Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. september 1998síða 26

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AAA A Nr. 177 - 19. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið S08S2/u TERJI NIELSEN UR REYKJAVIK Vit hava mangan hoyrt, at vit f Føroyum eiga at gera meira vid at skipa fyri råd- stevnum, fundum og likn- andi. Ni er so komin ein fyri- tøka, sum fyrst og fremst tekur sær av at skipa fyri slíkum tiltøkum. Tað er fyr- itøkan Glitnir, sum Kåra Heinesen eigur. Glitnir er i løtuni vid å Vest Norden Travel Mart í Reykjavik. Glitnir byrjaði at virka í Mai mánaða í ár. Kára Heinesen sigur, at hon roynir at byrja í heilt smáum, og tískil hev- ur hon ikki brúkt nakað stórvegis av peningi til marknadarføring. Enn er hon einsamgll, men hevur sjálvsagt nógv samstarv við ymisk lið í ferðavinnuni, sum hon brúkar, tá ið hon hevur tiltøk, so sum ráð- stevnur. Tad einasta, sum Glitnir higartil hevur gjørt av slik- um, er, at fyritøkan hevur fingið sær eina heimasíðu á internetinum. Hetta er jú eisini eitt slag av marknadarføring, og Kára Heinesen sigur, at fyri fyrst verður hetta teirra háttur at marknadarføra seg. Við so stuttari tíð á baki, er tað eyðsæð, at Glitnir ikki hevur havt tað stóra at gjørt, tí øll nýggj virkir skulu jú helst hava eina byrjunartíð, har man fyrst og fremst roynir at gera vart við seg, so at navnið gerst kent mill- um tey røttu fólkini. Tó so, fyrr í ár skipaði Glitnir fyri einari stórari tannlæknaráðstevnu, sum varð hildin í Føroyum, og eftir hvat Sosialurin frættir, so eydnaðist hetta bara heilt væl. Ikki bert rådstevnur Sambært Káru Heinesen ætlar Glitnir sær ikki bert at skipa fyri ráðstevnum. Hon sigur, at fyritøkan eis- ini kann taka sær av sokall- aðum incoming-arbeiði, tað vil siga skipa fyri útferðum, bíleggja gistinar og annað, sum ferðamaðurin hevur tørv á, tá ið hann vitjar Før- oyar. Kára Heinesen hevur sjálv drúgvar royndir úr ferðavinnuni, og tískil Nýggj fyritøka í ferðavinnuni Á sølustevnuni Vest Norden Travel Mart í Reykjavík er ein nýggj fóroysk fyritóka við. Fyritøkan, sum eitur Glitnir, skipar fyri rådstevnum skuldi hon havt allan før- leika og kunnleika, sum krevst, um ein skal standa fyri einari slíkari fyritøku, sum Glitnir er. Navnið er úr Tað eru óivað fleiri, sum spyrja seg sjálvan, hvat navnið Glitnir merkir. Sos- ialurin spurdi Káru Heine- sen á básinum á Vest Nor- den Travel Mart. Kára segði, at vit eru jú norður- lendsk, og tí helt hon eisini, at vit skuldu halda okkum til okkara norðurlendska samleika. Hon er troytt av, at vit altíð skulu brúka ym- isk ensk nøvn, tá ið skulu finna nøvn til nýggjar fyri- tøkur. Í Norrønu Gudalær- uni var tað so, at tå ið menn vóru ósamdir, so vóru teir kallaðir til fundar ístaðin fyri at stríðast við vápnum, og tann høllin, sum var brúkt til hesar fundir, nevndist Glitnir. Hevur fingið fleiri fyrispurningar A Vest Norden Travel Mart er Kára við á básinum hjá Toru Tourist Traffic. Hon Náttúran størsta soluvirði Tad er eingin loyna, at tað er náttúran, sum hevur størst sóluvirði hjá tykkum, sigur umboð fyri ferðaskrivstovu í Sveiss, sum Sosialurin hevur tosað við TERJ1 NIELSEN år Reykjavik A Vest Norden Travel Mart koma nógvir keyparar úr øllum partum av heiminum. Hesir keyparar koma fyri at frætta nærri, um føroyingar, íslendingar og grønlending- ar hava nakað nytt at bjóða fram, og um teir kunnu fáa líkinda avtalur við eitt nú føroysk flutningsfeløg og fyriskiparar av útferðum. Komin heilt år Sveiss Ein av teimum keyparu- num, sum sýndi føroysku básunum sera stóran áhuga á ferdavinnusølustevnuni, Vest Norden Travel Mart, sum endaði her í Reykjavík í gjár, var Inger B. Gyberg frá sveissiksu ferðaskriv- stovuni Reisebiiro Glur, sum hevur heimstad f Basel. Hon sigur vid Sosialin, at tad er eingin sum helst ivi um, at tad er tann reina og óspilta føroyska náttúran, sum hevur nógv tað størsta søluviridi í føroysku ferða- vinnuni. "Náttúran hjá tykkum er jú bæði stórsligin og ikki minst 6spilt, sum hon eisini er f øllum trimum