týsdagur 22. september 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Marknaðarleiðari:
ene | emne
Blaðfólk:
ea denskor | Dagny Joensen,
Figgjarleiðari: | Aki Bertholdsen,
internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson Turið Kjølbro
Forsetafriggj, barna-
morð og landminur
Oddagrein
Í gjár klokkan 14% kundu allir heimsins borg-
arar setast framman sjónvarpsskíggjan — á
skránni var vitnisfrágreiðingin hjá Bill Clinton
í málinum um, hvert hann hevur logið fyri
rættinum um samband hansara við praktik-
antin í Hvítu Húsunum, Monicu Lewinsky.
Mótstoðumenn Clintons í kongressini hava
gjørt av, at vitnisfrágreiðingin - sum varð tikin
upp á sjónband, júst fyri at hon ikki skuldi
vera almenn - skuldi almannakunngerast.
Tað er fantastiskt - og tað er ófatuligt og
púra burtur við, at heimspressan skal hava
so stóran áhuga í, um Bill Clinton skal hava
friggjad uttanum, um hann hevur verið kon-
uni trúgvur - ella um hann hevur logið fyri
konuni og fyri amerikonsku tjóðini annars
um seksuella tørv sin.
Havandi í huga allar teir ræðuleikar, sum
fara fram í heiminum - og í amerikanska
samfelagnum, so kunnu vit ikki siga annað,
enn at talan er um eitt sjúkt samfelag, sum
fullkomiliga er farið av leið, tá seksuellu
vidurskiftini hjá forsetanum verða tikin fram
um, eitt nú, at amerikonsk born skjóta og
drepa hvenn annan. Hví gera amerikanska
pressan og heimspressan annars ikki meira
burtur úr hesum? Hví verða ikki settir spurn-
ingar við, hvussu tað ber til, at smådreingir í
Amerika kunnu koma alvápaðir í skúla -
skjóta og drepa frá hond?
Hetta verður bara tagt burtur millum frillur-
nar hjá Bill Clinton og aðrar >gelur<, ið skapa
meiri pengar - sum geva stóru fjølmidlunum
enn fleiri pengar í kassan.
Óhugnalig var eisini »avleidningsmanøvran«
hjå Clinton herfyri, tå hann - kanska bara
fyri at beina pressuna burtur frå Lewinsky-
målinum - slepti nøkrum bumbum i Afghan-
istan og i Somalia.
Um hetta málið kundi fingið amerikanska
forsetan at ridla í stólinum, so kundu vit skilt
tað. Men at persónligi seksuelli torvur hans-
ara skal gera tað, tað er óskiljandi.
Nú um dagarnar frættist, at 40 lond hava
skrivað undir altjóða sáttmálanum um bann
móti nýtslu av landminum. Men tríggjar týð-
andi tjóðir vóru ikki teirra millum. Tær vóru
Russland, Kina og USA!
> — Tað er framvegis neyðugt við landminum
á markinum millum Suður- og Norðurkorea,
er boðskaðurin úr Hvítu Húsunum...<
Vorðið sum samfelag! Latið børnini skjóta
hvenn annan í skúlunum. Latið meinaleys
fólk í tilafturskomnum londum doyggja av
landminum. Men fríggjar Bill Clinton uttan-
um, so má hann frá.
Moralur er góður. Dupultmoralur eru tvífalt
so góður...
Sosialurin
Emil L. Jacobsen
ns Kristian Vang
Alvur Haraldsen
jalunn
Bústaður: 26.A
Argjavegur rgjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
14. september 1998
Í ár høvdu vit eina sjåld-
sama góða orsek til at halda
dagin fyri fólkaatkveðuna í
1946.
Hetta árið
Tann 30. apríl í ár hendi
nevnliga tað, at Føroya fólk
vrakadi ta skipan, sum tap-
ararnir av félkaatkvøduni
vid danskari uppilegging
smoygdu nidur yvir okkum
i 1948.
Orsøkin til at Føroya fólk
tók hesa avgerð var tann, at
tað gjørdist okkum greitt, at
henda skipanin ikki tryggjar
vælferð okkara. Tá á stóð,
og vit høvdu brúk fyri hjálp
í kreppuni, tá vórðu vit ikki
hjálpt, men sparkaði av
teimum, sum vit frá 1948
høvdu sett alt ov nógv álit
á.
Nú tóku vit avleiðingar-
nar av hesum og vendu aftur
til tað, sum Jóannes bóndi í
seinastu boðum sínum ráddi
okkum til at gera, og tað er
at taka fullveldi.
Eitt av heimsins ríkastu
londum Men hava vit ráð
til tað?
