Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. september 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | Nr. 177 — 19. SEPTEMBER 1998 po LA a Á þe á Norðoya Sparikassi s ivar hervið út kapping um tekning av nýggjum búmerki. Búmerki kann vera í einum ella fleiri litum, men skal eisini kunna prentast í einum liti. 30. novembur 1998. Búmerkið skal leggjast í ein serskildan brævbjálva við frámerki á og sendast til jp nm Norðoya Sparikassi "Búmerkjakapping" Postboks 149 |. Osavegur 1 FO- 700 Klaksvík Ein dómsnevnd, ið verður sett saman av skikkaðum fólki, tekur stóðu til innkomnu uppskotini. Norðoya Sparikassi tilskilar sær rætt til at nýta innkomið uppskot sum búmerki stovnins, ella ikki at nýta nakað av innkomnu uppskotunum sum nýtt búmerki. Norðoya Sparikassi er stovnaður 24. september 1919, og er ein lokalur peningastovnur, hvers hevuðseki eru Norðoyggjar og Leirvík. Hevuðsskrivstova og tvær deildir eru í Klaksvík. Harumframt eru deildir í Norðdepli, á Viðareiði og í Leirvík. Norðoya Sparikassi hevur altíð verið peningastovnur løntakaranna, og vil vera tað framyvir. Harumframt hevur sparikassin seinru árini eisini fíggjað ein part av vinnulívinum. Norðoya Sparikassi leggur stóran dent á at viðvirka til menning og framburð í sínum virkisøki, og at vera ein hollur ráðgevi við skjótari og góðari tænastu og trygdini í hásæti. Í letuni starvast 35 fólk í Norðoya Sparikassa.