Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan r Jonhard Hamme } Blaðstjóri: Blaðfólk: Eiríkur Lindenskov Dagny Joensen, 8 Søg io Fíggjarleiðari: Áki Bertholdsen, Internet: www. taturin Sveinur Tróndarson Tund Kjølbro Niclås Johannesen Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen bg geni Bústaður: Argjavegur r 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: poste sosialurin.fo Svf - manipulerandi tidindaflutningur Oddagrein Vitjanin hjá danska forsætisráðharranum, Poul Nyrup Rasmussen er av. Hvussu hon hevur eydnast, kunna tað uttan iva vera fleiri hugsanir um. Hegni Hoydal, lands- stýrismaður tulkar vitjanina her á síðini sum positiva og velur at síggja felags- skapin, Nyrup tosaði um, í eini positivari merking, og harvið stoðugt minna okkum á, at fullveldi er fortreytin fyri veruligum felagsskapi við ábyrgd. Samd ella ikki samd. Landsstýrismaðurin velur tann positiva sjónarvinkulin - og tað er so avgjørt tann konstruktiva leiðin. Vitjanin hjá forsætisráðharranum i Før- oyum var ein såttarferå. Hansara enda- mål var at fáa í lag semju við landsstýrið, at fáa semju við Javnaðarflokkin og at slætta sjógv millum seg og Føroya fólk. | so máta var tað ein eyðmjúkur forsætis- ráðharri, ið kom á vitjan. Ferð hansara kring landið var eisini væl eydnað, og hann hitti nógv fólk - eisini vanlig fólk. I Funningi hitti hann m. a. hin 97 ára gamla Poul Petersen, ið er hin einasti eftir á lívið, sum vegna Logtingið tingaðist við donsku stjórnina eftir fólka- atkvoðuna í 1946. Øll hesi fólk, ið spent hava bíðað eftir, hvat fór at koma fram í fjølmidlunum, sita nú við ringum smakki í munninum. Boð- skapurin frá Svf um vitjanina hjá Nyrup var greiður: — Ein glantrileikur, har hyggj- aramir og danski forsætisráðharrin vóru gjørd til láturs. Men nú var vitjanin ikki ein persónlig vitjan hjá Poul Nyrup Rasmussen. Vitjanin var ein embætisvitjan hjá danska stjórnarleið- aranum og sum formaður í danska Javn- aðarflokkinum at vitja landsfundin hjá for- oyska Javnaðarflokkinum - og átti hon tí eisini at verið vidgjørd sum slík í Svf. Men okkara almenna - og politiskt »6- hefta« sjónvarp - valdi aðra leið at ganga. Poul Nyrup Rasmussen og Javnaðarflokk- urin vóru beinleiðis nidurgjørdir í hovuðs- tíðindainnslagnum. Við beinleiðis sarkast- iskum orðingum og klippum, sum upp í saman vóru endurtikin, vísti sjónvarpið ein láturligan privatperson - og ikki ein for- sætisráðharra í leiklutinum sum almennur persónur. So kunnu vit vera samd ella ósamd við Nyrup. Vit kunnu vera samd ella ósamd við Javnaðarflokkin. Og vit kunnu kalla sáttarferðina »sjarmuferå« ella ikki. Men tað er skeivt av okkara almenna sjónvarpi at niðurgera hyggjararnar og ein forsæt- isráðharra á ein slíkan mannminkandi hátt. Sosialurin Viðmerkingar: | Felagsskapur er framtíðin - millum javnbjóðis partar — Vit eiga at tulka boðskapin frá Poul Nyrup Rasmussen um felagsskapin í eini positivari merking, og stóðugt minna okkum á, at fullveldi er fortreytin fyri veruligum felagsskapi við ábyrgd, sigur Hógni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum Tað ber til at tulka vitjanina hjá Poul Nyrup Rasmussen í Føroyum á ymsan hátt. Eg eri endurgivin fyri at vera firtin inn á forsetisráðharr- an, og tað má vera mín á- byrgd um eg havi ljóðað soleiðis. Men í veruleika- num eftirlýsi eg bert greið- um linjum, so vit fáa tosað saman uttan misskiljingar. Politikkur er loyvdur Hetta er fyrsta vitjanin sid- ani nýggja samgongan varð skipað, sum hevur sett sær fyri at skipa Føroyar sum eitt land við fullveldi í ein- um nýggjum felagsskapi við Danmark. Sjálvsagt hava forsetisráðharrin og danska stjórnin eina mein- ing um hetta, sum hann vil bera fram — hóast øll orð um ikki at leggja seg út í kjakið i Føroyum. Soleiðis er nú politikkur einaferð. Poul Nyrup Rasmussen hevur eisini vitjað her í hin- um leiklutinum sum for- maður í danska Javnaðar- flokkinum. Sjålvsagt er sjålvstyrisspurningurin eis- ini vidgjørdur við bróður- flokkin í Føroyum og sjålv- sagt