Veruleikin er tann, at vit
eru eitt av teimum samfel-
øgum í heiminum, sum bú-
skaparliga hevur best ráð til
at tryggja vælferð fólksins.
Líta vit at okkara útflutn-
ingi, so síggja vit, at Før-
oyar eru tað av heimsins
londum, sum hevur tann
størsta útflutning av fiski í
mun til fólkatalið. Mong eru
tey, ið eru til reiðar at gjalda
okkum nógv fyri at sleppa
at eta okkara fisk.
Markmið okkara
Skulu vit bera okkum skil-
agott at í búskaðarpolitikk-
inum, so skulu vit royna at
fáa fatur í fiskinum við
nýtslu av so lítlum innflutn-
ingi sum møguligt og selja
hann har besti prísur fæst.
Størri verður tað avlop, sum
vit hava eftir til at flyta inn
tað ið okkum tørvar.
Eins væl og vit skulu ansa
eftir ikki at flyta ov nógv
inn fyri at fáa fiskin til høld-
ar, so skulu vit eisini ansa
eftir ikki at nýta ov nógva
arbeiðsmegi í fiskivinnuni.
Arbeiðsmegin er virðismik-
il, tí hon kann nýtast til at
framleiða aðrar góðar, sum
kunnu flytast út, ella fram-
leiða slíkt, sum tað íkki
loysir seg hjá okkum at flyta
inn.
Umráðandi at húsast
Sjálvandi skulu vit flyta inn
verur og tænastur. Men í
nøkrum førum ber hetta ikki
til, og vit mugu nýta okkara
egnu arbeiðsmegi til at
framleiða hesar góðar. Tak
t.d. tann góða sum tað er at
fáa gjørt hárið. Tað ber ikki
til hjá okkum at fara av
landinum at fáa hesa tæn-
astuveiting, og tí nýta vit ein
part av tóku arbeiðsmegi
okkara til hetta.
Men aðrar góðar ber ikki
til at framleiða heima hjá
okkum sjálvum. Fyri mong
av okkum er tað neyðugt at
hava bil, og bilar skulu
framleiðast í so stórum
nøgdum, at tað als ikki kem-
ur upp á tal hjá okkum at
vera sjálvbjargin við hesum
góða.
Allir teir góðar, sum
mugu flytast inn, eta burtur
av okkara nettoinntøku av
fiskivinnuni. Men er hugur
okkara til slíkan innflutning
stórri enn fiskivinnan kann
megna at bera, so noyðast
vit annadhvørt at vaksa um
okkara útflutning av øðrum
enn fiski, ella sjálvi fara
undir at framleiða slíkar
góðar.
Rágummisskógvar
Undir heimsbardaganum
gekk t.d. ikki so gott at fáa
innflutning í lag. Eitt nú
fingust eingir skógvar. Fólk
nýttu so húðaskógvar ella
rotuskógvar. Men tað var ov
lítið av neytahúðum og rot-
uskinnum. So kom fram ein
nýggjur góði. Hann var rág-
ummiskógvar. Teir týsku
kavbåtarnir søktu farma-
skip, sum sigldu rágummi
til Bretlands, har tað varð
vulkaniserað, so tað kundi
nýtast til dekk á gipum og
flogførum. Men tá skipini
sukku, flotnaðu rågummi-
ballurnar upp, og tær róku
eisini inn á strendur okkara.
Alla aðra staðni var rá-
gummi ónýtiligt til skógvar,
tí teir blotnaðu tá tað gjørd-
ist heitt og skorpnaðu tá tað
var kalt, men í Føroyum var
veðrið so lagaligt, at vit í
hesum rågummi høvdu eitt
frálíkt tilfeingi til skógva-
framleiðslu. Hópur at
monnum víða hvar í Fer-
oyum setti seg at gera rá-
gummiskógvar, og væl
kundu teir nýtast. Á henda
hátt kundu føroyingar við
at nýta rekagummi og tóku
arbeiðsmegina framleiða
ein góða, sum annars ikki
fekst.
Vaksandi útflutningur
av øðrum
Her var orsøkin til at vit
noyddust at framleiða okk-
ara egnu skógvar tann, at
kríggið gjørdi at vit ongar
fingu uttanífrá. Men hvat
um orsøkin til at vit ikki fáa
góðar úr útlondum er tann,
at vit ikki hava nóg nógv
útflutningsavlop til at gjalda
fyri teir?
