fríggjadagur 11. september 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil (2 sosialurin.fo z
Kongsvinger tapti 8-2
tíðindablaðið SOSU
ÍTRÓTTUR
Fótbóltur: Liðið hjá Julian Johnsson fekk oyruni í Rosenborg-
maskinuna mikukvøldid og tapti 8-2 á heimavelli. Julian hevur sitið
á bonkinum, síðani Kongsvinger skifti venjara, men spældi allan
dystin mikukvøldid og var sambært norsku bløðunum >millum teir
frægastu< á Kongsvinger-liðnum
EmiL L. JACOBSEN
Tað gongur einki serligt hjá norska
felagnum Kongsvinger, har Julian
Johnsson spælir
Teir liggja bert eitt pláss frá
nidurflytingarstrikuni, og hýrurin
í hópinum er heldur ikki alt ov
góður í løtuni
Ein av orsøkunum tl hetta er,
at Kongsvinger mikukveldið
spældi útsetta heimadystin móti
stórliðnum Rosenborg úr Trónd-
heimi og tapti 2-8!
Julian Johnsson hevur sitið á
bonkinum, síðani Kongsvinger
skifti venjara fyri nøkrum vikum
síðani, men mikukveldið var hann
við aftur, tí maðurin, sum hevur
spælt á hansara plássi, bleiv
skaddur undir venjing fyrr í vik-
uni
Tað byrjaði annars væl hjá
Kongsvinger, sum kom á odda 1-
0. Tann stødan helt sær, til 20
minuttir vóru spældir. So kom
Rosenborg upp á javnleik, og í
hálvleikinum førdi norska meist-
araliðið úr Tróndheimi 3-1
Í seinna hálvleiki trýsti Kongs-
vinger fyri at minka um munin,
og tað mundi eisini eydnast, men
so kom Rosenborg upp á 4-1, og
so var liðugt. Móti endanum
skramblaði alt saman, og endaliga
úrslitið gjørdist 8-2
— Tað er eingin ivi í, at eg í
løtuni upplivi mín størsta ítróttar-
liga mótgang, síðani eg byrjaði at
spæla fótbólt, sigur Julian Johns-
son, sum gjørdist føroyameistar
við B36 í fjør, áðrenn hann fór til
Noregs, og sum eisini hevur vunn-
ið nógv við yngru liðunum hjá
HB
— Men tað lærir ein jú eisini av,
og eg kenni meg framvegis sum
ein betri fótbóltsspælara fyri
hverja viku, sum gongur.
Tá ein tapir 8-2, er lítið at vera
nøgdur um, og tað hjálpir heldur
ikki nógv, at fleiri av bløðunum
mikukvøldid mettu Julian sum ein
av teimum frægastu á einum ann-
ars illa spælandi Kongsvinger-liði
Drillo kemur á vitjan
Komandi sunnudag hevur Kongs-
vinger aftur heimadyst, hesaferð
móti Oslo-liðnum Válerenga, sum
hevur fyrrverandi norska lands-
liðsvenjaran Egil >Drillo< Olsen
sum venjara. Trýstið á Válerenga
er eisini stórt, tí undan kappingini
vórðu teir mettir sum eitt av odda-
liðunum, men í løtuni liggja teir
niðanfyri Kongsvinger og sostatt
í enn størri niðurflytingarvanda.
— Tann dysturin skal bara vinn-
ast, annars sær tað rættiliga svart
út hjá okkum, sigur Julian Johns-
son, sum roknar við, at tann dyst-
urin verður sera harður.
— Teir skulu jú eisini bjarga sær,
so har stendur nógv upp á spæl
hjá báðum liðunum, og teirra á-
skoðarar eru eisini víðagitnir um
alt Noreg, sigur føroyski lands-
liðsmiðvallarin og sipar til, at teir
kunnu vera í so ógvusligir til tíðir.
Válerenga-áskoðararnir sleppa
heldur ikki at halda til á hotellin-
um, sum fótbóltsáskoðarar van-
liga búgva á í Kongsvinger — teir
skulu búgva onkra aðrastaðni.
Tá Kongsvinger fyrr í kapping-
ini spældi úti móti Válerenga,
vunnu Julian og teir 3-2, og ta
ferðina varð Julian fyri higartil
einastu ferð tikin út til >Ukens
lag< hjá blaðnum VG.
Móti Rosenborg var einki at
gera hjá Kongsvinger, eftir at
norsku meistararnir seinastu
mongu árini vóru komnir upp á
4-1. Kongsvinger skoraði aftur, tá
stødan var 1-5, og Julian Johnsson
legði upp til tað málið. Sigurd
Rushfeldt skeyt fýra av málunum,
og Kongsvinger-verjan hevði stór-
ar trupulleikar av Jahn Ivar
»Mini« Jakobsen. Hesir eru norsk-
ir landsliðsspælarar, og tað er
helvtin av Rosenborg-liðnum, so
tað var ikki hver sum helst,
Kongsvinger spældi ímóti miku-
kveldið.
