 burtur at
royndarvenja í heyst, og tað
ljóðar framvegis, at Heðin
á Lakjuni og Jákup á Borg“
skulu aftur til Watford í
Onglandi.
Í fleiri ár hevur aftur og
aftur ljóðað, at John Peter-
sen hevur verið upp á tal í
feløgum aðra staðni í Euro-
pa, td. var eitt sveitiskt fel-
ag inni í myndini, tá hann
spældi í GÍ, men tað er ong-
antíð vorðið til meiri enn
prát.
Men nú tykist stórri álvari
at vera í. John Petersen fór
av landinum í fyrradagin.
Hann er leikbannaður í
landskappingini komandi
vikuskifti, og so er avrátt,
at tíðin skal brúkast í Nor-
égi, hår B36 maðurin skal
vísa, hvør dugur er í honum.
John Petersen kemur aftur
til Føroya hósdagin í kom-
andi viku, og inntil tå skal
hann royndarvenja í kenda
Stavanger felagnum Bryne,
og so skal hann eisini til
Kongsvinger, har hann um-
framt at heilsa uppå Julian
Johnsson eisini skal roynd-
arvenja.
Men sum sagt, so kemur
John Petersen aftur til Før-
oya og B36 í komandi viku,
og tað merkir so, at hann
undir ongum umstødum fer
at spæla i nøkrum ødrum
felagi fyrr enn landsliðs-
ferdin til Letlands og Skot-
lands verður av um miðjan
oktober.
Tad er Nordplayer, sum
hevur Jákup í Stórustovu
sum umboðsmann í Føroy-
um, ið hevur skipað fyri, at
John Petersen nú hevu-
fingið møguleikan at roynd-
arvenja við Bryna og
Kongsvinger. jh
Fyrradagin før John Peterse, åleypari hjå B36, til Nor-
egs at royndarvenja í hálvaaðru viku. (Mynd: Álvur Haraldsen)