Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. september 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 177 — 19. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið 5052 23 Fleiri spurningar kunnu fáa svar hetta vikuskiftið Fótbóltur: Triðseinasta umfarið í 1. deild hjá monnum verður spælt hetta vikuskiftið, og fleiri av ósvaraðu spurningunum kunnu fáa svar í dag og í morgin EMiL L. JACOBSEN Landskappingin hjå monn- unum líður av álvara móti endanum, og fyri summi av liðunum er ikki tað stóra eftir at spæla um, meðan onnur framvegis stríðast fyri at bjarga sær í ovastu deildini. ; Lidini f botninum eru IF, TB og Sumba, og serliga hjá teimum báðum sudur- oyarliðunum kann hvert stig, sum kemur afturat í kappingina, gerast altavger- andi fyri framtíðina. TB spældi leingi uttan at vinna, men móti ÍF fyri trimum vikum síðani eydn- aðist tað loksins hjá tvgrá- monnum, og tá sluppu teir av niðasta plássinum. TB vitjar aftur í Eysturoynni tvær tær komandi vikurnar, í morgin á Toftum og um eina viku í Runavík. Tvgrá- menn hava verið nógv pínd- ir av leikbannum í ár, men hesaferð eru allir tøkir. Tíggju mans liggja tó á markinum, og um dysturin móti B68 verður harður, kann tað enda við, at fleiri av hesum noyðast at sita uttanfyri móti NSÍ um eina viku. Møguleiki er eisini fyri, at TB noyðist at spæla tveir dystir afturat — móti antin LÍF ella Royn — um upp- og niðurflyting, og tí kunnu leikbannini framveg- is órógva TB. B68 tapti seinast m6ti HB, men spældi i løtum upp iméti oddalidånum, men toftamenn vóru ikki nóg nærlagdir, tá kjansirnir komu. Olaf Højgaard breyt beinið í Gundadali seinasta sunnudag og verður sostatt ikki at síggja aftur í ár. Ják- up Eli Olsen noyddist eisini av vellinum tidliga í HB- dystinum. Hann hevur ikki vant í vikuni og er ivasamur Mest áhugaverdi dysturin hetta vikuskiftið er uttan iva tann í Klaksvík millum KÍ og HB. Fyrr í ár vann HB 4-0 í landskappingini og stutt seinni eisini 2-0 í steypafinaluni, har hendan myndin varð tikin. Um HB eisini hesaferð megnar at koppa KI, eru teir føroyameistarar Mynd: Alvur Haraldsen til TB-dystin. Seinast, TB spældi lands- kappingardyst å Svanga- skarði, var í 1996, og tå vann heimaliðið 3-1. Í 1995 vann TB 2-1, og bæði í 1994 og 1993 endaði javnt 1-1. Seinasta útpurring å sumbingum Í Sumba kemur VB á vitjan, og sostatt er talan um reina suðuroyaruppgerð á Kross- inum. Dysturin er fluttur fram til í dag, og hann byrj- ar klokkan 14.00. Fyri sumbingar kann hefta metast sum seinasta útkall, tí teir báðir dystirnir, Sumba hevur eftir aftan á VB-dystin,'eru úti móti HB og heima móti KÍ. Eingin sumbingur fekk kort í Gøtu seinasta sunnu- dag, og tí kann roknast við, at liðið verður nakað tað sama, hóast teir taptu 11-1. Men tað er torført at sam- meta dystin í Gøtu við dyst- in, sum verður í dag. Hetta er lokaldystur, og hjá Sum- ba hevur tað stórri tydning at vinna, enn tað nakrantíð hevur havt fyrr í ár. VB liggur fjálgt og gott í miðjuni saman við GÍ og B68 og er uttan fyri niður- flytingarvanda. John Eyst- berg er leikbannaður hesa- ferð, men allir hinir eru tøk- ir. Fyrr í ár vann VB 2-0 á Sumba í Vági. Í 1995 vóru bæði Sumba og VB í 1. deild, men tað var sum sama lið (Sumba/VB). Ann- ars hava sumbingar og vág- bingar spælt 1. deildardyst móti hvørjum ødrum fyrr. Tað var í 1991, tá VB vann 2-1 í Sumba og 4-0 í Vági í seinasta dystinum í lands- kappingini tað árið. Í 1994 vóru bæði liðini í 2. deild, og tá vunnu vág- bingar 3-1 í Sumba, meðan dysturin í Vági — tað var eisini seinasti dystur á árin- um — endaði 0-0. GI hevur takið á IF Gøtumenn fara til Fugla- fjarðar væl vitandi um, at teir sum oftast eru omaná móti IF. Men eitt eru hagtøl, eitt annað er veruleiki. GÍ vann seinasta