Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mánadagin 14. september var enn eitt álop á fóroyskt grindadráp í enskum bløðum. Hesaferð í The Express, sum sigur at fóroysk skúlabórn fáa frí fyri at kunna vera við til at síggja tann ræðuliga rituella sláturin av túsundvís av vinarligum grindahvalum SVEINUR TRÓNDARSON Tað sær ikki út til at teir sokalladu »umhvørvisfel- agsskapirnir« ætla sær at gevast við at føra stríð móti føroyska grindadrápinum Og hugburðurin tykist at verða tann, at gevast teir ikki við góðum, so skulu teir tvingast til tað við illum Í eini kenslubornari grein The Express, skrivar Danny Penman um tað ræð- uliga í at føroyingar drepa grind á ein slíkan barbarisk- an hátt. Hesi djór, sum bert hava hug at spæla og ikki fáa frið til tess At greinin so eisim er merkt av villum ger heldur ikki støðuna betri Grindaslátur Heitið á greinini er >Grind- aslátur litar sjógvin reyðan< og í undirskriftini ger hann vart við at hesir øgiligu før- oyingarnir geva skulabørn- unum frí, soleiðis at tey við egnum eygum, kunnu skoða tað ræðuliga rituella slakti. Hann heldur fram >So hvert, sum strendur- nar gerast slåturstød fyltar við hálvdeyðum og van- skeplaðum grindahvalum, sleppa børnini at vaða i grindablóði, samstundis sum tey sleppa at skera navn sítt í hvalakúlurnar. Hesir vinarligu hvalir verða slaktaðir, bert 200 fjórðingar úr skotsku stond- ini í Féroyum...< Danny Penman letur tað í greinini síggja soleiðis út, at grindadráp í Føroyum er ein loynidómur Hann skrivar m. a. at The Express hevur fingið fatur á loyniligum myndum og videoupptøkum, sum vísa alt tað ræðuliga, sum hendir í slátrinum har umleið 3000 sera klókir grindahvalir verða dripnir hvert ár. »Serkøna hjálp- Um greinin er skrivað av honum sjálvum ella >med páholden pen< er sjávlandi torført at siga nakað um, men tað er tankavekjandi at síggja, at fyrsti »serkøni«, sum far orðið i greiri er vís- undaligi kanningarleiðarin hjá Whale and Dolphin Conservation Society og hann eitur Mark Simmond. Hann sigur at tað eru nógvar orsøkir fyri at steðga grindadrápinum, men høv- udsorsøkin er, at tað er so ræðuligt og púra óneyðugt. — Grindahvalirnir eru so fitt og skilagóð djór, sum elska at spæla sær kring skipini, og tað er eisini or- søkin til at teir eru so lættir at lokka og drepa sigur hann. Víðari sigur hann, at fyri at fáa rakstur á grindirnar, brúka føroyingar tað mest framkomnu skipsútgerðina, so sum sonarútgerð, radarar og satelitt navigatiónsút- gerð - sig so tað. Broytingarnar ongan áhu Síðan kjakið um grinda- drápið kom fram í útlendsk- um bløðum, so eru broyt- ingar farnar fram, sum hava gjørt grindadrápið meira >humant <, um tað kann eita so. Skutilin er forboðin og tad kemur næstan ikki fyri, at hvalvåkni verður brúkt longur. Eisini sjålv avliv- ingin er ødrvisi og dråpini ganga skjótt fyri seg í dag. Men hetta hevur ongan áhuga í The Express. Tað hevur fyri Penman stórri týdning at gera vart við at eitt dráp kann taka upp í 11 tímar. Grindamannafelags- formaðurin er við Tað skal tó sigast, at Pen- man hevur gjørt eitt arbeiði fyri at hava eitt alibi. Hann hevur tosað við formannin í Grindamanna- felagnum, Hans J. Herman- sen, og ein professara við Cambrigde University. Tað, sum hesir báðir siga verður bara brúkt ímóti teimum og fyri at lyfta upp undir tað, sum Whale and Dolphin Society sigur. Hans J. Hermansen sigur við The Express at tað er rætt at grindadráp er ein partur av okkara mentan og at vit ikki eru so tætt knýtt Nr. 176 — 18. SEPTEMBER 1998 Soleiðis sátað út tá The Express skrivaði um fóroyskt grindadráp fyrr í vikuni at hvalinum, sum tey, sum eru ímóti okkum. — Hatta er eitt slag av »grønari« imperialismu og ti eru vit ímóti. Vit eru ikki einasti minnuluti í heimi- num, sum verður kroystur at liva á ein serligan hátt. Hann leggur atfturat, at um tú etur kjøt, so má eitt djór