Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 Bærinn jonr tíðindablaðið SOS Nr. 178 — 22. SEPTEMBER 1998 Martin Heinesen, leiðari á Jardfrødissav Fyrimunirnir nógv fleiri enn vansarnir — Tá ein sær hvussu positivt upprunafólkið í Alaska metir oljuvinnuna, eiga vit fóroyingar eisini at taka hetta til eft- irtektar ANCHOR A NLASK Millu y garnar, s erikansKa IDOIK Í u ST g % € 1 nesen alt ið var velja eitt ind Førovun nevniliga Alaska Hetta hevur verið ein sera áhugaverður turur, og eg haldi eisini at vertirnir Føroyska ferðalagið Prudhoe Bay hava verið sera hepnir við valinum av fólki, sum hava verið við í ferðalagnum esin bólkur umboðar sera relevantar partar av sam- felagnum. Oftani er tað so nú vit sum arbeiða í olju- vinnuni, fáa vitjan av fólki, sum eru jardfrødingar og líknandi, meðan tað her hevur verið talan um fólk umboðandi fleiri aðrar tættir í samfelagnum eisini Martin Heinesen heldur ti, at tað hevur stóran týdn ing at vit sleppa at síggja og tosað við fólk, sum verða ávirka av oljuútviklingin um, so ella so. Við hesum sipar hann til vitjanina í bygdini Barrow i norðasta partinum av Norðuramer- ika. — Hetta hevur verið eitt serligt upplivilsi. Her er eitt hevur sun sins stars ijuteitu Dr í n Heinesen vísir á Førovar ikki sjálvand A amanberast ví rasamtelag ga stendur andlit i vid nutimans tøkni og hentleikar, men hann heldur kortum at her er nakað vit kunnu læra av — Vit sóðu og hoyrdu hesi upprunafólkini siga frå fyrr- munum og vansum við øll- um tí nýggja og tað stóð púra greitt at fyrimunirnir saman við vertunum við byrjanina av Trans Alaskian Pipeline í er nógv fleiri enn vansarnir Martin Heinesen sigur, at tað er umráðandi at vit før- oyingar geva gætur teir vansar, sum eitt lítið sam- felag fær, tá ein oljuvinna tekur seg upp. Men sam- stundis kennir hann tað so, at tá eskimoarasamfelagið í Norðuralaska umframt fólkið í Alaska sum heild metir fyrimunirnar av oljuni verða nógv størri enn vans- arnar, so er hetta nakað, sum kann medvirka til at eisini føroyingar fara at síggja eina oljuvinnu sum nakað positivt Uppá fyrispurning um tað ikki kann verða ein vandi at taka av innbjóðing frá ávísum oljufeløgum, sigur Martin Heinesen, at her mugu vit føroyingar brúka okkara sunna vit og skil og ikki lata okkum misbrúka av nøkrum Men eg haldi at nettupp hetta, at hesi oljufeløgini Texaco, Arco, Conoco og Murphy Oil hava latid okk- um sleppa inn i stovuna hjå teimum innføddu i Alaska hevur givid okkum møgu- leika at siggja vid egnum eygum hvat oljan hevur havt at siga uppå gott og ilt Vit hava høvi at hoyra teirra versiónir av hesum og tað haldi eg er gott Martin Heinesen heldur ikki at vit eiga at verða so varin og bangin, at vit seta fót fyri eini oljuvinnu longu áðrenn hon so frægt sum hevur fingið fótin fyri seg. Hann vísir á, at vit samtíðis, sum forkanningar eru gjørd- ar, hava sett spurningar og hava roynt at svara teimum. — Nú fara vit so vónandi undir eina leiting, sum neyvan fer at hava øgiliga stóra ávirkan á samfelagið. Um somu tíð hava fólk so møguleikan at kunna seg vid ymisk vidurskiftid og er henda Alaskaferðin nettupp eitt dómi um hetta. Hann vísir á, at tað í dag eru nógv fleiri fólk, sum vita nógv um hesa vinnu, enn tað vóru fyri bert fýra árum síðani og áðrenn vit fara undir nakra fram- leiðslu, vera tað upp aftur fleiri fólk, sum fara at vita nakað um hetta. Tað vil siga, at her er talan um eina stigvísa prosess. Johan McDonald, sum vegna Texavo-samtakið, smskipaði ferðina, her uttan fyri høvuds- skrivstovubygningin hjá Arco í Anchorage Rett gongd higartil Hvat hevur so leiðarin á Oljufyrisitingini, Herálvur Joensen, fingið burturúr ferðini til Alaska. Sosialurin setti honum spurningin áðr- enn hann fór heimaftur úr Anchorage. — Vit hava sæð hvussu væl upprunafólkið her hev- ur dugað at fingið burtur úr oljuni, sjálvt um teirra út- gangsstødi var væl vánalig- ari enn okkara, bæði tá talan er um útbúgving og rætt indi, tí vit, hóast alt, hava ræði yvir okkara råevnum Herálvur Joensen sigur seg annars hava fingið vátt- að, at mong vidurskiftid, sum vóru umredd á fyri- lestrum og kjakið í Alaska er nakað, sum vit longu hava tikið hædd fyri. — Tað haldi eg er minst líka týdningarmikið, sum at upplivað nakað nýtt, nevn- iliga at tú eisini fært staðfest at tað tú hevur gjørt er á einari leið. Alt í alt haldi eg tí vit hava fingið nógv burt- ur úr Herálvur Joensen vísir á, at Arco og Texaco samtakið sum heild, hava havt eina sera hepna hond við at velja út ein breiðan skara av før- oyingum, soleiðis at tað ikki bara eru fólk, sum arbeiða við oljumálum í dag, sum eru við, men eisini fólk um- boðandi ymsar aðrar tættir í samfelagnum. Herálvur Joensen leggur dent á, at vit ikki eiga at yvirmeta oljuútviklingin, tí tnum eftir Alaskavitjanina: vit eru enn ikki farin inn í ein útvikling, sum líkist nøkrum av tí, sum føroying- ar sóðu í Alaska, nevniliga eitt av heimsins størstu felt- um í framleiðslu. — Vit fara inn í eina stig- vísa menning, har leitingin kemur fyrst og har tað verður ógvuliga avmarkað hvørji árin hon kemur at hava á føroyska samfelagið Herálvur Joensen vísir at enda á, at ferðin til Alaska er ein sunnur partur av ti menning, sum stendur fyri framman. Við hesum sipar hann eisini til tær vitjanir, sum eitt nú vinnunevndin hjá løgtinginum, løgmaður og oljumálaráðharrin hava gjørt í Noregi f | > i Martin Heinesen, leiðari á Jarðfréðissavninum. her saman við Steve Daines frá Conoco. Aftanfyri teir oljutunnurnar í Prudhoe Bay