vikuskiftið 11-1 á Sumba, meðan IF í sínum lagi fekk javnleik 1- 1 í Runavík. ÍF kann við einum sigri tryggja sær tilveruna í 1. deild, men teir mugu gera tað uttan Egil Zachariasen, sum fekk ostaskorpuna í Runavík og tískil er leik- bannaður. Ein missur hjá fuglfirðingum, sum tó kunnu bjóða Mariniak Maciej vælkomnan aftur á liðið. Hann var leikbann- aður í Runavík, har Roy Ró- in heldur ikki var við. Men hann hevur vant alla vikuna og er klárur aftur. GI hevur havt buktina og báðar endarnar móti ÍF sein- astu mongu árini. Í fjør vunnu gøtumenn 4-0 í Fugl- afirði. Arið fyri tað endaði tað við javnleiki 1-1, og í 1995 spældi IF ikki í 1. deild. I 1994 vann GI 2-0, og tað gjørdu teir eisini í 1993. B36 spælir fyri silvurinum Føroyameistaraheitid er mist, men B36 spælir fram- vegis fyri silvurinum, og málið er nú at vinna allar dystirnar í seinnu helvt av kappingini. Arstalsfelagið hevur ikki tapt í landskappingini síðani í Runavík á stevnuni 13. juni, og nú kemur NSÍ so í Gundadal. Júst hesin dysturin varð í fjór spældur um sama mundið á árinum, og ta ferðina vann B36 3-2 í ein- um sera spennandi og væl- leiktum dysti. Sum heild hevur tað gingið striltið hjá NSÍ móti B36 í Havn. Í 1995 vann B36 1-0, og árið fyri tað var úrslitið 2-0 til B36. John Petersen var leik- bannaður seinast á Tvør- oyri, men kemur aftur úr Noregi í dag og er við í morgin. Jákup á Borg kem- ur eisini heim úr Liverpool í dag, og hesir báðir manna ivaleyst álopið hjá havnar felagnum. Ronnie Samuel- sen var eisini leikbannaður seinast, men er við aftur hesaferð NSI megnaði ikki at fylgja við oddaliðunum nú móti endanum, men teir hava framvegis besta møgu- leikan fyri at enda á fjórða plássinum, sum gevur rætt til luttøku í intertoto-kapp- ingini komandi ár, og um so verður, sleppur NSÍ út í Europa at spæla fyri fyrstu ferð nakrantíð Men teir av Skålafjørd- inum kunnu við einum sigri í morgin minka munin upp til B36 niður í trý stig, og um KI samstundis tapir móti HB, er knappliga aftur stutt upp á silvurplássið, sum gevur atgongd til UEFA Cup-kappingina, har pengarnir eru fleiri. Og har- afturat kann nevnast, at tað enn ikki hevur eydnast NSÍ at fáa heidursmerki i 1. deild, hóast teir onkuntíð hava verið nær við — bæði í 1986 og 1987 endaði NSI á fjórða plássi. Men í løtuni stendur einki serligt til í Runavík. Helgi : Petersen og Gert Langgaard hava spælt millum lítið og einki í ár orsakað av skaðum, og Óli Hansen fór eisini fyri ngkrum vikum síðani. Vit hava fyrr skriv- að, at Óli Hansen hevði brotið beinið, men tað er bert partvíst rætt. Sannleik- in er, at hann hevur brotið eitt lítið bein í fótinum tað hevur verið tosað um at fáa hann upp til dystin. Men tað er sera Gvist. Síðsta sunnudag móti IF varð Kár Hansen borin út, og hann gongur framvegis og haltar so hann verður ikki við í morgin. Dann Knudsen hevur verið skaddur, men royndi aftur á 2. deild í síðstu viku. Men her bleiv hann aftur skaddur og er ivasamur til B36-dystin. Nógv kann avgerast longu nå Fyri at taka samanum, so kunnu nógvir ósvaraðir spurningar verða svaraðir hetta vikuskiftið. Um HB vinnur í Klaks- vík, eru teir føroyameistar- ar, og um B36 samstundis vinnur í Havn, er rættiliga sannlíkt, at teir taka silvurið IF kann við einum sigri á GI beina allan iva um teirra lagnu til viks, meðan TB eisini kann bøta nógv um sína støðu, um teir vinna á B68, samstundis sum Sumba tapir. Við teimum báðum seinastu dystunum hjá sumbingum í huga (móti HB og KÍ), er einki at taka seg aftur í, at um Sumba skal hava stig, skal tað vera nú. Enn eru tvgrámenn og sumbingar javnir í stigum, men stóru ósigrarnar hjá Sumba í seinastuni hava givið teimum ein sera ring- an málmun, sum kann vísa seg at verða avgerandi í seinasta enda.