mikudagur 16. september 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Mi | Jonhard Hammer
Blaðstjóri: Blaðfólk:
Eiríkur Lindenskov | ilo:
internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson | Turið Kjølbro
Nú má tosast bein-
leiðs við fakrorsluna
Oddagrein
Tað var sera hugaligt at hoyra endurtikið
á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum,
at flokkurin nú tekur í egnan barm og
býður fakfelagsrorsluni fram hondina.
Bæði Javnaðarflokkurin og fakfelagsrørsl-
an eiga at læra av teimum mistøkum, sum
vóru gjørd í 80'unum og í 90'unum, har
persónligt stríð legði hetta søguliga sam-
starv í spønir.
Tað var ein gamal danskur forsætisráð-
harri sum einaferð segði, at tá tíðirnar eru
góðar, kemur egoisman upp í fólk, og tey
velja borgarligt, men tå tíðirnar versna,
og alt sær meira dapurt út, tá vaknar
tørvurin á ødrum enn einum sjálvum, og
tá velja fólk flokkarnar til vinstru.
Um hetta kunnu vit kanska vera Gjøvn á
máli, men eyðsæð er, at vilja vit hava
vinstraveingin at hava ávirkan á foroyskan
politikk, so mugu Javnaðarflokkurin og
fakfelagsrorslan draga somu línu.
Tað sum hendi við valið í 1994 við Verka-
mannafylkingini var sera óheppið. Onkur
av politikarunum fyri fylkingina, sum nú
er farin upp í Javnaðarflokkin hevur sagt,
at fylkingin var neyðug tá. Hetta er ikki
rætt. Fylkingin var ikki neyðug, men tey
fólk, ið stríddust persónliga, høvdu fyri
neyðini at fylkjast - men tað gjørdu tey
ikki.
Verkamannafylkingini var heldur ikki bara
ein fakfelagsfylking, tí í fylkingini vóru eis-
ini valevni, ið hava roynt fleiri aðrar mis-
eydnaðar flokkar longri úti á vinstraveing-
inum.
Men nú er stoðan ein onnur. Nú hava vit
bara ein flokk - og kanska nakrar tingmenn
úr Tjóðveldisflokkinum við - sum vit kunnu
meta sum vinstravongurin i føroyskum
politikki.
Tjóðveldisflokkurin í núverandi borgarligu
samgongu fer ikki at standa á odda fyri
einum løntakarapolitikki, ið gagnar fakfel-
øgunum. Onkur av politikarum floksins
kann kanska berjast eitt sindur ímóti høgr-
atrýstinum frá Fólkaflokkinum.
Tískil verður tað vinstravongurin í and-
støduni á tingi, ið má tala sek løntakar-
anna.
Formaður Javnaðarfloksins hevur tí
skyldu veruliga at vísa í verki, at hann vil
samstarva við fakfelagsrørsluna. Hetta
skal ikki bara gerast í yvirlýsingum, men
so sanniliga eisini í beinleiðis samskifti
við fakfelagsrørsluna. Sostalurin
—4—-Nielas Johannesen
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Í i, i ent: |
et aged
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
postesosialurin.fo
Viðmerkingar:
Verkafólkið er mergurin
í Javnaðarflokkinum
Røda hjá Henry Janskor
hildin á landsstevnu Javn-
aðarfloksins 12. september
1998:
Góðan dag - gott javnað-
arfólk.
Tað er hugnaligt at vera
her millum tykkum í dag, tí
hetta seinasta árið hevur
greitt givið okkum ábend-
ingina um, at javnaðar-
flokkurin er við at koma aft-
ur á réttu kósina.
Floksleiðslan hevur á-
sannað, at verkafólkið og
fiskimaðurin er mergurin í
Javnaðarflokkinum, og tí
kemur flokkurin framyvir í
stórri mun at lurta eftir hes-
um bólkum.
Hetta er tann leiðin, ið eg
og fleiri við mær, hava eft-
irlýst seinastu nógvu árini..