er partapolitikkur uppi í. Soleiðis er politikkur nú einaferð, og alt annað vildi verið løgid. Eg havi tað álit á føroyska veljaranum, at hann tekur stóðu í sjálvstýrismálum eftir sakligum og greiðum politiskum málum og met- ingum — og ikki partapol- itiskum aggi ella firtni. Eg havi eisini tað álit á Javnaðarflokkinum, at hann er førur fyri at taka eina greiða stóðu í sjålvstyris- málum uttan at danski bróð- urflokkurin skal veita hjálp. Tí haldi eg vit skulu hyggja at teimum positivu boðskapunum, sum Poul Nyrup Rasmussen hevur borið fram á vitjan síni í Føroyum. Abyrgd og avleidingar Hann hevur lagt dent å at øll val hava avleidingar — eisini búskaparligar avleið- ingar. Tað snýr seg altso um at taka ábyrgd og avleiðing- arnar av sínum gerðum. Hetta samsvarar júst við æt- laninar hjá landsstýrinum í sjálvstýrismálum. Vit mugu taka ábyrgdina av okkara landi og á tí grundarlagi gera eina búskaparliga skift- isskipan fyri blokkstuðulin, har vit samstundis kunnu menna ein sjålvstødugan føroyskan búskap. Danska stjórnin hevur í avtaluni frá 10. juni í ár bundið seg til at samráðast um útspæl landsstýrisins og um eina varliga búskaparliga skift- isskipan. So her er ongin politiskur trupulleiki. Veruligur felagsskapur Hartil hevur Poul Nyrup Rasmussen eisini lagt dent á týdningin av felagsskapi- num framyvir. Ikki endiliga tí, sum í dag verður rópt — Eg eri endurgivin fyri at vera firtin inn á forsetisráð- harran, og tað má vera mín ábyrgd um eg havi ljóðað soleiðis, sigur Hógni Hoydal, landsstýrismaður ríkisfelagsskapurin, men einum felagsskapi. Hetta eiga vit eisini at tulka posi- tivt. Tí ætlanir landsstýris- ins miða júst móti tí sama. Vit skulu gera ein felags- skap við Danmark og vit skulu taka lut í felagsskapi við onnur lond. Og sum øll- um kunnugt er fortreytin fyri øllum veruligum fel- agsskapi, at limirnir eru javnbjóðis, javntsettir partar og at teir sjálvbodnir taka lut og ábyrgd í felagsskap- inum. Ætlanir landsstýrisins Tað er kjarnin í ætlanunum um ein nýggjan sáttmála við Danmark. Føroyar verða skipadar sum fullveldi — t. e. at føroyingar hava fult vald og fulla åbyrgd av sin- um landi og vidurskiftum. Og á tí grundarlagi kunnu vit gera ein veruligan fel- agsskap og samstarva á jøvnum føti. Sambært upp- skotinum hjá landsstýrinum skal hesin felagsskapur byggja á trý felagsøki: Fel- ags kongshús, felags gjald- oyra og eina skipan við felags ríkisborgararættind- um millum danir og føroy- ingar í londunum hjá hvørj- um ødrum. Hartil skulu vit so gera avtalur um samstarv — Sjálvsagt hava forsetis- ráðharrin og danska stjórn- in eina meining um hetta, sum hann vil bera fram — hóast øll orð um ikki at leggja seg út í kjakið í Før- oyum. Soleidis er nú poli- tikkur einaferð, heldur Høgni Hoydal á øðrum økjum: Í uttanríkis- málum, verjumálum, út- búgvingarmálum, sjúkra- húsmálum og rættarmálum. Vit mugu gera avtalur um hvussu og hvussu skjótt vit kunnu umsita øll målsøkir sjálvi. Og vit gera greiðar avtalur um búskaparligar og figgjarligar skiftisskipanir millum londini. Sjålvsøkni ella åbyrgd Sostatt vil landsstýrið — og helst vilja allir flokkar og føroyingar tað — júst velja felagsskapin. Men tað skal vera ein ver- uligur felagsskapur. At tosa um ein felagsskap har ein av pørtunum hevur fullveldi yvir hinum gevur onga meining. At tosa um ein fel- agsskap, har annar parturin gerst firtin og vil ganga í- móti at hin parturin vil taka ábyrgd, er eisini meinings- leyst. Hugsa vit soleiðis, so hugsa vit í eini gamlari hjá- landaheimsmynd, sum langt síðani átti at verið farin. Og fer annar parturin til- dømis at hótta við búskap- arligum tiltókum, tá annar parturin vil taka ábyrgd og bjóða pening fyri at taka minni ábyrgd, so eru vit far- in væl út á tann kalda vegin hjá sjålvsøkninum. Tí eiga vit at tulka boð- skapin frá Poul Nyrup Ras- mussen um felagsskapin í eini positivari merking, og støðugt minna okkum á, at fullveldi er fortreytin fyri veruligum felagsskapi við ábyrgd. Høgni Hoydal landsstyrismadur