londu- num í útnorðuri. Fleiri av teimum ferðafólkunum, sum eg higartil havi sent til Føroya, siga, at tað er eisini eitt stórt upplivilsi at kunna anda tí reinu og frísku før- oysku luftina.” Fryntliga kvinnan úr Sveiss sigur, at ferdaskrivstovan, Reisebiiro Glur, sum hon arbeidir hjå, skipar fyrst og fremst fyri ferdum til Skandinavia. Enn eru Føroyar bert 2 % av søluvirdinum hjá teimum, men hon væntar, at hesin partur fer at vaksa munandi í næstum. Inger B. Gyberg sigur, at um føroyingar ætla sær, at ferðavinnan skal verða støðugt vaksandi, so noyð- ast vit at gera okkum greitt, at allir partar í føroyska samfelagnum eru hugaðir til hetta. Tað er ikki nokk, at bert ferðavinnan sjálv er hugað. Eisini skal vanligi føroying- urin verða hugaður, tí at ferðamaðurin kemur eisini í samband við hann fyrr ella seinni. Fólkið í vinnuni væl fyri Tá ið vit spurdu hana, um tey, sum umboðaðu før- oysku ferðavinnuna á Vest Norden Travel Mart, vóru væl fyri reint "profession- elt", segði hon, at tað vóru tey heilt vist. "Føroyingarnir eru blíðir at koma til, og teir vita, hvat teir tosa um. Samstundis tykist tað, sum um teir eisini eru ógvuliga ernir av sínum landi.", sigur Inger B. Gy- berg úr Sveiss at enda. vildi ikki fáa sær bás sjálv, tí hon vil fyrst finna út av, um hon fær nakað burturúr av at verða við á einari slík- ari sølustevnu. Kára sigur, at hon hevur fingið fleiri fyrispurningar á stevnuni, og tískil er tað ikki 6- hugsandi, at hon fer at fáa sær sín egna bás, tá ið Vest Norden Travel Mart verður í Føroyum komandi ár. Nógv fólk úr fóroysku ferðavinnuni eru í hesum dógum á Travel Mart ferdavinnustevnuni í Ut- norði, sum hesaferð er i Reykjavik i Islandi Grundskeið í leiðslu I Endamál Endamálið við skeiðinum er . At fåa innlit i og fatan av avgerdandi teoretiskum fyritreytum fyri útinning av leiðslu og samspæli við onnur At fáa forleika í at brúka hóskandi manna- : gongd, tå ið felags uppgávur skulu loysast : Skeiðið er lagt soleiðis tilrættis, at luttakararnir ; fåa møguleika fyri at royna seg vid ymsum framferdarhættum, at uppliva, hvørja åvirkan teir hava å onnur, at vidgera egnar upplivingar og læra av ti Stevnumið Eftir skeiðið hava luttakararnir fingið innlit í Fyritreytir fyri effektivum samskifti og samstarvi Hvussu samskiftis- og samstarvs- trupulleikar verða loystir Endamål, skipan, styring, og menning, tå ið ein uppgáva skal loysast í bólki Hvussu bólkaarbeiði og persónligt feed- back verða eygleidd Funktiónstreytir og arbeidsumstødur Hugburð leidslunnar og hvørjar av- leidingar, hann kann hava, leiklut leidarans og rolluspøl, og leidslu i eini stødu, id er givin frammanundan Innihald . Samskiftishættir (at lurta aktivt) . Leidaraleiklutir, teirra millum, leiklutirnir sum serfrødingur og sum leidari Motivationsteoriir vid stødi i Herzberg Leidarafunktionir Hvussu trupulleikar verda vidgjørdir Praktiskar venjingar i skipan og utinning av arbeiði Utinning av kontrollfunktiónum hjá leidarum Hósdagin .....05. november kl. 09.00 til leygardagin 07. november kl. 16.15 Stadur Gístingarhús. Skeiðið er eitt internatskeið Skeiðleiðarar Peter Gram frå LMB Prísur Kr 5.500,00 fyri bvønn, íroknað mat og : gisting á tvíkamari ella kr 6.000,00 fyri bvønn, íroknað mat og gisting á einakamari Tilmeldingarfreist 22. oktober 1998 Skeiðini eru ætlað leidarum, millumleiðarum og komandi leidarum. Fleiri upplýsingar og tilmeldingarblað fáast við at venda sær til: LEIÐSLUMENNINGARBÓLKURIN SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS Marknagilsvegur 77 * Postsmoga 177 * 110 Tórshavn * Tel 317177 * Fax 313374 LMB (Leiðslumenningarbólkurin) er ein arbeiðsbólkur, id er samansettur ar Føroya Handilsskúla, Foroya Arbeiðsgevarafelag, Foroya ldnaðarfelag og Menningarstovuni við tí endamáli at eggja til sjónir, manna leiðslur og skipa fyri skeiðum. Skeiðroðin heystið 1998 fevnir um besi skeið: Grundskeið í leiðslu Leiðslumenning og læra at loysa trupulleikar - Leiðsluframferð - Strategisk leiðsla - Presentatiónsteknikkur og personlig menning