Uttan hetta sjálvsagda
baklandið megnar flokkurin
einki, - og missa vit Javn-
aðarhugsjónina burtur á tí
politiska vígvellinum, - vita
vit hverjir tapararnir verða.
Úr fleiri ættum hoyrist, at
kreppan er av. Fiskaprísirnir
eru í topp, pláss er fyri løn-
arhækkingum, uttanlands
nettoskuldin er við at verða
burtur. Alt glitrar og glamp-
ar - jólatræið er pyntað - nú
er klárt at fgara at dansa
rundznum.
Eg veit, - og tit vita - at
pyntið er fyri eygað, ið sær
- og serliga børnini, - og
træið stendur ikki i náttúr-
liga umhvørvinum - tað
hevur onga rót, og um stutta
tíð eru nálirnar burtur og
træið fyribeint.
Vit eiga ikki at lata okk-
um tøla av glitri og pynti,
men lata javnadartræid
vaksa, har gróðrarbornurin
gevur rótini bestu umstødur.
Jú - kreppan er av hjá
fleiri - men meginparturin
av hesum hava ongantíð
verið í kreppu. Kreppan
hevur verið eitt kærkomið
høvi hjá teimum, at fáa sær
- ella at taka sær - enn stórri
framíhjárættindi. Hetta, at
ogn og skuld uttanlands,
skjótt verður líka stór, haldi
eg prógvar - fyri ein part -
tað eg júst havi sagt. Tað
eru tey fáu, ið eiga hesa
milliardaupphæddina uttan-
lands - og her legst afturat í
ólukkumát - menn uttan-
landsskuldina - hana eigur
verka- og fiskimaðurin - og
kemur hann at bløda fyri
hana komandi nógvu árini
- kanska í generatiónir.
Takkað verið kreppuni, er
stættarmunur aftur at finna
í Føroyum.
Stættarmunur við stórum
S!
Hvar eru tey gomlu? - tey
sjúku? - tey veiku?
Hvar eru tey ungu, ið
kreppan slepti upp á fjall?
Hvar eru familjurnar, ið
vóru riknar frá húsi og
heimi?
"Arbeiðssetningarnir eru
nógvir og uppgávurnar
stjórar - men eg havi fingið
trúnna og álitið aftur, nú
floksleiðslan hevur ásann-
að, hvussu stóran týdning
Henry Jarnskor
rótin og gróðrarbotnurin
hevur fyri åvøksturin, og er
tað tí, at eg her kann ynskja
tykkum, góðu javnaðarfólk-
um, ikki bert ein góðan dag
og ein góðan ársfund, men
eina virkna og góða framtíð.
Takk fyri
Henry Jarnskor
Strendur
Viðmerking til greinina hjá Kjartan Hoydal
Í Dimmalætting tann 12
september hevði Kjartan
Hoydal eina áhugaverda
grein um tað hann nevnir at
koma á vinnarabreytina.
Kundi hugsa mær at gjørt
onkra viðmerking til grein-
ina
Hann nevnir m.a., at um
reglur verða gjørdar so við
og við so kann samfelagið
tillagast og broytast til tað
hann nevnir vinnarabreytina
og koma burtur av tapara-
breytini. Hesa sidvenju
hava vit tiverri ikki her
heima. Vit eru harafturímóti
von við hovsaloysnir. Tak
t.d. fíggjarløgtingslógina og
lógavuarbeiðið generelt.
Tingmenn fáa í rúgvuvís av
málum á borið í einum, og
sostatt ikki ein reellan møg-
uleika at seta seg inn i øll
málini. Tó finst okkurt und-
antakið. Var tingarbeiðið
eitt fultíðarstarv var møgu-
leiki at koma burtruúr hes-
um.
