leygardagur 12. september 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
R
Nr. 172 — 12. SEPTEMBER 1998
Forsætisráðharravitjanin:
- Vit eru øll partar av
heimssamfelagnum
Tad er greitt, at vit í Danmark eins og tit i Føroyum, eru áhugaði fyri at Før-
oyar kunnu virka sum sjálvberandi samfelag, ið leggur til síðis í góðum tíðum
at standa ímóti við í vánaligum tíðum. Tað gera vit eisini í Danmark, sigur
Poul Nyrup Rasmussen, sum í gjár hitti Landsstýrið og tinglimir
DAGNY JOENSEN
Jens Kr. VANG
— Eg noydist at åsanna, at
hýrurin á tinghusloftinum er
betri i dag, enn tå eg seinast
hitti tinglimir, sigur Nyrup
Rasmussen, tå vit hittu hann
í unghúsinum aftaná fundin
— Vit fingu eitt gott prát,
eins og eg greiddi frá, hvørji
mål eg hevði tosad við
Landsstýrið um í morgun.
Eitt nú ES handslsáttmálan,
fiskivinnu, og marknamálið
við bretar, eins og um bú-
skaparstøduna í Føroyum
fyrr og i framtíðini.
Nyrup Rasmussen legði
serliga til merkis, at allir
flokkar nú í álvara tosa um
støðuna í rikisfelagsskapin-
um
Tað heldur hann er gagn-
ligt, men danir fara at bíða
eftir, hverja niðurstøðu før-
oyingar koma til.
— Eg gav teimum tó tey
ráðini, at royna at fáa eina
so breiða semju sum tilber í
Tinginum soleiðis, at tá
endaliga stóða skal takast
til framtíðina, verður gjørt
á breiðum og haldgóðum
grundarlag, ið gevur fólki-
num møguleika at taka
støðu, sigur Nyrup Rasmus-
sen.
Hann heldur tað vera
skeivt at meta um framtíð-
ina út frá búskaparstøðuna
júst nú, men fegnast um at
tað hevur gingið væl í sein-
astuni.
— Vit í Danmark kunnu
fegnast saman við tykkum,
at tað gongur væl. Tað var
ætlanin við juni-avtaluni, at
Føroyar skuldu virka sum
sjálvberandi samfelag.
— Tað merkir, at tit í góð-
umtíðum mugu seta til viks,
at standa ímóti við í vána-
ligum tíðum.
Hetta gera vit eisini Dan-
mark, eins og aðrastaðni, tí
vit eru ein partur av heims-
samfelagnum, sum hevur á-
virkan á båskaparstøduna í
flestu londum, segði Nyrup
Rasmussen, áðrennhann fór
at eta morgunmat við ting-
limunum.
Anfinn Kallsberg sigur
um fundin í Landsstýrinum
fríggjamorgunin, at Nyrup
Rasmussen m.a. varð kunn-
aður um sjálvstýrismálið og
hvussu Landsstýri ætlar sær
at skipa arbeiðið.
— Harnæst var flogvallar-
málið vidgjørt, og forsætis-
ráðharrin segði, at ein ar-
beiðsbólkur skal setast í
Danmark, sum skal fyri-
Poul Nyrup Rasmussen,
forsætisráðharri við fylgi,
komu rættstundis í
Vágarvið Atlantic
hósdagin. Fleiri tíð-
indafólk vóruvið Mærsk
flogfarinum, men danska
flogfarið setti seg ikki á
vøllin igjår, vegna veður.
reika málið. Arbeiðið skal
verða liðugur í desember
mánað í ár, sigur Anfinn
Kallsberg.
Støda skal takast til
leingjan av flogvøllinum og
glíðibreyt skal gerast, sum
tryggjar flogferðsluna betur
enn í dag.
Um yvirtøkuna av flog
vellinum varð eisini tosað
um at hann gevur einar 8 -
9 mió. krónur í undirskoti
árliga, og hvussu tað skal
ávirka yvirtøkuna.
Tyrlan hjá sjóverjuni,
sum ikki er tøk í vetur, var
eisini umrødd í Tinganesi.
— Nyrup Rasmussen segði
m.a., at arbeitt var við
málinum í Danmark, og at
hann vildi loysa málið.
— Tað er ikki av illvilja,
at einginm tyrla er tøk í vet-
ur. Orsøkin er stutt sagt, at
helmingurin av flogskipar-
unum í eru farnir í privata
vinnu.
Børnini tóku sær ikki
tykni av, at
forsætisráðharrin og
lógnaður komu framvið