Kongsvinger er framvegis
nummar 11 av 14 liðum. Nummar
13 og 14 flyta beinleiðis niður,
meðan nummar 12 skal spæla um
upp- og niðurflyting móti einum
2. deildarliði.
Frá 11. plássinum eru í løtuni
bert seks stig upp til 6. plássið, so
tað er rættiliga javnt, og við einum
sigri á Válerenga sunnudagin
stendur aftur rímiliga væl til hjá
Kongsvinger.
Framtíðin ógreið
Sjálvur veit Julian Johnsson ikki
hvat hendir, um Kongsvinger flyt-
ir niður.
— Framtíðin er eitt sindur ógreið
beint nú. Eg havi bundið meg til
Kongsvinger í trý ár. Sjálvandi er
tað ikki ein heppin stóða fyri meg,
um vit flyta niður, men eg havi
Nr. 171 — 11. SEPTEMBER 1998
r
Lesið eisini |
ítróttin á
Internetinum
www. .sosialurin.fo 3
y
Framtidin hjå Julian Johnsson i Kongsvinger er eitt sindur
ógreið í løtuni
ikki so góðan hug at taka stóðu til
tað, fyrr enn tað verður aktuelt —
um tað verður tað, sigur føroyski
landsliðsspælarin, sum miku-
kveldið eisini slapp at uppliva, at
heimaáskoðararnir >buh-aðu< eft-
ir sínum egna liði.
Mynd: Alvur Haraldsen
Sunnudagin spælir Kongsving-
er sum sagt á heimavglli móti Vål-
erenga, og sunnudagin eftir tað
spæia teir á útivglli — móti Ros-
enborg.
Leiftur lá undir á Akranesi
Fótbóltur: Stuðlarnir hjá Leiftur valdu Jens
Martin Knudsen til besta mann á teirra liði
EmiL L. JACOBSEN
Leiftur við Jens Martini Knudsen
sum málmanni og Páll Guðlaugs-
syni sum venjara taptu tyskvøldid
0-1 á útivelli móti Akranesi, og
við hesum ósigrinum fór møgu-
leikin fyri at fáa bronsumerkini í
íslendsku úrvalsdeildin.
Tríggir dystir eru eftir at spæla
í bestu íslendsku deildini, og
Leiftur liggur á fimta plássi og
hevur 21 stig, sjey færri enn ÍA á
triðja plássi
Málið fekk Akranes í 27. min-
utti, tá Ragnar Hauksson stútaði
upp í málhornið eftir innlegg.
Jens Martin Knudsen sigur í
telefonimi, at Akranes var betri í
fyrra hálvleiki, men at Leiftur átti
allan seinna hálvleik.
— Men vit eru rættiliga skerðir
fyri tíðina, og nú satsa vit uppá,
at IBV verður meistari, tí so
sleppa vit í Europa Cup fyri
steypavinnarar, sigur føroyski
landsliðsmálverjin.
Næstseinasta sunnudag tapti
Leiftur islendsku bikarfinaluna
móti ÍBV, men um ÍBV eisini
verður meistari, sleppur Leiftur at
umboða Island í europeisku
steypakappingini.
Stuðlarnir hjá Leiftur velja aftan
á hvønn dyst besta mannin á teirra
liði, og hesaferð varð Jens Martin
valdur sum tann besti hjá Leift-
ursmonnum.
Leygardagin spælir Leiftur á
heimavelli móti Keflavík, sum
liggur á fjórða plássi. Um Leiftur
vinnur henda dystin, fara teir fram
um Keflavík.
Stødan í bestu íslendsku deildini
er annars henda: ;
IBV 32 stig, KR 30, IA 28, Kef-
lavik 24, Leiftur 21, Fram 16, Val-
ur 15, IR 14, Grindavik 13, og
Þróttur 13 stig.
Try umfør eru eftir spæla í úr-
valsdeildini, og Jens Martin vónar,
at hann aftan á landsdystirnar móti
Litava og Skotlandi finnur okkurt
lið at venja við í vetur, so hann
kann halda seg í venjing, til ís-
lendska kappingin byrjar aftur
komandi ár. At Jens Martin aftur
verður at síggja á Leiftur-liðnum
næsta ár, skuldi verið heilt víst.
Uni Arge verður ikki við á Leift-
ur-liðnum aftur í ár. Hann er farin
niður aftur til Århus á skúla og
tað er ikki heilt greitt, um hann
verður aftur á Ólafsfirði komandi
kappingarár.