Hetta hava vit sæð í so
stóran mun í m.a. í Dan-
mark og í Svøriki. Men tað
krevur eitt lógávuvald og
eitt vinnulív, sum arbeiða
professionelt. Í Føroyum
hava vit tiverri ikki somu
traditi6n fyri einum profess-
ionellum- lógávuarbeiði
ella vinnulivi.Vit minna
meira um eina bananrepu-
blik sum fær eitt ískoyti úr
Danmark. So her skal eitt
miðvíst arbeiði gerast fyri
at hækka stødid. Eitt nú
kundi Føroya Handilsskúli
gjørt eina politikaraútbúgv-
ingum kvøldarnar.
Vit mugu burtur fra sjålv-
tøkumentanini. Tad er ein
neydug fortreyt Kjartan ikki
kemur nóg væl inn á.
Eitt annað mál tikið kundi
verið fram er tann mangl-
andi realitetssansur, sum
tykist at hava fingið fætur á
fólki. Nærmast eufori. Nú
skulu føroyingar hava loys-
ing beint eftir, at vit fingu
eitt endurgjald fyri banka-
málið. Oansæð hvat eitt
fleirtal sambart eina veljar-
akanning meinar, so verður
ein loysing innan fimm ár
tann „vissi deyði“. Vit koma
at mangla umleið 900 mill-
iónir, sum so skulu inn-
krevjast við skatti og MVG.
Annað hevði verið um
talan var um eina langtíðar-
ætlan (10 - 20 ár) fyri einum
projekti sum kundi verið
loysingin. Landsstýri kundi
so avsett nakrar 100 milli-
ónir av árliga. Men bert at
leypa á bláman er óðamann-
averk. Landskassin eigur at
vera so sterkur fíggjarliga,
at ein munandi niðurgongd
í fiskivinnuni kann tolast
samstundis sum eingin olja
er at finna. Tað vil siga at
landskassin í minsta lagi
skal eina nakrar mia. kr. í
lansbrøvum. Og tað tekur
tíð at samla hesa upphædd.
Viðvíkjandi tí at miðfyri-
sitingin skal umskipast hev-
ur Kjartan púra rætt. Tað er
púra burtur við, at skipa fyr-
isitingin sum var talan um
eina danska ella grøn-
lendska kommunu. Talan er
jú um eitt kopi. . So fyri tí
kundu vit fingið eitt foto-
kopi, sum bert kostar Í kr,
og ikki nakað sum kostaði
eina millión
Og tað er ein ónýtulig
loysn, sum ikki á nakran
hátt tekur hædd fyri før-
oyskum viðurskiftum. Vit
hava fingi eina uppblásta
fyrisiting. Men so kann sig-
ast hinvegin at ein loysing
alt fyri eitt hevdi kravt um-
strukturering, tí pengar eru
tá ikki til eina slíka ógvus-
liga og bombastiska fyrisit-
ing.
Eitt meira fjølbroytt vinn-
ulív kundi t.d. verið ein
meira fjølbroytt framleiðsla.
Hetta innan fiskivinnuna.
Tað er trupult at gera tað
annarleiðis í stórri mun.
Hartil verða eindarkostnað-
urin alt ov stórur. Og tó kan
eg nevna at eitt grønlendsk
lambstjógv verður selt fyri
kr. 300- 400 í Keypmanna-
havn!
Viðvíkjandi ti at fólk
venda sær frå studningspol-
itikkinum, so er talan um
eufori aftaná úrslitið av
bankamálinum. Fólk koma
nokk niður aftur á jørðina
um eina tíð.
Annars eitt frálíkt ískoyti
frá Kjartani til eitt annars
alt ov veikt og “dov-
ið"orðaskifti.
Gordon Ejdesgaard
tøkk.
seinasta hvildarstad.
Tøkk
Øllum tykkum mongu, sum á ymiskan hátt vístu
samkenslu, tå id okkara elskadi madur og påpi
HELGI DÅNJAL KLEIN
doyði og varð jarðaður, senda vit okkara hjartans
Takk til tey mongu sum fylgdu honum til hansara
Familjunnar vegna
Birgerð, Símun og Brynhild