láta lív, soleiðis er lívið og vit gera tað á best møgu- ligan hátt, sigur Hans J. Hermansen. Professarin frá Cam- bridge, hann eitur John Har- wood, sigur, at tad sjålvandi må verða stressandi fyri hvalirnar og at tað má setast spurnartekin við um fram- ferðin hjá føroyingum er hóskandi nú á dógum. Royna at fáa boykot í lag Hesin felagsskapurin, sum uttan iva er tann, sum hevur latið »tilfarid« til greinina hevur roynt at fáa stáplað eitt boykot av føroyskum vørum upp á beinini, men tað sær ikki út til at eydnast. Tvey stór vøruhus í Bret- landi, Tesco og Marks á Spencer hava boða frá, at tey eru ikki við í einum boy- kotti. Ein talsmaður fyri Tesco sigur, at tað er ikki teirra uppgáva at dóma í einum slíkum málið. — Vit taka ikki undir við grindadrápið, men tað er okkara uppgáva at veita kundunum tað tey vilja hava og tað tey hava ráð til, og tað gera vit, sigur tals- maðurin fyri TESCO. Í endanum á greinini heitir Penman á øll tey, sum hava hug at stuðla WDCS fíggjarliga, at senda ein kekk til felagsskapin, so út frá tí kunnu vit taka dagar ímillum, hvørt blaðmaðurin er óvildigur ella um hann er ein annar grønur aktiv- istur. | Hans Jákup Hermansen, formaður í Grindamannafelagnum: Formaðurin í Grindamannafelagnum váttar at hann hevur tosað við blað- mannin frá The Express, men sigur samstundis at tað hann verður siterað- ur fyri er tikið burtur úr einum sam- anhangi SVEINUR TRÓNDARSON — Jú, eg havi tosad við Danny Penman, sigur Hans J. Hermansen. — Men tíverr, so er tað sum eg havi sagt, slitið sundur og sett í skeivan samanhang, leggur hann afturat. Hans J. Hermansen varð uppringdur fyri eini tíð síð- ani av Danny Penman, sum er blaðmaður fyri The Ex- press. Hans Jacob Hermansen, er formaður í Grinda- mannafelagnum Hesin vildi fegin hava eitt sindur at vita um føroyskt grindadráp, og tað er júst tað, sum Grindamannafel- agið vil. Inn í ein opnan dialog við tær kritisku røddirnar, sum hava nakað at finnast at grindadrápinum viðvíkj- andi. Men tað skuldi vísa seg, at her var talan um ein úlv í seyðaskinni. — Man má heldur siga at talan hevur verið um enn ein tendensiøsan og Oseriøs- an blaðmann, sum framm- anundan hevði avgjørt hvat tað vr hann skuldi skrivað, sigur Hans J. Hermansen. Hans J. Hermansen er væl greiður yvir, at hann bert kann seta seg at skriva afturímóti, men hann ivast í, um nøkur hjálp er í tí. — Eitt nú segði eg við mannin, at tað er talan um umhvørvisliga imperialis- mu, og tad hevur hann vent til at verda grøna imperial- ismu, sum í mínum huga- heimi merkir nakað heilt annað, sigur Hans J. Her- mansen. — Tað er m. a. tí eg loyvi mær at ivast í, um tað hjálp- ir at skriva afturímóti í hes- um føri. Men tad merkir avgjørt ikki, at Grindamannafelagið ætlar sær at geva skarvin í bardaganum fyri rætti før- oyinga at drepa grind og ímóti útlendskum óviti. — Nei, tað verður tað ikki talan um, sigur Hans J. Her- mansen. — Vit hava avgjørt at føra okkara >stríð< á henda hátt og tí halda vit fram við. Vit halda tað verða skilabest at = Oseriøsur journalistikkur greiða fólk sakliga frá við teimum grundgevingum, sum vit føroyingar hava fyri at drepa grind, og tað verður ikki broytt, bara tí at ein blaðmaður, sum er vinarliga sinnaður mótvegis teimum sokalladu »umhvørvisfel- agsskapunum« ikki dugir at verða sakligur í sinari skriv- ing, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum. Hann leggur afturat, at hann, stutt eftir samrøduna, hevði varhugan av at Pen- man var ikki tann hann gav seg út fyri at verða. — Hann lovadi at senda mær eintak av greinini, áðr- enn hann prentaði hana, men har kom einki, sigur Hans J. Hermansen. Og orsøkin er óivað tann, at Penman hevur ikki ynskt at innihaldið í grein hansara skuldi verða alment kunn- ugt í Føroyum áðrenn blað- ið var prentað. Tí so kundi hent at onkur fór at verja seg - og tað hevur ikki verið ætlanin.