mikudagur 16. september 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 174 — 16. SEPTEMBER 1998
Yngd hitti Jóhann eitt kaldligt
mánakveld í september.
Útbúgvingin tekur 4 ár
At læra til ursmið er ein drúgv
útbúgving. Sum flestu aðrar
útbúgvingar innan handverk,
so er lærutíðin fýra ár. Ein
stórur partur av lærutíðini
gongur fyri seg á skúlabonki.
Jóhann greiðir frá, at hann
árligani er einar 20 vikur í
skúla. Øll skúlagongdin er í
Danmark, og gongur hon fyri
seg á handilsskúlanum í
Ringsted.
Í lærutíðini er lønin nakað tað
sama, sum hon er hjá einum
vanligum ;
handilslærlingi, meðan ein
útbúgvin ursmiðjur hevur ein
mánaðarlen, sum liggur um
tær 20.000 krónurnar.
Útbúgvingin sum ursmiðjur
snýr seg ikki bert um at
umvæla ur og klokkur. Jóhann
sigur, at ein triðingur av læru-
ni er handilslæra, og tískil
stendur Jóhann eisini ofta í
handlinum, tá ið hann er til -
arbeiðis. Tað mesta av tíðini
arbeiðstíðini nýtir Jóhann tó
til ig
umvælingararbeidi å verkstad-
num.
tíðindablaðið SOSlalurin
Tveir mánaðar
royndartíð
Tá ið Jóhann var liðugur í
skúlanum, arbeiddi hann í eitt
tíðarskeið hjá einari heilselu í
hevuðsstaðnum. Hetta arbeiði
kundi hann tó ikki halda fram
við, tí at hann fekk ringan
rygg. Av somu orsek var hann
noyddur til at finna sær eitt
arbeiði, har hann slapp undan
at lyfta tungt. Hetta var so
høvudsorsøkin til, at hann fór
undir at læra til ursmið.
Áðrenn Jóhann fór undir lær-
una, hevði hann tveir mánaðar
royndartíð, har hann og kom-
andi arbeiðsgevarin kundu
meta um, um hetta var nakað
fyri hann, og um hann var
egnaður til arbeiði.
Eftir royndartíðina vóru báðir
partar samdir um, at teir
skuldu fara undir læruna, og
tann 1. Maí í 1997 byrjaði
lærutíðin hjá Jóhann so. Um
alt gongur, sum tað skal, so
verður Jóhann tann fyrsti
- feroyingurin, sum verður
útlærdur ursmiðjur í 20. Old,
tá ið hann verður útlærdur
tann 1. Mai í år 2001.
Gott tol, góð eygu og
fittar hendur
Størri helmingurin av teimum
Yngd nr. 22 - 16. sept. 1998
útbúgvingunum, sum finnast á
arbeiðsmarknaðinum, krevja,
at tann, sum fer undir útbúgv-
ingina, hevur antin students-,
HF- ella HH-prógv. Soleiðis
er tó ikki við útbúgvingini
sum ursmiður. Tað er nóg
mikið við einum 10. floks
prógvi, men tað er altíð ein
fyrimunur; um ein til domis
hevur eitt FHS prógv at stidja
seg til.
Jóhann Krog hevur FHS
prógv, sum hann hevur tikið,
áðrenn hann fór undir at læra
til ursmið. Hann sigur við
Yngd, at hetta hevur verið
= ein hollur stuðul, serliga tá ið
rå,
hugsad verdur um tann hand-
ilsliga partin av útbúgvingini.
Tá id vit spurdu Jóhann,
hverjir førleikar vóru hentir
hjá einum ursmiði at hava, var
hann skjótur at svara: "Tú :
skalt hava gott tol, góð eygu,
og so skalt tú eisini verða
nokk so fittur í hondunum.
Ein stórur partur av arbeiði-
num er pilkiarbeiði, har man
skal arbeiða við heilt smáum
lutum, sum eru næstan ógjerl-
igir at síggja við berum eyga.
Bæði hvat viðvíkur urum og
klokkum, er tað ótrúliga nógv-
ar smáar detaljur, sum ein
hevur við at gera, og tí krevur
tað bæði gott tol og góð
eygu", sigur Jóhann Krog.
Ætlar sær til Mið-
Europa
Jóhann sigur við Yngd, at tá
ið hann einaferð verður út-
lærdur, hevur hann ætlanir um
at fara til Mið-Europa at ar-
beiða. Sveiss, Suður-Frakland
og Suður-Týskland er miðsteð
fyri alla ur- og klokkuvinnuna,
og Jóhann hevur sera stóran
áhuga fyri at sleppa hagar at
arbeiða.
Í hesum økinum kann Jóhann
eisini fáa møguleikan fyri at
verða við til at smíða ur og
klokkur. Slíkt verður als ikki
gjørt í Føroyum, og tað er eis-
ini júst í Mið-Europa, at tey
flestu av teimum kendastu
merkjunum innan ur og klokk-
ur hava sín heimstað.
Feroyingar keypa bert
bílig ur
Tá ið vit at enda spurdu Jó-
hann, hverjar vanar føroyingar
hava, tá ið tað kemur til at
ogna sær eitt ur, svaraði ungi
havnardrongurin beinan vegin,
at "føroyingar eru ótrúliga gír-
igir, tá ið tað kemur til ur."
Teir flestu foroyingarnir vilja
bert hava eitt ur, sum gongur.
Hvussu tað sær út, og ikki
minst, hvussu dygdin er, er
líkamikið fyri okkum før-
oyingar, sigur Jóhann.
Hjá einum ursmiði er tað
óhugsandi til dømis at hava
eitt ur, sum brúkar battariir.
Tað skal verða eitt ur við
einum ordiligum klokkuverki,
alt annað verður mett sum
"blasfemi".
Sjålvur hevur Jóhann eitt
Seiko Kinetic, ið, sum Jóhann
greiðir frá, gongur upp á rersl-
ur í staðin fyri eitt nú battariir.
Hvussu hetta hongur saman,
er ilt at skilja, men best man
verða at steðga, áðrenn Jóhann
Krog fer út í eina nágremiliga
frágreiðing um hetta mál.
Yngd ynskir Jóhann Krog alt
tað besta við útbúgvingini
Myndir: Álvur Haraldsen
17