Tá er sjáldan neyðugt í
nutidarsamfeløgum at fara
undir heimaframleiðslu. Al-
oftast vísir tað seg, at tað
eru nøkur fólk, sum síggja
møguleikar til at vaksa um
útflutningin av onkrum
góðum, sum geva so stóra
inntøku, at tað ber til at
keypa nóg nógv í útlondum.
Men vit flyta bert fisk út.
Ber yvirhøvur til hjá okkum
at vaksa um útflutningin tá
tað eru mark fyri hvussu
nógv fiskiveidan kann økj-
ast?
Íslendska leiðin
Sjálvandi er tað tað.
Tak td. ein møguleiki,
sum liggur í endaligu upp-
gerð okkara við Danmark
um vit velja at ganga ta ís-
lendsku leiðina.
Íslendingar fingu eina
skipan, sum gekk út uppá,
at tann kapitaliseraða stats-
veitingin til Íslands fór í ein
grunn, sum skuldi nýtast til
at stuðla íslendskari gransk-
ing og íslendskum lesandi.
Verður okkara statsveit-
ing kapitaliserað, fáa vit
somuleiðis ein grunn, sum
kann nýtast til gransking og
útbúgving. Verður hann
lagdur á okkara Fróðskap-
arsetur, so skulu vit nýta
hann á slíkan hátt, at hann
ger sum mest gagn fyri sam-
felag okkara. Eru vit so í tí
stóðu, at okkara útflutning-
ur er ov lítil, so kann hesin
grunnurin nýtast til at vaksa
um útflutningin. Í so máta
eru nógvir møguleikar, og
kann eitt dómi takast fram.
Gransking av ritbúnaði
Arbeiðið við at gera ritbún-
að er tað skjótast vaksandi
menningargki í heimsbú-
skapinum. Eftirspurningur-
in eftir ritbúnaði veksur
stødugt, og einki mark hóm-
ast fyri, nær ið hesin eftir-
Útgevari, uppseting og prent:
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post G sosialurin.fo
Zakarias Wang
spurningur fer at minka. Tað
liggur væl fyri hjá okkum
at framleiða ritbúnað, tí
hann kann flytast bíliga við
somu ferð sum ljósið.
Tað vísir seg, at ritbún-
aður mest sum altíð verður
framleiddur har vit hava eitt
granskingarumhvørvi, sum
t. d. ein lærdan háskúla.
Hevur okkara fróðskapar-
setur nóg mikið av tókum
fæi, so ber til hjá tí at keypa
dugnaligar lærarar úr út-
londum fyri at læra upp
gløgga ungdóm okkara í
hesi lærugrein. Eftir fáum
árum høvdu hesi ungu fólk
havt eina útbúgving, sum
hevði gjørt tey før fyri at
arbeitt alla staðni í heim-
inum í tí best lønta yrki sum
yvirhøvur er til. Men tað
sum loysir seg allarbest er
at seta á stovn egið virki
innan hesa vinnu. Eins og
vit hava sætt í European
Business Games, so duga
føroyingar betri enn nakar
annar at seta egið virki á
stovn, og hava tey fyrst
fingið tann neyðuga kunn-
leikan innan eitt slíkt vakstr-
aryrki, kunnu vit eftir stutt-
ari tíð fáa ein útflutning av
ritbúnaði, sum kann geva
eitt fitt uppískoyti til tær
inntgkur, sum fiskimenn
okkara fáa til landið.
Ljós framtíð
í fullveldinum
Hetta dømid er ikki ósann-
líkt, og onnur kunnu væl
hugsast. Tað er tí einki at
ivast í, at vit við ti dugna-
skapi, sum í fólki okkara
býr, kunnu fáa allar neyð-
ugu inntøkurnar til at
tryggja vælferð okkara.
Tað er hetta verk, sum vit
nú eru farin undir, og Før-
oya fólk fegnast um, at tey,
ið stýra og ráða, stevna
beina leið fram móti full-
veldi okkara.
Zakarias Wang
Navn undir lesarabrøvunum
i
i
Herfyri gjørðu vit á Sosialinum av, at vit ikki longur
taka upp dulnevnd lesarabrøv. Øll lesarabrøv, sjónar-
mið, viðmerkingar o. I. skulu hava fult navn undir, skulu
tey verða tikin við í blaðið. Umframt navn krevur
blaðleiðslan eisini at vita bústað og telefonnummar, fyri
at tilfarið skal verða tikið við í blaðið.
Fólk, ið skriva til okkara, eru vælkomin at lata okkum
tilfarid á teldudiskli - og taka vit ímóti øllum vanligum
formatum. Eisini ber til at senda tilfar sum e-post, og er
adressa okkara: post Gsosialurin.fo.
Fax okkara er annars 314720.
blaðstjórin |